Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
LýsingarUm VP

VP spyr

NAVN / NR.FO

Búskaparliga framgongdin í samfelagnum hevur verið stór, serliga eftir fíggjarkreppuna í 2008. Men tøl frá Búskaparráðnum vísa, at virkini hava alsamt størri part av avlopinum eftir

Børn, sum verða ættleidd av føroyingum uttanlands, fáa sum er ikki automatiskan ríkisborgararætt. Og danska stjórnin hevur ongar ætlanir um at broyta hetta, sigur danski ráðharrin í svari til Sjúrða Skaale

- Álvara tos, tit dómadagsdansarar. Veðurlagsøðin er størsta spekulativa pengamaskina hjá akademiskum granskarum nakrantíð, fleiri miljardir um árið, alt skattfíggjað

- Tá hugsað verður um ferðavinnuna, ber ikki til einans at hugsa um ferðafólk, bussar og Suðuroynna í samband við Smyril. Skal ferðavinnan mennast, er neyðugt eisini at hugsa um føroyingar sum ferðast í egnum landi við húsvognum og húsbilum

Fyri fyrstu ferð síðani Skála- og Runavíkar Kommuna løgdu saman, verður býráðsfundur hildin í skúlanum á Skála og verður tað í dag klokkan 17.00

Hann eigur sjálvur og saman við øðrum 12 garðar í Íslandi og verður sagdur at vera størsti jarðareigari av "fólksins ogn" hjá íslendingum. Talan er um bretska milliarderin Jim Ratcliffe

Á norðurlendskum ítróttartoppfundi, sum hevur verið á Svalbard hesa vikuna, peikaðu føroyska landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, og føroyska ítróttarumboðið, Pál Joensen, á, at tað er ein trupulleiki, at føroyingar ikki sleppa at umboða sítt egna land

Náttúran í Íslandi er sum at síggja vakrastu listaverk. Her eru sterkir litir, flott landsløg og undursamar víddir

Marine Harvest Faroes hevði ársaðalfund fríggjadagin 21. apríl. Roknskapurin fyri 2016, sum varð góðkendur á aðalfundinum, vísti eitt avlop áðrenn skatt á 256 mió. kr. Hetta er besta úrslitið, sum felagið hevur havt, síðani tað var stovnað

Starvsfólkini á KREA hava brotið burtur úr nýggjum og framleitt eitt skraddaraseymað føroyskt intranet, eisini kallað innannet. Við intranetinum verða starvsfólk í fyritøkuni/stovninum knýtt saman, og bæði leiðsla og starvsfólk kunnu lætt samskifta sínámillum

Tað mangla konur í Føroyum, og tí leita føroyskir menn í alt størri mun uttanlands at finna sær maka. Serliga Filipsoyggjar og Tailand eru væl umtøkt mið, veit BBC at siga

Tilhaldið í Tórsgøtu hevur nú framsýning av handaligum arbeiði frá vetrinum 2016/17 maskinbinding, veving, horn og beinarbeiði

Eftir fundin í Hvítu Húsunum í gjár er greitt, at USA fer at royna eina diplomatiska loysn í royndunum at forða Norðurkorea at blíva ein hóttan ímóti heimsfriðinum

- Um grót frá Eysturoyartunlinum varð fylt í grótbrot og mold frá øðrum útgrevstrum í teirra grannaløgum síðan var tyrvd omanyvir, so kundu hesi sár á Føroya náttúru loksins verið lekt

Christian Eriksen verður hálovaður frá flest øllum síðum eftir matchvinner-skoringina móti Crystal Palace

Orðini eigur 16 ára gamla Lidia, við barn og ræðslusligin í einum kjallara í Italia. Í fimm mánaðir er hon farin frá at vera ein fátæk, men lukkulig genta í Bulgaria, til at verða trafikkerað til ein garð við Napoli

Sørvágs Ítróttarfelag hevur havt aðalfund og valt nýggja nevnd. Nevndin hevur nú skipað seg við Jørgen Niclasen sum formanni, Maju Henriksen sum kassameistara og Malju Mouritsen sum skrivara

- Vit meta okkum hava ásett eina rímiliga samsýning. Tað sigur Tummas Eliasen, formaður í nevndini fyri Landsbanka Føroya, sum fær 16.000 krónur um mánaðin og ikki 10.000, sum Fíggjarmálaráðið mælti til

Stórir skattalættar eru ávegis í USA. Tann størsta fáa partafeløg, sum í dag rinda 35 prosent í skatti

- PERFEKT TIMING: Ein turistguide í Lofoten filmaði havørnina sum tók fiskin, ið var tveittur upp til hana

Um vikuskiftið vóru 24 dopingroyndir tiknar. Tað vóru íðkarar úr Judo, Borðtennis, Badminton og fótbólti, sum vóru kannaðir. Úrsliti av kanningunum verður klárt um 2-3 mánaðir

Amerikanski filmsleikstjórin, sum í 1991 gjørdi kenda og stílskapandi ræðufilmin Silence of the Lambs við Anthony Hopkins og Jodie Foster í høvuðsleiklutunum, er deyður 73 ára gamal

Fríggjadagin 19. mai og leygardagin 20. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Í dag var Bakur tikin upp á Klaksvíkar Sleipistøð. Fyrr í ár var sáttmáli undirskrivaður, at Klaksvíkar Sleipistøð umvælir fýra av skipunum hjá Faroe Origin. Talan er bæði um 10 og 15 ára klassing

Hósdagin 27. apríl kl. 13.30, verður fyrsta skotið, Streymoyar megin, fyri Eysturoyartunlinum latið av á Hvítanesi. Tað verður Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum letur fyrsta skotið av

Yggdrasil er í kapping við 12 aðrar tónleikarar um at vinna Nordisk Råds musikkprís. Vinnarin verður avdúkaður tann 1. november í Finlandiahuset í Helsingfors

 

Ein granskari í Spania tók nakrar ormverur við sær í plastposa til at kanna nærri. Sum ormverurnar lógu í plastposanum fóru tær undir at eta posan

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur í dag verið á vitjan í Brússel. Á ferðini nýtti hann millum annað høvi at vitja á stóru fiskivinnumessuni í Brússel, har hann vitjaði føroysku básarnar og hitti umboðini fyri føroyskar fiskivinnufyritøkur

Amnesty skipar fyri almennum tiltaki um Ísland og kvotaflóttafólk. Tiltakið er alment og verður í Posthúskjallaranum í Tórgøtu 8 í Havn hóskvøldið tann 27. apríl kl. 19.30

Eftir stutta vitjan hjá bretska ljóninum og russnesku bjørnini er fiskimálaráðharrin á veg heimaftur

Tað er neyðugt, at afturvendandi avbjóðingar hjá føroyskum fyritøkum í samvinnu við Ísland verða loystar. Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt, tá ið hann var á fundi í gjár við Bjarna Benediktsson, ið er íslendskur forsætisráðharri

Úrslitið hjá Atlantsflogi verður munandi verri í ár, sigur stjórin í flogfelagnum, sum hevur fingið kapping

- Nú havnin á Sundi verður bygd út, hevur Tórshavnar kommuna tikið hædd fyri Sundsá og ósanum inni á Sundi

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur í dag gjørt av, at seta Óla Jákup Bech í starv sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini áheitan um innlit í málið um at byggja nýggjan barnagarð í kommununi

- Men eitt er eftir enn. Tú kanst ikki undir Merkinum luttaka á ítróttastevnuni yvir allar, teimum olympisku leikunum. Vit lúka snøgt sagt ikki treytirnar, tí vit verða ikki mett sum fullgóð sjálvstøðug tjóð, segði Jógvan Arge í flaggrøðu síni í Fámjin í gjár

 

Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp í Hoyvík. Sambært løgregluni so er bilførarin farin til kanningar á sjúkrahúsinum fyri pínu í rygginum

Joey Barton í Burnley er útihýstur frá øllum fótbólti í hálvtannað ár orsaka av vedding. Burnley hevur lagt út fráboðanina frá FA á sína heimasíðu

IRF hevur fingið viðurkenning og prógv frá fyritøkuni Plastix í Danmark fyri at senda trol og net til endurnýtslu hjá teimum

Í kvøld er Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, gestur í sjónvarpssendingini “25 minuttir”, har hann greiðir frá um veðurlagsbroytingar. Kári Sólstein er vertur í sendingini, og hon byrjar kl. 19:00

Umhvørvisvikan verður sett í kvøld í Reinsarínum. Tað verður forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, ið setir vikuna á evniskvøldi um plastdálkin

Týsdagin 25. apríl vitjaði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, í London, har hann var heiðursgestur til árliga flaggdagshaldið hjá Sendistovu Føroya, sum í ár varð hildið í The Travellers Club

Samtalubólkur fyri teg, ið hevur mist makan av krabbameini, byrjar 9. maj kl. 13.00. Les søguna hjá Henry Fjallstein, sum tók av tilboðnum um samtalubólk tá hann misti konuna fyri nøkrum árum síðani

- Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at ongin sosialráðgevi er í starvi á Landssjúkrahúsinum í løtuni?

Undir árligari siglikapping í USA roynur báturin «Maniac 313» at finna bestu siglingarleiðina, men so brádliga tekur botnurin

Enska løgreglan hevur framt razzia hjá Premier League-feløgunum West Ham og nýuppflutta Newcastle

Avreiðingarnar tilsamans fyrsta ársfjórðing í ár vóru í nøgd nakað lakari enn sama tíðarskeið í fjør. Nøgdirmar eru yvirhøvur smáar sum seinastu nógvu árini, samanborið við góð fiskiár

Av tí at ein av okkara starvsfeløgum fer í farloyvi í eitt ár, søkja vit eftir Skipaeftirlitsfólki til fyribilsstarv á Sýnsdeildini at byrja skjótast til ber

- Tilvitanin um frælsisins prís er ov lítil í Føroyum. Tí skulu vit vera stolt av okkara veteranum. Men vit kunnu ikki vera partur av danska herinum uttan av hava nøkur rættindi

Poul Krebs, Michael Falch, íslendski Friðrik Dór og Swangah eru fyrstu nøvnini, sum fyriskipararnir av Tórsfest 2017 avdúka í dag. Tórsfest verður í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 22. juli