Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Fyri fyrstu ferð í 70 ár fáa týskarar møguleikan at keypa Mein Kampf í bókhandlunum

- Tað eru 51 ár síðani, at ein sjáldsamur norðoyingur trein fram úr fjøldini og debuteraði við einum yrkingarsavni, sum tíðum verður havt á lofti, eisini í okkara tíð

Nýggjasti Vencilin er so fullur av tramanskapi og øðrum vandamiklum tilfari, at ritstjórarnir, fyri fyrstu ferð síðan Vencil Nr. 4 kom út í 2008, hava kent seg noyddar at ávara longu á permuni: hesin Vencil er stutt sagt skaðiligur!

- Sterk virði. Romantikkur. Særdar kenslur. Felagsskapur. Beiskleiki. Men alla tíðina nýggjar yrkingar og nýggj tiltøk. Listarverkið hjá Steintóri Rasmussen er litríkt og hugtakandi

Alskkveikjandi stuttsøgur eru so vælumóktar sum ongantíð fyrr, og netmiðilin Q hevur 10 av teimum sum kunnu lesast ókeypis!

Bókin „Hvør ber sína byrðu“ við 30 løttum stuttsøgum eftir Birnu Breckmann er júst útkomin og fæst í bókabúðunum kring landið hesa vikuna

Hesa ferð eru fimm greinir. Telefonir eru ein stór avbjóðing á miðnámsskúlunum. Heðin Lamhauge hevur skrivað eina grein um telefon(mis)nýtslu á miðnámi

- Tað er ein av okkara kringastu pennum, sum hevur givið okkum eina bók um síni unglingaár sum luttakari í mótstøðurørsluni í Klaksvík í fimmtiárunum

Nýtt søgusavn frá einum av Føroya lættastu og smidligastu pennum

Hósdagin tann 10. desember frá klokkan 17 til 18 signerar biskupur Jógvan Fríðriksson nýggju bókina, Fevnandi er frelsari mín, í Rit & Rák

- Tinghúsvegur 55 var ambassadan hjá okkum í metropolinum

Jógvan Arge fer at hava móttøku og almenna bókaframløgu á Reinsarínum í Havn í dag frá kl. 15.30 til 17.00. Har verður tónleikur, sangur, røður og gott til góman

Jógvan Arge fer at hava móttøku og almenna bókaframløgu á Reinsarínum í Havn fríggjadagn 4. december

21. november 1955, umleið klokkan 11 á kvøldi, framdu klakksvíkingar bragdligastu atsóknina ímóti hersetingarvaldinum

Nú kemur so sekstanda leikritið, ”PÁLL FANGI”, sum Louis Zachariasen av Kirkju skrivaði miðskeiðis í 1920-unum

Føroyavinurin Gianfranco Contri hevur umsett barnabókina hjá Sigurði Joensen til italskt

Í sambandi við at bókin “Kom við til Spæliland” verður útgivin, verður almenn móttøka leygardagin 28/11 kl. 12-14 á Bókasavninum við Løkin og í Tórshavn

Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar og meting í undirvísing og læring

Í nýggjari fotobók lýsir Ingi Joensen løtumyndir úr tveimum sera ymiskum bygdum – Mikladali á Kalsoynni og Kulusuk í Eysturgørnlandi

"Fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga”, yrkir Karsten Hoydal. Hetta kunnu øll sanna, sum blaða í nýggju bókini eftir Finleif Mortensen, ið kemur út týsdagin

Bókhandlarafelag Føroya skrivaði í oktober 2014 út eina kapping um at skriva eina samtíðarskaldsøgu. Sjey handrit komu inn, og dómsnevndin valdi handritið Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs sum vinnara

Nógv hava hoyrt um vanlagnuna hjá Lear kongi, sum rann sum eitt neyðardýr á tí villini heiðuni, og varð jakstraður í hel av døtrum sínum

Gonguverk samfelagsins er heimspekilig hugleiðing um tíð og samfelag, ið viðger fatan okkara av tíð sum nakað, ið altíð hevur serligt tilknýti til mentan, ideologi og tøkni

Tað eru tíggju ár síðani, at Alexandur Kristiansen læt sítt seinasta yrkingasavn út. Nú er hann aftur á pallinum sterkari enn nakrantíð

Í dag kemur út bókin ”Havnarmaður og gøtuskuri” eftir Jógvan Arge. Hon er ein krýnika um barna- og ungdómsárini, sum er skrivað á leikandi løttum máli

Desemburmorgun er eitt serligt yrkingasavn og eitt “bókaobjekt”, har sjálv bókin er partur av “verkinum”

Mentanarritið Varðin hevur fingið nýggjan ritstjóra. Tað er 44 ára gamla Dorit Hansen, sum nú skal ritstjórna 94 ára gamla tíðarritinum

Næsta bókin um stállínuskipini er nú komin. Í bókini eru frásagnir frá øllum teimum línuskipunum sum komu í 1961, umframt frá virkseminum hjá teimum sum vóru komin frammanundan

578 blaðsíður um seyð á sama máli um somu tíð. Tað vísur, hvussu ídnir, fyri ikki at siga nørdasligir, føroyingar eru uppá tann góða mátan, og samstundis hava hjúklað um góða smakkin í kjøti

Monika Stauss Joensen hevur skrivað tekstin til bókina og útvegað tilfar til myndirnar. Kristfríð Tyril hevur tikið allar myndirnar, sett bókina upp og gjört hana prentklára

Í dag var samkoma í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð í Havn í sambandi við at nýggj, sera áhugaverd bók var útgivin

- Við hesum verður kunngjørt, at til ber at søkja um stuðul frá Tórshavnar kommunu til arbeiði við barnabókmentum

Saknur hevur leingið verið á nýskrivaðum føroyskum stuttsøgum til ung vaksin, men nú eru tvey spildurnýggj og viðkomandi stuttsøgusøvn útgivin

Evnið fyri 2015 er vinalag í Norðurlondum. Teksturin til ung er úr stuttsøgusavninum Skriva í sandin. Í savninum eru fleiri ymisk vinaløg, ið eru lýst úr ymiskum sjónarhornum

Ólavur Heilagi var einki halgimenni, meðan hann var á lívi. Men tað hevur hann verið síðan. Hann var kongur í Noregi frá 1015 - 1028 og varð kosin halgimenni í 1031. Søgan um hann varð skrivað í 13. øld á ógviliga veikum grundarlagi

Umframt at vera í bókabúðunum í morgin verða báðar bøkurnar lagdar fram á ráðstevnuni, ið Psykiatriski depilin skipar fyri á Reinsaríinum í annaðkvøld, har Héðinn Unnsteinsson fer at práta um bókina

Norski rithøvundurin og dramatikarin Jon Fosse fekk í kvøld handaða bókmentavireðisløn Norðurlandaráðsins í Hørpuni í Reykjavík

Sprotin gevur út víða gitnu skaldsøguna SULT eftir Knut Hamsun. Í føroyskari týðing eitur bókin SVØLTUR. Edvard Olsen hevur týtt

- Íblásturin til Hinumegin garðin kom óivað fyri nógvum árum síðani, tá ið eg vitjaði tað, ið stóð eftir av barnaheiminum í Vági. Tá rann fram fyri meg hvønn týdning, omman í Vági hevði fyri meg

- Tað er einki forsónandi við at misbrúka børn, segði William avgjørdur. Hóast hann leitaði til kleystur í Írland, lendi hann aftur á heimstaðnum

Í hesum døgum kemur nýtt savn eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Savnið eitur: Av heilum hjarta. Hetta er trettanda savnið eftir Oddfríð

Í døgunum 14. – 18. oktober var stóra altjóða bókamessan í Frankfurt hildin, og aftur í ár tóku fleiri umboð fyri føroyskar bókmentir lut á messuni og sýndu fram tað besta, vit eiga innan føroyskar bókmentir

- At skriva lestrar til Vágaportalin hevur verið mær fragd og gleði. Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju

Yvirlivdu eitt ella tvey av børnunum tað ræðuligu avrættingina av tsarfamiljuni í Russlandi tann 17. juli 1918?

Netavísin Huffington Post skrivar í dag úr the 2nd U.S. Circuit Court of Appeals í New York, at ætlanin hjá Google Books at skanna bøkur er lóglig. Einki brot er staðfest á nakra lóg um upphavsrættindi

Tey 20 bókasøvnini í Keypmannahavn skulu tømast fyri 470.000 bøkur, skrivar Politiken

Í alt eru 13 tilburðir í bókini. Alt frá bjarging av ungfólki í bili á havsins botni til bragd framt í tyrlu undir bjarging. Søgurnar eru úr Vágum, Suðuroynni, Norðoyggjum, Eysturoynni og Streymoynni

Í kvøld verður avdúkað, hvør fær The Man Booker Prize í 2015, sum er ein árlig ensk bókavirðisløn, ið er 50.000 bretsk pund

Hann lá út við hálvan tíma á botninum í svimjihylinum. Læknin kom, men fór avstað aftur, tí hann lýsti Sivar vera deyðan. Men Jóhan og Ida góvust ikki. Eftir tveimum tímum høvdu tey fingið lív aftur í smádreingin

- Sjálvandi hjálpur kristindómurin móti vinstravonginum, og serliga millum katolikkar gevur tað framvegis eina samanhangandi heimsáskoðan. Men millum protestantar hevur tað gingið afturá síðani Kierkegaard