Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Svetlana Aleksijevitsj fær bókmentavirðisløn Nobels. Svetlana er journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað skaldsøgur á russiskum av dokumentarslagnum um Sovjetmenniskjað

Í morgin hósdagin 8. oktober á middegi okkara tíð verður kunngjørt, hvør fær Nobelvirðislønina í bókmentum í 2015. Í fjør var tað franski Patrick Modiano

Í ár er triðju ferð at Føroyar luttaka í altjóða bókmentatiltakinum Transpoesie í Brússel. Sissal Kampmann fer at lesa yrkingar upp á føroyskum á einum almennum tiltaki hóskvøldið 8. oktober

Heðin Klein er á marknaðinum við yrkingasavninum "Tað orðið", og tær 58 síðurnar eru ein yrking, býtt í 26 partar

Í dag er altjóða útgávudagur fyri myndprýddu útgávuna av fyrstu Harry Potter-bókini, Harry Potter og vitramannasteinurin. Bókin kemur út í 80 londum í senn, so hetta er ein ógvuliga stórur dagur hjá øllum Harry Potter-fjepparum

Svenski krimirithøvundurin doyði 67 ára gamal

Virðislønir M.A. Jacobsens 2015 vórðu í dag handaðar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi

Fimm nýggjar bøkur til børn og ung eru nú í handlunum, og í rúgvuni hesaferð eru ikki minni enn tveir debutantar! Talan er um Jenny Kjærbo og Rannvør Isholm, sum báðar hava skrivað sína fyrstu barnabók

Hósdagin 1. oktober 2015 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn

Laila Dahl fann ikki hjálp í litteraturinum, tá ið maður hennara var ótrúgvur eftir 25 ára hjúnaband. Tí skrivaði hon sjálv um sínar royndir, við hjálp frá manninum, sum hon nú er farin frá

- Sært tú hana í arbeiðarafjøldini, mergjaða kvinnan – eitt flogvit, sært tú veðurbarda mannin, niðurslitnar garpar

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens 2015 verða handaðar í Müllers Pakkhúsi hósdagin 1. oktober 2015, kl. 17.00

Crowdfunding - ella kanska hópfígging - er eitt rættiliga vælkent fyribrigdi í USA, men ikki so vælkent her um okkara leiðir. Tað snýr seg um, at fáa fígging til bókaútgávuna frá fjøldini

“Glasbúrið – 19 stuttsøgur” eitur nýtt stuttsøgusavn, sum júst er komið út. Tað er rithøvundurin Sámal Soll, ið hevur skrivað