Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Familjan hjá Jonhard Larsen úr Klaksvík er meint rakt av Alzheimer sjúkuni. Tí hevur Jonhard, sum er íðin rennari, sett sær fyri at gera tað bragdið at renna úr Klaksvík til Havnar í dag. Renningin byrjaði klokkan fimm í morgun. Tit sum koyra - ansið eftir Jonhardi

Systkinabørnini Bárður og Ragnfríð Hansen av Toftum eru afturkomin av spennandi ferð í Nepal, har tey vitjaðu Basecamp, sum er har sjálv ferðin byrjar uppá heimsins hægsta fjall, Mount Everest. Tey gjørdu ein góðan film, sum tey hava lagt á Youtube. Síggj hann her

Vit eru helst øll samd um, at brotsmenn skulu hava sína revsing. Men hvussu man tað vera at sita í isolatión í einum kliva sum er 6x9 metrar. 23 tímar um samdøgrið. Hvønn dag. Í fleiri ár. Royn teg nú

Tey sum vóru til flaggdagshald á Vaglinum í Havn í dag upplivdu eina løtu við bæði kava og sól. Jóhanna á Bergi flutti fram røðuna. Siggj og hoyr hana her

Minst 20 ferðir flugu tvey russisk jaðaraflogfør sera tætt framvið amerikanska oyðaranum USS Donald Cook. USA finst hvassliga at Russlandi

Hjá Røkt í Vestmanna gera tey klárt til at strúka sílunum, sum hava verið í byrgingini í Heygadali. Rognafiskurin verður valdur út av serkønum fólkum. Størstu sílini viga upp ímóti 10 kg. Síggj og hoyr um sílini í hesum videoinnslagnum

Ísland verður í hesum døgum havt til láturs og undirhald hjá fleiri sjónvarpsstøðum kring heim. Sjálvgjørt er vælgjørt, ber kanska til at siga

Siggj hugtakandi myndir tiknar við dronu av høvuðsstaðnum

Pressufrælsið hevur tað ikki gott allastaðni í heiminum. Eitt stað, har myndugleikarnir hava lítla virðing fyri tíðindafólki, er Uganda. Men hygg hvussu tað kann ganga, tá ein djarvur journalistur setur myndugleikarnar uppá pláss

Næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnuhøvuðsstaðurin verður Klaksvík stundum nevnd. Her er býurin úr erva ein góðveðursdag við kava

Argir og Tórshavn taka seg væl út úr erva ein góðveðursdag

Kirkjubøur er ein av søguríkastu bygdunum í Føroyum. Í miðøld var bygdin miðdepil fyri átrúnaðarliga og mentanarliga virkseminum í landinum. Sólargangurin er góður, so her er fruktagott, og so er Kirkjubøur eisini gott rekapláss

Nakrir teirra í øllum førum, og nú er aftur ein filmur komin undan kavi á netinum, har Føroyar verða hálovaðar sum landið at standa á brimfjøl

Føroyski ræðufilmurin Skuld hjá Heiðriki av Heygum kann nú síggjast á Youtube. Talan er um vælgjørdan ræðufilmum um eina sjúkrasystir, sum er stødd á eini lítlari oyggj har hon ansar eftir eini sjúkari kvinnu. Og har hendir ymiskt óhugnaligt

Høvuðsstaðurin hevur verið landsins miðdepul í meira enn 1.000 ár. Býurin er við tvær smáar vágir, eystaru og vestaru sum Tinganes gongur út millum. Á hesum dronufilminum eru Viðarlundin og Gundadalur, Tinganes og Reyn, Skansin, vágirnar, molin v.m

Úr Viðareiði, sum er norðasta bygdin í Føroyum, síggja vit allar seks Norðoyggjar. Her er ein filmur, tikin úr erva við dronu, nú í góðveðrinum

Kunoy er sum eitt høgt fjall, øll sum hon er. Seks av fjøllunum á oynni eru hægri enn 800 metrar. Í hesum stuttfilminum, sum er tikin úr erva við dronu, eru vit mest í Kunoyar bygd

Norðoyggjar verða viðhvørt nevndar føroysku alpurnar, helst tí fjøllini eru so hugtakandi høg og steyrøtt. Í kavaveðrinum nú um dagarnar livdu tær so upp til heitið. Her eru Norðdepli, Hvannasund og Árnafjørður

Í gomlum døgum var tað mest Tróndur í Gøtu, men unga ættarliðið setir helst Gøtu fyrst og fremst í samband við G! festivalin. Soleiðis síggja bygdirnar út úr erva ein góðveðursdag

Kollafjørður er sagdur at vera Føroya longsta bygd, við sínum nærum 8 kilometrum. Síðani 2001 hevur bygdin verið partur av Tórshavnar Kommunu. Her er Kollafjørður úr erva ein góðveðursdag við kava

Á eystursíðuni á Streymoynni liggur Hósvík, ella Tórsvík sum er norrøna navnið hjá bygdini. Nú meðan góðveðrið hevur ligið hava vit tikið hesar myndirnar av Hósvík úr erva

Kom við ein túr sum byrjar vestanfyri Streymoynna, norðum og suður gjøgnum Sundalagið og endar í Hvalvík

- Fylg mær og síggj vøkru, føroysku náttúruna, har kavi, regn, mjørki og sól fylgja hvørjum øðrum sama tíma á degnum. Lat okkum síðani tosa um tað løgnasta í lívinum: Deyðan, skrivar ferðamaðurin í hesi sjáldsama vøkru filmsfrásøgnini úr Føroyum

Vatnsoyrar er serstøk bygd í Føroyum, ikki bara tí hon er einasta bygd, hagani ikki sæst út á hav, men eisini tí hon er yngsta bygdin í Føroyum, grundløgd í 1920. Her eru nakrar livandi myndir tiknar í góðveðrinum

Miðvágur er størsta bygdin á Vágoynni. Ein góðveðurdag, tá kavin liggur, er bygdini vøkur

Heilar tríggjar ferðir er Sandavágur kosin best røkta bygdin í Føroyum. Tað er neyvan av ongum, sum hesar myndirnar, tiknar úr erva við dronu eisini vísa

 

Kvívík er ein kulla, full av kvívíkingum, skrivaði Heðin Brú á veg til Vestmanna. Men Kvívík er eisini ein vøkur kulla, sæð úr erva, ein góðveðurs kavadag sum í dag

Saksun er eitt av náttúruvakrastu plássunum í Føroyum. Tað er ikki minni vakurt í Saksun ein vetrardag, tá kavin liggur oman eftir fjallasíðunum. Sí stuttan videofilm her

- Eg eri nokk eitt sindur bundin av hesum, sigur Jóhan Sundstein, alias Big Daddy, sum ferðast um allan heimin fyri at spæla um milliónir. The Economist hevur gjørt ein dokumentar um henda sjáldsama føroyingin

Sumba man vera tann bygdin í Føroyum sum ger mest burtur úr tunnusláing á føstulávint. Her eru nakrar livandi stemningsmyndir

Tað er ikki altíð tespiligt hjá teimum, sum pendla ímillum Havn og bygdirnar. Tíbetur eru ikki nógvir slíkir dagar á árinum

Hóast teir eru gamlir, og kanska enntá forkunnugir, so eru teir enn minst líka aktuellir - filmarnir sum Ráðið fyri Ferðslutrygd nú hevur lagt út á netið

Ein teirra legði eitt egg stutt áðrenn ársskiftið, men ongin ungi var í

Myrkasta hornið í islam er sambært fatanini hjá flestu vesturlendingum helst ræðuliga sharia lógin. Her hittir tú ein politiovasta, sum uttan himpr tulkar koranina bókstaviliga

Pionerarnar innan sjósvimjing í Føroyum finnur tú í Vestmanna. Vit vóru ein túr við Onnu og Ann-Mari tá tær lupu á bláman í kava og sól undir Seglhúsinum

Johnny í Grótinum vil fegin gera tingini enn betri og smartari á Landssjúkrahúsinum. Stjórin hevur sent starvsfólkunum eina heldur øðrvísi jólaheilsan á Youtube í ár. Lúr við her

Á Innaru Hebridunum finna vit lítla samfelagið Easdale við ongum bilum og undir 100 íbúgvum. Á mangan hátt eru avbjóðingarnar tær somu sum hjá okkum. Sí stuttfilm um Easdale her

Nú er bert ein vika til stytsta dag, so dagarnir eru ikki langir men kunnu fyri tað vera sera vakrir - sum dagurin í dag. Vit hava verið í Streymoynni og Eysturoynni við upptøkutólinum

Erlingur Ellendersen var við dronuni og tók myndir tá jólaskipið koma á Havnina fyrr í dag. Síggj stóru fólkamongdina úr erva

Eitt videobrot av brimi í Gásadali er nú víst nærum 50.000 ferðir á Youtube. Fleiri stórar sjónvarpsstøðir hava víst myndirnar

Meðan vit bíða eftir jallinum er ein nýggjur føroyskur stuttfilmur av satiriska slagnum. Johan Rimestad er leikstjóri. Síggj filmin her

Tann gamli visti hvussu hann skuldi gera fyri at fáa familjuna at vitja seg á jólum. Hygg her og gloym ikki hvat jólini eru um

Mahanna hevur lagt út ein video av lagnum "Hjarta mítt lær". Hetta er fyrsti tónleikavideo hjá henni. Tú kanst síggja hann her

Elsti føroyingur fyllir 107 ár í dag. Hann vildi fegin havt ferðast meira, stúrir fyri tí fremmanda sum kemur inn á okkum og ynskir sær annars onki í gávu uttan at sleppa higani. Tí nú er hann mettur av døgum

Alt fleiri prógv koma undan kavi fyri, at talan var um eina yvirgangsatsókn tá russiska flogfarið datt niður í Sinai oyðimørkina herfyri. Nú er eisini eitt stutt filmsbrot komið fram

Ofta hoyrist at fólk síggja flogmýs. Dagurin í dag var onki undantak

Við tað at hjartað ikki er vart av bringuni, so er alt umráðandi at lítla gentan Virsaviya ikki dettur

Fyrrverandi toppdómarin Howard Webb heldur at enska fótbóltssambandið FA eigur at hyggja eftir hesi hendingini og møguliga revsa Costa