Eg havi broytt meining um nógv. Men ikki um, at eg havi rætt
- Ashleigh Brilliant

VP spyr

NAVN / NR.FO

FSF Varpið vísir beinleiðis frá dystinum á Ovara vølli í Gundadali ímillum B36 og HB. Talan er um landskappingardyst í kappingini fyri Dreingir U18. Avspark klokkan 19:15

A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Lars Olsen, hevur úttikið 22 spælarar til dystirnar ímóti Portugal og Andorra, sum verða 31. august og 3. september

Felagsmeistarakappingin í Tórshavnar Golffelagi, sum samstundis er Føroyameistarakappingin í golf, var leikt í gjár og í dag yvir 36 hol á golfvøllinum á Glyvursnesi

Rørslufelagið í Suðuroynni, Hvistan, er júst á veg heim aftur úr Reykjavík, har tey hava luttikið í Reykjavíkar Marathon, ið hevur verið hildið í vikuskifitnum, sum saman við Menningarnáttini er størsta einstaka tiltak á árinum í Reykjavík

Tað verður føroyski FIFA-dómarin, Petur Reinert, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður millum B36 og NSÍ. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 26. august

Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur í fyrsta umfari úttikið 19 spælarar til dystirnar ímóti Danmark og Finnlandi, sum verða ávikavist á heimavølli 31. august og á útivølli 5. september

Komandi mánadag fer Lars Olsen at úttaka føroyska hópin, sum 31. august og 3. september skal spæla ímóti ávikavist Portugal og Andorra

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er runavíkingurin, Christian Høgni Jacobsen. Eftir at hava verið uttanlands í lestrarørindum í seks ár, er fyrrverandi málslúkurin nú aftur í Føroyum

Gylfi Sigurdsson (27) er seldur úr Swansea til Everton. Tað váttar felagið á síni heimasíður.

Enn einaferð hava Elin V. Tindskarð og hesturin Hølkvir prógvað at tað eru veruligir knotur í teimum

Í apríl mánaða í ár vórðu 24 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum. Úrsliti av royndunum eru nú komið og vóru allar royndirnar negativar

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er sjálvurannar kosin ársins telvari í norðurlondum í 2017. Hin er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Teir eru tilnevndir fyri avrikini í 2015 og 2016

Team Rynkeby hevur sett liðskipara fyri komandi ár. Talan er um Rúna Juul, sum skal verða liðskiparari. Rúni hevur súkklað tvær ferðir til Paris, og hevur verið ein hollur stuðul hjá súkklarunum at koma í form og at læra frá sær

Rennitiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2017" á Summarfestivalinum, ið Treysti og Føroya Bjór skipa fyri, verður leygardagin kl. 12.00

Ein ferðafrásøgn um bragdið hjá føroyska U21-manslandsliðnum í Algeria í juli 2017

Tilsamans 19 mál vórðu skoraði í 17. umfari í EFFO-deildini sum varð spælt sunnudagin. Her ber til at síggja øll málini

FSF hevur avgjørt, at leikbannið, ið HB-spælarin, Sebastian Pingel, hevur fingið av danska fótbóltssambandinum (DBU), ikki er galdandi í føroysku kappingini

Tað eydnaðist føroyska U17-landsliðnum við dreingjum at spæla málleysan javnleik í síðsta dystinum í bólkaspælinum, sum var ímóti Svøríki

28 Hvistur fara til Reykjavíkar at luttaka í stóru renningini á Mentunarnáttini 19. august, har runnið verður úr 3km upp í 42,2 km

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í NM-kappingini í Íslandi. Finnar vunnu 2-1. Hanus Sørensen skoraði einsamalla føroyska málið

St.Í.F hevur gjørt avtalu við Joakim Jurs, sum næsta kappingarár skal verja málið hjá monnunum í bestu deildini. Joakim er 20 ára gamal og hevur spælt við 2. deild í Køge

VIDEO: Við sigri á TB/FCS/Royn, samstundis sum KÍ tapti fyri HB, styrkti Víkingur um oddasessin í EFFO-deildini. Her eru 11 av teimum 13 málunum, sum vórðu skoraði í 16. umfari í fremstu deildini hjá monnum

Klaksvíkingur og Fípan Fagra vunnu í stórum stíli bæði ólavsøkuróðrar og føroyameistaraheiti á ólavsøku, og í morgin bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum til móttøku, har óføru rógvararnir verða heiðraðir

Frálíkar myndir frá sjálvum kappróðrinum á ólavsøku og so frá, tá ið steypini vóru handað

Sára Ryggshamar Nysted royndi seg fyri løtu síðani í 400 metra blandaðari svimjing, her á HM 2017 í Budapest, og svam har 5:21.21

Nýggja skrásetingarskipanin hjá FSF ger, at nærum beinanvegin dystir eru liðugt spældir, eru dómaraseðlarnir tøkir á heimasíðuni

Tað man vera nógv ár síðani, so stórur spenningur hevur verið undan kappríðingini á ólavsøku

Í Sjóvar kommunu hava verið tríggir vøllir, ein hálvur fótbóltsvøllur við bygdahúsið á Strondum, ein sparkivøllur Innan Glyvur og ein inni í Bø. Allir vøllirnir hava verið nógv brúktir, og vóru nú so slitnir, at neyðugt var at skifta teir. Harafturat varð samtykt at gera ein sparkivøll á Selatrað

Føroyar taptu 28-25 móti Fraklandi í áttandapartsfinaluni og eru Føroyar sostatt ikki við meira í HM-kappingini

Ólavsøkuaftan 28. juli fara 80 bátsmanningar at rógva 7. og seinasta FM-róðurin í ár

Vanliga hevur tivoli á Ólavsøku verið opið frá kl. 14:00 til 02.00 á Ólavsøku, men nevndin í Tórshavnar Ítróttarráð hevur saman við feløgunum avgjørt at broyta hesar tíðirnar í ár

VIDEO: Farna vikuskiftið varð 15. umfar í EFFO-deildini spælt. Tilsamans 22 mál vórðu skoraði, og her ber til at síggja øll málini

Leygardagin 8. juni skipaðu Argja Dartfelag saman við Havnar Dartfelag fyri stórari dartkapping í hølunum hjá Havnar Dartfelag, til minnis um dart eldsálina Henning Thomsen, sum so brádliga andaðist fyrr í ár

Seinasti dysturin hjá føroyska U21-landsliðinum í handbólti í innleiðandi umfarinum var leiktur í kvøld. Dysturin millum Føroyar og Ungarn endaði við einum 32-23 sigri til Ungarn

Annar av føroysku venjarunum, Ingi Olsen, fegnast um, at liðið hevur spælt seg víðari í áttandapartsfinalurnar

Um vikuskifti hevur stór altjóða skjótikapping, nevnd Tórshamar Open, verðið hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn. Hetta er aðru ferð at kappingin er hildin, og í ár luttóku 23 skjúttar úr Íslandi og Føroyum

Føroyar kláraðu seg væl at byrja við í dystinum móti Týsklandi, men dysturin endaði kortini við at Týskland vann 29-21 á Føroyum

Fyri tey flestu byrjar ólavsøkan, tá hornblástur og rossagneggj nærkast Vaglinum og riðilin av ítróttarfólkum finna sær pláss á sjálvum tinghúsvøllinum, at lurta eftir røðu. Í ár verður tað sjálvur ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen, ið setur ólavsøkuna

– Eg kom í nevndina í RSF í 2016, har eg gjørdist næstforkvinna. Skjótt fann eg út av, hvussu lítið innlit einstaki rógvarin kring landið hevur, hvat gongur fyri seg i Róðrarsambandinum

Hetta vikuskiftið skipar Veiðifelagið Byrsumúla fyri kappingini Tórshamar Open fyri aðru ferð

Í kvøld var fyrti ósigurin hjá U21 landsliðnum í EM-endaspælinum í Algeria, tá Føroyar taptu 23-29 móti Noregi

Róðrarsamband Føroya hevur í samstarvi við Áhugafelagið ólavsøkuróður gjørt av at dagføra steypahandanina á ólavsøku, so at kapprógvarar og áskoðarar fáa eina betri uppliving

Føroyska U21 landsliðið vann 28-27 á Suður-Korea í kvøld og hevur nú vunnið báðar dystirnar higartil í HM-kappingini í Algeria

Helgi Dam Ziska vann á John Rødgård í seinasta umfari í dag og endar nummar trý við 6½ stigi. Helgi var ósigraður í kappingini. Hann vann fýra og telvaði fimm jøvn. Helgi gongur góð fimm ratingstig fram.

Føroyski stórmeistarin hevur nú vunnið seg fram á triðja pláss í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði

Havnar Svimjifelag hevur gjørt sáttmála við 32 ára gamla ukrainan Oleksii Ilchenko, sum í løtuni er búsitandi í Texas í USA. Nýggi høvuðsvenjarin hevur m.a. "Master í Sports Management, Administration and Coaching" frá Henderson State University í Arkansas frá 2017

Les millum annað um liðskiparan, Helga Hoydal og um søguna um hendan serliga árgangin av landsliðsleikarum. Les eisini um fyrstu forkvinnuna í HSF og mangt, mangt annað

 

Tað er lív á trappuni nú dysturin millum Føroyar og Kili verður vístur

Seinnapartin leikar føroyskur hondbóltur fyrsta dystin nakrantíð í einum HM-endaspæli. Dysturin millum Føroyar og Kili verður vístur við Trappuna á stórskíggja kl. 14

Indiska stjørnuskotið Srinath Narayanan er framvegis einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Men favoritturin, Julio Granda Zuniga, úr Peru, er nú beint í hølunum á honum