Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Sum nakað nýtt hevur Hósvíkar Róðrarfelag gjørt sær tann ómak at flyta málteinin tættari landi eins og meira vinkulrætt Streymoyarlandinum. Tað jaliga við hesum er, at viðhaldsfólk og onnur róðraráhugað fara at kunna fylgja betur við róðrinum

 

Vejgaard-toppskorarin Frederik Poulsen kemur til Føroyar, so skal leika við ÍF. - Eg gleði meg til at gerast partur av einum eitt sinfur meira professionellum setup, sigur hann við Bold.dk

Annika Olsen, borgarstjóri, tók ímóti kvinnulandsliðnum í hondbólti í dag seinnapartin í Móttøkuhúsinum. Kvinnurnar hava vunnið tveir avgerandi EM-dystir niðri í Grikkalandi og skulu nú royna seg ímóti stórtjóðum

Sundalagsstevnan verður hildin í Hósvík í ár. Tað eru Hósvíkar róðrarfelag og bygdafelagið Varðin, sum saman við eldsálum í bygdini skipa fyri tiltøkunum og leggja skránna. FM-róður og góður dansur eru fastir tættir á Sundalagsstevnuni í Hósvík

Í samband við at A-landsliðið hjá kvinnum í vikuskiftinum vann á bæði Grikkalandi og Finnlandi, og harvið spældi seg í undankappingina til EM 2018, skipar Hondbóltssambandið fyri móttøku í kvøld á flogvøllinum í Sørvági, tá kvinnurnar koma kl. 19.45 við flogfarðinum

John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum um mánaðarskifti juni-juli skal til menningarkapping í Lettlandi

Føroyar vunnu á Finnlandi og hava har við spælt seg víðari til endaligu EM-undankappingina fyri fyrstu ferð nakrantíð

Áhugin fyri tiltakinum plagar at vera stórur, og soleiðis verður eisini nú mikudagin. Líkt er til, at talið av luttakarum helst verður omanfyri 160 henda dagin

Svimjisamband Føroya og LÍV skrivaðu í vikuni undir eina tvey ára stuðulsavtalu í sambandi við átakið “Eingin svimjing uttan lívbjargara”

Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri, m.a., tá Hoyvíksvøllur alment varð tikin í nýtslu seinnapartin. Annika Olsen segði, at hetta er ein stórur dagur fyri Hoyvík, hetta er stórur dagur fyri alla Tórshavnar kommunu

 

Sveisar, sum eru komnir hendavegin at stuðla sínum landsliðið, hava fingið góðar dagar í Vágsbotni bæði í gjár og í dag

Í sambandi við kvinnurenningina leygardagin 10. juni verða vegir stongdir frá kl. 15.30 til 17

Amerikumaðurin Theodore (Tat) Tucker hevur í farnu viku havt eina venjing saman við føroyska kurvabóltslandsliðnum. Tat, ið er búsitandi í Danmark, er her heima fyri tíðina

Badmintonlandsliðið er við at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar í Gotlandi seinni hendan mánaðin

Patrik Johannesen og Eli Falkvard Nielsen eru nýggir í landsliðshópinum, og teir gleða seg til dystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni klokkan 19:45

A-landsliðið hjá monnum, ið skal við til Emerging Nations Championsip, er úttikið. Í næstu viku, frá mánadegnum 12. juni til sunnudagin 18. juni, luttekur A-landsliðið í hondbóltskapping í Gabrova í Bulgaria

Eli Hentze, landsliðsvenjari hevur nú sett føroyska U21-liðið, sum klokkan 16:00 í dag fer á vøllin í fyrsta undankappingardystinum til EM 2019

Hátíðarhald verður á nýggja Hoyvíksvølli fríggjadagin 9. juni 2017 kl. 15. Skráin er henda

Mánadagin varð toppdystur í 1. deild hjá kvinnum. EBS/Skála tók ímóti KÍ, og úrslitið gjørdist 4-1 til felagsliðið. Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini

Til Fólkaheilsurenningina, sum taldi útvið 200 fólk, luttóku bæði børn og vaksin, og fólk bæði gingu og runnu

Litavska svimjistjørnan, Rūta Meilutytė, sum er OL-gullvinnari frá London og hevur heimsmet í 50 m. bringu, og 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil, kom í gjár til Vágs, har hon komandi vikurnar skal verða á venjingarlegu í Páls Høll

Landsliðsvenjarin hjá Sveis, Vladimir Petkovic hevur úttikið 23 spælarar til dystin ímóti Føroyum. Í stóran mun er talan um spælarar úr týsku Bundesliguni, Seriu A í Italia og Premier League í Onglandi

VG hevur havt samrøðu við FSF-forsetan í sambandi við, at Føroyar liggja omanfyri bæði Noregi og Finnland á styrkilistanum hjá FIFA

- Eg vóni, at okkurt felag leggur uppskot á næsta aðalfundi hjá RSF, so vit fáa eina unglingadeild fyri dreingir. Gera vit tað, vinna vit heilt nógv á nógvum mótum

Um 13 tíðina í dag byrjaði maraton-renningin í Havn. Ein 700 fólk luttóku og eru tey úr 34 londum. Her eru nakrar myndir

Sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar á Gotlandi, sum byrja um tríggjar vikur, er Tórshavn Open í badmintonhøllini í Havn í dag og í morgin

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur røðu kl.12:55, og 5 minuttir seinni ljóðar skotið, og rennararnir fara avstað kl.13 av Vaglinum

Lars Olsen hevur kunngjørt hópin til dystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin í komandi viku. Nýggir í hópinum eru Eli Falkvard Nielsen og Patrik Johannesen úr B36

Besta fimleikalið í danska kongaríkinum. Annika Olsen, borgarstjóri, helt stutta røðu fyri fimleikagentunum á móttøku í Móttøkuhúsinum í dag

Móttøka var eisini í dag í Móttøkuhúsinum fyri svimjarunum úr Havnar Fimleikarfelag. Annika Olsen, sum er gamal svimjari, helt røðu fyri svimjarunum og handaði gávur frá kommununi

Bæði liðini hava havt torførar og strævnar hálvfinalur farna hósdag og tískil eru tað tvær "troyttar" manningar ið bresta saman

Nú innleiðandi kappingin í HM í estetiskum fimleiki hevur verið í gjár, eru vit sera stolt av føroysku liðunum, sum høvdu avbera góðar framførslur

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum vann seinasta dystin í Esbjerg Elite Cup. Úrslitið ímóti A27 gjørdist 3-0 til Føroyar. Kristin Jansson og Jørgen Nielsen skoraðu føroysku málini

Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze hevur nú úttikið hópin til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, sum er á útivølli ímóti Litava tann 8. juni

Týsdagin í komandi viku fer Lars Olsen at úttaka føroyska hópin, sum 9. juni skal spæla ímóti Sveis. Men longu nú er greitt, at Finnur Justinussen verður millum teir útvaldu

Leygardagin 27. mai fara 73 bátsmanningar at rógva fyrsta FM-róðurin í ár

Myndir: Føroyska U15-landsliðið við dreingjum tapti næsta dystin í Esbjerg Elite Cup 2017. Úrslitið gjørdist 5-1 til Vejle BK

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum spældi javnleik 3-3 í fyrsta dystinum í Esbjerg Elite Cup. Mattias Weihe Joensen og Súni Hansen skoraðu málini fyri Føroyar

Komandi leygardag skipa eSport.fo og Vodafone fyri finaluumfarið í FM í Counter-Strike Global Offensive í SMS í Havn

Fyrsta kurvabóltsfinalan hjá kvinnum í Trygd kappingini varð leikt leygardagin og vunnu Hamar 22 - 8 á Ravn kvinnum

Triðja og seinasta umfar í vár kappingini í ódnartøkum, verður í Vestmanna í dag kl. 16.00. 40 bátsmanningar luttaka og tað er ókeypis atgongd

ÍSF húsið í Gundadali var í gjár karmur um aðafundin hjá Ríðisamband Føroya. Nevndin var øll afturvald og roknskapur og formansfrágreiðing var góðkend uttan viðmerkingar

Nú hanga skurðmyndir av fimleikarum í alskyns litum í Fimi. Tað er Astrid Andreasen, listakvinna, sum hevur greitt úr hondum. Tað snýr seg um 6 skurðmyndir, ið eru millum 1,20 m og 1,80 m til støddar

Tað gongur væl við stuðulsrenningini hjá Jonhard og Pól í morgun. Teinurin er 77 kom og teir og fylgið er nú komið til Gøtu og teir eru nakað framman fyri tíðarætlanina!

Graslíki er nú lagt á nýggja fótbóltsvøllin á Hoyvíkshædd í Hoyvík. Væntandi verður vøllurin tikin í nýtslu seinni í mánaðinun

 

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er nýggi venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Jógvan Martin Olsen. Í sendingini verður tosað um avbjóðingarnar hjá U19-liðnum, og so verður sjálvandi eisini mett um komandi umfar í EFFO-deildini

Høllin er ætlað til virksemi hjá skúla, frítíðarskúla, hondbóltsfelanum ÍA, kurvabólti o.m.a. í frítíðar- og ítróttahøpi

Venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg, sum verða 6. og 8. juni

Landsliðsvenjararnir Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haraldstovu hava í dag úttikið 12 leikar, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Gotlandi 24. - 30. juni 2017

Í næstum fer FSF, í samstarvi við UEFA, undir átakið, "Together #WePlayStrong", ið hevur til endamáls at fáa fleiri gentur í aldurinum 12 til 16 ár at spæla fótbólt