Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

HSF hevur sett Halgir Dahl Olesen og Jeppe Borch sum síðustillaðar høvuðsvenjarar. Saman hava teir ábyrgdina av liðnum fram til og við Emerging Nations Cup

Støðan broyttist einki millum oddaliðini í talvi eftir dystirnar í áttanda umfari í landskappingini sunnudagin

Sum altíð, fer ágóðin frá Stórsteypadystinum til vælgerandi endamál, og hesaferð hevur Lions Club tikið avgerð um, at Team Rynkeby Føroyar skal stuðlast. Team Rynkeby Føroyar er partur av einum norðurlendskum súkkluliði

Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið føroyska U17-hópin við dreingjum, sum í mars mánaða skal til Úrvalskapping á Kýpros

Sjálv útgerðin er nú á veg til Føroya og komandi hóskvøld fer býráðið at taka støðu til endaligu fíggingina og arbeiðstøkurnar, jørð-/betongarbeiðið og HVS-arbeiðið

93 dystir eru í dag leiktir í høllini í Vestmanna, og gekk kappingin sera væl. Leikararnir vóru 32 í tali, og vóru tey frá VÍF, ÍF, MBF, HBF og KVF. Eftir kappingina fingu øll heiðursmerki

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna hjá mansunglingunum við ein 2-1 sigri á SÍ. Settini endaður 16-25, 25-20 og 15-13

Eftir sera spennandi endaspæl, vann liðið hjá Boga Simonsen (Dia Jacobsen, Jens Midjord, Niels Nielsen, Arnbjørn Sivertsen) FM í brigde fyri lið

Tað gjørdist Mjølnir, sum vann steypafinaluna hjá kvinnuunglingunum í dag við einum 2-0 sigri á ÍF - í einum sera spennandi dysti, har annað settið gjørdist eitt marathonsett, sum endaði við støðuni 29-27 – hetta settið kundi farið báðar vegir

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna hjá G 16 í dag við einum 2-0 sigri á TB - í einum sera spennandi dysti, har hóast Fleyr vann, so kundi hetta eins gott verið TB

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna í D 16 í dag við einum 2-0 sigri á SÍ. Fyrsta settið endaði 25-19 til Fleyr, og næsta settið endaði 25-18 eisini til Fleyr, og harvið er Fleyr D 16 steypavinnari í 2017

Árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í Reiðhøllini hjá felagnum í gjár

Menninir hjá Fleyr gjørdust steypavinnarar í flogbólti 2017. Her eru nakrar myndir

Í fleiri ár hevur ynski verið at stovnað felags kappróðrarfelag í Gøtu og í Leirvík, og nú er felagið stovnað, sum eitur Tindur

TB-kvinnur vunnu steypafinaluna móti KÍF. Her eru fleiri myndir

KÍF vann fyrsta sett í steypafinaluni móti TB, og TB hevur vunnið tey bæði næstu settini, og síðsta sett vann TB 25 - 21 og er sostatt steypavinnari

Steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða sendar beinleiðis

- Vit eru í samskifti við kommununa um hvørt áhugi er í at seta skipanina upp, sigur Hans Andor Johannesen

Sera javnt er í oddinum í FM í bridge fyri lið áðrenn seinastu tveir dystirnar í dag

Her er link til beinleiðis stroyming av steypafinalunum í flogbólti, sum byrja kl. 9,30

Komandi vikuskifti verður fimta og síðsta grand-prix kappingin í einmansleiki spæld á Kambsdali. Út við 200 leikarir hava meldað til og skulu 350 dystir spælast yvir tveir dagar

Kristian Mikkelsen, venjari hjá Fleyr, sigur, at Fleyr skal hava steyp í ár. Tá tað er sagt, vil hann tó ikki átaka sær favorittleiklutin í mansfinaluni, sum hansara lið skal spæla móti SÍ

So hvørt sum landsliðsarbeiðið mennist og uppgávurnar økjast og koma í fasta og trygga legu, arbeiða Starvsnevndin og Menningar- og Úrvalsnevndin hjá HSF framhaldandi við at styrkja og menna ítróttarliga bygnaðin

Fyri tveimum árum síðan taptu tvørakvinnur steypafinaluna, men tað ætlar venjarin ikki skal henda aftur í ár. – Gamaní verður hetta ein heilt øðrvísi dystur enn hálvfinalan, men vit fara eftir sigrinum, sigur Gudrid Nolsøe

Fríggjakvøldið byrjar nýggj ítróttarspurnarkapping í sjónvarpinum, nevnd Í-drátti. Kend ítróttarfólk úr føroyska ítróttarheiminum fara at kappast

 

Venjarin hjá kollafjarðarkvinnum er ógvuliga spentur til steypafinaluna, sum er um vikuskiftið, og hann gleðir seg til ein spennandi dyst. Hann vil ikki hoyra talan um, at hansara lið er favorittur, men tey fara eftir fyrsta steypasigri til flogbóltsfelagið í Kollafirði

ÍF hevði aðalfund í gjárkvøldið og bæði nevndin og ungdómsnevndin hava skipað seg

Team Klaksvík hevur sett Mark Dyhrberg Dahl sum ungdómsvenjara fyri kappingarárið 2017/2018

Tað verður Sonni Zachariassen, sum skal vera 1.- dómari til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum komandi leygardag í Høllini á Hálsi. Hann verður 1.-dómari í báðum dystunum

Badmintonhøllin í Klaksvík var leygardagin karmur um FM fyri lið. 23 lið vóru tilmeldaði, og var hetta met

Á fundinum í FSF í gjár vórðu ymisk uppskot løgd fram, og millum annað varð uppskot frá NSÍ samtykt, ið sigur, at nú kunnu sjey spælarar og sjey hjálparfólk sita á bonkinum undir dysti

FSF hevur í dag havt aðalfund. Forsetin og nevdarlimirnir, sum stóðu fyri vali, eru allir afturvaldir

H71 vann á Stíf í dag steypadystin hjá monnum, hóast Stíf í byrjanini var tað betra liðið

Steypafinalan hjá kvinnum endaði við, at Kyndil fór við sigrinum. - Tað var eyka stuttligt at tað var ímóti Neistanum, segði Turið Arge Samuelsen

Dystirnir hjá kvinnum og monnum eru báðir í dag og verða eisini at síggja á netinum

Leygardagin 18. februar verður fyrsta FM-kapping í badminton hildin í Klaksvík. Tað er FM fyri lið hjá teimum ungu. 23 lið í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17/19 hava boðað frá luttøku

FSF hevur gjørt avtalur við Egil á Bø, Alexandre da Silva Braga, Jan Dam og Anju Rein um at taka sær av uppgávunum sum hjálparvenjarar hjá nøkrum av yngru landsliðunum

Dupulthøllin á Hálsi byrjar spakuliga at taka skap. Arbeiðið hevur gingið sera væl og tíðarætlanin heldur

Nú nærkast, at landskappingin í fótbólti fer at byrja aftur og í Klaksvík eru tey sum altíð sera spent

Komandi vikuskifti hava føroysku úrmælingadómararnir seinasta fyrireikingarskeiðið áðrenn kappingarárið 2017. Gestur á skeiðnum verður navnframi David Elleray, sum í nógv ár var ein av leiðandi dómarunum í ensku Premier League

Landsliðsvenjararnir Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu hava úttikið bruttohópin hjá manslandsliðnum, sum skal fyrireika seg til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar

Vælvera Fitness hevur sum fyrsta venjingarmiðstøðin í Føroyum gjørt samstarvsavtalu við danska dopingeftirlitið, Anti Doping Danmark

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag ota seg smátt um smátt fram á oddaliðið Havnar Telvingarfelag í landskappingini í talvi

Kringvarpið vísir báðar hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum í dag

Sporðdrekin tók í kvøld móti Ravni í 6. umfari í landskappingini í kurvabólti. Úrslitið varð, at Ravnur smurdi Sporðdrekan av 27 – 60

Tað gjørdist Fleyr, sum vann hálvfinaluna hjá monnum ímóti Ternuna, í seinasta dystinum, sum var í Høllini á Hálsi í kvøld

Í einum sera spennandi dysti vann SÍ í kvøld 3-0 á ÍF, og harvið pláss í steypafinaluni 25, februar

Kvinnuliðið hjá KÍF er í steypafinaluni hin 25. februar, tá tær skulu leika ímótI TB, sum fyrr í dag vann 3-1 á Fleyr. Hetta gjørdist greitt, tær í dag vunnu ein tryggan 3-0 sigur á SÍ

Kvinnuliðið hjá TB er í steypafinaluni hin 25. februar. Hetta gjørdist greitt, tá tvørágentur í dag vunnu ein 3-1 sigur á Fleyr

 

 

Kringvarpið stroymar allar 4 hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti, sum eru í Høllini á Hálsi í dag