Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Í døgunum 14. - 16. apríl var unglingalandsliðið í badminton í Týsklandi, Berlin og tóku lut í kappingini Junior Yonex Open. Í ferðalagnum vóru 16 badmintonleikarir í aldursbólkunum U13 til U22

Nora fekk 16,20 stig í dag í Easter cup 2017, sum er hægsta stigatal nakað føroyskt lið hevur fingið til ein altjóða kapping

Í dag hevur Fimleikafelagið Ljósið longt samstarvsavtaluna við høvuðsvenjararnar Saru Khosravi og Alek Ramezanpour til komandi fimleikaár

Stórmeistarin er aftur føroyameistari

Beinleiðis stroyming Dráttur – KÍF: FM finala í flogbólti

So eru bara 4 dystir eftir av landskappingini í flogbólti. Kapprenningin um gullið verður avgjørd í tveimum dystum millum nr. 1 og 2 eftir at sjálv landskappingin er liðug, og fyrru finaludystirnir verða í morgin skírhósdag 13. april í høllini á Hálsi í Havn

Føroyska kvinnulandsliðið vann eisini seinasta dystin í innleiðandi HM-undankappingini. Turkaland, ið varð styrkismett hægst, bleiv sent av vøllinum við einum 2-1 tapi fyri Føroyum

MYNDIR: Týsdagin klokkan 13:00 spælir kvinnulandsliðið seinasta dystin í innleiðandi HM-undankappignini. Vinnur føroyska liðið dystin, hava tær tryggjað sær pláss í sjálvari HM-undankappingini, sum byrjar í heyst

Stórt fjepparatiltak verður á Tórsvølli í sambandi við landsdystin hjá kvinnum ímóti Turkalandi. Fjeppararnir fáa ókeypis bæði at eta og drekka, tá avgjørt verður, um Føroyar spæla seg víðari

Týsdagin verður avgerandi dysturin í innleiðandi HM-undankappingini, tá Føroyar spæla ímóti Turkalandi

Leygardagin 8. juli skipar B36 á fjórða sinni fyri Summar Cup í fótbólti. Undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi, og í fjør vóru ikki færri enn 100 lið tilmeldað

- Hamar tók í dag ímóti Ravni og var lagt upp til ein spennandi dyst. Málið hjá Hamar var at steðga Ravni, sum ikki hava tapt ein dyst í ár. Hamar kom eisini sera væl frá byrjan og fyrsti fjórðingur endaði 12 – 3

Við tapinum í dag móti SÍ endaði ÍF á triðja plássi í flogbóltskappingini hjá monnum og fekk bronsuna

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, hevur sett liðið, sum seinnapartin byrjar á vøllinum ímóti Montenegro. Tvær broytingar eru í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin ímóti Luksemborg hósdagin

Hóskvøldið vann føroyska kvinnulandsliðið stórsigur ímóti Luksemborg. Úrslitið gjørdist 5-1 til Føroyar. Leygardagin fara kvinnurnar aftur á vøllin, tá Montenegro er mótstøðuliðið, og tá verður eisini gjørt nógv burturúr

Hósdagin byrjaði innleiðandi HM-undankappingin hjá kvinnulandsliðnum, sum hesaferð verður spæld í Føroyum. Tað er stuttligt, men eisini avbjóðandi at skipa fyri tílíkari kapping, sigur varaaðalskrivarin í FSF, Kristin Dam Ziska

Leygardagin kl. 13 verður satt flogbóltsbrak í Sørvági, har SÍ og ÍF fara at stríðast um finaluplássið í meistaradeildini hjá monnum

Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur á fundi 5. apríl einmælt samtykt at seta ferð á ætlanina um at byggja golfvøll á Glyvursnesi

A-landsliðið við kvinnum fekk eina flúgvandi byrjan upp á innleiðandi HM-undankappingini. Í fyrsta dystinum eydnaðist Føroyum at vinna 5-1 á Luksemborg

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur S. Clementsen, letur væl at fyrireikingunum hjá føroyska liðnum til innleiðandi HM-undankappingina. Nú verður bara bíðað eftir at kappingin fer í gongd

Vøksturin í utlutanini hjá Sp/f Ítróttavedding hevur verið nøkulunda javnur seinnu árini, tó hevur seinasta árið verið metár, soleiðis at góðar 20 mió. kr. verða afturbornar fyri spøl í 2016

Stór móttøka verður í Klaksvíkar Býráð kl. 18.00 í kvøld. Har Signhild Joensen og Rókur Trygvason vera heiðraði fyri teirra góða úrslit í Danish Open 2017

Signhild Joensen vann fyri løtu síðani gull á Danish Open 2017, tá ið hon í 200 metra ryggsvimjing á langgeil snøgt sagt sorlaði sítt júst setta føroyska met og juniormet, við nú at svimja 2:14.01

Kvinnulandsliðið í fótbólti var í morgun gestur í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu. Talan var um eina stutta móttøku at heiðra góðu úrslitunum hjá liðnum

Farna vikuskifti varð fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið spælt. Ikki færri enn 58 mál vórðu skorað í teimum átta dystunum, og nú ber til at síggja ØLL málini í FSF Varpinum

Malena Josephsen, ið telist millum royndastu føroysku fótbóltsspælararnar, og frá 2004 til 2015 var fastur partur av landsliðnum, metir, at Føroyar mugu fáa stig úr øllum dystunum, um tær skulu spæla seg víðari úr innleiðandi HM-undankappingini

Seinnapartin mánadagin var lutakast um, hvussu spælast skal í EM-endaspælinum fyri U17-landslið. Føroyar komu í bólk B saman við Fraklandi, Skotlandi og Ungarn. Dysturin móti Fraklandi verður vístur beinleiðis á EuroSport2

B36 og Víkingur møtast í fjórðingsfinaluni, skírisdag 13. apríl. Tað er greitt, eftir at lutakastið hevur verið í kvøld. Steypavinnarin, KÍ, skal spæla ímóti ÍF á útivølli

 

Hetta vikuskiftið hevur badmintonkappingin Junior Faroe Islands Open verið í Klaksvík. Hetta er annað árið á rað, at hendan kappingin verður hildin. Í fjør varð kappingin hildin í Badmintonhøllini í Havn

Orðini í yvirskriftini eigur 19 ára gamla Jónvá Hentze, ið er uppvaksin á Sandi, men sum annað árið á rað spælir fyri HB. Jónvá hevur góðar vónir um, at Føroyar fara at spæla seg víðari til sjálva HM-undankappingina

Dagliga spælir Lív F. Arge fótbólt í Danmark, og har er hon noydd at geva seg fult til hvørja venjing, tí kappingin um plássini er hørð, men tað er eisini mennandi fyri hana sum fótbóltsspælara

Seinasta vikuskifti var FM-2017 í single fyri børn og ung á Giljanesi. Sjálv kappingin gekk gott og var væl fyriskipað. Tíðarætlanin helt og vóru finalur leiktar við linjudómarum, so støðið var sera høgt

Mánadagin fara umboð fyri Eysturkommunu og onnur yvir til Noregs at hyggja eftir fótbóltshøllunum á Froya og høllini hjá Rosenborg. Ætlanin er nú at inniloka vøllin í Leirvík

Birita Nielsen er millum tær 20, sum í apríl mánaði skal spæla kvinnulandsliðið til HM-undankappingina. Landsliðið er ein barndómsdreymur hjá Biritu, men sum als ikki roknaði við at verða úttikin

Nú er greitt hvørji tey 16 londini eru, ið skulu til EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum. Sigast má, at føroyska liðið er komið í fínt selskap, og venjarin heldur, at tað er líka mikið, hvørjum londum Føroyar koma í bólk saman við

Hon gjørdist ársins spælari í 2008, 2009, 2013, 2014 og í 2015. Í fjør gjørdist hon mamma, og mátti tí leggja fótbóltin á hylluna í eina tíð. Men nú er Heidi Sevdal klár til eitt nýtt kappingarár, og til reiðar at spæla kvinnulandsliðið í HM-undankappingina

Marghøllin í Vági verður nú veruleiki. Hetta er greitt eftir býráðsfundin í kvøld, har Vágs Býráð samtykti at játta stuðul til byggingini av Marghøll inni á Oyrunum í Vági, sum Vágs Ítróttarráð letur byggja

- Ì Føroyum eru nógvir dugnaligir fysioterapeutar, sum kundu gjørt hetta arbeiði minst líka væl og kanska betur

Nú seinnapartin eru Sp/f HJ Asfalt farnir í holt við at leggja drenasfalt á Hoyvíksvøll. Arbeiðið verður væntandi liðugt hesa vikuna

Føroyska Fótbóltssambandið kannar í løtuni møguleikan at kæra annað gula kortið til UEFA, sum Jóan Símun Edmundsson fekk í dystinum móti Andorra í gjár, og sum so gav honum reytt kort

Súsanna Maria Hansen er ein av spælarunum, ið Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, fyrr í mánaðinum úttók til hópin, sum í apríl skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum

Í dag tók Sporðdrekin móti Hamar. Tosað varð um ein hálvan finaludyst, tí at bæði liðini høvdu vunnið ein dyst móti hvørjum øðrum, og tapt hinar móti Ravni

Andorra og Føroyar leiktu javnleik í dag, 0-0

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett liðið, sum fer á vøllin ímóti Andorra klokkan 17:00. Fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Páll A. Klettskarð

Áðrenn seinastu venjingina, undan dystinum ímóti Andorra, hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari tíðindafund. Og har slóð venjarin fast, at tað er ein stór uppgáva, ið bíðar føroyingunum leygardagin

FSF Varpið: Sølvi Vatnhamar væntar ein strævnan dyst ímóti Andorra, men hevur føroyska liðið tol, so fáa vit nokk eitt gott úrslit

FSF Varpið: Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum, væntar ein truplan dyst ímóti Andorra. Men er avrikið gott, kemur úrslitið av sær sjálvum, sigur hjálparvenjari

Nýggji fótbóltsvøllurin í Hoyvík verður skjótt liðugur og tikin í nýtslu

Viðhefta kortið vísur, hvørjir vegir er stongdir leygardagin 25 mars frá kl. 15 til 19.30, meðan dysturin millum Føroyar og Andorra verður vístur á Trappuni

Øll eru vælkomin á trappuna í Vágsbotni í morgin leygardagin 25. mars til stórt, ókeypis tiltak við føroyskum fótbólti, føroyskum tónleiki og onkrum at drekka