Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum

Leygardagin 18. februar verður fyrsta FM-kapping í badminton hildin í Klaksvík. Tað er FM fyri lið hjá teimum ungu. 23 lið í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17/19 hava boðað frá luttøku

FSF hevur gjørt avtalur við Egil á Bø, Alexandre da Silva Braga, Jan Dam og Anju Rein um at taka sær av uppgávunum sum hjálparvenjarar hjá nøkrum av yngru landsliðunum

Dupulthøllin á Hálsi byrjar spakuliga at taka skap. Arbeiðið hevur gingið sera væl og tíðarætlanin heldur

Nú nærkast, at landskappingin í fótbólti fer at byrja aftur og í Klaksvík eru tey sum altíð sera spent

Komandi vikuskifti hava føroysku úrmælingadómararnir seinasta fyrireikingarskeiðið áðrenn kappingarárið 2017. Gestur á skeiðnum verður navnframi David Elleray, sum í nógv ár var ein av leiðandi dómarunum í ensku Premier League

Landsliðsvenjararnir Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu hava úttikið bruttohópin hjá manslandsliðnum, sum skal fyrireika seg til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar

Vælvera Fitness hevur sum fyrsta venjingarmiðstøðin í Føroyum gjørt samstarvsavtalu við danska dopingeftirlitið, Anti Doping Danmark

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag ota seg smátt um smátt fram á oddaliðið Havnar Telvingarfelag í landskappingini í talvi

Kringvarpið vísir báðar hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum í dag

Sporðdrekin tók í kvøld móti Ravni í 6. umfari í landskappingini í kurvabólti. Úrslitið varð, at Ravnur smurdi Sporðdrekan av 27 – 60

Tað gjørdist Fleyr, sum vann hálvfinaluna hjá monnum ímóti Ternuna, í seinasta dystinum, sum var í Høllini á Hálsi í kvøld

Í einum sera spennandi dysti vann SÍ í kvøld 3-0 á ÍF, og harvið pláss í steypafinaluni 25, februar

Kvinnuliðið hjá KÍF er í steypafinaluni hin 25. februar, tá tær skulu leika ímótI TB, sum fyrr í dag vann 3-1 á Fleyr. Hetta gjørdist greitt, tær í dag vunnu ein tryggan 3-0 sigur á SÍ

Kvinnuliðið hjá TB er í steypafinaluni hin 25. februar. Hetta gjørdist greitt, tá tvørágentur í dag vunnu ein 3-1 sigur á Fleyr

 

 

Kringvarpið stroymar allar 4 hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti, sum eru í Høllini á Hálsi í dag

Leygardagin 18. februar verður árligi aðalfundurin hjá FSF. Gestur á fundinum hesaferð verður Michael van Praag, forseti í hollendska fótbóltssambandinum, og nevndarlimur í UEFA

So er Høllin á Hálsi klár at taka ímóti gestum av Tvøroyri, úr Sørvági, úr Kollafirði, úr Fuglafirði og av Toftum umframt borgarunum úr Tórshavnar Kommunu, sum í dag skulu spæla hálvfinalur í steypakappingini í flogbólti

Venjarin hjá Fleyr, sum er langt fremst í landskappingini, dylir ikki fyri, at málið hjá høvuðstaðarfelagnum í ár er at vinna gull. Og tað kann líka so væl vera í steypakappingini eisini. Venjarin hjá Ternuni heldur tó, at tað ber til at berja mótstøðuliðið niður

Eik Banki og B36 hava gjørt stuðulsavtalu um ungdómsdeildina hjá felagnum. Avtalan inniber, at Eik stuðlar øllum gentu- og dreingjaliðunum í ungdómsdeildini hjá B36

Jóhan Petur á Stongum, venjari hjá sørvágskvinnum, letur ongan iva vera um, at lið hansara verður sent á vøllin fyri at vinna. Men liðið er ungt og óroynt, og tí er eingin ivi um, at KÍF má bera favorittleiklutin

Ein minutt fyri miðnátt, sum freistin var úti klokkan 24, kom bræv frá MB í Miðvági til Fótbóltssambandið, sum boðaði frá, at felagið stillar Høgna í Stórustovu upp

Áðrenn miðnátt fæst at vita um nakar stillar upp móti núverandi FSF-forsetanum Christian Andreasen. Høgni í Stórustovu, sum var forseti í FSF frá 2008 til 2010 hevur gjørt av at bjóða sitandi forsetanum av

Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað í fjør Fleyr at vinna steypakappingina, og hóast liðið er broytt nakað í ár, er málið hjá venjaranum at endurtaka bragdið frá í fjør. Men venjarin hjá Fleyr er ikki einsamallur um at hava tað ynskið. Tað vil venjarin hjá TB eisini

Tey løgdu nógv fyri í París leygardagin, tá ið EM í inniróðri var í franska høvuðsstaðnum. Føroyski EM-hópurin í inniróðri er komin aftur til Føroya, og seinnapartin í gjár var móttøka á Ráðhúsinum

EB/Streymur hevði regluliga ársaðalfundin í gjárkvøldið, og hevur nevndin skipað seg við Brian Hansen sum formanni og Oddur Ejdesgaard sum næstformanni

- Aftaná 6 ár í nevnd og 2½ sum formaður í EB/Streymi, havi eg valt at takka fyri meg á hesum sinni. Tað hava verið bæði upp- og niðurtúrar, FM-heiti og niðurflyting og gleði og tár

Um vikuskiftið vórðu finaluumførini í FUTSAL-kappingini spæld. Hjá dreingjum vunnu B36, Víkingur og EB/Streymur, meðan HB og AB vunnu kappingarnar hjá gentum

Mikukvøldið 8. februar kl. 19.00 skipar Kappróðrarfelagið NSÍ fyri móttøku í neystinum fyri rógvarunum, sum tóku lut í EM-kappingini í inniróðri í París seinasta vikuskifti

Formaður, Kenneth Hovgaard, tók við afturvali, eins og Margit í Dali og Bogi Heiðriksson

Í sambandi við sera góðu úrslitini, sum føroysku rógvararnir fingu í europameistarakappingini í innandura rógving í París leygardagin, verður móttøka í Býráðshúsinum í Havn í morgin seinnapartin

Fyri fyrstu ferð varð eisini ein føroyskur badmintonleikari heiðraður sum besti leikari. Bartal Poulsen VÍF - fekk virðisløn handaða av forseta Íslands Guðni Th. Jóhannesson til galla-døgurðan, sum varð hildin í Laugardagshøllini sunnukvøldið

Sjálvt um tað ikki rakk til eitt semifinalu ella finalupláss hjá øllum, so vóru nógvir sera spennandi og tættir dystir. Føroysku leikararnir luttaka í 38 hálvfinalum av 51 møguligum, og er hetta, aftur í ár, met

Róðrarfelagið Knørrur í Havn er millum stóru róðrarfeløgini í Føroyum og hevur nú styrkt seg við tveimum kendum profilum innan føroyskan kappróður. Talan er um Heina Hátún og Svein Rógva Nielsen Ljósstein

Borgarstjórin í Eysturkommunu hevur ætlanir um at innilokað vøllin í Leirvík, og hevði vitjan av Hattricknevndini hjá Fótbóltssambandinum í gjár, váttar hann fyri VP

Elsa Magnussen vann EM í inniróðri í París í bólkinum 30-39 ár tungvekt

Toni Dam kom fyrstur á mál við tíðini 6.25.2 nr 2 hevði tíðina 6.26.1. Toni legði seg á odda beinanvegin og førdi allan vegin á mál, og vann sostatt bólkin 50-54ár í EM í París

 

 

Í kvøld hevur unglingalandsliðið í badminton hjá Føroyum í aldursbólkunum U13, U15 og U17 spælt landsdyst ímóti Íslandi. Og ikki kann sigast annað, at okkara badmintonleikarir gjørdu bart

Um vikuskiftið skipar Dráttur fyri flogbóltskapping á Giljanesi. Byrjað verður leygarmorgunin og hildið verður áfram til seint sunnudagin

Tá stóra Ístølt kappingin, herfyri var í Fredrikshavn, var Jóanis í Hoygarðinum millum heilt stóru sigursharranar

Starvsnevndin í Ítróttasambandi Føroya hevur sett Petur Mittún sum aðalskrivara í ÍSF. Petur tekur við starvinum 1. mars 2017

Í annaðkvøld klokkan 18:00 fer besta mannsliðið hjá EB-Streymi at spæla vinardyst móti HB. Dysturin verður spældu á nýggja vøllinum í Hólmanum á Eiði

U18 dreingirnir hjá vestmenningum eru fegnir, eftir at tað eydnaðist teimum at koma í steypafinaluna. Teir vunnu 32-21 á Kyndli í semifinaluni

Avtala er undirskrivað, sum inniber, at Eik verður at síggja á bringuni hjá D14 í Giza Hoyvík. Avtalan millum Eik og Giza Hoyvík er galdandi í 2 ár

- Hetta eru fantastisk úrslit, sum tit koma heimaftur við, eftir at tit hava luttikið í kappingini um Danmarksmeistaraheitið í innandurarógving, segði Annika Olsen

Spenningurin er ikki fokin í fremstu deildini í landskappingini í talvi, tó at oddaliðið Havnin vann toppdystin á føroyameistarunum Sandavági í tí fyrra av tvinnanda leikumførum í dag

Oddabrak hevur í dag verið í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag møttust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini

Kringvarpið stroymar fyrru steypafinaluna í estetiskum fimleiki. Kappingin byrjar klokkan 13.30

Nógvir leikir verða fluttir í dag. Tvey umfør eru á skránni í føroysku landskappingini í talvi. Dystirnir í fimta umfari byrjaðu klokkan tíggju í morgun

So er fyrsti stevnupartur avgreiddur á Reykjavík International 2017, og hava føroyskir svimjarar longu vunnið nógv heiðursmerki

Páls Høll í Vági verður í juli mánað karmur um stóru norðurlendsku svimjikappingina Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung, stytt NMU