Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen

- Tiltakið eydnaðist sum heild væl, sigur Andrass Thomsen, samskipari hjá B36. Hann leggur tó aftrat, at har eisini vóru ting, ið mugu arbeiðast við og betrast til komandi ár

3-1 móti Sao Tome og Principe í sætta umfari hósdagin 8. august er nøktandi, hóast okkara menn vóru greiðir ratingfavorittar á øllum borðum. Suðuroyingarnir á fyrsta og triðja borði vunnu, og hinir spældu javnt

Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur fingið nýggja nevnd. Nýggja 7-mannanevndin við Jastrid Gullaksen sum forkvinnu leggur nú til brots, og heilt góðar vónir eru at fáa ment Stjørnuna enn meira

Mikudagin 14. september 2016 frá kl. 16.30 til 18.00 skipa HB og B36 fyri einum stórum fótbóltstiltakið í Gundadali. Á báðum vøllunum í Gundadali verða settir upp fleiri smærri fótbóltsvøllir og allir føroyingar verða bodnir at sparka fótbólt

Nú komandi leygardag 10. september fær Hondbóltsfelagið Neistin vitjan av rumenskum liði úr Ploiesti. Hetta er liður í Evropa Cup undankapping

Eftir ein hvílidag verður nú aftur lagt til brots á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Í sætta umfari í morgin hósdagin skal føroyska landsliðið móti Sao Tome og Principe, sum er oyggjasamfelag við afrikansku vesturstrondina áraka ekvator

Leygardagin hevði Máni frá Kílhrauni sína síðstu kappríðing í trav, Máni er 20 ára gamal og hevur verið í Føroyum síðani hann var 6 ár. Hesi 14 árini hann hevur verið í Føroyum, hevur hann verið føroyameistari heili 13 ár

Føroyar spældu javnt móti Ungarn á Tórsvølli týskvøldið. Her er ein samandráttur frá fyrsta dystinum hjá Føroyum í HM-undankappingini

Innandura skjótikapping verður leygardagin 10. september klokkan 10 í hølunum hjá EL-Service á Skála. Hetta er næsta kapping sum Rógvi Mohr og Kristvar Nilssen skipa fyri

Fær hetta liðið møguleikan at spæla í framtíðini sum Føroyar hava nú, so eru góðar vónir fyri føroyskum fótbólti. Vit hava fingið altjóða spæl í føroyska landsliðið, tí vit hava fingið evnaríkar og kvikar leikarar

Landsliðsvenjararnir hava sett liðið til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45

Í samband við at nýggjur nethandil er latin upp á heimasíðuni hjá FSF, ber nú til at keypa nýggju føroysku landsliðsblusuna

Í samband við landsdystin á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45 millum Føroyar og Ungarn, skipar FSF fyri Instagram kapping. Vinningurin er tveir ferðaseðlar við Atlantic Airways til Lissabon

- Tað gjørdist júst so stríggið, sum fryktandi var fyri, tá ið Føroyar telvaðu móti Íslandi í Baku í dag. Helgi Dam Ziska var á 1. borði tann einasti av føroyingunum, sum var mentur at standa sterku og væl útbornu íslendingunum kurl

Bæði Føroyar og Ísland meldaðu pass til eitt tilboð um at fáa EM til Skandinavia í 2024 ella 2028 fyri at stuðla UEFA-kandidatinum Aleksander Ceferin í at gerast forseti í UEFA

Nú er tað greitt, at Norðoya Sparikassi eisini næstu árini verður stuðul hjá Víkingi. Nýggj avtala millum Víking og Norðoya Sparikassa er undirskrivað

FSF Varpið hevur hitt liðskiparin á føroyska landsliðnum. Og tað er ein stórur heiður, at sleppa at leiða føroyska liðið á vøllin

Eitt sera gott vikuskifti innan súkkling. Sunnudagin gjørdist Torkil Veyhe nummar tvey í sterkasta bólki, og leygardagin ger Dávur Magnussen ikki mætari enn at vinna kappingina í næstbesta bólki í Danmark, B-bólkinum

Enn eitt flott úrslit hjá Torkil Veyhe. Ígjár bleiv kappast í Landavegsúkkling, og tað var Esbjerg, ið var karmur um kappingina

Eftir stórsigurin á Jersey í dag er greitt, at Føroyar fáa Ísland í fjórða umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í morgin mánadagin

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í trap. Báðir dagarnar varð skotið á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (VBM) í Sandvíkum

Jóan Hendrik Andreasen vann fyrst á 3. borði og Helgi Dam Ziska vann somuleiðis sannførandi á 1. borði

Dart: Ársins fyrstu tvær kappingarnar av tjúgu í FM í dart vóru um vikuskiftið í Klaksvík. 33 mannfólk og 7 konufólk høvdu boðað frá luttøku

Føroyar eru í løtuni á odda 3-0 móti Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sostatt er dysturin vunnin

Óvæntaður vinnari í Tvíspor, og ein gamal kenningur takkaði fyri seg !

KÍ kvinnurnar vunnu steypafinaluna 3-2 í kvøld móti HB. Evy á Lakjuni, Hervør Olsen og Liljan Jacobsen skoraðu málini, meðan Milja Simonsen skoraði bæði málini hjá HB

Føroyar fingu eitt stig í dystinum móti Bulgaria á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag

Fyri løtu síðani eydnaðist Helga Dam Ziska at telva remis - javnt - móti einum av heimsins bestu telvarum

Klokkan 18:00 í kvøld bresta HB og KÍ saman í finaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Higartil í ár hava liðini møtt hvør øðrum tríggjar ferðir, og hvørja ferð hava klaksvíkskvinnurnar vunnið við einum máli

Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag. Helgi Dam Ziska, John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og Jóan Hendrik Andresen tapti

Leygardagin kl 15:30 verður seinasta FM kappríðingin í ár - dystast verður á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili í Havn

Fríggjakvøldið klokkan 19:00 møtast KÍ og B36 í finaluni um Mótasteypið. Og tað er einki at ivast í, at B36-genturnar vilja hevna steypatapið fyri einum ári síðani

Fyrsta umfar í Ódnartøkum var róð í Hvannasundi leygardagin. Í liðkappingini kláraði liðið hjá Róðrafelagnum Knørri 2 seg best

Tummas Erling Djurhuus, sum seinasta góða árið hevur vant næst besta mansliðið hjá B36, verður eisini venjari, nú liðið er flutt upp í 1. deild

Anna Dam, sum hevur verið nevndarlimur í 8 ár, varð vald til forkvinnu í H71, nú nevndin skipaði seg. Næstforkvinna gjørdist Bergtóra Høgnadóttir

1. september fer Krista Mørkøre við flogfarinum til Rio de Janeiro har hon skal luttaka í Paralympisku leikunum. Leikirnir verða settir 7. september kl 17 og endahátíðin verður 18. september kl 17

Týsdagin í komandi viku spæla Føroyar og Ungarn A-landsdyst á Tórsvølli, og í løtuni eru umleið 200 atgongumerkir eftir til dystin

Aleksander Djordjevic hevur seinastu tvey kappingarárini verið venjari hjá B36 kvinnunum. Fyrst sum venjari hjá felagsliðnum AB/B36, og nú sum venjari hjá 1. deild kvinnum

Jógvan Skorheim, borgastjóri í Klaksvíkar kommunu, sendi mánamorgunin Strandfaraskipum Landsins eina hjartans tøkk fyri ta flottu tænastu tey veittu norðingum, við at Smyril flutti umleið 1000 KÍ-viðhaldsfólk til og frá finaluni

- Hetta er ikki eitt úrslit av nøkrum einmansavriki, nei hetta er gjørligt, tí her standa vit saman, leikarar, venjarar, hjálparfólk, leiðsla, nevndarlimir, sponsorar, býráðslimir og ikki minst tit KÍ-fjepparar

Um vikuskiftið skipaði Skjótisamband Føroya fyri FM í skeet 2016. Leygardagin varð skotið á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag (VBF), og sunnudagin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (VBM) í Sandvíkum

Bilarnir eru longu prýddir hjá KÍ-fjeppum so eingin ivi skal vera um, hvør vann steypafinaluna í 2016

Tað var Súni Olsen sum skjeyt seinasta brotssparkið sum tryggjaði KÍ sigurin í steypafinaluni móti Víkingi

Einir 1000 KÍ-stuðlar komu fyri løtu síðani til Havnar við Smyrli og gekk leiðin beinanvegin niðan í B36-húsið, har fjeppanir fara at hugna sær áðrenn dystin í kvøld klokkan 18

Smyril skuldi fara av Kósini í Klaksvík klokkan 14 í dag

Smyril fer av Kósini klokkan 14 í dag, og KÍ-fjeppanir skulu marsjera frá gamla Spinnarínum og til Smyril. Nú verður gjørt klárt og stemningurin er í hæddini

Fyrsta umfar, av trimum umførum í heystkappingini í Ódnartøkum, verður í Hvannasundi í dag kl. 14.00. Hetta er fyrsta ferð at Ódnartøk verða róð Hvannasundi, sum óivað er væl egnað til hesar róðrarnar

Eftir lokið kappróðrarár varð ársins kappróðrargalla hildið í bygdarhúsinum í Hósvík mánakvøldið tann 1. august, har heili 263 róðrarfólk luttóku. Tað var kvinnumanningin á Teistanum av Argjum, sum skipaði fyri gallaveistluni, ið var stuðlað av Formula

Mikudagin fer Mentanarnevndin hjá Tórshavnar býráð aftur at viðgera graslíkið, sum skal á nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík

Sølan av atgongumerkjum til finaluna um Løgmanssteypið gongur væl, og um 18-tíðina hósdagin vóru næstan 4.000 atgongumerkir seld