Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum

- Kappróður er tjóðarítrótt okkara, og vit í RSF halda at hann eigur, at verða ein natúrligur partur av undirvísingini, serliga í ítróttarundirvísingini

Oda Andreasen er nýggjur limur í dómaranevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað er eisini í tráð við nýggju strategiina hjá FSF, at fáa fleiri kvinnur at døma og verða partur av fótbóltinum í Føroyum

Búmerkið er nú ramma inn í ein bláan og svartan skjøldur, ið eru eyðkendu litirnir felagsins

MYNDIR og VIDEO: Um vikuskiftið varð skipað fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. 70 ungdómsvenjarar luttóku, og harafturat bleiv nýggj menningarætlan fyri FSF eisini løgd fram

Leygardagin 18. mars 2017 bjóða FBF og KÍF til óalmenna FM kapping fyri flogbørnum. Bjóðað verður flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3

Í kvøld verður lutakast í 3-2, um hvussu spælast skal í 1/8 finalunum um Løgmanssteypið. 3-2 byrjar beint aftaná Dag og viku

 

Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag skal gera ein rimmar vørr í síðsta umfari í landskappingini um knappar tvær vikur, skulu teir endurvinna meistaraheitið í talvi

Nývalda nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur í kvøld skipað seg. Brandur í Dali heldur fram sum formaður, Anna Maria Holm Nolsøe er nývald sum næstformaður

Ravnur tók í dag ímóti Hamar á Toftum, har leiktur varð ein sera spennandi dystur. Fram til hálvleik førdi Hamar og var hálvleikstøðan 18-21

Síðsta vikuskifti varð fimta og síðsta grand prix kapping í badminton á Kambsdali. Og her blivu vinnararnir av samlaðu grand prix kappingini hjá teimum ungu og vaksnu funnir

Pætur Clementsen hevur úttikið A-landsliðið við kvinnum, sum í døgunum 6. til 11. apríl skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum

Aftur í ár hevur FSF gjørt álmanakkan, við yvirlitið yvir alt virksemið sum er á skránni í hesum árinum. FSF Álmanakkin 2017 fæst ÓKEYPIS í FSF-húsinum í Havn

Um vikuskiftið skipar Flogbóltssambandið fyri FM-kappingini fyri børn undir 12 ár, umframt kapping fyri flogbørn 0, 1, 2 og 3

Tær komandi vikurnar leggur eSport.fo, í samstarvi við Vodafone, Expert og SMS, karmar til eitt nýtt kappingarumfar í telduspælinum CS:GO

Í gjár var móttøka fyri nýggja aðalskrivaranum hjá ÍSF, Petur Mittún, og í tí sambandi vóru fleiri fyrrverandi ÍSF-forsetar møttir

Havnar Badmintonfelag, Badmintonsamband Føroya og ÍSB bjóða til fyrstu para-badminton royndarvenjingina leygardagin 4. mars kl 15

Nú er greitt, at Hegga Samuelsen verður hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum. FSF og Hegga Samuelsen hava gjørt avtalu, ið er galdandi næstu tvey árini

Víkingur og KÍ møtast leygarkvøldið klokkan 19 á Tórsvølli í stórsteypadystinum, ið er sjálv byrjanin upp á kappingarárið 2017, samstundis sum pengar verða savnaðir til vælgerandi endamál

HSF hevur sett Halgir Dahl Olesen og Jeppe Borch sum síðustillaðar høvuðsvenjarar. Saman hava teir ábyrgdina av liðnum fram til og við Emerging Nations Cup

Støðan broyttist einki millum oddaliðini í talvi eftir dystirnar í áttanda umfari í landskappingini sunnudagin

Sum altíð, fer ágóðin frá Stórsteypadystinum til vælgerandi endamál, og hesaferð hevur Lions Club tikið avgerð um, at Team Rynkeby Føroyar skal stuðlast. Team Rynkeby Føroyar er partur av einum norðurlendskum súkkluliði

Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið føroyska U17-hópin við dreingjum, sum í mars mánaða skal til Úrvalskapping á Kýpros

Sjálv útgerðin er nú á veg til Føroya og komandi hóskvøld fer býráðið at taka støðu til endaligu fíggingina og arbeiðstøkurnar, jørð-/betongarbeiðið og HVS-arbeiðið

93 dystir eru í dag leiktir í høllini í Vestmanna, og gekk kappingin sera væl. Leikararnir vóru 32 í tali, og vóru tey frá VÍF, ÍF, MBF, HBF og KVF. Eftir kappingina fingu øll heiðursmerki

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna hjá mansunglingunum við ein 2-1 sigri á SÍ. Settini endaður 16-25, 25-20 og 15-13

Eftir sera spennandi endaspæl, vann liðið hjá Boga Simonsen (Dia Jacobsen, Jens Midjord, Niels Nielsen, Arnbjørn Sivertsen) FM í brigde fyri lið

Tað gjørdist Mjølnir, sum vann steypafinaluna hjá kvinnuunglingunum í dag við einum 2-0 sigri á ÍF - í einum sera spennandi dysti, har annað settið gjørdist eitt marathonsett, sum endaði við støðuni 29-27 – hetta settið kundi farið báðar vegir

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna hjá G 16 í dag við einum 2-0 sigri á TB - í einum sera spennandi dysti, har hóast Fleyr vann, so kundi hetta eins gott verið TB

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna í D 16 í dag við einum 2-0 sigri á SÍ. Fyrsta settið endaði 25-19 til Fleyr, og næsta settið endaði 25-18 eisini til Fleyr, og harvið er Fleyr D 16 steypavinnari í 2017

Árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í Reiðhøllini hjá felagnum í gjár

Menninir hjá Fleyr gjørdust steypavinnarar í flogbólti 2017. Her eru nakrar myndir

Í fleiri ár hevur ynski verið at stovnað felags kappróðrarfelag í Gøtu og í Leirvík, og nú er felagið stovnað, sum eitur Tindur

TB-kvinnur vunnu steypafinaluna móti KÍF. Her eru fleiri myndir

KÍF vann fyrsta sett í steypafinaluni móti TB, og TB hevur vunnið tey bæði næstu settini, og síðsta sett vann TB 25 - 21 og er sostatt steypavinnari

Steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða sendar beinleiðis

- Vit eru í samskifti við kommununa um hvørt áhugi er í at seta skipanina upp, sigur Hans Andor Johannesen

Sera javnt er í oddinum í FM í bridge fyri lið áðrenn seinastu tveir dystirnar í dag

Her er link til beinleiðis stroyming av steypafinalunum í flogbólti, sum byrja kl. 9,30

Komandi vikuskifti verður fimta og síðsta grand-prix kappingin í einmansleiki spæld á Kambsdali. Út við 200 leikarir hava meldað til og skulu 350 dystir spælast yvir tveir dagar

Kristian Mikkelsen, venjari hjá Fleyr, sigur, at Fleyr skal hava steyp í ár. Tá tað er sagt, vil hann tó ikki átaka sær favorittleiklutin í mansfinaluni, sum hansara lið skal spæla móti SÍ

So hvørt sum landsliðsarbeiðið mennist og uppgávurnar økjast og koma í fasta og trygga legu, arbeiða Starvsnevndin og Menningar- og Úrvalsnevndin hjá HSF framhaldandi við at styrkja og menna ítróttarliga bygnaðin

Fyri tveimum árum síðan taptu tvørakvinnur steypafinaluna, men tað ætlar venjarin ikki skal henda aftur í ár. – Gamaní verður hetta ein heilt øðrvísi dystur enn hálvfinalan, men vit fara eftir sigrinum, sigur Gudrid Nolsøe

Fríggjakvøldið byrjar nýggj ítróttarspurnarkapping í sjónvarpinum, nevnd Í-drátti. Kend ítróttarfólk úr føroyska ítróttarheiminum fara at kappast

 

Venjarin hjá kollafjarðarkvinnum er ógvuliga spentur til steypafinaluna, sum er um vikuskiftið, og hann gleðir seg til ein spennandi dyst. Hann vil ikki hoyra talan um, at hansara lið er favorittur, men tey fara eftir fyrsta steypasigri til flogbóltsfelagið í Kollafirði

ÍF hevði aðalfund í gjárkvøldið og bæði nevndin og ungdómsnevndin hava skipað seg

Team Klaksvík hevur sett Mark Dyhrberg Dahl sum ungdómsvenjara fyri kappingarárið 2017/2018

Tað verður Sonni Zachariassen, sum skal vera 1.- dómari til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum komandi leygardag í Høllini á Hálsi. Hann verður 1.-dómari í báðum dystunum

Badmintonhøllin í Klaksvík var leygardagin karmur um FM fyri lið. 23 lið vóru tilmeldaði, og var hetta met

Á fundinum í FSF í gjár vórðu ymisk uppskot løgd fram, og millum annað varð uppskot frá NSÍ samtykt, ið sigur, at nú kunnu sjey spælarar og sjey hjálparfólk sita á bonkinum undir dysti

FSF hevur í dag havt aðalfund. Forsetin og nevdarlimirnir, sum stóðu fyri vali, eru allir afturvaldir