Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Spenningurin er ikki fokin í fremstu deildini í landskappingini í talvi, tó at oddaliðið Havnin vann toppdystin á føroyameistarunum Sandavági í tí fyrra av tvinnanda leikumførum í dag

Oddabrak hevur í dag verið í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag møttust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini

Kringvarpið stroymar fyrru steypafinaluna í estetiskum fimleiki. Kappingin byrjar klokkan 13.30

Nógvir leikir verða fluttir í dag. Tvey umfør eru á skránni í føroysku landskappingini í talvi. Dystirnir í fimta umfari byrjaðu klokkan tíggju í morgun

So er fyrsti stevnupartur avgreiddur á Reykjavík International 2017, og hava føroyskir svimjarar longu vunnið nógv heiðursmerki

Páls Høll í Vági verður í juli mánað karmur um stóru norðurlendsku svimjikappingina Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung, stytt NMU

Róðrarsamband Føroya fór í kvøld av landinum við 6 ungum evnaríkum rógvarum, frá aldrinum 13 til 16 ár, sum skula luttaka í DM í innandurarógvin leygardagin

Lutakast um, hvussu spælast skal í næstu EM-undankapping fyri U21-landslið er nú avgreitt. Føroyar komu í bólk saman við Danmark, Póllandi, Finnlandi, Litava og Georgia. Fyrsti dystur verður í juni, á útivølli ímóti Litava

Leygardagin 21. januar var Badmintonhøllin í Havn karmur um aðru kappingina í blandaðum tvímansleiki FØROYA TELE OPEN. Leikt varð í bólkunum U11, U13, U15, U17 og vaksin

Fótbóltssambandið vil hava fleiri kvinnuligar fótbóltsleikarar. Tað hevur gingið illa at fáa kvinnur í nevndina seinastu árini. Bara tvær kvinnur hava sitið í starvsnevndini síðan Fótbóltssambandið var stovnað

- Fyrr var eingin dansistova við virðing fyri sær sjálvari, sum ikki hevði Twilight á reportoirinum – kanska Føroya best umtókta dansiorkestur í 80’unum og 90’unum

Leygardagin 28.jan. verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttahøllini í Runavík

Vit fara fyrsta túrin leygardagin 21. jan. frá kl. 12-16. Súklað verður frá Svimjihøllini í Gundadali, norður til Hósvíkar og suður aftur til Havnar

Hattricknevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur verið í Frøya í Noregi og hugt eftir stóru fótbóltshøllini har. Sum skilst verður umhugsað at fáa sær eina líknandi høll í Føroyum

Fyrsti dystur í árinum verður leiktur leygardagin, kl. 13:00 í Skúlanum við Løgmannabreyt, har havnaliðini, Sporðdrekin og Hamar, bresta saman

Mjølnir skipar hetta vikuskifti fyri árligu Mjølnirkappingini fyri yngri deildir, tað er Banknordik, ið stuðlar kappingini. Kappast verður í Badmintonhøllini og Kí-høllini og byrjað verður longu fríggjakvøldið kl. 18, tá ið kvinnu- og mansunglingar spæla

Turkaland, Montenegro og Luksemborg verða mótstøðuliðini hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í apríl mánaða skal spæla innleiðandi EM-undankapping í Føroyum

Umboð fyri stóran part av feløgunum luttóku, tá FSF seinasta vikuskifti skipaði fyri temadøgum um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman í føroyskum fótbólti

Tað eru kend nøvn ið eru umboðað, tá nøkur av teimum bestu reiðfólkum í norðurlondum, fara at dystast við íslandsrossum, á ísinum í Frederikshavn 28. januar

Tað verður ein høvuðsvenjari úr Portugal, ið skal standa á odda fyri badmintonfelagnum í Havn. Paulo Alexandre Pinheiro var settur í starv í gjár og skal longu í kvøld í eldin á fyrsta sinni.

Føroyska kvinnulandsliðið fær fyrimunin av heimavøllinum, tá innleiðandi EM-undankappingin verður spæld í Føroyum í apríl mánaða

Í kvøld kl. 19,30 møtast mansliðini hjá ÍF og Fleyr á Kambsdali

Munurin øktist eitt stig millum oddaliðini í landskappingini í talvi eftir dystirnar í fjórða umfari í dag. Havnar Telvingarfelag vann 3½-½ á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag

Av breki í hitaskipanini var Badmintonhøllin í Klaksvík ísakøll, men lagið á flogbóltspælararum var sera gott

Eftir drúgvan vetrarsteðg verður í dag aftur farið at telva í føroysku landskappingini. Klokkan tvey byrja dystirnir í fjórða umfari í øllum trimum deildunum

Suðuroyar Sparikassi og HB hava undirskrivað eina trý ára stuðulsavtalu, sum inniber, at Suðuroyar Sparikassi verður stuðul hjá ungdómsvenjarunum í HB

Leygardagin, 28. januar klokkan 14, verður Knørraloppan – eitt stórt barnatiltak í høllini á Hálsi í Havn við hópin av bæði nýggjum og kendum aktivitetum

Hondbóltssamband Føroya og Smyril Line hava gjørt eina 2 ára stuðulsavtalu, ið merkir, at Smyril Line er stórstuðul hjá øllum føroyskum landsliðum í hondbólti

Í morgin kemur ein av kendastu venjarunum í Íslandi til Føroya at tingast við felagssliðið í Suðri um eitt møguligt venjarastarv. Atli Eðvaldsson er fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Íslandi

- Vit hava gjørt nógv fyri at fáa skraddaraseymaði høli til tað, sum vit hava brúk fyri, og tað haldi eg, at vit hava fingið nú. Tað sigur Sølvá Jansdóttir Joensen

Mánadagin varð Cristiano Ronaldo valdur til hemsins besta fótbóltsspælara í 2016, og hjá kvinnum fór Carli Lloyd avstað við sigrinum. Her er yvirlit yvir, hvussu føroysku umboðini atkvøddu

Nú í vikuskiftinum dagarnar 13. – 15. januar spælir føroyska A-landsliðið við monnum EM - undankappingardystir á heimavølli í høllini á Hálsi. Hetta er fyrsta av tveimum undankappingarumførum

Ikki øll vóru so fegin um at síggja Coca Cola á borðinum hjá løgmanni, tá ið hann tók ímóti hondbóltskempunum, sum júst hava spælt seg til HM-kappingina í Algeria í summar. - Keyp føroyskt fekk ein beint frammaná, skrivar ein Facebook viðmerkjari

U21-landsliðið í hondbólti vitjaði inn á Ráðhúsið í dag seinnapartin. Borgarstjórin Annika Olsen tók ímóti og nevndi m.a., at hon hevði ongantíð glett seg so nógv til ólavsøku sum hesaferð, tá HM-endaspælið verður

U21-landsliðið í hondbólti hjá monnum er eitt av 12 liðum í Europa sum skal til HM í hondbólti

RSF skipaði fyri úttøkukapping til DM og EM í inniróðri í gjár. Yngru rógvararnir kappaðust um at sleppa til DM, og teir 18 ár og eldri til EM

Við tveimum sigrum eru Føroyar nú einsamallar á odda í HM-undankappingarbólkinum, sum verður avgreiddur í Føroyum. Føroyar vunnu í kvøld 31-25 á Ísrael. Hálvleiksstøðan var 17-16 til Føroyar, skrivar Kringvarpið

Leikskráin fyri EFFO-deildina 2017 er nú klár, og fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 12. mars. Føroyameistararnir byrja á heimavølli ímóti B36, og á ólavsøku hittast B36 og 07 Vestur, og HB og KÍ

KÍF vann sær pláss í flogbóltssteypakappingini hjá kvinnum í gjárkvøldið móti Ternuni. Úrslitið gjørdist 3-1 til KÍF

- ella Dráttur – ja alt kann henda, tá KÍF og Ternan spæla seinasta dystin í bólki 1 í steypakappingini í flogbólti

- Størsti heilsuligi vandin hjá ættarliðunum, sum vórðu fødd í fimmti-, seksti- og sjeytiárunum, var royking. Størsti heilsuligi vandin hjá ungum fólki í dag er likamligt óvirkni

Hvistan, hvørs endamál er at fáa fólk í Suðuroynni at røra seg, hevur seinastu mánaðirnar havt regluligar venjingar á vøllinum við Stórá í Trongisvági

- Tað standa nakrar stórar avbjóðingar fyri framman í hesum nýggja árinum, sigur Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, sum komandi leygardag hevur boðsent 30 kvinnum til tvær landsliðsvenjingar á Tórsvølli

Seinastu dagarnar hava 120 Neistaleikarar í aldrinum 10-18 ár verið á hondbóltsskúla í ávikavist Kollafirði og í Gundadali

Tað var øgiliga tætt í oddinum, men tá avtornaði vann Sølvi Vatnhamar úr Víkingi heiðurin, at hava skorað ársins mál í EFFO-deildini 2016

Føroyska liðið, sum komandi vikuskifti 6 - 8. januar skal spæla HM undankappingardystir á heimavølli í høllini á Hálsi er úttikið

Kvinnulandsliðið í flogbólti hevur í kvøld sína fyrstu venjing í sambandi við, at liðið hevur spælt seg í endaumfarið í EM-kappingini fyri smátjóðir

Árið er um at enda og tíðin er nú búgvin til at kjósa Ársins Mál 2016 í EFFO-deildin. Av teimum tilsamans 412 málunum, ið vórðu skoraði í fremstu deildini í ár, eru tíggju tilnevnd at gerast ársins mál

- Så gider vi ikke holde det hemmeligt længere! skrivar Malan Vitalis Joensen, kona Pál Joensen, á sínum Instagram profili

Nú altjóða talvsamgongan, FIDE, hevur kunngjørt nýggja desember-styrkilistan, sæst, at Helgi Dam Ziska telist millum fremstu telvarar í norðurlondum