Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Beinleiðis sjónvarping úr Sarpugerði í Norðragøtu frá dystinum í EFFO-deildini millum Víking og TB

Nú er greitt hvussu liðini møtast í steypakappingini hjá kvinnum. John Petersen og Tróndur Arge stóðu fyri lutakastinum, sum var í FSF-húsinum týsdagin 19. apríl

Komandi vikuskifti skipar Badmintonsambandið saman við Havnar Badmintonfelag fyri Junior Faroe Islands Open 2016, sum er ein ungdómskapping í badminton, har leikarar úr øðrum londum eru bodnir við

U17-landsliðini við gentum og dreingjum, sum í næstum skulu til UEFA menningarkapping í Lettlandi, eru úttikin

Stýrið fyri Ítróttarháskúlan í Suðuroy hevur gjørt av at seta Guðmundur Joensen sum leiðara fyri Ítróttarháskúlan

- Tað er ein skandala, at vit ikki hava bygt skúlasvimjihylar, og eg haldi, at tað er ein skandala, at tað eru so fá fólk í Føroyum, sum duga at svimja

- Hyggja vit í hagtølini og taka saman um árini aftur til ár 2000, so gjørdist Eysturoyingur meistari í 2010, 2007, 2005, 2003 og 2002

Um várið renna vit og skjótt er at fáa ein skaða, um ikki runnið verður rætt

Pál Joensen svam seg í dag til eitt OL-pláss í 1500 metra frí

ÍSB er í vikuskiftinum vertur fyri tinginum hjá norðurendska samtakinum fyri ítrótt fyri fólk við breki, Nord-HIF (Nordiska Handikappidrotsforbundet)

Róðrarfelagið Knørrur hevur heilt góðar umstøður til bátarnar í pakkhúsinum á Müllersbrúgv, men framvegis eru eingi skiftingarrúm, ongar brúsur og eingin dráttur

FSF Varpið: Lagt er upp til fimm spennandi dystir í 6. umfari í EFFO-deildini. Jóannes Jakobsen og Tróndur Arge meta um dystirnar, sum verða spældir sunnudagin 17. apríl

Julius V. Joensen, formaður í FC Suðuroy, fegnast um at Suðuroyar Sparikassi, sum er einasti peningastovnur við høvuðssæti í Suðuroynni, hevur enn einaferð valt at fara inn í eitt samstarv við FC Suðuroy

Fleiri bowlarar hava eftirlýst kapping sum hesari, siga fyrireikararnir

- 13 sersambond undir ÍSF hava í tíðindaskrivi takkað fráfarna forsetanum Peturi Elias Petersen fyri hansara íkast til føroyska ítrótt seinastu mongu árini. Tað ynskja vit eisini at gera

– Vit eru í “luksusstøðu”, tí so nógvir rógvarar vilja umborð á Drekan Reyða. Síðani vit fingu 10-mannafarið í 2014, hevur ein stamma róð við bátinum, og frá í fjør eru bara tveir rógvarar farnir í land

- Sum sersambond og limir í umboðstinginum hjá ÍSF, harmast vit almikið, nú tað frættist at ÍSF forsetin hevur sagt seg frá starvinum, sum forseti fyri Føroysku Ítróttini

- Grundirnar, sum Árni Gregersen skrivar um viðvíkjandi, at eg gevist sum ÍSF-forseti, eru bara illgitingar, sum ikki hava nakað hald í veruleikanum, sigur fyrrverandi ÍSF-forsetin

Hann sær út sum vanligt svart asfalt, men vøllurin er klæddur við gummi og er soleiðis góður hjá børnum at spæla á

Av persónligum ávum hevur Petur Elias Petersen, tikið seg úr starvinum sum forseti fyri Ítróttasamband Føroya

Á fundi millum ÍSF og ADD í ÍSF-húsinum, 11. apríl, skrivaðu stjórin í ADD, Michael Ask, og ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, undir sáttmálan

Leygardagin og sunnudagin var á Giljanesi skipað fyri FM í einmansleiki fyri yngru aldursbólkarnar – U9, U11, U13, U15 og U17

- 28. mars vóru 80 ár liðin, síðani fótbóltshugaðir havnarmenn settu á stovn bóltfelagið B36. Eitt felag, sum megnaði at lyfta seg upp og mennast til mestsum ein risa í føroyskum fótbólti

Á stórari veitslu í Trongisvági í gjárskvøldu varð funnið fram til Ársins leikarar í flogbólti 2016

Tað vóru nógvir sera javnir dystir til FM í badminton í ár, og serliga vilja allarhelst fleiri fara at minnast hetta FM, tí at bæði í einmansleiki hjá kvinnum og monnum fingu vit tveir nýggjar føroyameistarar

Helgi Dam Ziska vann einstaklingakappingina European Small nations Individiual Chess championship 2016 í talvi og hevur samtíðis kvalifiserað seg til 2017 World Cup

Teir hava telvað 9 umfør av 11 í talvkappingini European Small nations Individiual Chess championship 2016. Helgi Dam Ziska liggur nummar 1 við 7,5 stigum og hálvt stig frammanfyri nummar 2

FSF Varpið hevur hesaferð verið á ferð í Klaksvík, har Tróndur Arge hevur hitt borgarstjóran hjá klaksvíkingum, Jógvan Skorheim til áhugavert fótbóltsprát

Føroyska U18-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í UEFA menningarkappingini í Estlandi. Men Lettlandi, ið var mótstøðuliðið hesaferð, sýndi ringan ítróttaranda, og helt ikki óskrivaðar reglur

Eins og hjá U19 gentunum gjørdu fleiri av føroysku U20 dreingjunum rættiliga um seg, nú teir vóru við í EM á Kypros fyri fyrstu ferð. Ikki bara eydnaðist at vinna ein dyst, men eisini persónligu avrikini eru heilt í topp

– Vit vistu, at spælarahópurin var smalur, og at VB-kvinnur fóru at hava torført at fóta sær í bestu kvinnudeildini. Men at tað fór at ganga so illa, droymdu vit ikki um

Føroyameistarar í FM í bridge fyri lið gjørdist liðið hjá Egil Sondum (Jóannes Mouritsen, Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg)

Julian Johansen og Bárður Johannesen, sum hava vant 1. manslið hjá Kyndli hetta kappingarárið, halda fram sum venjarar næsta kappingarár. Tað ger Kristian Martin Joensen, kropsligur venjari hjá 1. mansliði, eisini

 

Starvsnevndin hjá HSF hevur tikið avgerð um at melda kvinnurnar til undankappingina til HM 2017, sum verður spæld í heyst

Í sambandi við EM-kappingna hjá U19 kvinnum í Skotlandi verða nógv hagtøl førd. Og Føroyar smæðast ikki burtur har heldur.

FSF vil saman við hinum norðurlondunum royna at fáa EM-endaspælið í 2024 til Norðurlond. Tað váttar FSF-forsetin fyri VP í kvøld

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu í dag 31-19 á Stjørnuni á Hálsi. Hetta hevur við sær, at tær spæla FM-finalur ímóti Neistanum

... og nú er ævintýrliðið bert 540 minuttir frá sensasjónsgullinum

Fyri dystin ímóti Føroyum hevði Kýpros vundið burturúr øllum hinum, og tær høvdu ongantíð verið undir trýsti yvirhøvur, men tað komu tær frá byrjan ímóti Føroyum

Eins og U 19 kvinnunar í gjár skrivaðu søgu, tá tær vunnur sín fyrsta EM-dyst, so skrivaðu U 20 menninir í dag søgu, tá teir vunnu sín fyrsta sigur í EM-høpi

Nú er møguleikin at enduruppliva dagin, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann 2-1 ímóti Grikkalandi tann 13. juni í fjør

Flogbóltur U 20 menn: Føroyar vunnu á Norðurírlandi 3 -1

Nú er gjørligt at fylgja við í dystinum millum Føroyar og Kýpros, sum er í Edinborg, har Føroyar eru við í innleiðandi kappingini um EM-heitið

Í dag var dystur ímóti Skotlandi. Okkara koma væl frá byrjan og fylgdu við skotum upp til 16. Tá steðgaðu vit upp, og taptu fyrsta settið

Í gjár fingu føroysku flogbóltskvinnurnar á U19 landsliðnum sítt allar fyrsta stig nakrantíð. Tað var í tepra 2-3 tapinum fyri Luksemborg

Flogbóltur, U 19 kvinnur: Føroyar - Norðurírland beinleiðis stroyming kl. 16,00

 

Føroysku U19 kvinnurnar vóru í morgun aftur í dysti. Hesaferð var tað Skotland, ið var mótstøðuliðið, og aftur hesaferð stóðu føroysku kvinnurnar seg væl

Møguleiki er her at síggja U 19 landsliðið í flogbólti, sum í hesum døgum spælir við í EM-undankapping í Edinburg. Beint nú er tað Føroyar og Skotland

Elstu dreingirnir í ungdómsdeildini hjá Kyndli vunnu í kvøld FM-heitið við tryggum 27-18 sigri á H71a í Hoyvíkshøllini. Kyndilsdreingirnir eru ósigraðir í FM-kappingini og vinna deildina við 34 stigum

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Heðin Askham. Og fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin er sannførdur um, at Víkingur vinnur EFFO-deildina 2016