Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Suðuroyar Sparikassi og Suðuroyar Svimjifelag hava gjørt eina trý ára sponsoravtalu

Í øðrum umfari í EM-kappingini fyri landslið í talvi í Íslandi telva Føroyar í dag móti Sveis. Ein broyting verður á føroyska liðnum, tí John Arni Nilssen loysir av Høgna Egilstoft Nielsen

Giza Hoyvík boðar frá, at felagið í dag hevur fingið tríggjar yngri mans afturat í hópin

Føroyar fingu góða byrjan í sterku EM-kappingini fyri landslið í talvi, sum í hesum døgum er í Reykjavík. Føroyar taptu í fyrsta umfari í kvøld fyri Kroatia, men 3-1 má metast at vera heiðurligt úrslit

Seinnapartin er fyrsta umfar í EM-kappingini fyri landslið í talvi í Reykjavík. Føroyar, sum eru við á fyrsta sinni í so sterkari kapping, leggja fyri móti Kroatia, sum er styrkismett nummar 16. Allir á kroatiska liðnum eru stórmeistarar

Føroyska U21-landsliðið tapti hóskvøldið 2-0 fyri Russlandi á Kuban Leikvøllinum í Krasnodar. Men innsatsurin var góður, og sum heild var føroyska avrikið góðtikið

Um vikuskiftið verður enn ein stór vikuskiftiskappingin hjá teimum yngru flogbóltsleikarunum hildin í Havn

Bill M. Jacobsen og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Russlandi. Seks broytingar eru gjørdar í mun byrjunaruppstillingina seinast

Nýggja kurvabóltsfelagið Ravnur á Toftum, sum bleiv sett á stovn í summar, vann leygardagin fyrsta landskappingardystin í kurvabólti í Føroyum nakrantíð. Ravnur vann sannførandi á Hamar úr høvuðsstaðnum við 63 - 35

FSF Varpið: Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbirni Joensen stendur á odda fyri U19-landsliðnum við dreingjum, hevur góðar vónir til EM-undankappingina í Rumenia, sum byrjar hósdagin

Leygardagain var fyrsta umfar av TF vetrarkappingin 2015/16. Teinurin var tann klassiski Runt Agnið, og talan var um metluttøku

Avtala er gjørd við Stórabretland um at kvinnulandsliðini hjá londunum spæla vinadystir 28. og 29. november 2015 í Føroyum

Komandi vikuskifti verður svimjikapping í svimjihøllini í Gundadali, og tí er stongt fyri almennari svimjing leygardagin 14. november og sunnudagin 15. november

Pál Joensen vann enn eitt altjóða heiðursmerki, tá ið hann á World Cup stevnuni í Dubai svam 15:08.90 í 1500 metra frísvimjing, og harvið vann bronsu

B36 hevur gjørt avtalu við Símun Eliasen og Tummas Erling Djurhuus um at venja ávíkavíst U18 og 2. lið komandi ár

FS kann nú hátíðarhalda sín 40 ára føðingardag, tann 11.november 2015

Danska svimjisambandið hevur nú kunngjørt startlistan til donsku meistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Gladsaxe frá 26. til 29. november 2015

Ongantíð áður hava so nógv meldað til dómaraskeið hjá Flogbóltssambandi Føroya

Nú luttakaralistin er kunngjørdur ber til at staðfesta at okkara Pál Joensen er komin væl fyri. Pál hevur næstbestu tilmeldingartíð

Seinasta vikuskifti var Marine Harvest Open í Havn, og leikarar hjá Klaksvíkar Badmintonfelag vunnu heili 22 heiðursmerki. Her eru myndir av vinnarunum

Nýggi klintriveggurin verður tikin í nýtslu leygardagin 7/11 kl. 17 í venjingarhølum felagsins í M. A. Winthersgøta 4, har greitt verður frá

FSF Varpið: Um vikuskiftið hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í KUV Match í Vejle. Talan er um venjingarkapping, har føroyska liðið spældi fýra venjingardystir

Svimjihøllin í Gundadali verður umvæld í desember. Í ár verða umvælingarnar meira umfatandi, tí steingir svimjihøllin fríggjakvøldið 4. desember kl. 20:00

Í sambandi við Nevza-kappingina í flogbólti, sum júst hevur verið í Onglandi, var Sonni Zachariassen við sum dómari fyri Flogbóltssamband Føroya

Seinasti dysturin hjá føroysku gentunum er spældur í dag. Dysturin var ímóti Danmark, sum endaði í bardaganum um 5-7 pláss í kappingini

Føroysku U17 dreingirnir hava staðið seg sera væl í Nevza-kappingin, hóast eingin dystur var vunnin undan dystinum í kvøld

Í morgun kl. 9.30 spældu føroysku U17 genturnar fjórðingsfinalu ímóti Onglandi. Ongland hevði í sínum innleiðandi bólki m.a. koppað Danmark, so mótstøðan fór at vera hørð

Føroysku genturnar skuldu eftir greiða tapið fyri Íslandi fyrr um dagin royna at fóta sær aftur

Giza Hoyvík hevur í dag gjørt avtalu við fyrrverandi landsliðsleikaran, Allan Mørkøre, um at vera høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum

Føroysku genturnar spældu sín fyrsta dyst í Nevza-kappingini í dag. Dysturin var ímóti Íslandi, sum vit mangan hava havt gott tak á, men so var ikki í dag

- Samstarvið hevur riggað somikið væl, at Suðuroyar Sparikassi í tvey ár afturat verður ein av høvuðsstuðlunum hjá H71

Føroysku dreingirnir hildu á frá góða dystinum ímóti Svøríki í fyrsta settinum ímóti Danmark

Fyrstu dystirnir í Nevza-kappingini eru leiktir. Føroysku dreingirnir møttu í fyrsta dystinum Svøríki, sum hevur góð úrslit at vísa á

U17 liðini í flogbólti eru komin til Kettering í Onglandi at kappast í árligu nevza-kappingini. Við í kappingini hesaferð eru 7 lond - Ongland, Finland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar

Leygardagin 24. oktober var BSF fyri fyrstu ferð vertur fyri Norðurlendskari ráðstevnu – og í hesum sambandi vóru umboð úr Danmark, Noreg, Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Føroyum savnaði saman í ÍSF-húsinum

Komandi vikuskiftið skipar Róðrarsamband Føroya fyri venjingarlegu í inniróðri fyri útvaldum rógvarum. Venjingarlegan verður í hølunum hjá Brandstøðini á Oyggjarvegnum

Aleksander Djordjevic heldur fram sum venjari hjá 1. deild kvinnum. Avtala er samstundis eisini gjørd við Óla Djurhuus, at hann skal halda fram sum hjálparvenjari hjá Djordjevic og eisini venja G17

Svanur, sum er eitt ítróttarfelag fyri fólk við brekið í Eysturoy, hevur tey seinastu seks árini skipað fyri einari cupkapping í boccia, í ár kallað Svana-cup

Høvuðsstuðulin hjá B36 verður tann sami í 2016. Hetta varð kunngjørt á árveitsluni leygarkvøldið

Ungi klaksvíkingurin verður hjálparmaður hjá høvuðsvenjaranum Mikkjal Thomasen komandi kappingarár

"Harurnar" eru leirtallerkar, sum rulla við nógvari ferð eftir jørð. Kappingin kann lýsast sum ein blanding av sporting og veiðuskjóting

Heilsufótbóltur: Annika Nicolajsen úr Skopun hevur vant Heilsufótbólt síðani apríl. Sjálv sigur Annika, at hon nú følir seg fulla av energi og er nógv betur fyri kropsliga. Í hesum tíðarskeiði er kolesteroltalið eisini lækkað úr 7,7 niður í 5,2

Susvim hevur gjørt 3 ára stuðulssáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar. Sáttmálin er galdandi fra 1. september 2015

Seinast í hesum mánaðinum skal U17 landsliðið hjá dreingjum við til altjóða flogbóltskapping í Onglandi, sum verður fyriskipa av Nevza, vegna Evropeiska Flogbóltssambandið

Føroyska U17-landsliðið við gentum er komið til Montenegro í øllum góðum, har tríggir EM-undankappingardystir næstu dagarnar eru á skránni

Romica Øster, venjari hjá U17 landsliðnum hjá gentum, hevur nú tikið teir leikararnar út, sum skulu umboða Føroyar í NEVZA-kappinginin í Kettering í Onglandi

ÍF boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 27 ára gamla Henry Heinesen

- Heini er ein leikari, sum umboðar alt tað, vit hava brúk fyri, áðrenn eina knallharða kapping vid 27 dystum. Mentalt er hann altíð 100% til staðar, tí hvør einasti bóltur telur; bæði til venjing og í dystum

- Vit hava í kvøld skrivað sáttmála við nýggja hjálparvenjaran. Maðurin, sum kemur at hjálpa Jógvan Martin, er Jákup Mikkelsen, skrivar ÍF á síni heimasíðu

Keita var ein av eyðsýndu leikarunum seinasta kappingarár, og við sínum 16 málum átti hann sín stóra leiklut í uppflytingini til 1. deild