Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Manchester United vann 1-0 á kasakstanska Astana í Europa League við máli frá 17 ára gamla framherjanum Mason Greenwood

Ángel Di María var í einum klassa fyri seg og herjaði móti sínum gomlu liðfelagum í Real Madrid við at skora tvey mál. Dysturin endaði 3-0 til PSG

Í kvøld skuldi Liverpool verja Champions League-tittulin úti móti Napoli, men eitt vælleikandi Napoli vann dystin við tveimum málum móti ongum

David De Gea hevur undirskrivað nýggja avtalu við Manchester United fram til juni 2023. Tað váttar Manchester United á síni heimasíðu í dag

Zlatan Ibrahimović gjørdi hat trick og skoraði sítt 26. mál í 25 dystum fyri LA Galaxy í 7-2-sigrinum í MLS-dystinum móti Sporting Kansas

KÍ-kvinnur vunnu FM-heitið í kvøld við at fáa javnleik, 0-0, móti EBS/Skála-kvinnum. KÍ hevur ein dyst eftir móti HB

PSG leikti við tíggju monnum og tað sá út at gerast málleyst móti Strasbourg. Men so kom Neymar við magi í yvirtíðini og skoraði sítt vakrasta mál higartil

Tað kókaði á Carrow Road, tá ið Norwich vann 3-2 móti Manchester City!

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.407.000 kr.

Heiðursdysturin fyri Vincent Kompany herfyri vísti fleiri av legendunum í enskum fótbólti, teirra millum Paul Scholes

Nýggja avtalan gevur De Gea eina vikuløn á 375.000 pund, skriva enskir miðlar. Sostatt gerst hann best betalti leikarin í felagnum

Manchester Evening News hevur gjørt ein lista yvir ringastu signeringarnar hjá Mancherster United seinastu tíggju árini

Styrkifelag Føroya verður karmur um ítróttir, sum hava við kraft og styrki at gera. Talan er um olympiska vektlyfting, kettlebell-ítróttin, powerlyfting, strongman-ítróttin og CrossFit

Spania var á odda 2-0, tá Jóannes Bjartalíð gjørdist leysur við David De Gea. Men málverjin hjá spaniólum bjargaði væl, og tá dómarin floytaði av, stóð 4-0 á máltalvuni

Árla í morgun skrivaðu Tórbjørn Jacobsen og Eva Jarl Hansen undir avtalu um neyvætling og heildarráðgeving, nú svimjihallarmálið av álvara fer í gongd

Tvey mál seinast í dystinum gav eitt endaúrslit á 4-0 til Spania móti Føroyum

Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum í kvøld klokkan 19:45 byrja á vøllinum móti Spania. Tríggjar broytingar eru í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti svium

Tað byrjaði væl hjá føroyska U21-landsliðnum á útivølli móti Montenegro. Men áðrenn hálvleik høvdu montenegrar skorað tríggjar ferðir, og so var dysturin so gott sum avgjørdur

Mánakvøldið, 9. september klokkan 19, skipar Áhugafelagið ólavsøkuróður fyri almennum hátíðarhaldi á Reinsarínum í Havn

Helst fyrstu ferð at trý ross á seinasta kappingardegi hava møguleika at vinna FM

Týskland tapti í kvøld á heimavølli móti Hollandi, sum skoraði øll síni fýra mál í seinnahálvleiki. Endaliga úrslitið gjørdist 4-2 til Holland

BankNordik-samtakið og ÍF Føroyar hava í dag longt samstarvið fram til 2022

Hondbóltskappingin í vetur verður skotin í gongd leygardagin, tá ið Hoyvíkshøllin verður karmur um dystirnar hjá kvinnum og monnum um Lionsbikørini í hondbólti, samstundis sum Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fær allan ágóðan av dystunum

Undankappingardysturin til EM 2020 millum Føroyar og Svøríki endaði við stórsigri til Svøríki, sum vann 4-0

Við Útvarpið segði Lars Olsen eftir dystin, at hetta var tann ringasti dysturin sum føroyska landsliðið hevur spælt leingi

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Svøríki. Gilli Rólantsson Sørensen verður ikki tøkur til dystin. Í staðin fer Hørður Askham á høgra bakk

Fimleikafelagið Støkk og BankNordik hava skrivað undir avtalu, ið inniber, at BankNordik verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Fimleikafelagnum Støkk

John Petersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, sum í kvøld klokkan 18:00 fer á vøllin ímóti Hvítarusslandi. Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum

Sunnudagin seta nakrir av leikarunum á føroyska ungdómslandsliðnum kósina ímóti Malta, har teir skulu luttaka í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament

Alex Johannesen úr Eysturskot, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í trap leirdúgvuskjóting

- Hugskotini og vælvildin trutu ikki, tá fundur var um, hvussu vit kunnu menna kvinnufótbóltin í Føroyum. Umleið 45 luttakarar vóru á fundinum, sum varð hildin í Smæruni, undan landsdystinum á Tórsvølli ímóti Wales hósdagin

HM-finalan í singleculler har miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen rør, verður víst á stórskíggja á Trappuni í Tórshavn frá klokkan 13

Manchester United hevur ikki vunnið á útivølli síðani í februar, og móti Southampton endurtók søgan seg

28. august fór U17 landsliðið í badminton til EM fyri lið, sum verður leikt í Gniezno í Póllandi í døgunum 30. august til 3. september

Liverpool-stjørnan Virgil van Dijk er kosin til ársins leikari í Europa eftir sína fantastisku sesong í Champions League

Manchester United hevur játtað at leiga kilenska framherjan Alexis Sanchez út til Inter Milan restina av hesum kappingarárinum

Hósdagin klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Wales, sum í løtuni er nummar 32 á styrkislistanum hjá FIFA

Stórsteypadystirnir í hondbólti verða í Hoyvíkshøllini leygardagin 7. september millum liðini, ið royndust best undanfarna kappingarár. Hesaferð verður tað Felagið fyri lesi- og skriviveik, ið fær ágóðan

Marius F. Joensen, úr Sunda Byrsufelag, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í skeet leirdúgvuskjóting

1. oktobur byrjar Andras Nolsøe í starvi, sum ítróttaráðgevi hjá ÍSF

Føroyska U15-landsliðið við gentum fekk 1 stig í fyrsta dystinum í Baltic Cup 2019. Úrslitið ímóti Litava gjørdist javnleikur 2-2. Jóhanna F. Sørensen og Marita Magnadóttir skoraðu fyri Føroyar

Nýggj vísindalig kanning, vísir, at fótbóltsvenjing er serstakliga munadyggur viðgerðarháttur fyri 55-70-ára gamlar kvinnur við byrjandi typu 2 diabetes

Føroyska flogfelagið verður í 2020 eins og undanfarnu tvey árini aftur høvuðsstuðul hjá Føroya einasta marathon, Atlantic Airways Tórshavn Marathon

Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið U21-landsliðið, sum í september skal spæla á útivølli móti Montenegro og Norðurmakedónia

Kappingin byrjar i morgin og er til sunnudagin, tá finalan verður. Tilsamans fara 109 seyðaghundar úr øllum Europa at kappast um at gerast besti seyðahundur í 2019

Føroyska A-landsliðið við monnum verður við í nýggjastu útgávuni av eFootball PES 2020, sum kemur út tann 10. september

Manchester United helt ikki støðinum frá sterka 4-0-sigrinum móti Chelsea í fyrsta dystinum. Dysturin móti Wolves endaði 1-1

Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Golffelag fyri felagsmeistarakapping á golfbreytini á Glyvursnesi. Úrslitið gjørdist, at Jens Guttesen gjørdist tryggur vinnari við 162 sløgum tilsamans

Mason Mount legði Chelsea á odda á Stamford Bridge longu eftir sjey minuttir og frøðin var stór. Hon vardi í ein tíma - so tagnaði hon burtur

Sambært Sky Sports-journalistinum Gianluca Di Marzio, kendur fyri at vita væl um flytingar, so hava Inter og Alexis Sanchez funnið semju um ein sáttmála