Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

- Tað sær út fyri mær sum, at um Vágbingar selja skip av fjørðinum, so er tað skeivt, men keypa teir skip inn á fjørðin, ja so er tað eisini skeivt

- Hoyr norðan seiga noy, og sunnan kvika nei. Vágagellan við langa i ella svínoyar flata a

- Tað er ræðandi at hoyra yvirlæknan á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, Tórmóður Stóra, greiða frá støðuni á deplinum. At yvir hálvtrýss prosent fleiri innleggingar eru frá januar til september í ár, samanborið við alt árið í fjør

- Hvat bleiv av ætlanini um at fara til Oyragjógvar og víðari til Vága Floghavn við Vágatunlinum?

- Hetta bræv er til Henrik Old landsstýrismann í samferðslumálum, til Strandferðsluna og til Tórshavnar kommunu, um samferðsluleiðina millum Tórshavn og Nólsoy

- Vit hoyra hvønn, dag um tunlar, makrel, aling og um milliarda upphæddir. Ja, pengar nógv av okkum neyvan hava nakra føling við, uttan tá vit lesa um Onkel von Joakim

- Puristar eru bendarar og stavarar, sum ikki arbeiða fakliga, men málpolitiskt. Vit hava als ikki eina fakliga málrøkt, men politiska

- Tað var ein løgin boðskapur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, beyð kringvarpslurtarum á middegi. "Vit vilja ikki finna okkum í, at okkara firðir verða dálkaðir og brúktir til aling, um vit ikki fáa arbeiðspláss á landi"

- Reglan viðvíkjandi persónbilum er, at teir skulu møta í minsta lagi 15 minuttir áðrenn fráferð. Hetta er fráboðað á heimasíðuni hjá Strandferðsluni

- Eitt ávíst trýst er á kommurnar, kanska serliga frá skúlaleiðslum og Lærarafelagnum, um at seta forskúlar á stovn. Tað síggja vit serliga við tí rúmd,“Skúlablaðið” gevur evninum

- Tá ið eg av órøttum eri løgd undir at siga ósatt, vil eg koma við hesum viðmerkingum

- Í 25 ár hevur løgtingið fingið brennioljugjald í milliardaupphædd til ein oljugrunn, sum fór í søguna í 1991 (1992). Tað ørar!

- Fitiprosentið á alilaksinum er lægri, proteininnihaldið er hægri, ongi sár og skaðar, fiskurin er meinlíkur villum laksi, og sjálvandi verður einki eitrandi avlúsingarevni brúkt

- Alt sum ikki hevur við eina uppboðssølu av kvotum at gera verður sópað burtur

- Hvat stendur BBB fyri? Jú, Bíblia, Blokkur, Børsur

- Tað sum komið er fram í seinasta hoyringsskrivi frá fiskivinnunýskipanarbólkinum um broytingar, sum ætlanin er at gera í føroyskari fiskivinnu, verður ein katastrofa fyri føroyska samfelagið

- Tað er ikki ov nógv avgjørt at siga, at Fiskimannafelagið og tess umboð í vinnuliga fylgibólkinum hjá fiskivinnu-nýskipanarnevndini als ikki kenna seg hoyrd í tilgongdini

- Tann sum sigur, at ógildigu atkvøðuseðlarnir skulu teljast við, er tí ikki Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, Føroya løgtingi ella landsnevnd Føroya lýðin

- Hví skal eg velja ein persón, sum er ópolitiskur? Hvat kann eg vænta mær av honum? Kommunalar avgerðir eru jú politikkur!

- Í 1989 skrivaði skyldmaðurin Zacharis Wang eina bók, ”Stjórnmálafrøði” við tí endamáli, at hon skal vera teimum til stuðuls, sum lesa til student og HF-skeið

- Nú 70 ár eru farin síðan fólkaatkvøðan var hildin í 1946, hava mong spurt hvat ið tá hendi

- Sagt verður, at ongantíð áður hava so nógvir politistar gingið í gøtunum í New York, og haraftrat koyra politibilar og sjúkrabilar runt við nógvum ljósum og sirenum gjøgnum gøturnar, tí ongin veit, um fleiri bombuhóttanir koma

- Magnus Rasmussen, løgtingsmaður Sambandsflokksins illnast at Poul Michelsen, landstýrismaður í alimálum, vil broyta alilóggávuna. Hann endar grein sína við: "Lívfrøðilig burðardygd er sjálvt grundstøðið undir alivinnuni, og er tað ikki til staðar, so verður eingin alivinna"

- Fólkaatkvøðan gav onga greiðu á tí, sum atkvøtt varð um, uttan tað, at loysingin fekk 320 atkvøður færri enn amtsstøðan. Tær 481 blonku atkvøðurnar vóru einki verdar

- Fjaldir feilir í bygninginum gjørdu, at tað var neyðugt at gera alt arbeiði í Smæruni í senn. Afturfyri hava vit nú ein bygning, sum er sum nýggjur frá innast til uttast, og sum ikki fer at tørva fleiri byggistig komandi árini

- Ofta verða viðurskiftini máld út frá tí, sum hendir í høvuðsstaðnum og tað stóra byggivirksemið, sum har verður framt, og so verður hildið og tosað um, at soleiðis er tað í Føroyum. Her er tað veruleikan staðiliga verður skeiklaður

- Aftan á at hava lurtað eftir tínum elendigu sendingum á R7, havi eg absolutt onga tiltrúgv til tíni evni at reflektera yvir nakað sum helst. (citat Brynhild Thomsen, journalistur)

- Búskaparráðið, sum í síni frágreiðing kemur við sera víðfevndum tilmælum um, at landsmyndugleikin meira ella minni skal seta kommunurnar undir umsiting, tykist ikki at kenna til ella hava skilt stjórnarskipanarliga rættargrundarlagið undir føroysku kommununum

- Nú tað gongur sera illa við Føroya størstu verkætlan, har Landsverk og TG Verk, brigsla hvørjum øðrum hvør hevur skyldina fyri meirkostnaði og seinkingum, so ljóðar tað nærmast sum um at allar byggiverkætlanir hava verið út av lagi vánaligt frágingnar

- Hvat hevur Tjóðveldisflokkurin fingið burturúr øll hesi 68 árini, hann hevur sitið og grátið um fólkaatkvøðuna? Øll landsfyrisitingin var yvirtikin í 1948, og tá var Tjóðveldisflokkurin ikki við

- Eldraøkið hevur tørv á námsfrøðingum, so tey eldru, kunnu fáa meira innihald í dagin. Øll menniskju ynskja ein innihaldsríkan dag, soleiðis er eisini við teimum eldru

- Eftirsum tað í ovurmorgin, altso mikudagin tann 14. september eru 70 ár, síðani tað sekteriska loysingarliðið phaktuelt tapti eina phólkaatkvøðu, verður sjálvandi mikil phagnaður og hysterisk phestivitas í loysingar-kreðsum

- fjald handan tølandi populistiskt gluggapynt

- Tað er ein bólkur í Føroyum, sum ongan góðan eigur í løtuni. Ein bólkur, sum er raktur av herviligari sjúku, men sum dettur ímillum, tí tey enn ikki eru blivin 67 ár

- Lat meg bara staðfesta, at greinin í Skúlablaðnum tykist lýsa av vantandi virðing fyri tí stóra námsfrøðiliga arbeiði, ið fer fram á dagstovnunum kring landið

- Sitandi samgonga fór til valið í 2015 við slagorðunum ”gjøgnumskygni, rættvísi, opinleiki og greiðar mannagongdir”. Stór og góð orð, sum altíð eiga at vera grundsúlur í okkara samfelag og sum fundament undir okkara fólkaræði

- Heldur enn at tosa um at flyta eldraøkið aftur til kommunurnar, áttu politikarar at sett tænastulóg í gildi umfram at tryggja kommununum eitt javnari fíggjarligt grundarlag

- Hetta stendur í Sosialinum í dag. JA..... mín hugsan var omg, tað er langt úti!

- Eg var eitt sindur kløkkur, tá eg hoyrdi Útvarpið í kvøld, har uppboðssølu-journalisturin, sum er partur av herferðini um at selja fiskirættindir á uppboðssølu, segði frá fiskivinnuráðstevnuni í Løkshøll í dag

- Fólkatalið í Tórshavnar kommunu veksur alsamt, og við fólkatalinum og ferðini á búskapinum eru hús og íbúðir alsamt dýrkað í høvuðsstaðnum

Er tað gagnligt, at miðlar átaka sær leiklutin sum tey, ið velja hvat fyri upplýsingar skulu dyljast og hvørjar skulu koma undan kavi?

- Tað er við sorgblídni at boðað verður frá, at Fólkafundurin 2016 er avlýstur vegna ov lítla luttøku

- Tað gevur á ongan hátt meining at víðariútbyggja fjarhitaskipanina í Tórshavnar kommunu til eisini at fevna um vesturbýin og Argir

- Eg kann sissa tey atfinningarsomu, sum meina, at eldraøkið eigur at verða lagt aftur til landið at fyrisita, við at upplýsa, at ongantíð hevur so nógv og áhaldandi menning verið av tænastunum á eldraøkinum sum nú

- og so verða 8 mánaðir til Mykinesfólk sleppa við báti av oynni aftur

- Í 2015 vóru fimm fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjonist í Tórshavnar kommunu. Í 2030 verða væntandi trý fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjonist

- Tórshavnar kommuna er størsta kommunan í landinum, hevur størsta kommunukassan og ger størstu kommunalu íløgurnar. Bara hetta valskeiðið hevur býráðið samtykt at brúka meira enn eina milliard

- Tørvur er á tyrlupalli í Nólsoy – bæði til sjúkraflutning og ferðavinnu

- Eg vísti í dag nøkrum gestum, okkara vøkru Havn, og fann ikki grafitti vakurt at hyggja at úti á Skansanum. So eg spyrji bara, hvør skal gjalda?

- Hetta málið snýr seg um eina eingangsíløgu, sum mátti gerast, tá landsmyndugleikin valdi við lóg at sleppa sær av við heimatænastuna, eldraøkið v.m. Annars hevur Runavíkar kommuna ein hóskiligan og sunnan rakstur