Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Olga Højgaard fyllir 100 ár í dag. Olga býr enn einsamøll

Í dag fyllir Føroya allar allar kendasti viðmerkjari 50 ár

Tann 1. november 1975 var fyrsti arbeiðsdagur hjá løgreglumanninum Hans Djurhuus, og fyrrapartin í dag var hátíðarløta á Politistøðini í Klaksvík í sambandi við stóra dagin

Í sambandi við, at Tummas M. Jacobsen fer frá fyri aldur í Eik Banka, verður almenn móttøka í høvuðssætinum hjá Eik Yviri við Strond 2 í Havn

- Tey, sum komu um lúnningina á "Claru Mærsk” hin 2. mai í 1975 og kundu heilsa uppá bjargingarmann teirra úr Rituvík, kunnu nú saman við eftirkomarum teirra fara ekkaleys heimaftur til tað landið, tey flýddu frá fyri 40 árum síðani

Tann serligi blái liturin er kendur sum ST-liturin, og tað er fyri at hátíðarhalda ST, at 45 lond í dag eru við í stóra ljósátakinum

Dagstovnurin á Argjum hátíðarhelt í dag, at tvey starvsfólk hava merkisdagar. Sigrid Thomsen og Haldis Stenberg hava arbeitt á stovninum í ávikavist 25 og 26 ár

Týsdagin 6. oktober fekk Hanni Thomsen, deildarleiðari á Trygdargrunni Fiskivinnunar, handaða Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu á Lønjavningargrunninum og Trygdargrunninum í 40 ár

Í morgun varð heiðrað, at Malan Levisdóttir og Marjun Biskupstø í ár hava verið knýttar at Barnatannrøtkini í ávíkavist 40 og 20 ár

Henda myndin er tikin yvir Klaksvíkina seinnapartin í dag, men tað er helst ikki bara í Klaksvík at dagurin í dag hevur verið so avbera vakur (mynd: Jóan Petur Olsen)

“Dronningens fortjenestemedalje i sølv” var í dag latin til 8 sløkkiliðsmenn, sum hava verið meira enn 40 ár sløkkiliðsmenn

Jón Herluf Persson hevur 20 ára starvsdag í fullum starvi, Birgir Davidsen og Rúni Árting hava 20 ára starvsdag í sløkkiliðnum

Í morgun bjóðaði Dagstovnurin Undir Brúnni morgunmat í sambandi við, at Gísla Poulsen hevur 20 ára starvsdag í dag

Í dag eru 45 ár liðin síðani flogvanlukkuna á Knúki í Mykinesi. Dagurin var ein leygardagur, og dagurin í dag er eisini ein leygardagur. Vanlukkan hendi leygarmorgunin 26. septembur 1970

- Ein faðir at eiga er betur enn gull, fyrimynd hjartans - ja gerandishetja, sum viljan vil brynja og andan lekja, nú sigla vit saman út á havsins rull

Í morgun var hátíðarløta í Tannlæknastovuni í Tórsgøtu 23. Tað eru 4 starvsfólk, sum í ár hava starvsdagar, 20, 30, 30 og 45 ár. Talan er sostatt um nøkur av mest trúføstu starvsfólkunum í barnatannrøktini

Leygardagin 26. septembur, giftast Ásla Lindberta Heimustovu og Pauli Sørensen, Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 12.00

Í morgun var lítið hátíðarhald í Býlingshúsinum Vesturi á Flat í sambandi við, at Birita Weihe hevði 20 ára starvsdag. Sjálv visti hon einki um hátíðarhaldið, sum starvsfólkini og maðurin Petur loyniliga høvdu skipað fyri

Í morgun var morgunmatur á Eysturskúlanum í sambandi við, at Heðin Petersen leggur frá sær