Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Týsdagin 6. oktober fekk Hanni Thomsen, deildarleiðari á Trygdargrunni Fiskivinnunar, handaða Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu á Lønjavningargrunninum og Trygdargrunninum í 40 ár

Í morgun varð heiðrað, at Malan Levisdóttir og Marjun Biskupstø í ár hava verið knýttar at Barnatannrøtkini í ávíkavist 40 og 20 ár

Henda myndin er tikin yvir Klaksvíkina seinnapartin í dag, men tað er helst ikki bara í Klaksvík at dagurin í dag hevur verið so avbera vakur (mynd: Jóan Petur Olsen)

“Dronningens fortjenestemedalje i sølv” var í dag latin til 8 sløkkiliðsmenn, sum hava verið meira enn 40 ár sløkkiliðsmenn

Jón Herluf Persson hevur 20 ára starvsdag í fullum starvi, Birgir Davidsen og Rúni Árting hava 20 ára starvsdag í sløkkiliðnum

Í morgun bjóðaði Dagstovnurin Undir Brúnni morgunmat í sambandi við, at Gísla Poulsen hevur 20 ára starvsdag í dag

Í dag eru 45 ár liðin síðani flogvanlukkuna á Knúki í Mykinesi. Dagurin var ein leygardagur, og dagurin í dag er eisini ein leygardagur. Vanlukkan hendi leygarmorgunin 26. septembur 1970

- Ein faðir at eiga er betur enn gull, fyrimynd hjartans - ja gerandishetja, sum viljan vil brynja og andan lekja, nú sigla vit saman út á havsins rull

Í morgun var hátíðarløta í Tannlæknastovuni í Tórsgøtu 23. Tað eru 4 starvsfólk, sum í ár hava starvsdagar, 20, 30, 30 og 45 ár. Talan er sostatt um nøkur av mest trúføstu starvsfólkunum í barnatannrøktini

Leygardagin 26. septembur, giftast Ásla Lindberta Heimustovu og Pauli Sørensen, Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 12.00

Í morgun var lítið hátíðarhald í Býlingshúsinum Vesturi á Flat í sambandi við, at Birita Weihe hevði 20 ára starvsdag. Sjálv visti hon einki um hátíðarhaldið, sum starvsfólkini og maðurin Petur loyniliga høvdu skipað fyri

Í morgun var morgunmatur á Eysturskúlanum í sambandi við, at Heðin Petersen leggur frá sær