- Vegna Landsstýrið og Føroya fólk vísi eg samkenslu við Hennara hátign Margrethu drotning og húski hennara í sakni og sorg teirra, nú Heindrikur prinsur er farin
- Tá eg fekk eg boðini at Judmund Øregaard, pápabeiggi, var farin um sýnina 81 ára gamal, vóru tað sorgarboð at fáa, hóast vit vistu, at Judmund var sera sjúkur og veikur
- Takk fyri alt tú hevur verið fyri meg, alt tú hevur lært meg, og alt tú hevur gjørt fyri meg. Eg minnist títt vakra smíl, tíni vøkru eygu og tína vøkru rødd. Mítt hjarta er rivnað av hesi sorg, og longsulin eftir tær er ikki til at bera
Fyrrverandi stjórin í Norsk Filminstitutt, Jan Erik Holst, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum í filmsørindum, skrivar í dag minningarorð um donsku Monu Jensen, sum andaðist í farnu viku
Fríggjadagin 20. oktober 2017, skipaði Tvøroyrar Kommuna, saman við avvarðandi, fyri virðiligum minningarhaldi við Stórá til minnist um Bára Jespersen Olsen og Dánjal Jákup Nielsen, ið lótu lív í syrgiligu druknivanlukkuni við Stórá hin 13. februar 2007
- Alt fær ein enda í hesi verð. Nú eru fá fólk á lívi, eftir at vit settu búgv í uppskornum torvheiðum her uppi undir ovara Varða, sum tað kallaðist tá, síðst í 1950- og fyrst í 1960-unum
- Síðani Jákup andaðist, havi eg kent á mær, at eg átti at fest nøkur fá orð á blað við eini tøkk fyri ta lutfalsligu stuttu tíð vit høvdu saman um eitt spennandi tiltak
- Hann lyfti føroyskan hondbólt upp á eitt hægri støði og fekk H71 at blanda seg millum tey størru feløgini við at vinna á øllum teimum – tó, at tað ikki rakk til meistaraheitið
- Hin 28. februar 2016 fór mamma frá okkum. Kona, mamma, svigarmamma, omma, langomma og olduromma okkara fór heim í ævinleikan. Hon var móð, hesin seinasti veturin var strævin
Tá bretar loystu gátuna um loyniliga samskiftið hjá týskinum umvegis Enigma-maskinuna, vunnu teir ein avgerandi fyrimun, sum helst stytti kríggið við tveimum til fýra árum
- Brádliga varð Kjartan ryktur burtur frá sínum kæru - frá heimlandi, felagsskapi, arbeiði, vinum – ja alt steðgaði upp, nú ein av Føroya frægu synum mátti dvína á lívsins vígvølli
Alek Bech av Tvøroyri var borðtennisstjørnuskot, sum kom undan kavi í 1960-árunum, og hesin fótfimi, kviki og skjóti unglingi hevði borðtennisevni, sum sjáldan vóru sædd í Føroyum
Johannes Birger Brandal, andaðist umborð á Slættaberg 04. januar 2016, 63 ára gamal. Kristian Óli Frits Niclasen, druknaði í Hvannasundi 29. mars 2016, 68 ára gamal
- Mortan Holm fer til jarðar í dag. Og hóast eg ikki lærdi hann at kenna fyrr enn fyri fáum árum síðani - tá hann longu var blivin gamal - kann eg ikki lata vera við at skriva nøkur orð
- Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú Sverre Midjord, fyrrverandi løgtingsmaður, fyrrverandi borgarstjóri og býráðslimur fyri Javnaðarflokkin er farin. Hann var flokkinum hollur