Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Løgtingið hevur sínar egnu koppar og skálir við búmerkinum á, og á eini mynd, sum var løgd út á Facebook av LGBT herfyri, vóru ein koppur og skál hjá Løgtinginum. Hetta hevur fingið løgtingsfólk at undrast, hvussu koppur og skál eru endað á myndini

Klokkan 9 í morgin skipa manningarfeløgini, Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, fyri stórum mótmælistiltaki uttanfyri Tinghúsið, at vísa sína misnøgd við nýggja uppskotið um fiskivinnu. Um somu tíð verður næstan allur tann føroyski fiskiskipaflotin á Havnini

- Tað er reint møsn at tosa um, at ein ávís grein í hjúnabandslógni nú “er yvirtikin”, tí fólkakirkjan er yvirtikin. Slík tulking er ikki sædd áður, og kann viðføra heilt óvanligar fylgjur

Danski miðilin Den Korte Avis skrivar, at skriviborðsgeneralarnir uttan samband við veruliga lívið, hava oyðilagt danska samfelagið, og dømir sum SKAT og tilflytingin verða tikin fram. Er tað sama við at henda viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni?

Nú liggjandi góðveður hevur verið sæst hetta tíverri aftur í náttúruni. Kongavarði man vera eitt av heilt stóru ferðamálunum nærhendis Havnini

Í vikuskiftinum frættist, at Framsókn hevði havt landsfund. Flokkurin, ið skuldi “røra í grýtuni”, byggja brýr og byggja tíðarhóskandi samfelag og annað orðaskreyt – men sum kortini bara hevur víst seg vera oyralifr

67 prosent av teimum 1900 sum hava svarað í spurnarkanningini á VP beint nú, halda ikki, at vit hava brúk fyri einum Landsbanka

Sjey trol- og línuskip liggja og leggja veiðuna upp á Kósini í Klaksvík, til tey um 150 arbeiðsfólkini á virkinum. Manningin við skipunum telur um 60. Avleidda virksemi av hesum er mikið, men hvussu verður í framtíðini, vita vit ikki

Onkur hevur ført fram, at tá ið okkurt er á vási, so leitar Landsbankin sær hjálp frá Nordea í Danmark, so spurningurin er, hvat Føroyar skula hava ein Landsbanka til, tá ið Gjaldstovan tað sama kundi sent ein teldupost til Danmarkar

2830 hava atkvøtt í spurnarkanningini á VP, har spurt verður, um vit skulu hava nýval, og tað siga 70 prosent ja til

- Moralurin hjá Eidesgaard, Jacobsen og Dahl tyktist verða: Nú er bara hjá Høgna at lora eitt sindur, so fáa vit eina uppboðssølu. Høgni fer í søguna sum politiskt flogvit

Í august 2008 segði Tjóðveldi seg ikki vera stjórnarberandi, tá ið ósemja var um niðurskurðin av fiskidøgum í fiskidagaskipanini, og viðvíkjandi nýggja fiskivinnu uppskotinum sær søgan út til at endurtaka seg

Samgongan stríðist við eina fiskivinnu nýskipan, sum helst ikki er semja um í samgonguni, og eitt uppskot um pensjóns nýskipan er útsett, men hevur annars verið samd um at leggja nógv gjøld á borgarans herðar. Tey stóru málini fæst ikki semja um

Nú ætlanir eru um at seta ferðafólki treytir, sum ætla sær í land í Mykinesi, er vorðið alt meira týðuligt, at hetta er ein stórur biti hjá nógvum at slúka

Føroyar, og harvið Vága Floghavn, er góðkendur partur av One Stop Security Zone, sum merkir, at floghavnin er trygdargóðkend á jøvnum føti við allar floghavnir í Europa

Føroyar sum land er á øllum heimsins kortum, og Vága Floghavn finst á øllum altjóða listum yvir flogvallir í heiminum. Eisini á tí mest kenda og mest brúkta av fakfólkum, sum hava við flogvinnuna at gera, yvirlitinum hjá Jeppesen

- Siðbundnu miðlarnir tykjast als ikki nóg tilvitaðir um tann skaða, ið skeivt journalistiskt handverk kann viðføra fyri borgarar og samfelag - serliga umvegis sosialu miðlarnar. Sjálvt kirkjumálaráðharrin náddi at finnast at sjónarmiðunum alment

Tað kann gerast nógv dýrari enn tær 100 krónurnar, sum tað fyribils fer at kosta at ganga uttan fyri bøgarðarnar í Mykinesi, skrivar Kringvarpið

- Astrup, sum fyri viku síðani tók grovu skuldsetingarnar móti Eik banka aftur, hevur nú, sambært Jan Lamhauge, afturtikið sína afturtøku

Tað er ein øgilig trongd, ið Sjúrður Skaale hevur, at hanga Búa Tyril út, tí hann hevur avgreitt ein prentlut

- Fyrr ráddu sama mentan og somu virðir í Útvarpi Føroya sum í samfelagnum annars. Útvarpið var ópolitiskt og fólk elskaðu tað. Men síðani eitt annað slag av journalistum slapp framat í Kringvarpi Føroya, er vent í holuni

- hava vit valt at lýsa leiklutin, ið Kringvarpið hevur í fólkaræðinum, stendur millum annað at lesa í faldara sum verður borin í hvørt hús í landinum

Facebook kókaði í gjár, tí flogfar hjá einum felag ikki setti seg á flogvøllinum, meðan flogfar hjá hinum flogfelagnum setti seg. Fagnaðurin var stórur, og kann sammetast við at føroyska landsliðið í fótbólti hevði vunnið landsdyst móti danska landsliðnum

Jan Lamhauge er settur á nýggja sendirøð í Kringvarpinum. Heitið á sendirøðini er "Brøðra Stopp"

Henrik Old, samferðsluráðharri, ætlaði ongantíð at sita øll fýra árini sum landsstýrismaður

Ymisk roknistykki hava verið frammi, men á hoyringsfundi í síðstu viku kom fram, hvussu uppboðssølan við tíðini kann máa støðið undan teimum verandi rættindunum

Í spurnarkanningini, sum er á VP júst nú, er eingin ivi um, hvat fólk halda um Kringvarpið: 73 prosent av teimum 1811, sum hava svarað higartil siga, at trúvirðið er fokið

Tað leikar hart á í løtuni í sambandi við fleiri sendingar, sum KVF hevur gjørt, og fleiri finnast at sendingunum, tí tær eru ov manipulerandi. Til dømis verða brot frá bókaframløgu brúkt til tess at prógva svik í skattamáli

Grundgevingarnar, sum borgarstjórin í Havn brúkar fyri at gera flogvøll á Glyvursnesi, eru nakrar tær somu ella neyvt tær somu, sum vórðu brúktar fyri 30 árum síðani, tá ið táverandi borgarstjórin tosaði um flogvøll á Glyvursnesi

Eftir at tað er avdúkað, at Kvf í seinastu sendingini um skattamálið hevur manipulerað og klipt og sett saman bæði myndir og ljóð, so tað skal passa inn í ein samanhang, er vert at spyrja uppaftur: 60 ár afturat við Kvf?

Nógv hevur verið tosað um at bløðini nú skulu gjalda meira til Posta fyri at bera bløðini út. Men hví kann tann eyka kostnaðurin ikki koyrast víðari til kundan?

Tey flestu, sum lurta eftir Løgtinginum í hesum døgum, fáa helst við, at mest vanliga og brúkta orðið á tingi er "maður" í bendingini "mann"

- Posta vil hava stór tøl, nógv at bera út, Miðlahúsið vil hava stór tøl, fyri at fáa lýsingar, og prentsmiðjan vil hava stór tøl, stórt upplag at prenta, men hvussu stór eru veruligu tølini?

47 prosent av teimum 1000, sum hava sagt sína hugsan í spurnarkanning á VP siga, at allir tunlar skulu hava bummgjald

VP hevur lagt nýggja spurnarkanning út, har spurt verður, um allir tunlar skulu hava bummgjald

”Útvarpið hevur fingið váttað frá embætisverkinum í Fiskimálaráðnum, at einki av stóru reiðaríunum noyðist at minka um virksemið tá, ella um lógin kemur í gildi næsta ár”, segði Kringvarpið 9. mars í sambandi við at fimm fakfeløg óttaðust avleiðingarnar

Álítandi keldur vilja vera við, at fyri at temja teir báðar Kristin Michelsen og Bjarna Hammer, er ætlanin at lata Varðanum tey bæði aliloyvini, sum landið ræður yvir í Suðuroy

Í nýggjastu spurnarkanningini á VP, fáa Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin so stóra undirtøku, at flokkarnir báðir høvdu fingið skipað samgongu. Tilsamans fáa teir 62 prosent av teimum 2284 sum hava valt

VP hevur spurnarkanning, sum spyr hvønn flokk tú hevði valt, um val var í dag

63 prosent siga seg ikki taka undir við fiskivinnu nýskipanar uppskotinum hjá samgonguni av teimum 2324, sum hava svarað higartil í spurnarkanningini á VP

Tekur tú undir við uppskotinum hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan? er nýggi spurningurin á VP

Útvarpið átti at skamma seg eftir at hava viðgjørt eitt skriv frá fakfeløgunum í Klaksvík í tíðindasending klokkan 18 hóskvøldið. At nevna hvør sent skrivið hevur og so at pensla tað út fleiri ferðir, er sera óvirðiligt og ljótt

Føroyskir journalistar, serliga onkur sum hevur stillað upp fyri Tjóðveldi, kalla semingsroyndina í gjárkvøldið hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, fyri "konstruktivan journalistikk"

Í kjakinum í kvøld í Kringvarpinum var eingin kritiskur spurningur ella spurnartekin sett við, hvat árin uppskotið hjá samgonguni fer at fáa á inntøkugrundarlagið sum tað er í dag, men Bárður skuldi standa skúlarætt

Borgarligi vongurin hevur funnist at reyðu linjuni hjá Kringvarpinum, men tað hevur Kringvarpið gjørt nakað við á nýggju heimasíðuni, har útjavnað verður við borgarliga og kula bláa litinum, um ikki annað

Mentanarnevndin í løgtinginum heldur, at stuðulin skal brúkast á redaktiónini og ikki til el, hita, húsaleigu og annan vanligan rakstur

Í KVF í gjárkvøldið segði formaðurin í Sambandsflokkinum, at flokkurin ikki kundi góðtaka at øll fiskirættindi skuldu útlutast á uppboðssølu. Tí náddu samráðingarnar við samgonguna ikki á mál

Reiðarin og umboðið fyri partrolarar, Dánjal í Skálum, samanbar búskaparfrøðingar við køstaflugu á pallborðsfundinum í Klaksvík í gjárkvøldið

Tá ið teir 9 í pallborðinum í Klaksvík í kvøld fingu seinasta møguleikan at geva fiskiráðharranum eini ráð við aftur til Havnar, var boðskapurin greiður frá øllum, eisini Kristian Martin Rasmussen: Eingin uppboðssøla

Niðurstøða: Vit fáa onga fiskivinnunýskipan 1. januar 2018. Tað mesta sum kann henda er, at verandi skipan verður longd fyribils, nakað sum verandi lóg eisini leggur upp til, við tað at verandi loyvir kunnu endurnýggjast í upp til 5 ár