Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Einstaðni undir antarktisku ískápuni er djúpasta staðið í heiminum

Ein jarðskjálvti við styrki 6,8 er skrásettur 61 kilometrar í ein útsynning úr Davao í Filippinunum, skrivar Reuters

- Nei, einki snýt var, tá menn umborð á Borgaranum fiskaðu tosk, men avreiddu sild

Hesir tríggju hava lokið prógv sum maskinsmiðir á Tekniska Skúla í Klaksvík

Alt koyrir nú aftur sum vanligt í Norðurøkinum. SEV sigur, at talan var um tvey streymslit í morgun, sum ávirkaðu Kunoy, Árnafjørð, Hvannasund og Viðareiði

Bankarnir broyta atburð - nú skalt tú gjalda tá tú skyldar, men eisini tá tú eigur pengar á bók. Okkurt er tó, sum tú kanst gera fyri at avmarka útreiðslurnar

Í gjár var hátíðardagur í Tórshavnar kommunu, nú Karin Jacobsen hevur starvast í kommununi í samfull 45 ár. Karin byrjaði í starvi hjá Tórshavnar kommunu tann 15. desember 1974. Tá var Petur Christiansen borgarstjóri

Veturin er av álvara komin, og er tað heldur ilsligt í dag - eins og tað var tað farna vikuskifti. Hetta ávirkar aftur fleiri leiðir hjá Strandferðsluni

- Gransking á heilsuøkinum er eksploderað seinastu árini, og talið av vísindaligum greinum og virknum granskarum í Føroyum er vaksið ógvusliga

Trupulleikar hava verið í morgun við elveitingini til bygdirnar norðanfyri, og er streymurin farin í tveimum umførum

Allan desember mánað hevur ein serstakur jólafilmur verið at sæð á húsavegginum á ráðhúsinum í Runavík. Síðan 1. desember hevur býráðshúsið verið nýtt sum filmslørift

Onkrir bussar hava avlýst

Ein nýggj kanning, sum granskarar á Havstovuni hava gjørt, vísir, at smáar nøgdir av arvatilfari (DNA), sum eru liknar úr fiski út í sjógvin, kunnu brúkast til at meta um biomassan av toski

Í Pressuni fyrrapartin kunnaði KVF-stjórin, Ivan Niclasen, um, at ætlanin er at kanna, hvør hevur likið nógv umtalaðu upptøkuna til danska miðilin Berlingske

Talan er um eina útstykking til sethús á Kambsdali. Upprunaliga var ætlanin at útstykkja 16 vanlig grundstykkir, men avgjørt varð at gera átta grundstykki í fyrsta umfari

Í vakra kavaveðrinum seinnapartin varð snotuligur bygningur reistur á kampingøkinum í Haldórsvík

Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Teir boða frá, at teir koma til Runavíkar leygardagin uml. kl. 16.30

Nevndin samtykti eftir eitt 14 tímar langt orðaskifti at viðmæla ríkisrættarmáli móti Donald Trump

Sanna Laksá hevur 3. desember fingið handað ph.d.-prógv í búskaðarfrøði frá University of Liverpool Management School

Nógv feitt er í kloakkskipanini í Tórshavnar kommunu, og hetta elvir til stórar avbjóðingar. Tá feitt í spillivatni storknar, tippist kloakkleiðingin. Feittið viðførir eisini tæring og luktampa, tá ið tað rotnar í kloakkini

Leygardagin 14. desember klokkan 15 leggur jólaskipið at undir Bryggjubakka í Havn. Tað er Norðlýsið, sum kemur við jólamonnunum, ið gleða seg at síggja øll børnini taka ímóti

Veðrið var ikki til vildar, tá ið jólatrøini skuldu tendrast í Hesti og Nólsoy sunnudagin. Tí varð gjørt av at útseta jólahaldini í hesum bygdum

Sjúkrakassagrunnurin hevur gjørt av at fíggja nýggja gransking í m.a. Parkinson-sjúku og heilsustøðuni hjá eldri fólki

Miðlastuðulsnevndin hevur í dag játtað átta føroyskum miðlum tvær milliónir krónur í miðlastuðuli á triðja sinni. Átta umsóknir vóru til miðlastuðul í ár. Hetta er sama tal sum í fjør, eins og stuðulsmóttakararnir eru teir somu sum í fjør

Hetta sigur Jacobina Kristiansen, sum hevur fingið játtað 816.745 krónur til sína granskingarverkætlan um ávirkan av langtíðarvenjing hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku

Væntandi fer granskingin at hava stóran altjóða týdning og áhuga, bæði fyri gransking í veðurlagsbroytingum og í livilíkindunum í teimum nevndu havøkjunum

Fyrrapartin kyknaði eldur umborð á russiska flogberanum «Admiral Kuznetsov». Seks persónar eru skaddir og ein saknaður

Í september fingu vinnukundar negativa innlánsrentu. Í dag boðar bankin frá, at innlánsrentan hjá privatkundum eisini verður negativ frá mars 2020. Men bústaðarrentan lækkar eisini

Sanksjónirnar hjá USA noyða fleiri kubanar at brúka ross og neyt aftur í arbeiðinum á garðinum og í flutninginum á oynni

Tað er vakra jólatekningin hjá Juliu Bógadóttir, sum í ár prýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu

Filmframleiðarin Harvey Weinstein og húsagangsrakta filmsfelag hansara rinda umleið 170 milliónir krónur til fleiri kvinnur sum hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang

Sunda kommuna bjóðar lesandi at nýta skúlan við Streymin sum lestrarhøli í jólafrítíðini. Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí, og sum eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku

Ein samanstoytur var í Norðragøtu um fimm-tíðina í kvøld. Tveir persónarbilar stoyttu saman, men tíbetur stóðst ikki nakar álvarsligur skaði av hesum

TV2 skrivar, at persónarnir verða stillaðir fyri grundlógarforhoyr í dag

Felagið Tórshavn og Tórshavnar kommunu hava í dag undirskrivað ein sáttmála, ið inniheldur ein avrikslista fyri 2020, har báðir partar binda seg til at loysa ásettar uppgávur

Granskingarnevndin hevur á fundi 5. desember 2019 játtað stuðul til fimm verkætlanir á heilsuøkinum

Harða frostið og síðani blotið í jørðini við nógvum regni seinastu dagarnar hevur, sum so oftani áður, elvt til, at tilfar er loysnað og rullað oman á vegateinar ymsastaðni í landinum

Tórshavnar kommuna hevur boðið fyritøkum til at verða undangóðkendar til kappingina um heildarætlan fyri økið við Stórutjørn

Ætlanin er, at niðara høllin í Finsen skal vera karmur um ávíst spæli- og virknistilboð til børn og barnafamiljur

Kommunulæknin Sigrid Nónsgjógv er nú eisini flutt niðan í Miðlon. Hetta er seinasta broyting í læknaflytingunum á hesum sinni

Kvf noktar at útflýggja ráupptøkur og keldu til myndirnar

Í september vóru um 14.400 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum ella 52% menn og 48% kvinnur

Jón Fríðrik Kjølbro hevur eisini starvast sum dómari í Føroyum

Talan er um fuglakrím og fyribils skulu 27.000 hønur og dunnur avlívast

Greta Thunberg skal halda røðu í Madrid í Spania, í sambandi við klimaráðstevnuna COP25 sum verður hildin nú

Fyrsta próvtøkan á talgildu próvtøkuskipanini, Wiseflow, varð í dag hildin á Søgu- og samfelagsdeildini. Wiseflow, sum eisini verður nýtt á fleiri fólka- og miðnámsskúlum í Føroyum, er ein talgildur pallur til próvtøkur

Tíðliga í desember fingu øll vøggustovu- og dagrøktarbørn í Klaksvíkar kommunu jólatilfar frá Námsfrøðiligu ráðgevingini, sum skal vera við til at menna bæði mál og rørslur hjá børnunum

Grundlógarforhoyr var í Føroya Rætti í dag, og har avgjørdi dómarin, at maðurin, sum skjeyt frá hond við einari høglbyrsu í Miðvági í gjárkvøldið, skal varðhaldsfongslast í fýra vikur

- Besta jólagávan, eg kundi droymt um, skrivar hon á facebookvanganum Mítt lív við Cystiskari Fibrosu

Á eitt ára stovningardegnum hjá Heimafriði í dag handaði felagið skipasmiðjuni MEST heiðursbræv