Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon

Ísland hevur sett eina gjørda og galdandi avtalu um lodnufiskiskap fyri 2018 úr gildi

Norður Korea hevur góðtikið eina innbjóðing frá Suður Korea um at hava almennar diplomatiskar samráðingar tann 9. januar

Nú fer uttanlandsnevndin hjá løgtinginum til Bruxelles og Moskva. Vitjanin í Bruxelles byrjar 22.januar, og haðani fer nevndin til Moskva 24. januar, har hon steðgar til 27. januar

- Framtíðarætlanirnar fyri børn og ung við sálarsjúku eru ógreiðar, og tað er nógv, sum bendir á, at hesi ikki eru raðfest serliga høgt

Bill Justinussen hevur sett ein fyrispurning til Kristinu Háfoss, har hann vil hava at vita, hvussu nógv tað almenna hevur útgoldið limum í Pedagogfelagnum í lønum, eftir at verkfallið/verkbannið gjørdist veruleiki

- Hóast uttanríkispolitiska lógin er samtykt bæði á fólkatingi og á løgtingi, so ivast Anders Samuelsen ikki í, at tað eru danskir myndugleikar, sum hava tulkingarrættin

Í nýggju bókini "Fire and Fury", sum kemur út í næstu viku, eru ein røð av skakandi avdúkingum um lívið í teim Hvítu Húsunum, síðan Donald Trump tók við sum amerikanskur forseti í fjør

Á donsku fíggjarlógini fyri næsta ár stendur, at tríggjar milliónir verða latnar til føroysku FarGen-verkætlanina

Donald Trump svarar hesum ákærunum aftur og sigur, at Bannon má hava mist vit og skil

- Eisini eru tað tey manglandi rættindi, sum borgarar í Føroyum merkja, sum skapa gjáir. Tí kunnu øll ikki siga, at tey liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt

Líka útbúgving gevur ikki líka løn. So einfalt er tað. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, kveistrar til viks kravið hjá Pedagogfelagnum

Høgni Hoydal, fiskiráðharri, er ikki errin av tilgongdini at fáa eina fiskivinnulóggávu, men hann er errin av úrslitinum, sum kortini ikki var so gott, sum hann og landsstýrið høvdu sett sær fyri

- Tað er ikki gerandiskostur, at iranar fara út á gøturnar fyri at vísa teirra ónøgd við tað islamiska stýrið í landinum og tann haltandi búskapin, sigur Puk Damsgård, talsfólk hjá DR í Miðeystri

- Tann 20. apríl 2013 boðaði Aksel frá á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum, at ”Javnaðarflokkurin fer ikki aftur í samgongu við Fólkaflokkin so leingi, eg eri formaður!”

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur í dag viðmerkt spentu støðuna í Iran

Í nátt vórðu níggju mómælisfólk dripin í samanbrestum við løgregluna í tilsamans trimum býum

- Nær verður kravt, at eftirlitsfólk eru umborð á skipunum, hvør ber kostnaðin av hesum eftirliti

Tað er nú lógligt at nýta kannabis fyri hugnan skuld í Kalifornia. Vónin er at fáa fatur í nøkrum av teimum 31 milliardum krónunum, sum tann ólógligi kannabismarknaðurin í statinum er mettur at vera verdur

- Vit hava mangan latið tað, sum er øðrvísi, - og í okkara eygum negativt - rátt fyri, hvussu vit hava sæð hvør annan. Hetta forðar fyri samstarvi

Stýrið í landinum góðtekur ikki, at fólk mótmæla politikkinum, sum verður førdur

Javnaðarflokkurin heilsar Heðini Mortensen, nú hann á nýggjárinum hevur sitið í samfull 45 ár sum fólkavalt umboð í býráðnum í Havn

ST aðalskrivarin António Guterres hevði ilt við at fjala, hvussu vónbrotin hann var yvir árið 2017, tá hann helt sína árligu nýggjársrøðu

Eitt alsamt vaksandi tal av iranum eru farnir út á gøturnar í fleiri býum í landinum, harímillum í høvuðsstaðnum Teheran, til tess at vísa teirra ónøgd við teir høgu prísirnar á gerandisvørum eins væl og tað høga arbeiðsloysið í landinum

Fleiri rættarmál verða umhugsað, og eitt teirra snýr seg um vírda fótbótsvenjaran Pep Guardiola, sum las eina yvirlýsing til frama fyri sjálvstýrisrørsluni á einum stórum fólkafundi í juni

Politiska fatanin í fyrisitingini er at brúka almennar játtanir til almenna tjóðarfelagið Atlantic, tá ið flogið verður, og hetta umfatar eisini føroysku sendistovurnar

Sambært Dansk Folkeparti kann ein frá politiskari síðu saktans minka um talið á fólkatingslimum við 10-30 limum. Liberal Alliance tekur undir við hesi hugsan

Børn verða í ein alsamt størri mun útsett fyri neyðtøkum, brúkt sum menniskjaskjøldur ella noydd at luttaka sum sjálvmorðsbumbufólk, sigur Unicef í einari nýggjari frágreiðing

Weah, sum varð kosin til heimsins besta fótbóltsleikara í 1995, hevur fingið 61,5 % av atkvøðunum, skrivar The Guardian

Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri boðar í dag frá á Facebook, at hann hevur gjørt valbólk við Kristinu Roest. Hetta merkir, at Kristin Michelsen nú er í minnilutanum í Tvøroyrar býráð

Eingin kunngerð um nýggju fiskivinnulógina er lýst enn. Men tær eru á veg og koma fyri nýggjár, verður sagt í Fiskimálaráðnum

Vladimir Putin fekk avbera góð tíðindi í dag. Aleksej Navalnyj, tann fremsti mótstøðumaðurin hjá honum, fær ikki loyvi at stilla upp til forsetavalið, sum verður í Russlandi í mars næsta ár

- Eg fái maðk av at hoyra vinnuna í bundnum formi, sum um tað er ein persónur ið hevur eina sjálvstøðuga hugsan og tilvit

Í hesum sambandi er ein góðskuhandbók fyri vantnverkið og vatnveitingarskipanina gjørd. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku

Katalonski felagsskapurin ANC Dinamarca takkar Magna Arge fyri at taka stig til eina altjóða fráboðan um fólkaræði í sambandi við tjóðartingsvalið, sum var í landslutinum í gjár

Foreldur fáa rætt til 2 vikur aftrat við barsilspeningi. Harumframt verður Barsilsskipanin eftirlønargevandi

Eftir at tjóðartingsval hevur verið í Katalonia í dag, er nú greitt, at sjálvstýrisblokkurin, sum umfatar tríggjar flokkar, stendur til at fáa 70 av teimum 135 sessunum í katalonska tjóðartinginum

Ein avleiðing verður helst, at færri lesandi verða tikin inn á Fróðskaparsetrið komandi ár - hetta hóast 96 milliónir krónur eru játtaðar til Setrið á fíggjarlógini fyri 2018

Donald Trump hevur áður hótt við at skerja fíggjarliga stuðulin til londini, sum stríða honum ímóti í hesum máli

- Systirflokkarnir á Fólkatingi seta í felag forsætisráðharranum og uttanríkisráðharranum leiðandi spurningar, og draga føroyskan politikk niður á Fólkating

Løgmaður viðgongur tó, at tað ikki er í lagi, at loyvi verður givið til at flyta veiðiloyvir ímillum skip fyri síðan at kalla tey aftur

Tá Aksel V. Johannesen beinleiðis varð spurdur, um hann helt seg verða nóg væl kunnaðan av Høgna Hoydal, landsstýrismanni, bað advokaturin hann ikki svara

Heðin Mortensen heitir nú á Kristinu Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Anniku Olsen um at fara aftur til samráðingarborðið, so at sáttmálin hjá pedagogunum ikki verður jólatrøll

- Nú innkomuvegurin til Havnina er uppi at venda, er tað altso ótrúligt, at borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, í almennum lesarabrævi roynir at snúgva veruleikan so langt, at tað næstan ikki kann gerast upp

Nú sleppur Inger Støjberg, útlendingamálaráðharri, at velja og vraka, hvussu nógvar kvotaflóttar hon vil hava til Danmarkar um árið. Amnesty Danmark kallar skipanina fyri eitt søguligt danskt svik av flóttum

Og síðan til Tjørnuvíkar. Hetta sigur meirilutin í fíggjarnevndini í álitinum til fíggjarlóg. Fíggjarlógin fyri 2018 varð samtykt í nátt

- Útreiðsluvøksturin er helst ov stórur, tí henda samgongan lovaði varsemi. Men nógv tiltrongdar raðfestingar eru gjørdar kring alt landið

- So mínir góðu vinir, sum sita og samráðast, gevið pedagogunum somu løn sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, tí tit hava sjálvi lagt støðið

Tingkvinnurnar, Óluva Klettskarð og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fegnast um, at tað nú er eydnast at fáa sett sjøtul á slóðbrótandi undirsjóarverkætlan

Pauli T. Petersen vildi ikki seta sína undirskrift á broytingaruppskotið frá samgonguni, sum kom ímillum aðru og triðju viðgerð, og ta einu løtuna ætlaði hann at taka orðið, sum samgongufólk annars ikki høvdu gjørt undir viðgerðini

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 varð samtykt fyri løtu síðan við 3. viðgerð í løgtinginum