- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Annita á Fríðriksmørk, forkvinna fyri tingmanningina hjá Tjóðveldi, vil hava málið um Suðuroyartunnilin fyri á samgongufundi

- Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð eru samgonga og andstøðuflokkur gingin saman í samstarv um eina fíggjarlóg áðrenn fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram. Hetta er gott. Hetta ber boð um broytingartíðir. Sjálvstýri hevur við hesum valt at ganga undan

- Aksel V. Johannesen hevur sett seg sjálvan í eitt stórt politiskt dilemma við tí vitleysu binding, hann hevur gjørt við Tjóðveldi, og nú roynir hann so at klistra Sambandsflokkin upp í sítt lagnutunga mistak

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, umboðaði Føroyar á stóru altjóða ráðstevnuni Okkara Hav (Our Ocean), sum fór fram hósdagin og fríggjadagin í Malta, har ríkisleiðarar, umboð fyri kongshús, stjórnarleiðarar og aðrir ráðharrar og stjórnarumboð luttóku

- Vit hava havt ein ávísan trupulleika av russiskum verksmiðjuskipum og teimum donsku vaktarskipunum, sum til tíðir ankra sum best ber til, og volda okkum stóran skaða, sigur Hummarafelagið í hoyringssvari til Vinnunevndina

Bárður Nielsen er blivin sambandskari, enn bæði danska stjórnin og Sambandsflokkurin sjálvur. Og hann er farin í stríð móti nøkrum, sum ikki finst...

Greinin hjá fólkatingsmanninum Sjúrður Skaale, sum stóð at lesa í Sermitsiaq, hevur fingið rættiliga nógvar viðmerkingar. Yvirskriftin í Sermitsiaq er Færøsk kritik: Grønland laver ny Berlinmur

- Hvar er stílurin hjá einum løgmanni, sum brúkar ósannindi til at penta søgur saman, ið ikki hava hald í veruleikanum?

- Tað er í sátt og semju og eftir avtalu við formannin í Fiskimannafelagnum, at eg gevist. Mær hevur dámt væl at arbeitt í felagnum, men eg má ásanna, at tað ber illa til at røkja arbeiðið har á nøktandi hátt, samstundis sum at eg skal røkja ein løgtingssess

- Nú hevur Tjóðveldi alt politiska valdið á fiskivinnuni – bæði í landsstýri og í vinnunevndini. Men soleiðis vildi Sjálvstýri, sum tungan á vágskálini, hava tað

 

Vinnunevndin hevur fingið nýggjan formann og eitur hann Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldinum. Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri kundi gjørst nýggjur formaður, um hann hevði valt seg sjálvan, men tað gjørdi hann ikki

- latið vera við at koyra føroyskar yvirmenn til hús

- Nú pengarnir fossa úr landskassanum, eru góð ráð dýr, og kreativar loysnir mugu finnast, sum geva eina sminkaða mynd av tí, ið veruliga gongur fyri seg. Men at brúka somu pengar fleiri ferðir, er at fara ov langt

- Rætturin til at gera av egna framtíð er ikki sjálvsagdur í Evropa, vísir harðrenda atferðin hjá Spania ímóti katalanska fólkinum. Avgerandi er at fáa staðfest bæði tann interna og eksterna sjálvsavgerðarrættin hjá Føroya fólki í stjórnarskipanini, segði Magni Arge á fólkatingi í dag

FM fyri handverkslærlingar er eitt frálíkt stig fyri at fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið, heldur løgmaður

Veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi, Føroya Væl, hevur fingið nýggja nevnd og nýggjan formann

Hesa vikuna hava Føroyar saman við NORA og Norðurlendska Ráðharraráðnum og í samstarvi við FAO og Commonwealth skipað fyri altjóða ráðstevnu fyri stórhavstjóðir um bláan vøkstur. Ráðstevnan fór fram í Malta í døgunum 2. - 4. oktober 2017

Um uppskotið um fakfelagsgjaldið ikki verður sett í gildið 1. januar 2018, tekur Sonja Jógvansdóttir stuðulin til samgonguna aftur, svaraði hon Bárði Nielsen undir viðgerðini av fíggjarlógini í dag

Á skránni fyri fundin í morgin stendur, at val verður av nýggjum formansskapi, tað vil siga at Javnaðarflokkurin missur formannin. Men Jógvan Skorheim kann gerast nýggjur formaður, um hann tekur undir við tí, tí Jógvan Skorheim og andstøðan hava meirilutan í Vinnunevndini

Útlendingar skulu nú gjalda tríggjar ferðir meira enn fastbúgvandi føroyingar, tá ið teir til dømis flúgva við tyrluni, og hetta verður eisini galdandi fyri Strandferðsluna. Men hvussu verður við danskarum - eru teir útlendingar?

Tingmaðurin Magnus Rasmussen undraðist á nýggja hugtakið undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum sum eitur "løgukendar útreiðslur" og spurdi um hetta er nakað sum er ímíllum løgur og rakstur

Sjálvstýri er ímóti uppboðssølu, men tekur kortini undir við einari fíggjarlóg, har 300 milliónir krónur koma frá uppboðssølu og tilfeingisgjaldið

- Hvussu stórt hevði undirskotið verið á fíggjarlógini um ríkisveitingin var tikin burtur úr fíggjarlógini, eftirlønarskatturin, og allir pengarnir frá vinnuni

- 14. september-samgongan er í ferð við at yvirtaka sera víðfevnda málsøkið útlendingamál frá donsku stjórnini, herundir eru eisini flóttafólkamál. Stórur ivi er um, hvørt Føroyar í heila tikið eru fyrireikaðar til at taka móti flóttafólkum

1. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini verður fyrrapartin

Føroyingar eru ymiskir á máli um, hvat skal standa í føroysku stjórnarskipanini. Her eru nakrar meiningar

Føroya Skipara- og Navigatørfelag tekur ikki undir við, at "Landsstýrismanninum verður heimilað á uppboði at bjóða rættin at veiða ta nøgd"..., men mælir til, at ein nevnd, har landsstýrismaðurin er formaður, og sum er umboðað av øllum flokkum, verður sett at lata rættindi til kvotu av fiskidøgum

 

- Danmark er vorðið ríkari, tryggari og fríari, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað í síni talu, tá ið fólkatingið verður sett fyrrapartin

Kringvarpið var eftir borgarstjóranum í Klaksvík, sum eisini er formaður í Sjálvstýri, sum herfyri segði, at verður uppskotið um fiskivinnunýskipan samtykt, so fer tað at kosta Klaksvíkar kommunu einar 30 milliónir í mistari skattainntøku, og við tí avleidda virkseminum einar 70 milliónir

- Tey, sum skriva og siga frá samanbrestum millum katalonar og sponsku løgregluna, siga ikki alla søguna, tá tey greiða frá, at løgreglumenn skumpaðu fólk til viks á valinum sunnudagin

Fyri at lætta enn meira um hjá íverksetarum og íverksetarafeløgum í Føroyum, hava fíggjarráðharrin og vinnuráðharrin, ið vara av TAKS og Skráseting Føroya, gjørt av at frítaka íverksetarafeløg frá kravinum um at lata TAKS og Skráseting Føroya roknskaparupplýsingar í talgilda XBRL-sniði

 

- At pástanda, at samgongan strikar viðbót til ávísar pensjónistar, sum Bárður Nielsen førir fram í yvirskriftini til grein á portalunum, er bæði misvísandi og skeivt

Løgmaður verður staddur á Christiansborg, tá ið fólkatingið verður sett fyrrapartin í morgin

- Er tað rætt, at generatorar eru norðanfyri, sum kunnu forsýna alt økið og meir enn tað, so skilji eg onki av, at neyðugt er st stongja tunlarnar norður um fjall til tess at gera ábøtur

- Samgongan er óvanliga kreativ, nú hon koppar 25 milliónir krónur yvir á kommunurnar, sum harvið standa eftir við rokningini fyri hækkaðu fyritíðarpensjónina

- Ætli mær tó ikki at keglast um tøl. Tað avgerandi er, at um ongi ógvuslig inntriv verða gjørd í botnfiskiskapin undir Føroyum næsta ár og í rættindini á fjarleiðum, so eigur Líggjas Johannesen ikki at óttast fyri at verða við sviðusoð

- Pensjónistar, ið hava spart upp til ellisárini verða skerdir við kr. 7.608 um árið, um samgongan fremur sínar ætlanir um, at strika viðbótina til ávísar pensjónistar hjá teimum, ið hava eina kapitalinntøku

- Heldur samgongan sínar avtalur við meg, haldi eg eisini mínar avtalur við samgonguna, sigur Sonja Jógvansdóttir við Útvarpið

Magni Arge, fólkatingsmaður og eygleiðari á fólkaatkvøðuni í Katalonia hevur stutta frásøgn frá San Juan, har tað búgva 10.000 fólk. Løgreglan fór við atkvöðuseðlunum, sigur hann

 

- Hetta er ein sorgardagur fyri Katalonia, Spania og alt Europa. Hann er úrslitið av nationalismu og vánaligum politiskum handverki

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, hevur økt játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 millión kr. í fíggjarlógaruppskotinum. Økta játtanin er ætlað til at seta í verk eina lønarskipan, so listafólk fáa tryggari livikor og arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið

Aðalfundur hjá Framøskin Ung, ungmannafelagnum hjá Framsókn, var um vikuskifitð á Loftinum í Hafnia

- Tá eg ynskti teimum góða eydnu, svaraði Puigdemont: "Somuleiðis ynski eg tykkum bestu eydnu við fólkaatkvøðuni, tit hava sett á skrá," skrivar Magni Arge, fólkatingsmaður, sum er staddur í Katalonia

- Í grein í netúgávuni hjá Norðlýsinum mikudagin er Líggjas Johannesen, reiðari og skipari á Klakki, dapurskygdur um framtíðina og útlitini hjá Klakki, eftir at ætlaða fiskivinnunýskipanin er sett í verk

- Er tað nakar sum hevur uppiborið part av vøkstrinum, so er tað okkara gomlu, sigur fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen

Tænastan til børn og ung við sálarsjúku verður styrkt munandi við nýggjum dagtilboði á Landssjúkrahúsinum. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018 er peningur eisini til ein serlækna í barna- og ungdómspsykiatri aftrat, sum byrjar í vár

- Tað er ein samhaldsfastur og skynsamur fíggjarpolitikkur, sum samgongan fer at reka komandi ár. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018 er lagt fram

Landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samulsen, hevur gjørt av at seta pening av til at fara undir triðja og síðsta byggistig av Dugnaskúlanum. Triðja byggistig fevnir um at betra um búeindina og undirvísingarhølini

Hátíðarløta var í dag á bókasavninum á Sandi í sambandi við at økispsykiatriin nú eisini verður í Sandoy og Skúvoy. Harvið er økispsykiatri skipað kring at landið

- Tað var undarligt at lurta eftir tíðindunum á døgurða í dag, har Kringvarpið upp í saman endurtók, at semjan við Sjálvstýri kostaði 21 mió., sum eru játtaðar til Klaksvíkar Sjúkrahús