Í mínum arbeiði á sjógvi og landi havi eg hitt teir bestu gentilmenninar í ketildrakt og teir størstu skálkarnar í 'kjóla og hvítt'
- Richard B. Thomsen í Dansk Forfatterforening

Sambandsflokkurin hevur lagt tvey uppskot fram á ting um, at tað skal verða frítt at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Viðvíkjandi Vágatunlinum frá 1. mai 2017 og Norðoyatunlinum frá 1. mai 2018

- Fólkaflokkurin hevur tilevnað lógaruppskot um fyrisiting av okkara fiskiríkidømi. Við frælsum og tryggum kørmum hevur fiskivinnan ført okkum fram millum tey fremstu í heiminum. Við hesi lóggávu fær vinnan karmar, sum fara at føra okkum enn longri fram

- Sum nú er, hava vit eitt Landssjúkrahús sum stórt sæð einsamalt hevur ábyrgdina av at servicera øllum landinum og so hava vit tvey lokalsjúkrahús, sum fyrst og fremst loysa tað lokalu uppgávuna

- Uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan hjá samgonguni er ein søguligur møguleiki, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Norðlýsið er í løgtinginum og hevur gjørt samrøður við tinglimirnar Jákup Mikkelsen og Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur

Aðalorðaskifti er í dag um Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

- Við nýggju fiskivinnunýskipanini verður staðfest, at eingin privatur ognarrættur verður til fiskatilfeingið, sigur landsstýrið

Aðalorðaskifti verður um menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið í Løgtinginum í morgin

Á tíðindafundinum í dag segði løgmaður nú til endans, at Javnaðarflokkurin er samdur um hetta uppskotið, sum er lagt fram. Poul Michelsen roknaði við at minst 20 tingfólk fóru at taka undir við tí

Eingin skal hava atgongd til meira enn 12 prosent av samlaða tilfeinginum, og eingin skal eiga meira enn 15 prosent av makrelinum

Høgni Hoydal sigur undir framløguni av nýggja uppskotinumn at vit fara frá fiskidøgum til kvotaskipan, og vit fara at fáa færri bólkar. Kvotan verður ikki knýtt at skipinum, men felagnum, sigur fiskiráðharrin, sum eisini boðar frá økiskvotum

Her er uppskotið hjá Landsstýrinum viðvíkjandi fiskivinnunýskipan, sum er lagt fram í dag

Fíggjarmálaráðið hevur sett Bárð Larsen, adjunkt á Fróðskaparsetrinum, at kanna handfaringina hjá TAKS av sonevnda Eik-málinum

Samgongulimir hava ætlanir um at útseta tíðindafundin í dag, tí teir taka ikki undir við uppskotinum hjá fiskimálaráðharranum. Samgongulimir hava heitt á leiðsluna í Sambandsflokkinum um at taka samráðingarnar uppaftur

- Tíðin er komin at gera frælsi størri, og harvið tænastuna fyri øll. Tað kann gerast við at lata peningin fylgja barninum, sigur Fólkaflokkurin

 

Hvørki formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, ella formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, svara ja til spurningin, um uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipanina fær eina breiða semju

Landsstýrið fer á tíðindafundi mánadagin klokkan 14 at leggja fram sítt uppskot um fiskivinnunýskipan. Klokkan 11 um fyrrapartin sama dag er vinnan boðin á hoyringsfund í Fiskimálaráðnum

- Loysnin, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nú hevur lagt fram fyri Føroya Løgting, liggur á fleiri økjum sera tætt at tí heildarheilsuætlan, sum leiðslan fyri Klaksvíkar Sjúkrahús fyri stuttum legði fram

- Nei, henda samgongan hevur ikki verið góð fyri Norðurøkið. Fyrst arbeiðsplássini hjá sjómanninum á uppboðssølu og nú byrjanin til niðurlaðing av Klaksvíkar Sjúkrahúsi

- Hetta merkir ítøkiliga, at í seinasta lagi 1. januar 2018 er settur ein ovasti leiðari fyri sjúkrahúsverkið, sum saman við lokalu staðbundnu leiðslunum koma at mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum

Landsstýrismálanevndin hevur nú fingið skrivligu kæruna frá Fólkaflokkinum um Høgna Hoydal og makrelkvoturnar

- Sambært Almannaverkinum eru viðurskiftini á bústaðarøki teirra menningartarnaðu og teimum við fjølbreki so afturútsigld seinastu mongu árini, at skal økið lyftast upp á eitt nøktandi og virðiligt støði aftur, er tørvur á 212 milliónum

- Fakfeløgini yvirtulka og misskilja. Uppskotið gevur bert enn ein møguleika, nevniliga, at abeiða eftir 67 ár, tó bara um viðkomandi ynskir tað. Pensjónsaldurin verður framvegis 67 og pensjónir skulu ikki ávirkast yvirhøvur

- Tað sum løgmaður segði fyri Løgtinginum tann 31. mars 2016 samsvarar ikki við tað sum løgmaður segði fyri Løgtinginum tann 22. februar 2017, sigur Jacob Vestergaard í kæruni til Landsstýrismálanevndina

- Hvat ger landsstýriskvinnan fyri at tryggja, at borgarar ikki eru fyri mismuni, tá kommunur luta út grundstykki?

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði aðalfund 15. februar, har fleiri nýggj andlit vórðu vald í nevndina. Bjørg Dam, sum var forkvinna í felagnum, stillaði ikki upp aftur, og nývaldur formaður í nevndini er Odd Færø

- Endamálið við lógaruppskotinum er at heimila landsstýrismanninum at útvega Tekniska Skúlanum í Klaksvík og á Glasi nútímans amboð og útgerð

- Skipanin er roynd í Svøríki við góðum úrslitum. Bæði arbeiðsfólk og arbeiðsgevarar hava tikið væl ímóti skipanini. Hon skapar størri nøgdsemi hjá báðum pørtum

Í dag gjalda oljufeløg 27% í partafelags-skatti, meðan onnur feløg í Føroyum rinda 18%. FOÍB metir tað vera skeivt at differentiera partafelagsskattin á henda hátt

- Næstan øll í almennum starvi hava rætt at arbeiða til tey eru 70 ár, og eftir tað kunnu tey fáa møguleikan í tvey ár í senn, um persónurin og stovnurin eisini ynskir tað. Undantakið eru lærarar og námsfrøðingar, sum eru tænastumannasettir

Fólkaflokkurin hevur borið tvey uppskot niðan í Løgtingsskrivstovuna, har annað er viðvíkjandi eini fiskivinnunýskipan og hitt er um at leingja verandi loyvi, um ikki semja fæst um eina nýskipan

Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 82 uppskot fyri Løgtingið, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin

Samgongan og Sambandsflokkurin hava gjørt semju um, at bæði uppskotið hjá samgonguni og Sambandsflokkinum verða borin í Løgtingið við 17 undirskriftum, sum er mannagongdin, tá ið evsta mark er farið

Jacob Vestergaard heldur tað vera sjálvsagt, at føroysk kortdata verða gjørd ókeypis, samstundis sum ein føroyskur kortmyndugleiki verður skipaður

Partur av taluni sum Sjúrður Skaale helt, tá føroyska hjúnarbandslógin var til viðgerðar á f​ólkatingi í dag

Í dag leggur landsstýriskvinnan og samgongan eitt uppskot fyri Løgtingið, sum fer at gera tað munandi bíligari at keypa el-og vetnisbilar

Samráðingarnar millum Sambandsflokkin og samgonguna um at fáa eina semju um eitt fiskivinnuuppskot hava ikki borið á mál, og tíðin er eisini farin at renna undan fyri tí

Málið um fyrrverandi stjóran á Søvnum Landsins er nýggjasta dømið í eini røð av líknandi málum, har leiðandi almenn starvsfólk verða flutt í nýtt starv, sum ikki verður lýst leyst. Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, undrast

 

Sambandsflokkurin fer á fundi seinnapartin at umrøða fiskivinnunýskipanina. Bárður Nielsen sigur við útvarpið, at enn eru nøkur viðurskifti, sum semja ikki er um

Uttanríkis- og vinnumálaráðið fer at lata 1.4 míó. kr. (200,000 dollarar) í neyðhjálp til Suðursudan

- Hvat nyttar tað at hava fólkatingsumboð, sum fyri tað mesta brúka Fólkatingið til undirhald og sum ein skemtipall, har ið spurt verður, hvussu Løkke hevur tað, og at forsætisráðharrin eigur at lurta eftir vermóðir sínari, tá ið tað ræður um politikk?

Russisk kjarnorku-bumbuflogfør nær føroyska markinum og víðfevnt russiskt kavbátavirksemi kring Føroyar og í Norðuratlantshavi eru tekin um økta geopolitiska týdning Føroya, og at hernaðarligi russiski ágangurin er ein verulig hóttan, sum landsstýrið má taka í størsta álvara

- Tað er sjálv býarmenningin, sum hevur slóðað fyri hesi farleið, tí Argir fara at vaksa niðaneftir og úteftir við rúkandi ferð næstu árini

Av tingsins røðarapalli, segði Høgni Hoydal í gjár, at tað verður einki nýtt fiskiloyvi útskrivað eftir 1. januar 2018, um ikki eitt nýtt fiskivinnuuppskot verður samtykt við sær sum landsstýrismanni

Áðrenn tingfundurin var lokin í dag, boðaði tingformaðurin frá, at nú eitur Gamla Sjálvstýri, Nýtt Sjálvstýri bara Sjálvstýri, inntil nýggj fráboðan er komin um navnabroyting aftur, segði tingformaðurin

- Við verandi lóggávu kunnu kommunur sjálvar áseta skattaprosent og barnafrádrátt. Endamálið við hesum uppskoti er, at kommunur eisini fáa heimild at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, skjýtur Fólkaflokkurin upp

- Nývunna Michelinstjørnan hjá KOKS er fult uppiborin og fær stóran týdning fyri føroyska ferðavinnu. Vit fegnast báðir um, at Michelin-fólkini eisini hava funnið matlistar-gimsteinin í Føroyum

- Grundin til at Høgni Hoydal sigur seg ikki fara at skriva út nakað loyvi eftir 1. januar 2018, um eingin semja verður um eitt uppskot, er tann, at hann vil tvinga øll í samgonguni at taka undir við sínum uppskoti

Í morgin fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at avdúka tey, ið skulu listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Í alt eru 2,3 mió. kr. settar av til endamálið

- Tað verður einki nýtt loyvi útskrivað av mær eftir 1. januar 2018, um ikki nýggja uppskotið um fiskivinnunýskipan verður samtykt