Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Nú ber til at søkja inn á gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar, sum byrja í august í 2017

Økið kring Skúlan við Streymin broytist sera nógv, og arbeiðið at grava út fyri nýggjum skúla og ítróttarhøll er nú komið væl áleiðis. Í apríl mánað verða væntandi fyrstu elementini sett upp

Mikukvøldið letur Miðnám á Kambsdali dyrnar upp á víðan vegg. Frá 17 til 21 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar

- Tíðin er komin at raðfesta náttúru og tøkni hægri, til dømis við eftirútbúgving av verandi lærarum, tí tað gevur mest, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

Fróðskaparsetrið fer nú undir árligu kunningina á miðnámsskúlunum. Lagt verður fyri hósdagin í miðnámsskúlanum í Hovi

Flokslærarin í 5. flokki, Barry White Jr, er ikki sum aðrir lærarar. Hvønn morgun heilsar hann næmingunum við síni persónligu heilsan, og hann heilsar øllum

Fólkaskúlaráðið hevur handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, eitt álit um 10. flokk í Fólkaskúlanum. Álitið verður nú viðgjørt í ráðnum, og í næstum verða politisku flokkarnir kallaðir inn til fund

Nú størstu forðingarnar og óhappini vónandi eru farin afturum, fyriliggur ein endalig tíðarætlan fyri byggingina av Skúladeplinum við Marknagil. Sambært tíðarætlanini verður skúlin handaður ánaranum móti sumri 2018

- Vit kunnu tíverri staðfesta, at verandi tøkni, ikki lýkur tey krøv og ynski, ið vit hava til slíka skipan. Tí mugu vit nú eftirmeta, um hetta er rætta skipanin. Tað sigur Regin Marnersson, stjóri í Próvstovuni, eftir at tøknin sveik til undanlandsroyndina hesa vikuna

Av góðum grundum fegnast skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Hans Jón Thomsen, um, at næmingatalið, sammett við seinastu innskriving í 1. flokk, er vaksið við 19 næmingum

Skúlastjórin í Sankta Frans skúla seinastu 20 árini, Selmar Jacobsen, takkaði fyri seg á samkomu í gjár, nú hann legði frá sær. Væl av fólki vóru samankomin í høllini í Sankta Frans skúla at heilsa uppá Selmar, nú hann gavst sum skúlastjóri

Talgilda undanroyndin, sum allir næmingar í 4. og 6. flokki skuldu til í morgun, er útsett. Orsøkin er, at ein servari gekk fyri, sigur Regin Marnersson, stjóri á Námi

Fyribils uppgerð vísir, at tilsamans 285 børn eru innskrivað til fyrsta flokk í Tórshavnar kommunu komandi skúlaár. Tilsamans 60 børn eru haraftrat innskrivað til forskúlarnar

Próvtøkur á miðnámi eru ikki eftirfarandi. Tað er niðurstøðan í kanning, ið byggir á samrøður við lærarar á miðnámi. Olav Absalonsen hevur skrivað grein um hetta, sum er ein av 5 greinum í tólvta Miðnámsriti

Aslaug Olsen hevur verið skúlaleiðari í Hvalvíkar Skúla í 12 ár umframt at hava verið virkandi skúlastjóri í Stranda Skúla seinasta árið

Eitt av lyftunum hjá sitandi samgongu var, at Musikkskúlin skuldi byggjast beinanvegin. Og kommunan fer nú beinanvegin í samráðingar við Húsavarðartænastuna, sum hevði lægsta tilboð uppá Musikkskúlan

Tá ið klokkan var nakrar minuttir í 9 í morgun, steymaðu næmingarnir á Miðnámi á Kambsdali inn í felagshøllina á skúlanum við tí fyri eyga – ella rættari oyra – at lurta eftir jazztónleiki

- Tað er ikki rætt at leggja upp til, at øll eiga at taka eina miðnámsskúlaútbúgving; í sjálvum sær leggur hetta trýst á nógvar næmingar, ið kanska heldur eiga at fara aðrar vegir, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin

- Politiska skipanin skal skjótt taka støðu til, um Nám X skal vera ein sjálvstøðugur skúli, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur fingið ein fyrispurning um byggiloyvi til lestraríbúðir við Marknagilsvegin, tætt við nýggja miðnámsskúlan Glasir

- Tað líkist ongum, at Mentamálaráðið enn einaferð setir kt-vørðarnar til viks, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

EduArctic er ein ES-verkætlan, sum bjóðar skúlum inn í vísindaliga umhvørvið við hugtakandi søgum frá arktiskari gransking í m.a. Føroyum, Svalbard, Íslandi og Noreg

- Í mínum aldri hanga størvini ikki á trøðunum, so eg taki ein dag í senn, sigur Bergleif Brimvík, sum í gjár fekk prógv sum skipsførari frá Vinnuháskúlanum

Tilsamans 36 prógv vórðu handað í dag. Skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar eru nú til reiðar at fara út í vinnuna

Næmingar úr Vágum, sum ganga á tilfeingisbreytini á Fiskivinnuskúlanum, kunnu nú aftur brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum til og frá skúla í Vestmanna

19. januar fingu 7 skipsatstøðarar prógv á Sjónámi. Harumframt tóku 5 teirra dugnaskaparprógv í sigling

Heri Danielsen, sum gongur á miðnámi á Kambsdali, ger vart við, at hann, og onnur við, als ikki eru gjørd til okkara skúlaskipan

Lív Egilsdóttir Olsen og Mortan Absalonson Østerø fingu 15.000 krónur í part sum ískoyti til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving

Danska lógin um forboð ímóti dupultútbúgvingum fevnir ikki um persónar, ið hava tikið hægri útbúgving(ar) aðrastaðni enn í Danmark

- Tað er ógvuliga spennandi upp á tann mátan, at tað verður tann størsti fólkaskúlin í Føroyum í kapping við Skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu

Alsamt fleiri lesa á Fróðskaparsetrinum, men bara ein brotpartur kemur út aftur við einum prógvi í hondini, vísur eitt yvirlit hjá Kringvarpinum

Í samband við at nýggju skúlastýrini, sum vórðu vald í november í fjør, nú fara til verka, skipa felagið Heim & Skúli saman við Mentamálaráðnum fyri evnisdegi fyri øll fráfarandi og nývald skúlastýri í landinum

Rektor á norska studentaskúlanum er troyttur av donskum turistum, sum troppa upp í skúlanum í vónini um at hitta leikararnar í kultrøðini SKAM

Nú ber til at skriva barnið inn í 1. flokk, forskúla og frítíðarskúla á netinum

- Dugir næmingurin í 4. flokki ikki tað, sum kann skal duga í apríl fjórða skúlaárið, nái eg sum lærari lítið og einki at gera fyri at bøta um støðuna, sigur Vibeke Michaelsdóttir, lærari

Nýggjársaftan stóð Magni Skaale endaligu verkligu royndirnar í sambandi við útbúgvingina sum vinnukavara. Á myndini sæst Magni eftir seinastu kavingina á Borðoyarvík

Í heyst skipaði Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli fyri forritanarskeiði fyri børn og ung. Endamálið við skeiðinum var at kveikja áhugan fyri forritan, vísa á møguleikarnar og menna grundleggjandi førleikarnar at forrita

Í gjár skrivaðu Samtakið Articon-Búsetur Í/F og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstakarasáttmála um jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum

Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, lesandi á Námsvísindadeildini, hava kannað, hvussu tví- og fleirmælt børn verða integrerað í Føroyum

Í dag fekk Eliesar Jacobsen, stýrimaður á Brimli, prógv sum vinnukavari

Tórshavnar kommuna bjóðar lesandi at sita á Býarbókasavninum nú á jólum. Lestrarhølini lata upp í dag og eru á ovastu hæddini. Hølini liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna og verða latin lesandi burturav

Tað er føroyska fólkaskúlanum at frama, at eftirútbúgving verður bjóðað út, men tað má vera eitt krav, at amboðini verða raðfest samstundis

Nú er greitt, hvørji listafólkini eru, ið fáa uppgávuna at listprýða Glasir

Andrias Høgenni, sum aftur í ár vann Geytavirðislønina, hevur gjørt tríggar føroyskar stuttfilmar, sum nú eru tøkir til undirvísing á Snar. Tað eru filmarnir ”Eina”, ”Kom og dansa” og ”Stina Karina”

Nú løgtingsfíggjarlógin er løgd fram í tinginum, má eg tíverri staðfesta, at als einki er sett av til at byrja fyrireikingina til bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla

- Vit hava tosað um tørvin á eini ferðavinnuútbúgving, men enn hava vit ikki fylt nakað inn í hana, viðgongur Jákup Andreasen, stjóri á Fiski- og Tilfeingisskúlanum í Vestmanna

Tilfeingisskúlin í Vestmanna skal umsita eina millión krónur sum skal brúkast til at seta eina útbúgving innan ferðavinnu á stovn, ætlar landsstýrið

- er ikki bara ein spurningur um lærarar ella børn, men um at hava eitt eksakt og viðkomandi fakmál - tí ongin kann hugsa longri, enn hann hevur mál til!

Seinasta mánadag luttóku allir 4. flokks næmingarnir á Skúlanum á Fløtum í átakinum #Rita1tíma, sum snýr seg um forritan fyri børn

Í seinasta Skúlablaðnum spyr landsstýriskvinnan í mentamálum undrandi, hvar sparingarnar eru, sum Lærarafelagið tosar um. Tíverri er tað so, at sparingarnar á fólkaskúlaøkinum ikki eru íspunnar av Lærarafelagnum, sigur formaðurin