Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

- Tað er aldursdiskriminasjón at nokta fólki at arbeiða eftir at tey hava rokkið pensjónsaldur

Kynsbýtið í fólkaskúlanum er nú so, at 64% av lærarunum eru kvinnur og 36% eru menn. Tølini aftan fyri myndina eru ársverk

- Eg hugsi mær, at samstarv millum dagstovn og skúla – í einum “forskúlatilboði” – kann vera vinningur fyri børnini og stovnarnar. Í slíkum tilboði kann barnið menna seg, samstundis sum námsfrøðingar og lærarar draga somu línu

Hvørki John Berg ella Rannveig Hovgaard meta, at hvalbiarbørn duga betur føroyskt enn onnur børn í landinum. - Men jeg haldi, at hjá nógvum av teimum er ein áhugi fyri føroyskum – tað merki eg, sigur Rannveig

Ó hevur í dag gjørt samstarvsavtalu við BankNordik, ið hevur við sær, at BankNordik verður ein týdningarmikil og meiri sjónligur viðspælari í arbeiðinum at menna føroyska lestrarumhvørvið

Í dag eru tvey ár síðani Tórshavnar kommuna lat upp Nýskapanarhúsið Hugskotið. Og seinastu tvey árini hava støðugt fleiri íverksetarar leitað inn í húsini í Niels Winthers gøtu at fáa ráðgeving og nógv eisini innivist

Skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling á Kvøldskúlanum endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt at føra skip upp til 24 metrar longd út á 200 fjórðingar

Ein broyting verður, at lærarar skulu hava tríggjar linjulærugreinir, og at allir lærarar fara at hava føroyskt og støddfrøði sum grundlærugreinir

Ein 71 ára gomul lærarinna er meldað til løgregluna, eftir at vakmyndir hava víst hana geva einum fýra ára gomlum næmingi eitt harðligt knæ í ryggin

Stórur partur av lærarunum í fólkaskúlanum eru konufólk; ein amerikonsk kanning bendir á, at hugburðurin hjá kvinnuligum lærarum ávirkar serliga gentur og í minni mun dreingir

Skopunar kommuna miðar ímóti, at børnini flyta inn í nýggju skúlastovurnar eftir summarfrítíðina

- Eg havi altíð havt áhuga fyri náttúruni, tí søki eg havlívfrøði sum fyrstu raðfesting, hóast eg veit, at tað verður stór avbjóðing at lesa á enskum

Í vikuni var fundur fyri nevndirnar í undirfeløgunum hjá Føroya Lærarafelag. 11 nevndarlimir møttu, og teir umboðaðu øll undirfeløgini

- Tórshavnar Kvøldskúli er framvegis Føroya størsti skúli. Og í ár fegnast vit um, at hann er vorðin enn størri

Seinasta mánaðin hava Hósvíkar, Hvalvíkar og Norðskála-Oyrar skúli luttikið í eini filmsverkætlan hjá Listaleypinum. Tað er listakvinnan Floortje Zonneveld úr Hollandi, sum hevur undirvíst børnunum

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá hevur móðurmálsdagurin verið hildin. Í ár er hesin dagur Langi fríggjadagur

Í hesum stuttfilmi sæst Maria Heradóttir, ritstjóri, greiða frá, hvussu málhjólið kann brúkast at læra okkum alt um týska mállæru

Fuglfirðingar hava sett eina bygginevnd at gera eina tørvslýsing í sambandi við at byggja nýggjan skúla. Kortini er eingin staðseting ella nøkur tekning komin á borðið enn

Í dag fríggjadagin 11. mars 2016, fingu níggju maskinistar handað prógv á Vinnuháskúlanum

- Hvørjar førleikar Jógvan Philbrow hevur at meta um tignina hjá lærarum samanborið við tignina hjá námsfrøðingum, seta vit stórt spurnarteknin við, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

- Skuldi tað verið, at Løgtingsins Umboðsmaður kemur til ta niðurstøðu, at samanleggingin ikki er farin rætt fram, og MMR og kommunan broyta fortreytirnar hjá mær at virka undir, so má eg fyrihalda meg til tær treytirnar, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri

Seinnapartin í gjár skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið undir nýggja semju. Sambært semjuni hækka lønirnar

Fríggjadagin var hátíðarhald á Tekniska Skúla í Klaksvík í sambandi við, at sjey timburmenn vóru lidnir við sveinaroyndina

Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum við eini verkætlan um at reinsa havbotnin við trælsrass, vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar

Prógvhandan var á Glasi, Smiðjugerð í dag 4. mars. Talan er um 6 sveinar, sum fingu handað prógv

Mánakvøldið verða dyrnar latnar upp á víðan vegg á Kambsdali. Á skránni er fjøltáttað kunning og kvøldseta

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Hans Jón Juul Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla

Fríggjadagin verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum

Í gjár undirskrivaðu Tórshavnar Kommuna og Samtakið Eind Í/F ráðgevarasáttmála um Skúlan á Fløtum

Fyri fyrstu ferð ber til at søkja inn á Setrið á elektroniskum umsóknarblaði

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti herfyri at játta Lítlaskúla loyvi at reka forskúla og frítíðarskúla til forskúla

Tað vóru góð líkindi at taka dronumyndir í dag, og her er ein upptøka omanyvir Havnina og Glasir

- Í farna mánaði sendi Lærarafelagið Løgtingsins Umboðsmanni spurningin um, hvat ein sjálvstøðugur skúli er, at útgreina

- Tað er skilaleyst at leggja skúlar saman, har undirvíst verður í so nógvum bygningum, og lærararnir sjáldan hittast. Hetta gongur út yvir arbeiðsgleðina, og nógv umhugsa sína støðu í skúlanum

Fiktiva virkið Penta, sum hevur sæð dagsins ljós á Tekniska Skúla í Klaksvík, framleiðir ein haldara til eitt nú mjólkapakkar, sum ger tað lættari hjá fólki við ristingum í hondunum at stoyta úr pakkanum, uttan at raka við síðuna av málinum

“Vit vaksnu eiga at vera fyrimyndir”. Hetta siga námsfrøðiligir ráðgevarar í Tórshavnar kommunu. Leikurin um Knút, sum ikki tímir út, hevur sett ferð á orðaskiftið um børn og teldlar

Sjokkeraðir norskir politikarar sótu bara og gapaðu, tá ið tað skiltist, at miðnámsskúlin í Skien ikki fær nakra kantinu, heldur ikki nakran dansisal og onnur týðandi rúm

Í 2015 bjóðaði Føroya Handilsskúli, nú Glasir, fyri fyrstu ferð út eina merkantila fulltíðar framhaldsútbúgving, sum fekk føroyska heitið Marknaðarførslubúskapur

Tá ið freistin var úti síðsta fríggjadag, vóru fýra umsóknir komnar inn til stjórastarvið í Hoyvíkar skúla

Frítíðarskúlin á Argjahamri skipaði herfyri fyri ein evnisviku um rútmur. Børnini arbeiddu í ymiskum verkstøðum og vóru bólkað

Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í gjár, vóru 26 umsóknir komnar inn. Tað er lægsta tal av umsóknum í nógv ár. Í 2015 komu 44 umsóknir inn og í 2014, sum var metár, komu 48 umsóknir

- Nógvir menningarmøguleikar eru í førleikamenning og eftirútbúgving av lærarum og leiðslum, men hesar eiga at verða samskipaðar meira miðvíst, heldur landsstýriskvinnan í skúlamálum

So at siga øll eru á einum máli um, at tann misbrúkta fartelefonin meinskar undirvísingina í skúlanum. Mátin, ið verður brúktur til at byrgja fyri misbrúkinum, er ymiskur, men øll eru samd um loysnarorðið: Bara tað virkar!

Tilsamans níggju bólkar frá Tekniska Skúla í Klaksvík taka lut í “Ungt Virki” í ár, og finalan verður hildin í Havn tíðliga í marsmánaði

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur tikið avgerð um, at FHS Yrkisnám skal verða eitt av útbúgvingartilboðnum til suðuroyingar komandi skúlaár

Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at fara undir at byggja ein nýggjan barnaskúla í Fuglafirði

- Um ein endurskoðan av ársverkinum merkir, at lærarin skal undirvísa størri part av samlaðu arbeiðstíðini, taka vit ikki undir við tí, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

- Stríðið ímóti forskúlum hevur verið eitt skammleyst stríð, sum ikki fremur menningina av barninum

Í dag byrjar eitt nýtt tíðarskeið í útbúgvingarsøguni í Vági, í Suðuroynni og í Føroyum. Seinnapartin í dag byrja 21 pedagoglesandi á Fjarlestrardeplinum í Vági

Jóhannis Danielsen er settur í starv sum adjunktur í lívfrøði frá 1. februar 2016