At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Fyrsta skeiðið í medisinskari fyrstuhjálp hevur verið á Sjónámi. Talan er um kravda 2 vikur skeiðið til skiparaútbúgvingina

Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, hevur fingið farloyvi til 31. des. 2016, og í hesum tíðarskeiði hevur Mentamálaráðið sett Aslaug Olsen úr Æðuvík sum skúlastjóra í Stranda skúla

Felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2016/2017

Á almennari samkomu seinnapartin lat framsýning upp við uppskotunum til hugskotskappingina um at tekna Skúlan á Fløtum

Hóast skúlastjórastarvið í Vestmanna varð lýst leyst í juli og aftur í september, er starvið ikki sett enn; stjóraloysið elvir til stórar frustratiónir og ótryggleika millum lærarar

Fríggjadagin 8. januar kl. 15 verður almenn samkoma í Niels Finsens gøtu 17, 1 hædd (Bankabygningurin). Borgarstjórin bjóðar vælkomin

Firouz Gaini luttekur í altjóða granskingarverkætlan, sum fer av bakkastokki í 2016

Nú skúlin er byrjaður aftur eftir jólafrítíðina er ókeypis skúla-bussleiðin í Vágs kommunu eisini farin at virka

Fyri jól skipaði ungdómshúsið í Hoyvík, KLUBB 188, fyri einum tiltaki bara fyri gentur, ið bleiv kallað »Girls Night«

Kunnandi fundur um forskúlan á Argjahamri komandi skúlaár verður týskvøldið 5. januar kl. 19.00. Fundurin verður í Miðrók á skúlanum

Fyribilsloysnin við Vestmanna Skúla verður í ein mánað afturat, tí skúlastjórin gjørdist jólatrøll

Í august 2015 byrjaðu 11 føroyskir aspirantar í nýggju aspirantskipanini á Vinnuháskúlanum. Teir 11 aspirantarnir fara í praktikk hjá Smyril Line, Skansi Offshore og hjá Thor Shipping

Valúrslitið fyriliggur nú til valið av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Fyrst í komandi ári byrjar nýggjur kapittul í føroyskari útbúgvingarsøgu, tá fyrsti flokkurin av námsfrøðilesandi byrjar á Fjarlestrardeplinum í Vági. Lesandi úr øllum landinum eru sloppin inn á útbúgvingina

Fríggjamorgunin var fyrsti fundurin hjá arbeiðsbólkinum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett at fyrireika lestrarbý á Frælsinum

Tórshavnar kvøldskúli hevur nú fingið munandi betri umstøður við Vørðsluna í M.A. Winthersgøtu

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin frá 15. januar 2016 at rokna

Fýra valevni hava bjóðað seg fram sum umboð teirra lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Fyri fyrstu ferð verður valið skipað elektroniskt

Vit vilja hava eina loysn á málinum áðrenn jól, sigur forkvinnan í skúlastýrinum

Málið hjá Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðnum er, at allir fólkaskúlar í Føroyum eisini fáa í boði og høvið at íverkseta Vitanet

- Framleiðsla av viðkomandi og dygdargóðum upprunaføroyskum tilfari er eitt av økjunum, sum henda samgongan vil raðfesta, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, við Skúlablaðið

- Fram til 2014 hevur játtanin til fólkaskúlan staðið í stað og er síðan hækkað eitt lítið vet. So kann onkur siga, at so er játtanin í hvussu er ikki lækkað. Men tað er hon

Lestrarstuðulin verður óbroyttur komandi ár, hóast tað í samgonguskjalinum stendur, at lestrarstuðulin verður hækkaður

Nú á jólum bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini, og um jólini verður hæddin latin lesandi burturav

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Signy A. Hermansen í starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla frá 1. januar 2016 at rokna

Síðan læraraútbúgvingin var løgd um til bachelor-útbúgving fyri 7 árum síðan, hevur umleið triðingurin av teimum lesandi á læraraútbúgvingini á hvørjum ári verið mannfólk

Í síðstu viku var freistin úti at søkja skúlastjórastarvið í samanlagda skúlanum við Streymin, sum sambært starvslýsingini fatar um allan skúlabygnaðin í Sunda kommunu

Við at bjóða búskaparfrøði á Setrinum fáa vit eina útbúgving, sum tekur støði í føroyskum viðurskiftum, og samstundis leggja vit lunnar undir gransking, sum kann veita okkum nýggja vitan um føroyska samfelagsbúskapin

Ikki øllum dámar avgerðina at leggja skúlar saman, og krav er komið um at hava fólkaatkvøðu, sum myndugleikarnir noyðast at virða

Síðani Bókasavnið við Løkin fekk framkomna útgerð til videofundir, hevur hetta tilboð fingið góða undirtøku

Fyri at laga seg eftir biologisku rytmuni hjá tannáringum, hevur ein miðnámsskúli í Onglandi innført skúlabyrjan eftir døgurða. Úrslitið er meira konsentreraðir og fokuseraðir næmingar

Fleiri danskir lærarar uppliva, at teir sleppa ikki at undirvísa, tí foreldrini hjá næmingunum eru í flokshølinum - upptikin við at hjálpa børnunum, spyrja læraran um ymiskt ella tosa við onnur foreldur

22. oktober 2015 samtykti Tórshavnar býráð byggiskránna fyri Skúlan á Fløtum

Kvívíkar skúli gjørdi nógv burtur úr evnisdegnum um happing, mikudagin 21. oktober. Næmingarnir vórðu bodnir á kafé, har teir á ymsan hátt arbeiddu við evninum, og har vóru teir allan dagin

Skúlin við Løgmannabreyt er farin undir eina nýggja verkætlan sum snýr seg um at gera skúlan um til eitt mini-samfelag við pengum, handlum, arbeiðsplássum og enntá ALS

- Mentamálaráðið hevur lýst nýtt starv sum leiðandi skúlastjóri í Sunda kommunu, og samstundis hava 5 skúlaleiðarar fingið hoyringarskriv um ætlaðar broytingar í setanarviðurskiftunum

Børnini úr Dímunar Skúla eru nakrar vikur um árið í Havn í skúla, men børnini úr Havn vitja eisini úti í Dímun

Arbeiðið at savna allar næmingarnar frá 1. til 10. flokki í Skúlan við Streymin er byrjað. Býráðið er samt um, at ein arbeiðsbólkur verður settur nú, samstundis sum skúlastjóri verður settur fyri Skúlan við Streymin

Ikki færri enn trý álit eru skrivað um at skipa eftirskúla í Føroyum. Tað seinasta varð handað landsstýrismanninum við skúlamálum í mars í ár. Hetta seinasta álitið staðfestir eisini eftirskúlan í Suðuroy, men hesaferð á Drelnesi við Saltsilona

Í ár hevur 6a á Skúlanum á Fløtum vunnið atgongumerki til HM-undandyst. Í fjør gjørdist Skúlin á Giljanesi vinnarin “Ársins roykfríi skúli 2014”

Fjarlestrardepilin í Vági hevur fingið í lag samstarv við UCC Nord skúlan í Danmark um pedagogútbúgvingina sum fjarlestur, soleiðis at lærarar koma úr Danmark til Føroya at undirvísa einum flokki suðuri í Vági

Ætlanin hjá Sunda kommunu, um at savna allar skúlarnar í nýggja Skúlan við Streymin, verður nú veruleiki frá skúlaársbyrjan 2016/17

Í gjárkvøldið vóru vinnukavaranæmingar frá kavaraskúlanum til munnliga og skrivliga roynd í Tórshavn

Ein nýggj kanning, sum Rambøl hevur gørt fyri Dansk Arbejdsgiverforening, vísir at einans 40% av Teknisku skúlunum í Danmark meta at teirra lærlingar eru klárir til arbeiðslívið

Í valstríðnum segði fráfarandi mentaráðharrin Bjørn Kalsø, at spurningurin viðvíkjandi ferðing hjá lærarum í arbeiðstíð er loystur. Men spyrt tú formannin í Føroya Lærarafelag, Herálv Jacobsen, so er hetta meira ivasamt

Ein av granskarunum handan nýggju norðurlendsku frágreiðingina um ungdóm, sum kallast Nordic Arctic Youth Future Perspectives, er Firouz Gaini

Herálvur Joensen, stýrisformaður, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari, hava fríggjadagin 9. oktober skrivað undir avtalu um at leingja setanina hjá rektaranum við trimum árum

Í sambandi við stóru skúlaútbyggingina í Klaksvík verða eisini hús tikin niður. Henda myndin er av sonevnda Advokathúsinum, sum verður tikið niður

Rannvá Dávadóttir er sett í starv sum skrivari á lestrarskrivstovuni. Rannvá byrjar í starvinum 1. januar 2016

Marknagilsgate: Kostnaðarætlanin heldur, og neyðugt verður ikki at fara í tingið at biðja um eykajáttan, men skúlin verður seinkaður nakrar vikur. Tað fekk Rigmor Dam, mentaráðharri, at vita frá Landsverki