At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Setanarnevndin, undir leiðslu av rektaranum fyri Marknagilsdepilin, hevur sett Steinbjørn Hardlei sum fyribilsstjóra á Føroya Handilsskúla við virknaði frá 16. oktober 2015

Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur latið peningagávu til Føroya Fólkaháskúla. Peningurin kemur væl við hjá skúlanum, sum hevur stóran tørv á umvælingum og ábótum

Tað er langt síðan álagt øllum skúlum at orða trivnaðarætlan. Nú nýggj kanning er gjørd, heitir Mentamálaráðið á allar skúlar um at dagføra trivnaðarætlanina

Høgni Lauritsen, stjóri í TG-Verk, váttar fyri Kringvarpinum, at byggingin av Marknagilsdeplinum kann enda í einum gerðarætti, og at arbeiði harvið steðgar upp

Tað sigur Kjartan Kristiansen, nú fyrrverandi telduvørður í Eysturskúlanum

Hallbera F. West er stjórnmálafrøðingur og farin undir eina ph.d.-verkætlan, sum ber heitið "Lóggávutingið heldur skil á stjórnini - ein spurningur um fólkaræði og dygd"

Umframt tey 685 børnini, sum fóru í fyrsta flokk, í august, byrjaðu 144 børn í forskúla, sum eisini er eitt slag av fyrsta skúladegi

Stutt fyri summarfrítíðina tók Eiðis kommuna avgerð um at seta forskúla á stovn. Orsøkin til hesa avgerðina var fyrst og fremst tær góðu royndir, ið aðrar kommunur hava gjørt sær við forskúla, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla

Mittuniversitetið er á Fróðskaparsetrinum fyri at endurnýggja samstarvsavtaluna frá 2010, og fyri at víðka samstarvið

Tórshavnar kommuna er farin undir enn eitt stig í byggiverkætlanini Skúlin á Fløtum, sum verður størsti fólkaskúli í Føroyum, tá ið hann stendur liðugur um nøkur fá ár

Veljast skuldu nýggjur limur og varalimur fyri Heðin Mortensen og Jógvan Arge at umboða býráðið í stýrinum fyri Tekniska skúla, og nýggju limirnir eru nú valdir

Durita Gunnvør Joensen er sett í starv sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á SFD. Hon tekur við starvinum tann 1. desember 2015

Fríggjadagin hevði Birita Wardum, býararkitektur, framløgu á ráðleggingardagnum hjá samanlagda Kommunu- og Venjingarskúlanum

Fríggjadagin skipaði Vinnukavaraskúlin, saman við Vørn og Landssjúkrahúsinum, fyri venjing fyri vinnukavaranæmingar í trýsttanganum úti á Landssjúkrahúsinum

Í dag er ráðleggingardagur í samanlagda Kommunu- og Venjingarskúlanum. Eitt av evnunum í morgun var framløga hjá Biritu Wardum, býararkitekti, um komandi Skúlan á Fløtum, og frágreiðing frá Heðini Mortensen, borgarstjóra, í hesum sambandi

Í góðveðrinum í morgun runnu næmingarnir á Skúlatrøð árligu skúlarenningina

- Men hvat er tað, sjálvræðið skal brúkast til? spyr formaðurin í Lærarafelagnum

- Vit fegnast um at tað við hesum er vorðið gjørligt hjá fólki at taka enn eina útbúgving í Suðuroynni, hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin og møguleikarnir hjá fólki at støðast í Suðoynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri

- Nógv føgur orð, og ymsu fakbólkarnir hava hvør í sínum lagi eitt boð uppá, hvussu happing kann steðgast. Men vandi er fyri, at so nógv verður tosað, at einki hendir, sigur mamma at 14 ára gamlari gentu

Tað er Rakul Ró, sum spælir lærari í videolagnum og lærarar í Klaksvík, sum eru farnir á skúlabonk

- Í sjeynda Miðnámsriti eru viðtal við formenn í trimum fakfeløgum hjá lærarum. Vit spyrja teir um útbúgvingarpolitikk, brúgvagerð ímillum útbúgvingar, samstarv og annað

Við støði í tíðindum, sum í seinastuni hava borist um flóttafólk í Evropa, hevur Nám gjørt temasíðu á Snar. Sambært marknaeftirlitinum í ES komu 107.500 flóttafólk inn í Evropa í juli í 2015

Molekylerbiologur og ph.d.-lesandi við Institut for Klinisk Medicin á Aarhus Universiteti, Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, skal í morgin verja ph.d. ritgerð sína »Identification and analyses of genetic risk factors for panic disorder«