Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Serliga umrøðan av átakinum Closed for Maintenance hjá Visit Faroe Islands vakti ans

Á felags fundi í Akureyri hósdagin 10. oktobur millum leiðandi borgarstjórar í býum í Arktiska økinum, varð Ráðið fyri Arktiskar Borgarstjórar sett á stovn

Sama er galdandi fyri svensku krónuna. Og tað hevur týdning fyri tey sum fáa lønina útgoldna í hesum gjaldoyrum

Sjefurin í trygdarráðnum í USA, Kevin McAleenan, hevur lagt frá sær. Tað upplýsur Donald Trump

Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at amerikanski oyðarin Donald Cook vitjar. Sami oyðari er partur av Destroyer Squadron 60 við basu í Rota í Spania

USA og Kina hava í kvøld fingið part av eini avtalu kláran sum kann føra til «vápnahvíld» í handilskrígnum

Amerikanska sjónleikarinnan Jane Fonda var handtikin í Washington DC undir klimademonstrasjón saman við felagsskapinum Oil Change International

Fimm fangar frá terrorfelagsskapinum IS eru flýddir, eftir alópini hjá Turkalandi í Norður-Sýria. Tað sigur kurdiska Syrian Defense Forces (SDF)

Ein slangulíknandi fiskur sum andar og flytur seg á landi er funnin fyri fyrstu ferð í Georgia í USA. Myndugleikarnir heita á øll sum síggja fiskin um at drepa hann

Gongdin við øktum útláti av vakstrarhúsgassi heldur fram. Samlaða útlátið í 2018 var 905 túsund tons í CO2 eindum, sum er ein vøkstur upp á góð 5 % í mun til 2017

Í juli vóru 28.150 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 650 fleiri í mun til juli-mánað í fjør. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000

Forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, hevur fingið friðarheiðursløn Nobels í 2019

Um hini Nato londini blíva við at finnast at innrásini í Sýria

Fleiri hundrað klimaaktivistar frá bólkinum Extinction Rebellion hava roynt at stongt flogvøllin London City Airport í protest móti klimagassútlátinum

Stríðið fyri klótuni. Flýggjandi fólk. Matur til svøltandi. Friðaravtalur. Ein pressa undir lási. Nobelnevndin hevur havt stór tema á borðinum

- Nú hava vit sett út á henda hátt í Miðvági, á Velbastað og nú á Sørvágsfirði, og tað hevur riggað framúr væl, sigur ein vælnøgdur Atli Gregersen

London er vorðin kokain-høvuðsstaður nummar eitt í Europa. Hvønn dag verða brúkt minst 23 kilo kokain í bretska høvuðsstaðnum, sambært SKY News

Í gjár skipaðu juniorarnir í missiónshúsinum á Strondum fyri seyðauppboðssølu í bygninginum hjá Høj Flutningi á Hulki

Fimm norsk skip vóru ákærd fyri at geva skeivt upp og fingu hørðu revsingina at tey sluppu ongantíð aftur at fiska í íslendskum sjógvi. Men nú eru íslendingar blotnaðir

- Skyldan viðvíkjandi løgtingsmonnum og landsstýrismonnum hækkaði lutfalsliga mest

Setrið hevur skrásett eina mió.kr. í húsaleigu í 2018, sum hoyrir til 2017. Landsgrannskoðanin heldur tí, at roknskapirnir hjá Setrinum eru ikki rættir

- Avbjóðingar í kt-skipanum okkara hava havt við sær, at fleiri fyritøkur seinastu dagarnar hava fingið áminningarskriv frá TAKS um vantandi AM-gjald, sigur TAKS

Mistonkti maðurin sum skjeyt við eina sýnagogu í Týsklandi er ein 27 ára gamal maður frá deilstatinum Sachsen-Anhalt, sambært Der Spiegel. Minst tvey fólk doyðu í álopinum og fleiri vóru særd

Trygdarráðið í ST kemur saman í morgin til kreppufund um álopið hjá Turkalandi í Sýria. Tað skrivar tíðindastovan AFP

Amerikanska heiluvágsfyritøkan Johnson & Johnson skal rinda endurgjald á 8 milliardir dollarar – yvir 54 milliardir føroyskar krónur

Váta veðrið í september royndist væl í mun til varandi orku. Samanlagt vórðu 50,1 prosent av samlaðu framleiðsluni í september framleidd úr vatni og vindi. Í september í fjør var talið 46,2 prosent

Turkiski forsetin skrivar á Twitter at ein hernaðarlig aksjón er byrjað

Ein springari kom inn á vánna í Miðvági beint fyri døgurða. Roynt var at fáa hann út aftur, men har var einki at gera. Springarin endaði á sandinum

Løgreglan hevur handtikið ein persón sum er mistonktur fyri skotálopið við eina sýnagogu í Halle í Týsklandi. Minst tvey fólk doyðu í álopinum og fleiri eru særd. Tað er jødiska hátíðin Yom Kippur í dag

Í september vóru knappar 850 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 80 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014

Amerikumaðurin Drake Paragon hevur ferðast í nógvum londum við seglbáti sínum. Tá hann liggur í havn plagar hann at gera ymiskt forkunnugt

Framleiðsla og nýtsla av rognkelsum sum lúsatýnari er nýggjari í Nýfundlandi enn í eitt nú Føroyum og fleiri øðrum londum við

Tað hevur ljóðað, at landingarmiðstøðirnar vilja ikki hava fiskin sum er fiskaður inni á havnunum

- Ætlað var, at umboð fyri kommununa skuldi vera til staðar, men táið tað ikki lá fyri, varð heiðurin handaður kommununi í Býráðssalinum í Ráðhúsinum seinrapartin í dag, sigur borgarstjórin

Hvíta Húsið boðar frá at tað fer ikki at samstarva í tí sum nevnt verður ein «órættvís» ríkisrættarkanning hjá Demokratunum

Dramatikkurin í svensku flogferðsluni heldur bara fram. Triðja mánaðin á rað flúgva færri innanríkis í Svøríki

Vágatunnilin er opin aftur fyri ferðslu. Her er mynd av grótinum sum datt undan loftinum

Vágatunnilin er stongdur í løtuni, tí grót er dottið undan loftinum, sigur løgreglan sum er komin á staðið í løtuni. Fólk frá tunnilsfelagnum eru eisini á veg

P/F Fiskaaling hevur sett tvey nýggj starvsfólk. Tað eru tær báðar Birgitta Andreasen og Amanda Gratton Vang, sum verða knýttar til virksemið hjá felagnum

Verkætlanin líður millum annað undir, at ein játtan í 2016 lá heilar 38,5 mió. krónur frá tí veruliga fíggjartrørvinum tá

- Einki er at ivast í, at tað eru fakligar resursir á arbeiðsmarknaðinum í dag, sum ikki koma til sín rætt, helst mest tí, at vit sjálvi ikki hava flutt okkum, segði Bergun Kass, tá hon setti Diversity Week í gjár

Flogfeløg kring allan heim royna at lokka kundarnar við umhvørvisátøkum

Sambært samansettum hagtølum frá heimasíðuni hjá Strandferðsluni fyri summarhálvuna frá apríl til september, so økist ferðafólkatalið framvegis á smærri oyggjaleiðunum meira ella minni

Sambært Sosialinum hevur KVF sett John Johannesen og Barbaru Holm í starv í seks mánaðir

Skógur er besti verjugarður móti veðurlagsbroytingunum. Runt um í heiminum verður arbeitt við at seta trø niður, har sum trø eru feld ella deyð av dálkingini

Tað heldur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, sum í Degi&Viku í kvøld segði, at gamla graslíkið helst var komið á Sørvágssand við sjóganginum

Í morgin verður koyrandi eftir brúnni aftur um Fossá, boðar Vestmanna kommuna frá

Johan Sundstein hevur trupult við at skilja, at hann hevur vunnið so nógvan pening, men samstundis er hann takksamur fyri alt tað, sum telduspælið hevur givið honum

Løgreglan í London sigur at 21 klimaaktivistar frá bólkinum Extinction Rebellion vóru handtiknir um vikuskiftið