At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum

Amerikanska verjumálaráðið sigur at terrorfelagsskapurin IS er beindur burtur úr øllum økjum í Sýria

Nógvur vindur var eisini í Hvalvík í morgun og einir tveir bátar koppaðu og annar av teimum var fluttur nakað

Úrslitið eftir skatt í 2018 var eitt avlop á 14,2 mió. kr. Eginognin rentaði við 6,2 % og solvensurin var 20,5 % við árslok 2018

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur tikið nakrar frálíkar myndir av hvalinum, helst ein nebbafiskur, sum rak á land í Kirkjubø fyrrapartin

Í morgun er semja gjørd millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og Føðslufelagið

Fyrr í morgun varnaðust fólk í Kirkjubø, at ein stórhvalur er rikin á land í Kirkjubø

Á afturlatnu uppboðssøluni á Vørn í gjár vóru 1, 3 og 8 ára rættindi at fiska svartkjaft seld. Minstiprísurin var 0,10 kr./kg

Streymurin er harðastur í dag

Men ikki so nógv sum nú

Skúlar, bygda- og oyggjaleiðir og flogferðsla tarnað av ringa veðrinum

Á fundi í fyrrakvøldið 20. mars varð Hagafelag Føroya stovnað. Umleið hálvthundrað fólk vórðu møtt á stovnandi fundinum í Hornahúsinum

ES toppfundurin er samdur um eitt tilboð til bretar um útseting av brexit

Løgreglan sigur at fleiri hakkara-álop hava rakt fyritøkur og privatpersónar

Uppskotið til samtyktar á ES-toppfundinum í kvøld er at geva Stórabretlandi eina Brexit-útseting til 22. mai, sambært BBC

Úrslitið av afturlatnu uppboðssøluni sum var í dag, verður ikki klárt fyrr enn í morgin, upplýsur VØRN fyri VP

Tvey prosent av kvotuni í Barentshavinum vóru ikki fiskað í fjør, og tað var tí fiskiskapurin var sera vánaligur seinastu tríggjar mánaðirnar av 2018

Millum 20 og 30 milliónir mangla í, bara fyri at varðveita virksemið í ár á sama støði sum í fjør, vísa framrokningar hjá sjúkrahúsinum, skrivar Kringvarpið

Til borgarafundin í gjárkvøldið vóru møtt eini 70 fólk úr Kollafirði, av Oyrareingjum og Signabø, umframt kommunalar politikarar og fólk frá umsitingini í Tórshavnar kommunu

Bjørg Jacobsen eitur nýggja næstforkvinna í Starvsmannafelagnum. Hetta avgjørdi nevndin í felagnum, nú hon hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg eftir aðalfundin 9. mars

Eftirlitsarbeiði hjá TAKS vísir greitt, at fólk, sum leiga út gjøgnum Airbnb, draga ov nógvar útreiðslur frá, tá ið tey geva leiguna upp til skattingar

Gjaldførið hjá landskassanum var í miðal kvarta milliard størri í 2018 enn í 2017 – og væl meira enn lógarásetta minstagjaldførið. Partur av yvirskots­gjald­førinum verður brúkt at rinda niður av landskassaskuldini

Sjóvinnustýrið boðar í dag frá at Dettifoss eitur nú Laxfoss

Landsverk og Kontrast undirskrivaðu í gjár sáttmála um heildarráðgeving í sambandi við, at ætlanin er at byggja Heim í Havn til børn og ung við autismu

Eins og undanfarin ár økti Betri Pensjón um kundaskaran í 2018. Leypandi inngjøldini frá kundunum vuksu á leið 10% í mun til árið fyri. Betri Pensjón styrkir sostatt støðugt sína støðu á marknaðinum

Móttøkan verður fríggjadagin 22. mars kl. 16.15 í móttøkuhøllini á flogvøllinum í Sørvági

- Við støði í kappingarumstøðunum á marknaðinum og útlitinum til framtíðina hava vit valt at steðga og selja virksemi okkara til Karavela, sigur Jan Petersen við Norðlýsið

hiking.fo fer aftur til kjarnuvirksemið

Pól Sundskarð hevur tikið nakrar myndir sum hann kallar "Úr Sørvági út til Drangarnar". Í gjár var nakað av brimi vestanfyri

Bretska pundið helt fram at falla í kvøld. Kursurin liggur á 8,65 krónur, sum er tað lægsta í fýra vikur

Her vísur bjørnin unga sín fyri fyrstu ferð í djóragarði í Berlin

Sambært DMI so fáa vit nógvan vind seinnapartin fríggjadagin. Ættin verður vestan og í hvirlunum upp í 32 m/s

Fyrrverandi landsnevndarformaðurin í Sjálvstýri ilskast tí flokkurin er stýrdur av brøðrasamkomuni, og Jógvani Skorheim

Í dag fekk Norðlýsið bræv frá Kærustovninum at Norðlýsið er kært fyri yvirskriftina: “Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur onga lógarheimild at geva undantaksloyvi”

- Undir eftirlitsvitjanunum varð víst á, at hóast fleiri børn og ung ofta høvdu brúk fyri viðgerð frá sálarfrøðingi, starvaðist eingin sálarfrøðingur í Trivnaðareind 1

ES-forsetin Donald Tusk heldur at ein stutt brexit-útseting er gjørlig, men fyritreytin er, at Undirhúsið góðtekur skilnaðaravtaluna sum samráðst er um

Umboðini í Undirhúsinum í London eru savnað til krepputjak um brexit, eftir kravi frá Labour. Fyrr í dag gjørdist greitt at forsætisráðharrin Theresa May biðjur ES um útseting í tríggjar mánaðir

Seinastu árini hevur TAKS kannað, hvussu nógv fólk upplýsa TAKS um leiguinntøku sína, tá tey leiga út gjøgnum Airbnb. Úrslitið vísir, at bert helvtin av útleigarunum ger tað

Í níggju minuttir stríddust flogskipararnir móti telduskipanini sum noyddi Boeing 737-flogfarið niður

Í kvøld klokkan 20 verður møti í Kedron í Sørvági við Tom Roberts og manskórinum í Ebenezer

Marjus Dam, fyrverandi løgtingslimur, hevur í kvøld greitt bornholmarum frá, hvussu gjørt var í sambandi við at fáa fast samband um Vestmannasund

- Malið handlar um ein stjóra sum hevur valt at siga upp sjálvur, aftaná at vit hava umrøtt eina meirnýtslu, og alt tjakið snýr seg um at vit í ráðnum ikki hava megnað at samskift virðiliga

Kringvarpslógin sigur, at Kringvarpið er óheft av politisku skipanini, men í løtuni verður málið um Liljan Weihe viðgjørt av fjórða landsstýrismanninum síðani tað tók seg upp í fjør

«Order, Order! The ayes have it!» Formaðurin í bretska parlamentinum fær av at vita á forsíðunum í bretskum miðlum í dag

Næraberg, Jókin og Christian í Grótinum keyptu tey 20.000 tonsini av svartkjafti sum vóru seld á uppboðssølu í dag

Norska fyritøkan Wavefoil hevur ment skipsveingir, sum verða settir á bulbin og sum geva eina sparing á upp til 15 prosent brennievni. Royndir skulu nú gerast við Teistanum

Sendimaðurin hjá Svøríki til Kina, Anna Lindstedt, er undir illgruna at hava brotið landsins lógir um trygd ríkisins, skrivar Dagens Nyheter

Eftir at hava verið prentað í Danmark í eitt ár er lokalblaðið í Norðoyggjum nú aftur á Prentmiðstøðini

Kundasambandið millum Deutsche Bank og amerikanska forsetan, Donald Trump, verður nú kannað í USA

Næsta vikuskifti, 23.-24. mars, skipar Fuglakanningarstøðin á Havstovuni fyri teljing av føroyska grágásastovninum

Á móttøku í dag lat Betri Stuðulsgrunnurin 35 hjartastartarar til allar vøllir og hallir kring landið. Umframt hetta verða hjartastartarar settir upp á øllum deildum hjá Betri