Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Týsdagin kom Magnus Heinason aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningum norðanfyri. Heldur meira var skrásett av norðhavssild í ár enn í fjør

Hvønn hósdag millum klokkan 10 og 10:30 veðurlagsstreyka næmingarnir í skúlanum á Giljanesi

Hetta er tíðin, tá ið stovnarnir í Tórshavnar kommunu lýsa eftir fólki. Tað eru fleiri enn 20 starvslýsingar á heimasíðuni hjá kommununi í løtuni

Nýggi stásiligi báturin hjá Havnar Bjargingarfelag, ið kallast Tanum, kom á Havnina í morgun kl 08.30 og legði at á Bursatanga

Nepalska sherpan Kami Rita gjørdist í dag fyrsti persónur í heiminum at klintra upp á Mount Everest 23 ferðir, tá ið hann kom upp á toppin við einum bólki av fjallaklintrarum

Tað er óttin fyri, at ein muslimskur maki fer at broyta dóttrina sum ger, at helvtin av øllum dønum siga seg hava ein negativan ella sera negativan hugburð um evnið

Eini seks samtøk bjóðaðu sær at standa fyri søluni av Pf Postverk Føroya, og Sókn advokatar saman við Hammer Consulting skulu standa fyri ráðgevingini og tilgongdarstýringini

Á triðja og seinasta uppstillingarfundi hjá Vága Tjóðveldisfelag, sum var mánakvøldið, varð samtykt at stilla Ingolf S. Olsen upp sum einasta valevni floksins í Vágum til komandi løgtingsval

Í februar var borgarafundur í Húsavík um Dalstunnilin, har kunnað var um tunnilsverkætlanina. Nú, tríggjar mánaðar seinni, er klárt at fara undir verkætlanina

- Í sambandi við skipan av ferðavinnuni í Saksun ynskir kommunan at taka mótmælisskrivið móttikið 6. mai 2019 og tilhoyrisskrivið til mótmælisskrivið móttikið 13. mai 2019 í størsta álvar, sigur Sunda kommuna

- Ferðin á útlánum økist. Royndir frá seinastu fíggjarkreppu vísa, at útlánini kunnu tvífaldast í eitt stutt tíðarskeið, og tí er neyðugt at halda neyvt eyga við gongdini

Tað vóru 21.478 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum 1. ársfjórðing 2019. Tað eru 935 ella 4,6% fleiri enn sama tíðarskeið í 2018

Georg tekur við sum tíðindaleiðari eftir Heina Gaard, sum hevur verið virkandi tíðindaleiðari. Georg L. Petersen tekur við starvinum beinanvegin

Tann í Føroyum einaferð so illa lýddi bankin hevur verið í andróðri í fleiri ár av einum máli um hvíttvasking í Estlandi. Nú legst enn eitt mál afturat

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing frá granskingarstovninum Nordregio hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Í frágreiðingini verður sagt at norðurlond er eitt øki við framsøknum klimapolitikki

Í Stórabretlandi eru tað nú 181.000 kriminellir bandalimir, um tvífalt so nógvir sum tað eru hermenn í bretska herinum

Ein rannsóknarferð til Marianugrøvina í Stillahavinum setti heimsmet og funnin var millum annað ein plastposi á 11 kilometra dýpi

CommIT skipaði vegna kommunur í Suðuroynni fyri ferðaleiðaraskeiði í apríl og mai

Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at tað tók Fugloyar kommunu gott 11 mánaðar at avgreiða innlitsumbønina frá klagara

Í farnu viku var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum

Í farnu viku var ferðalag umboðandi yrkisútbúgvingar í Riga, har tað m.a. var arbeitt við at geva føroyskum handverkslærlingum møguleikan at kappast í Europa

Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoy við 2,6%, síðani í Vágaøkinum við 2,2%, í Tórshavnarøkinum við 1,9%

Fyri at gagnnýta vatnorkuna meira, er kannað um ber til at leiða meiri vatn í Vatnsnesvatn

45 hval løgdu beinini í Bø fyrr í kvøld og tók drápið bert einar 5 minuttir. Seðlarnir koma út klokkan 7 í morgin ári

Sýslumaðurin Finnbogi Midjord sigur, at seðlarnir koma út á bryggjuni í Sørvági klokkan 7 í morgin ári. 45 hval løgdu beinini í Bø

Fyri løtu síðani legði grindin beinini í Bø, sum Brimil fann seinnapartin. Mett verður at grindin er einar 55 hval

Brimil fann eina grind suður úr Mykines bygd og eru nú einir 6 bátar hjá grindini. Av brúnni á Brimli verður sagt at tað gongst væl at reka grindina sum er komin inn um Gáshólm

Ein royndur flogskipari lendi ferðafólkaflogfar í Myanmar í dag uttan nasahjól. Einki ferðafólk fekk nakað mein

Seinnapartin í dag var 60 ára fagnaðarkonsert í Marghøllini í Sørvági, í sambandi við at Sørvágs Tónleikafelag hevur 60 ára stovningardag í ár

Sum heild eru tingini sum tey skulu

Í vikuni var byrjað upp á útstykkingina á Middagsvarða í Sørvági. Í fyrstu syftu verður grivið út til 18 grundstykkir

Seinna umfar í ódnartøkum var í Miðvági seinnapartin. Her eru nakrar myndir

Akraberg fór at sigla heim í morgun við um 360 tonsum av rækju. Henda túrin landaði Akraberg eisini 630 tons av rækju í Noregi

Nýggi fíggjarstjórin á Bakkafrost, Høgni Jakobsen, er nú farin til verka. Tá Bakkafrost legði úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing fram í Oslo í hesi vikuni, var Høgni Jakobsen fyri fyrstu ferð við

Høvið er spenta støðan ímillum USA og Iran, sigur Pentagon í tíðindaskrivi

Nýggja matstovan letur upp mánadagin 13. mei og skal eita "Skeiva Pakkhús", eins og tann undanfarna

- So hevði ikki alt hetta rokið verið, men tá var altavgerandi, at eingin sum var aktivur í fiskivinnuni, mátti hava nakað sum helst við arbeiðsbólkin at gera

- Valstríð og valplakatir hanga nátúrliga saman og næstu tíðina verða væntandi hópin av andlitsmyndum at síggja á alskyns støðum í almenna rúminum

Í ár fekk Tórshavnar kommuna trettan umsóknir um umhvørvisstuðul og tilsamans var søkt um kr. 858.185. Tey fýra, ið fáa umhvørvisstuðulin fyri 2019, vórðu øll mett at hava sera áhugaverdar verkætlanir innan evnið skundmóta

Herfyri varð ískoytissáttmáli undirskrivaður við Sp/f Gundurs Bussar. Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu

Hevur tú eitt hugskot, sum tú vilt seta í verk? Eitt hugskot, sum kann gera høvuðsstaðin til ein snildari, betri og burðardyggari bý

Her er framløga, frágreiðing og tilmæli frá arbeiðsbólkinum at gera uppskot til umsitingarætlan og at eftirmeta skipanina í fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum

- Í Veltuni halda tey, at í Føroyum eigur at bera til at eta føroyskt grønmeti, antin tað, ein sjálvur veltur, ella tað, ein keypir frá føroyskum veltarum

Í apríl í ár vóru 845 milliónir útgoldnar í lønum. Sama mánað fyri ári síðani vóru 791 milliónir útgoldnar

Alsamt fleiri bussar og leigubilar síggjast nú á føroysku vegunum

Í síðstu viku kom eitt av størstu fóðurskipum í heiminum til landið. Føroyska fyritøkan JT electric hevur gjørt skipið til Luna í samstarvi við Sandgrevstur. Skipið skal liggja á Víkum

Danske Bank hevur útnevnt niðurlendiingin Chris Vogelzang til nýggjan fyrisitingarstjóra frá 1. juni

Ein maður skjeyt við Seven Kings-moskuna í Ilford í London seint í gjárkvøldið

Amazon-stovnarin Jeff Bezos, sum hevur rúmdarfelagið Blue Origin, hevur víst fram rúmdarfar sum skal lenda á Mánanum, á suðurpólinum, innan 2024