Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington

Tann norski alirisin Mowi, fyrr Marine Harvest, misti sostatt 34 ferðir so nógvan laks úr alibrúkunum í 2018 sum árið fyri

- Tá ið so mest akutta endurmenningin er fingin á lag, verður patienturin útskrivaður - til - - - onki!

- Tað sum nú er broytt, er ein sólskinssøga, sigur formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnum

Í dag letur Hey handil upp á Stangavegi 53 í Klaksvík, har Nema heldur til

Umsetningurin var 14,7 mió. kr. Í Vágatunlinum koyrdu 896.864 akfør gjøgnum tunnilin, 57.114 fleiri enn í 2017, ein vøkstur á 6,8%

Julian Assange er handtikin, upplýsur bretsk løgregla

ES og Stórabretland eru samd um eitt «smidligt brexit» við freist 31. oktober

6. apríl var FM í einmansleiki fyri ung hildið í høllini á Giljanesi. Nógvar tilmeldingar vóru innkomnar, so hetta varð ein langur dagur í høllini

Vegurin millum Handilsskúlan og Bónus verður stongdur frá hósdegnum 11. apríl kl. 19 til arbeiðið er liðugt

Semjan millum Reiðarafelagið og Manningarfeløgini í nátt ber í sær, at um til dømis makrelur verður keyptur fyri 3 krónur, so kunnu reiðaríini draga 2 krónur frá

Í kvøld skula stats- og stjórnarleiðarar í ES taka støðu til, um brexit skal útsetast einaferð afturat

Um vikuskiftið fara elbussar at koyra allar rutur í Roskilde. Roskilde er sostatt fyrsta kommunan í Danmark sum fer at brúka elbussar burturav

Granskarar hava almannakunngjørt fyrstu myndina, ið er tikin av einum svørtum holi. Tað sær út sum eitt glógvandi eyga við myrkri í miðjuni

Hav Nordic liggur inni á Sundi í dag og Brennistøðin á Hjalla avskipar ikki minni enn 1600 tons av gomlum jarni úr goymsluni

Sáttmáli varð í síðstu viku undirskrivaður við byggifyritøkuna Konsax. Og nú er longu farið í gongd við at bøta um umstøðurnar á vegamótinum við Hvítanesvegin og Eystara Ringveg

Magnus Heinason er júst liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar. Fyribilsúrslitini vísa, at umleið sama nøgd av svartkjafti er í føroyskum øki í ár sum í fjør

F1 lánið endaði á -0,14% og fyri privatkundar við avdráttarfríum láni kostar tað nú 720 kr um mánaðin at læna eina millión

Søkt verður eftir bæði tíðindaleiðara og avloysara fyri deildarleiðaran á Mentan, sum er í farloyvi. Ætlandi verða størvini sett í fyrru helvt av mai mánaði

Í 2018 var innflutningurin av olju til Føroya methøgur. Hetta er ikki í tráð við orkumálið hjá samgonguni um at fáa helvtina av øllum almennum bygningum at brúka grøna orku innan 2025

Tað vísur innlit, sum VP hevur fingið í samlaða kostnaðin frá tí Liljan Weihe fekk fyrsta ætlanarskrivið tann 30. november 2017

Eftir fleiri ár við negativum lyklatølum og døprum forsagnum eru útlitini nú bjartari

Stutt eftir midnátt legði Semingsstovnurin eitt nýtt semingsuppskot fram fyri Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag, sum góðtóku semingsuppskotið klokkan 01.15

Tvær ísraelskar sjónvarpsstøðir hava gjørt nýggjar prognosur viðvíkjandi valinum í Ísrael, og geva tær ein sigur til forsætisráðharran Benjamin Netanyahu

Benny Gantz sigur seg hava vunnið ísrelska valið og biður forsætisráðharran Benjamin Netanyahu um at viðurkenna ósigurin

Tvær milliónir lógu eftir í fjør eftir reyð tøl tvey ár á rað frammanundan

Alt sýnist peika rættan veg hjá virkinum í Vági

Millum tey sjey nýstovnaðu feløgini í farnu viku var Sp/f Olafsdóttir, hvørs endamál endamál er at reka vinnu innan ferðavinnu, fyrilestrar, myndatøku, marknaðarføring, verkstovur og handil

- Vit vilja fyrst gera vart við at vit ikki eru hoyrdir í sambandi við at roknskapargreiningin verður brúkt sum avgerandi grundarlag fyri einum so týðandi uppskoti

AquaChile er samanrenning av upprunaligu fyritøkuni við sama navni umframt fyritøkunum Los Fiordos, Friosur og Salmones Magallanes

Ovastin í Secret Service í USA, Randolph Alles, er biðin um at fara frá, skrivar CNN

Guðrun & Guðrun eru blivnar tilnevndar sum ársins CSR mótavirkið av danska ELLE

Sambært innliti sum Norðlýsið hevur fingið í notat, so væntar virkisleiðslan í Vestmanna Fiskavirki at virkið fer ikki at framleiða meira enn 10% av svartkjaftakvotuni til matna

Samskipandi eindin skal tryggja, at sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek – Breksáttmálin – virkar í verki á øllum økjum

Pullartarnir undir Bryggjubakka verða virknir aftur í morgin týsdagin 9. apríl kl. 11

Semingsuppskotið er vrakað av bæði Reiðarafelagnum og manningarfeløgunum. Sostatt halda samráðingarnar fram

Viðmerkingar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip til útspælið frá Hilmar Eliasen á flokstingi Tjóðveldisins um vikuskifti

Í farnu viku vóru 44 hjálparfólk á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu á førleikamenningarskeiði, sum Barna- og ungdómsdeildinskipaði fyri

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi fyrisitingarligar mannagongdir í sambandi við, at TAKS setti upp forboðsskeltir ímóti mynda- og videoupptøkum á tolløkinum í Vágum

Seinkingar og tillagingar hava verið í ferðaætlanini síðani, men Atlantsflog væntar at seinni í vikuni er alt komið uppá pláss

Fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin hevur sagt, at eitt sokallað "hart brexit" er tað, sum bretar valdu í 2016

Ongin ivi er um, at innan boring og spreinging hava tey gingið undan, tí í hesum døgum hevur fyritøkan egna framleiðslu av spreingievni

Hetta sigur Martin Kúrgberg, leiðari á Herberginum og Frælsinum, í samrøðu við Local.fo

Theresa May forsætisráðharri sigur at brexit-tingingarnar við Labour krevja «neyðsemjur á báðum síðum», og at tað kann enda við at Stórabretland verður verandi í ES

Tá VP vitjaði í Ruanda í februar 2018 hittu vit unga Samuel Bikorimana sum starvaðist sum ferðaleiðari í Akagera tjóðarparkini. Hann misti bæði foreldrini undir fólkadrápinum sum byrjaði 7. apríl 1994. Eftir 100 døgum vórðu 800.000 fólk myrd

Semingsstovnurin hevur í kvøld lagt semingsuppskot fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið

Tann dripni persónurin og teir skaddu persónarnir eru ungir menn í 20-ára aldri, segði løgreglan á tíðindafundi

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í seinasta umfari í landskappingini var allur ivi burturbeindur

Heimsins størsta ferðanetsíða, Tripadvisor, hevur kosið favorittin hjá teimum ferðandi millum heimsins flogfeløg

Í dag leygardagin verða seinastu leikirnir fluttir í landskappingini í talvi í vetur. Dystirnir í øllum deildum fara fram í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður longu klokkan 10 fyrrapartin

Norska Havstovan vísti á óvissu viðvíkjandi stovnsmetingunum, og hevur gjørt nýggjar útrokningar sum siga, at gýtingarstovnurin kann justerast upp frá 2,35 milliónum tonsum til 4,2 milliónir tons