Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Sunnudagin 13. august kl. 16 verður aftur høvið til at njóta serstaka upplivilsi at vera til guðstænastu í Gjónni við Gjógv, ið er sum ein náttúrunnar katedralur

- Upplivir tú trupla atferð í sambandi við arbeiðið? Kanska eisini verbalan ella fysiskan harðskap? Tað kann vera bæði farligt og óttafult, um man ikki dugur at handfara støðuna

Í morgin leygardagin, skipar rørslufelagið í Suðuroynni Hvistan fyri gongutúri, niðan á Ryskivatn. Hesin túrurin er 9 km langur

Í kvøld, mikukvøldið 2. august, frá kl. 19.30 fer Maria Syderbø Mikkelsen saman við øðrum at hava eitt stuðulstiltak í Perluni í Havn. Tiltakið er til frama fyri eitt serligt átak at hjálpa fátækum skúlanæmingum í Kenja

Árliga regatta siglingin av Eiði til Hósvíkar verður fríggjadagin 4. august. Tiltakið plagar at savna áleið 800 fólk

Nólsoyingar standa á hvørjum ári saman um at skipa ovastevnuna. Ovastevnan 2017 verður 3.-5. august

Tað gekst ikki alt eftir vild hjá amerikanska manninum

Í morgin verður ólavsøkan sett, og her er skráin

Kunna teg um ólavsøku á einum stað. Tú fært lisið skránna, kaga í sangirnar til miðnáttarsangin og kunna teg um bussleiðina á ólavsøku

Aldrandi borgarar í Tórshavnar kommunu venja í Fimi í Gundadali tvær ferðir um vikuna. Venjingartilboðið í Fimi verður boðið teimum, sum búgva heima og sjálv megna at koma til og frá Fimi

Fólk úr øllum landinum ganga í havnargøtum í føroyskum klæðum á ólavsøku, hitta fólk og práta. Hópin av tiltøkum eru á skránni – bæði afturvendandi og nýggj

Tað verður gjørt klárt á Vaglinum og í Vágsbotni til stóru tiltøkini sum verða í høvuðsstaðnum í dag seinnapartin, í kvøld og í nátt

Elinborg við nýggjari útgávu, ein EP, ið kallast “Landið sum eingin sær’’. Eisini er ein vinyl, ið samlar báðar útgávurnar “Spor” og “Landið sum eingin sær”

Fleiri spennandi útlendsk og føroysk tónleikanøvn fara á pall á Vaglinum í Havn nú leygardagin 22. juli frá kl. 16 til 03, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fjórðu ferð skipar fyri Tórsfest

Leygardagin 22. juli 2017 hittast “gamlir” næmingar, sum fóru í 1. flokk í Klaksvíkar Skúla í 1957

Mikudagin tann 19. juli, klokkan 16:00 skipar Býarbókasavnið fyri upplestri og samrøðu. Tey, sum fara at lesa upp eru: Anna Malan Jógvansdóttir, Rúni Weihe og Oddfríður Marni Rasmussen

Í sambandi við at Kunoyar kirkja 1.sunnudag í advent í ár hátíðarheldur 150 ára føðingardagin, hava ymiskar ábøtur verið gjørdar á kirkjuna

Aftur í ár fara tvey flogfør úr Føroyum beinleiðis til Týsklands við ungdómi, sum skal luttaka á stóru altjóða ungdómsleguni hjá Teen-Street

Leygarmorgunin, 15. juli kl. 11:00 verður G!festivalgudstænasta við altargongd

Undir heitinum Mynd krevur samtykki fer eitt nýtt upplýsingar átak ígongd hesa vikuna. Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum

Árliga Laksa- og sølutorgið verður í Runavík leygardagin 22. juli kl. 10-16, har høvi verður hjá øllum vitjandi at fáa eina ókeypis smakkiroynd av leskiliga laksinum frá Bakkafrost

Sól, summar og hugni merkir fyri summi øl, vín og aðrir drykkir. Tíverri eru tey, ið gloyma at lata bilin standa, tá tey hava smakkað sær á. Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi

Tvær summarkonsertir við Gøtu Kirkju Ungdómskóri sunnudagin 9. juli

Á Vaglinum verður í kvøld skipað fyri tiltakinum Wave, og á skránni eru framførslur, lovsangur og tala frá Manuel Delgado. Tiltakið byrjaði klokkan 20 og endar klokkan 24

Í kvøld, 7. juli, klokkan 20, verður skipað fyri einum stórum ókeypis ungdómstiltak á Vaglinum í Havn. Tiltakið hevur fingið heitið Wave

Tiltakið verður úti í Støð. Har verður matsøla, sølubásar, barnatiltøk, harmonikutónleikur, felagssangur, føroyskur- og enskur dansur

1. sunnudag í juli - í ár sunnudagin 2. juli - er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum

Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólki er sum høvuðsregla 70 ár, og nú Jógvan Arge hevur rokkið teimum sjeyti árunum, heldur hansara fasta starvsetan uppat

Í sambandi við eldsbrunan í Varðanum Pelagic tann 9. juni í ár, skipar Tvøroyrar kommuna fyri borgarafundi í skúlahøllini í Trongisvági mikudagin tann 28. juni 2017 kl 19 til 21

Leygarmorgunin 24. juni kl. 11 fer Sámal Petersen at hava matiné í Hoyvíkar kirkju

Í kvøld mikukvøldið 21. juni kl. 21.00 skipar Tórshavnar kommuna fyri árliga tiltakinum Summarsólstøður í Sandagerði

Hóskvøldið 22. juni kl. 20 skipar Kavaraskúlin fyri almennum fyrilestri um kaving í holum. Fyrilestrahaldari er føroyski holukavarin Bogi Krossteig

Eftir gudstænastuna í Argja kirkju í morgin, fara arkitektarnir frá Brim Arkitektum, Magnus Magnussen og Páll Holm Lave at kunna um nýggju kirkjuna á Argjum

Komandi týsdag 20. juni verður góði felagssangurin hjá Tilhaldinum fluttur yvir í matarhøllina á Lágargarði

- Einki er so irriterandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, og so ikki duga teir. Og ja, tú læs rætt, tað tekur bara 3 tímar at blíva effektivari við í Outlook

Í vikuskiftinum savnast spælsmiðir á Føroya Tele at framleiða telduspøl

Í sambandi við, at nýggja heimið “Frælsi” letur dyrnir upp fyri almenningum, verður skipað fyri konsert í Mentanarhøllini á Eiði

Týskvøldið 13. juni kl. 20.00 fer Sámal Petersen at hava solokonsert í Vestmanna kirkju

Almennur borgarafundur verður í skúlanum í Kaldbak mánakvøldið 12. juni kl. 19.00

Fleiri myndir frá Countryfestivalinum í Sørvági, sum var hildin í góðveðrinum í dag og í kvøld

”Eitt super gott skeið, sum bæði gav mær orku og stríðsvilja". Kom á skeið í morgin. Skeiðið fær heili 11,5 í miðal. Tilmelding nú á www.synergi.fo

Við støði í umhvørvispoliltikkinum Grøna leiðin verða plantuskeið í Nólsoy dagarnar 10. og 17. juni. Maud Wang Hansen fekk játtað umhvørvisstuðul 2017 frá Tórshavnar kommunu at gera ein lítlan plantuskúla

Reyði Krossur fer at senda 315.000,- krónur 1. juli til hungursraktar familjur í Suður-Sudan

Mikudagin tann 15 juni hevur Krabbameinsfelagið Opið hús. Opið hús er eitt nýtt tilboð, ætla fólkið, sum hava ella hava havt krabbameini

- Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. Stuttligt at putlast við í summarfrítíðini. Nøkur fá pláss eftir!

Tórshavnar kommuna fer nú saman við borgarunum í hernað ímóti garðaskøruni. Kommunan hevur latið gera serstaka sjálvgreiðslu, har tú kanst boða frá garðaskøru, so vit kunnu basa spjaðingini

Freistin at melda til Ung í arbeiði er í dag á middegi 6. juni kl 12:00

Týskvøldið 6. juni kl. 19:30 – 21:30 skipar Rithøvundafelag Føroya fyri einum tiltaki um upphavsrættindi í Perluni í Havn. Endamálið er at fáa lýst støðuna, sum hon er í dag

Aftur í ár verður skipað fyri útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali 2. hvítusunnudag klokkan 11.00

Komandi sunnudag, hvítusunnudag, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í flestu fólkakirkjunum kring oyggjarnar