Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Mentanarnáttina, fríggjakvøldið 2. juni, verður Setrið at hitta í Fabrikkini hjá Öström á aðru hædd frá kl. 19.00 til 23.00. Skráin er fjølbroytt

Í vikuni koma heilar tvær upprunaføroyskar myndabøkur út. Talan er um tveir royndar og væl umtóktar høvundar, Bárð Oskarsson og Elsubeth M. Fossádal

Á Mentanarnáttini 2. juni, fer LS aftur at vísa støð fram á sjúkrahúsinum, sum borgarar vanliga ikki hava atgongd til. Tvær rundvísingar verða

Konsertin byrjar í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Smæruni klokkan 20.00 í annaðkvøld 1. juni. Kórið hevur 16 ymiskar sangir á skránni í annaðkvøld, og spenna teir á allan hátt rættiliga viða

Nýggja vatnbreytin verður tikin í nýtslu hósdagin 1. Juni 2017 kl. 15.45. Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna kemur at røða og eftir tað bjóðar Svimjihøllin kaffi og køkur

Í Løkshøll, sunnudagin 4. Juni 2017 kl. 15.00, framførir Tórshavnar Big Band, saman við sangarunum Sámali Ravnsfjall, Kristinu Bærendsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Signar í Homrum og Carlsen systrunum, fleiri av vælkendu føroysku perlunum, ið eru vorðnar fólkaogn

Árliga Fólkaheilsurenningin, sum hevur verið á hvørjum árið síðan 2004, verður leygardagin 3. juni 2017, samstundis sum Tórshavn Marathon

Sprotin og Reinsaríið skipa fyri einum sera áhugaverdum "Orð og tónar-kvøldi" mentanarnáttina 2. juni. Ikki færri enn tríggjar nýggjar bøkur verða lagdar fram

Framsýning av tekningunum á Torginum í SMS mikudagin kl 16

Tveir brøður í hernað ímóti hevndarporno

- Kundi tú hugsað tær at vita, hvussu tað er at arbeiða í Heimatænastuni? So ert tú vælkomin til ein kunnandi fund

Heimskendi profeturin Vassula Rydén vitjar í Føroyum tann 3. til 5. juni. Fyrilestur verður í Vesturkirkjuni 4. juni kl. 19.00

Sunnukvøldið 28. mai kl. 19, verður eitt heilt serligt “syngið við” - kvøld í Siloa í Fuglafirði saman við Øssuri Berghamar og konu hansara, Susan

Týskvøldið 30. mai kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um

Livandi mentan og gleimur í havnargøtum. Fríggjakvøldið 2. juni verður av álvara lív í miðbýnum, tá ið Havnin bjóðar øllum vælkomnum á Mentanarnátt 2017

Skipað verður fyri einum Syngi við kvøldi í Vesturkirkjuni, nú leygarkvødlið kl. 20.00, við luttøku av Harmonikuvinum

- Vegna útlit fyri regni og vánaligum sýni er Oyggjadagurin avlýstur í morgin. Peningur fyri ferðaseðlar verður endurgoldin hjá Visit Tórshavn, til ber eisini at ringja 302425 og fáa peningin fluttan aftur á konto

Í samband við triðju viðgerð av hjúnabandslógini verður tiltak á Tinghúsvøllinum leygardagin 27. mai 2017 kl. 13

Komandi leygardag, 27. mai, fer tað, ið nøkur hava valt at kalla “Føroya størsta ruddingartiltak”, av bakkastokki. Trongisvágsbotnur, ein sonn perla frá náttúrunar hond, skal ruddast

Kemur saman á Grønanesi mikukvøldið 24. mai kl. 19.00

Professional Scrum Master v/sertifisering verður 12. og 13. juni, tekningarfreist er í dag kl.15 á synergi.fo

Hóskvøldið 25.mai kl. 19:30 verður fyrst dystast í hálvfinaluni og síðani í sjálvari finaluni í serligu spurnakappingini Av Skipanesi til Æðuvíkar

Borgarafundur verður hildin í Ítróttarhøllini á Skála týskvøldið hin 23. mai kl. 19. Einasta mál á dagsskránni er umrøða av dokkhøllini, sum skipasmiðjan MEST hevur ætlanir um at byggja á Skála

Ringrás skipar saman við øðrum sjálvboðnum í Suðri fyri Føroya Størsta Ruddingartiltaki - nevniliga uppruddingini av rekastaðnum Trongisvágsbotni í Suðri

Mice Faroe Islands skipar fyri altjóða ráðstevnu um epilepsi á Hotel Føroym 24-26. mai

Uppboðsøla av listaverkum eftir viðurkendum listafólkum, eitt nú William Heinesen, Tórbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni, Amariel Norðoy, Zacharias Heinesen og fleiri, verður á Torginum í SMS leygardagin kl. 14

Fríggjadagin 19. mai kl. 13:00-16:00 verður stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum við heitinum ”Access Vestnorden”. Hetta er ein ráðstevna um atkomu fyri ferðafólk, sum bera brek

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, lata Orkustevnuna í Íróttarhøllini á Hálsi upp í morgin kl. 10.00. Eitt nú verður tosað um framtíðarsamstarvið við elkundarnar og avbjóðingarnar á grønu kósini

- Einki er so irriterandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, og so ikki duga teir. Og ja, tú læs rætt, tað tekur bara 3 tímar at blíva effektivari við í Outlook

Fríggjadagin 19. mai bjóðar Strandferðslan øllum til 100 ára hald í SALT á Drelnesi, og sama dag skal tingformaðurin royna at manna sítt lið í tingsalinum, har illa hevur gingist hjá honum tvær ferðir higartil

Løgtingið hevur samtykt at royna Føroyar sum oljuland enn einaferð, hóast vit vita, at vit við nýtsluni av fossilum brennievnum, ið útláta vakstrarhúsgass, sum bjálva jørðina, stevna ímóti einari óvissari og vandamiklari framtíð úti av javnvág

Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. Stuttligt at putlast við í summarfrítíðini

18. mai 2017 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum. Hetta er fimta ár á rað, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið

So er skeiðið her til øll við áhuga fyri effektivisering. Professional Scrum Maser verður 12. og 13. juni, avmarkað pláss! Tekning á synergi.fo

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt av best umtóktu tiltøkum í Havnini. Hetta kvøldið kemur lív í havnargøtur. Alskyns tiltøk eru í gøtunum, tey flestu ókeypis, og handlarnir hava leingi opið

Nakrar ferðir um árið verður skipað fyri øðrvísi guðstænastu og í morgin er guðstænastan serliga vend móti børnum og barnafamiljum, men sjálvandi er eisini okkurt til tey eldru

Høvi verður at hitta eitt størt útboð av veitarum, umframt at uppliva føroysku náttúruna á ein serligan hátt inni í SMS

Í dag, Dýra Biðidag kl. 16, fer Vestmanna Sangkór at hava eina ljósa vár- og summarkonsert í Havnar Kirkju

Lær tey grundleggjandi økonomisku hugtøkini uppá tann lætta, heilt niðri á jørðini, mátan. Seinasta freist kl. 12.00 í morgin 11.mai

Stjórin í Norðurlandahúsinum mælir felagsskapum sum mótmæla, og eisini føroysku miðlunum, til at kanna fakta. Jarðfeingi sigur, at umstrídda tiltakið er flutt í Smæruna

Hvat eyðkennir eina føroyska kvinnu, hvat eyðkennir ein føroyskan mann, og hvønn leiklut spæla kynini í samfelagnum?

Ráðstevna um islam, vesturlendsk virði og tað at vera muslimur í Føroyum verður í Perluni í Havn 20. mai

Tríggjar oyggjar eftir einum degi. Leygardagin 27. mai skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi

Mikudagin 10. mai 2017, kl. 17.00 verður ástaðisfundur um alt kaiøkið í Norðragøtu. Herundir vinnuøkið, grótbrotið, bátahylurin, neystini og økið á Oyruni

Hátíðarhald verður í morgin 9. mai kl. 16 í sambandi við eitt listarverk, sum verður handað sum gáva frá Ísafirði, Flateyri og Suðavík í Íslandi. Hátíðarhaldið verður í viðalundini við Frælsið, eisini kallað úti í Grið ella Prestlág

Seinastu vikuna hava fólk stákast, at fyrireika 13. Bátafestivalin, ið verður í dag 6. mai. Tað er blikalogn í morgun og veðurgudarnir siga sama veðrið fyri næstu dagarnar

Mánadagin 8. mai skipar Farec International fyri “Brexit – tað vita vit”, sum verður á Panorama, Hotel Hafnia, frá kl.11.30 til 17.00

Leygardagin, 6. mai verður tiltakið Ein Dagur á Grynnuni hildið í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið, sum er eitt ókeypis umhvørvisvinarligt familjutiltak, varpar ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum

Ráðstevnan, Vit vilja gera mun, sum er í Norðurlandahúsinum í dag verður stroymd beinleiðis á heimasíðu Almannaverksins

- Fyri okkum, sum liva við og av náttúruni, er tað umráðandi at vit gagnnýta tilfeingið, vit hava, og at vit gera tað skynsamt, so veiðan kann halda fram ár um ár