Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

- Nú veturin er um at missa takið og tað gongur móti ljósari tíðum, er nevndin í Føroya Ríðingarfelag eisini av álvara farin undir at fyrireikað Djóradagar 2017

Normaðurin Ole-Magnus Olafsrud vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hann hevur virkað í kristiligum arbeiði í mong ár, og hevur nógv at geva. Hann hevur undirvíst í nógvum londum og skrivað bøkur, sum hava við familjulívi at gera og at vera eitt kristið menniskja

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fer í næstum at hava eitt sera áhugavert tiltak fyri starvsfólkum í kommununi og fyri almenninginum

Betri Trygging og Betri Pensjón hava fingið nýggjar stjórar. Í hesum sambandi verður almenn móttøka á Kongabrúnni í Havn, fríggjadagin 7. apríl frá kl. 15 – 17

 

Komandi sunnudag, pálmasunnudag 9. apríl, er konfirmatión í Nes prestagjaldi. Konfirmatiónsgudstænastan er í Gøtu kirkju kl. 11.00. Ovi Brim prædikar

Nú leygarkvøldið vitjar kendi lag og sangskrivarin M.C. Restorff í Vági, har aftankvirra er á skránni

8. mai verður seminar sum Farec International við Óla Samró skipar fyri

Suðuroyingar fáa nú eisini høvi at kunna seg um uppskotið til fiskivinnunýskipan og seta spurningar í hesum sambandi, tí leygardagin 8. apríl skipar Suðuroyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnunýskipanina

Sunnudagin 2. apríl vitjar Klovnurin BUBU sunnudagsskúlan í Meinigheitshúsinum. Tað er Blái Krossur, sum á hvørjum ári skipar fyri landsstevnu, sum í ár er í Havn

Undir heitinum “Úr gomlum goymslum” skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjónistar búgvandi í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu

Mikudagin komandi byrjar páskasølan í Tilhaldinum. Opið verður mikudagin 5. apríl frá 13 til 17, hósdagin 6. apríl frá 13 til 16 og fríggjadagin 7. apríl frá 13 til 15

Skúgvar tú alt skriviarbeiði til viks? Kom og lær teg powerwriting/flowskriving 5. mai. Tekning nú!

So er skeiðið her til allir verkætlanarleiðarar við áhuga fyri effektivisering. Professional Scrum Maser verður 12. og 13. juni, avmarkað pláss! Tekning á synergi.fo

 

 

Í vikuskiftinum vera sangløtur við Svein í Prestgarði. Fríggjakvøldið kl 21 í Reinsarínum í Havn. Leygarkvøldið kl 20 og sunnukvøldið kl 19.30 í Eydnuni á Oyrabakka. Tað er ókeypis atgongd

Delta Seafood byrjaði virksemi sítt á kajuni á Tvøroyri í 1995 í leigaðum hølum, við saltfiska framleiðslu. Hóast upp- og niðurgangstíðir, so hevur Delta, ið tað verður rópt millum manna, altíð klárað seg

Í sambandi við, at Barnahjálpin hevur 10 ár á baki, verða stuðulskonsertir í Perluni í Vágsbotni leygardagin og sunnudagin

- Plast hoyrir heilt einfalt ikki heima í náttúruni, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini

Týskvøldið, 28. mars kl. 19.30, verður almennur fiskivinnufundur í Tofta skúla, har uppskot um nýggja fiskivinnunýskipan verða viðgjørd

Í sambandi við Barnafestivalin 2017 í Norðurlandahúsinum, verður skipað fyri tiltaki um barnarættindi fyri næmingum í 7.flokki

Excel er gott at duga og lætt at læra. Skeið fyri byrjarar verður 27. og 28. apríl. Fleiri pláss eru longu farin. Tekning nú

Sunnukvøldið kl. 18 hevur Betesdakórið sangløtu í Filadelfia í Gøtu

Danski orkumálaráðharrin, Lars Christian Lilleholt, verður eitt av høvuðsnøvnunum á orkuráðstevnuni, “Frá olju til vind”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri, fríggjadagin 7. apríl, á Østrøm. Har fer hann at umrøða orkupolitikkin í Danmark og ES

Verkstova við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn um Heilasmartan Pedagogikk, verður 24. mars. Bara 5 pláss eftir! Tekning á synergi.fo

Altjóða broytingarnar, sum kunningarsamfelagið hevur við sær, raka eisini í Føroyum og vit síggja eina vaksandi gjógv millum tey ungu, sum fóta sær í eini alt meira altjóða- og kappingarkendari verð og tey ungu, sum ikki finna sín veg í lívinum

BankNordik og Atlantic Airways samstarva um at fáa føroyskar útisetar at velja Føroyar

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13-16

Tað skal síggjast, hoyrast og ikki minst smakkast nú SAS um vikuskifti byrjar nýggja rutu ímillum Vágar og Keypmannahavn

Kundi tú hugsað tær at lisið skjótari? Kom á skeið í skjótlesing, longu fyrsta dagin skimmar tú 100 síður uppá 20 min. Tekning www.synergi.fo

Hósdagin hittast útisetar í Keypmannahavn til tiltakið Tórskvøld, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri á Norðuratlantsbryggjuni

Verkstova við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn um Heilasmartan Pedagogikk, verður 24. mars. 9 pláss eftir! Tekning á synergi.fo

Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. Tú byrjar longu sama kvøld uppá tína egnum bók. Nøkur pláss eftir!

Ffyri fyrstu ferð í meira enn 50 ár, fara føroyingar at fáa eina nýggja bíbliuútgávu – eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum, kallað Nýggi Sáttmálin

Dagarnar 17.-25. mars vitjar DBI í Føroyum. Við á ferðini eru Finn Aasebø Rønne og Jákup E. Petersen. Teir fara at halda fyrilestrar

Sunnudagin – hin 19. mars – verður hátíðarguðstænasta í Viðareiðis kirkju í sambandi við, at Gudrid Dahl Sørensen hevur spælt urgu í kirkju í 70 ár

Mánadagin 20. mars kl 19 verður pallborðsfundur á Miðrók í Skúlanum á Argjahamri, um staðseting av og innihald í nýggjum ungdómstilboði á Argjum

Um vikuskiftið fáa føroyingar eina rættiliga forvitnisliga vitjan, tá danin Hans Berntsen kemur hendavegin

21. mars er altjóða poesidagur, og í hesum sambandi kastar Býarbókasavnið ljós á yrkingar og yrkjarar við at skipa fyri poesikvøldi frá kl. 19-21

Í loftferðsluhoyringini verður møguleiki at hoyra leiðandi fólk innan loftferðslu greiða frá loftferðslustrategi í bæði altjóða, regionalum og lokalum perspektivi

Hevur tú Parkinson, ert 67 ár ella eldri og hevur áhuga í at venja saman við øðrum í somu støðu, hevur ergoterapeuttoymið og fysioterapeuttoymið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni eitt nýtt tilboð til tín

Tími jarðarinnar ella Earth Hour verður leygardagin 25. mars á Vaglinum. Eftir haldið á Vaglinum verður streymleys konsert í Perluni í Tórsgøtu

Hóskvøldið 16. mars kl. 17.30 verður aftur skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju

Á triðja ári á rað verður skipað fyri felags gudstænastu í Sandoyar prestagjaldi, sunnudagin 19. mars, kl. 12.00. Gudstænastan verður í høllini inni í Dal

Hvussu ávirka miðlar og arkitekturur okkara hugsanir um kvinnur og menn? Í hvønn mun er kyn avgerandi fyri byggisnið og samferðslu? Hvussu skipa vit almenna rúmið fyri øll?

Tórshavnar kommuna skipar fyri Tórskvøldi fyri útisetum á Norðuratlantsbryggjuni hóskvøldið 23. mars, og tá lutar kommunan út ein samlaðan flytipakka við bingju og ferðum heim við Norrönu

Sambandsflokkurin skipar fyri ráðstevnu um grøna orku undir heitinum "Frá olju til vind". Á ráðstevnuni fara fólk við hollum kunnleika um orkutøkni og orkupolitikk at røða um, hvørjar møguleikar vit hava í Føroyum fyri skjótari og lættari at innføra vindorku

Loppumarknaðurin er eitt av fleiri tiltøkum, har ljós verður varpað á sálarheilsuna hjá ungum fólkum, og peningur verður savnaður til at seta tilboð á stovn

Í sambandi við Lutherárið í ár verður kirkjubio í Hoyvíkar kirkju týskvøldið 14. mars kl. 19.30

Kennir tú teg strongda/n ella útbrenda/n? Kom á skeið 9. juni. Luttakari seinast:"Eitt super gott skeið, sum bæði gav mær orku og stríðsvilja". Tilmelding nú á www.synergi.fo

Týsdagin 14. mars verður almennur fundur um menning í Vági. Fundurin verður í Miðlatúni og byrjar kl. 19.00

Tórshavnar kommuna er við í altjóða átakinum Tími jarðarinnar ella Earth Hour. Í ein tíma sløkkja menniskju kring allan knøttin ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans. Ljósini í miðbýnum eru sløkt millum kl. 20:30-21:30