Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Alt frá barnaárunum dámdi Jón Eiriki at sita við blíantinum og tekna, serliga vóru tað ymisk andlit úr gerandisdegnum og úr hansara nærumhvørvi, sum upptóku hann

Nøkur av teimum fráboðaðu jólatiltøkunum kring landið í dag, sunnudagin hin 4. desember

Í morgin, sunnudagin 4. desember, er árliga føroyska jólagudstænastan í Oslo. Gudstænastan byrjar klokkan 16 og verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30

Tilhaldið skipar fyri stórari jólahugnaløtu á Reinsarínum týsdagin

Í morgin, leygardagin 3. desember, kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól

Sunnukvøldið 4. desember 2016, klokkan 19.30, verður árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. Kórleiðarar eru Bjarni Restorff og Kári Bæk

Mánakvøldið, 5. desembur kl 20:00 verður jólakonsert við Morgunkórinum, undir leiðslu av Sigrið Sivertsen, í Kollafjarðar kirkju. Eftir konsertina verður møguleiki at geva eina gávu til 'Í Menniskjum Góður Tokki'

“Halt kipp Excel er smart, hetta burdu øll duga”. Kom og lær teg Excel 5. og 6. desember. Seinasta freist at tekna seg er 1. desember kl. 12.00

Komandi dagarnar verður skipað fyri 11 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er eitt yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður

3. desember er altjóða brekdagur, og í ár er evnið “17 mál at fremja fyri framtíðina vit ynskja okkum”. Hesi 17 málini byggja á meginregluna um, at eingin skal verða gloymdur ella ligga eftir

Sjeynda árið á rað kunnu fíggjarligar sperdar barnafamiljur søkja um Jólahjálp frá Í menniskjum Góður Tokki. Hóast tað nú er Barnabati, ið varar av átakinum, er leisturin tann sami, sum undanfarin ár

Mikukvøldið 30. november kl. 19.30 verður Miðvika hildin í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju. Zakarias Wang greiðir frá um Símun í Hoyvík, hús hansara og nakrar eftirkomarar hansara. Benjamin Rajani spælir løg av nýggju fløgu síni

Annað árið á rað bjóðar Klaksvíkar kommuna til Norðurjól - eitt uttanduratiltak fyri alla familjuna, har jólahugnin er í hásæti

Leygardagin 3. desember kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól

Skipað verður fyri føroyskari jólagudstænastu í Aarhus. Hon verður leygardagin 10. desember kl. 14, í Christianskirkjuni, Frederikshaldsgade 15. Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, prædikar

Í dag kl. 15.00 og í kvøld kl. 20.00 verður ungdómsráðstevna í Betesda, Klaksvík, stroymað beinleiðis umvegis EVR

Harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur hava adventskonsert í Hoyvíkar kirkju í morgin, fyrsta sunnudag í advent, klokkan 14

Átakið Jól í Miðbýnum byrjar í fullari ferð í morgin, leygardagin 26. november. Tað er VisitTórshavn, sum skipar fyri. Her er endaliga skráin

Í sambandi við íverksetaravikuna fara Íverksetarahúsið og Vinnuframi á ferð runt landið við pop-up ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar

Sunnudagin, 1.s í advent kl 11 verður barnaguðstænasta í Havnar kirkju við Ann Dahl Hansen, presti. Barnakórið av Strondum syngur til guðstænastuna

Seinnapartin sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga jólahugna

Konsert verður í Fuglafjarðar kirkju sunnukvøldið 27. nov. kl 19:30

Í ár vóru 70 ár síðan fólkaatkvøðuna hin 14. september í 1946. Í hesum sambandi hevur Bergur Rasmussen, lærari, gjørt eina undirvísingargongd, sum er løgd á Snar og er frí at brúka

Í sambandi við at Hreiðar Þór Valtýsson frá universitetinum á Akureyri í Íslandi vitjar Fróðskaparsetrið, fer hann at halda fyrilestur um tosk, og hvønn týdning hesin fiskurin í øldir hevur havt fyri íslendingar

Leygardagin 10. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum

Jarðarferðin hjá Cliff Barrows verður stroymað á netinum kl.15.30 føroyska tíð. Ein av høvuðstalarunum undir jarðarferðini verður John Munro, sum er væl kendur í Føroyum, og giftur føroyskari konu

Í september samtykti býráðið í Tórshavnar kommunu ein umhvørvispolitikk. Tórshavnar kommuna bjóðar nú áhugaðum borgarum og felagsskapum til almennan fund um umhvørvispolitikkin

Kærleikskúlan 2016 verður avdúkað í Listasavn Føroya hósdagin 23. november kl. 9.00

Granskingardepilin – Fróðskaparsetur Føroya og Útoyggjafelagið arbeiða við at menna føroyskt siðbundið handverk

Nú um vikuskiftið 19. og 20. november vitjar Rolf Gunnar Heitmann, aðalskrivari í norsku Ísraelsmissiónini, í Føroyum. Hann talar á Glyvrum, á Skála og í Fuglafirði

Forkunnug konsert verður í morgin í Gøtu kirkju og í kirkjuni í Vestmanna. Tað er Tórshavnar Kamarkór, sum fer á lítla konsertferð: kl. 14 verður konsert í Gøtu kirkju og kl. 17 í Vestmanna kirkju

Nýggja kirkjuhúsið í Hvannasundi verður vígt nú sunnudagin hin 20. novembur av Jógvani Fríðrikssyni, biskupi

Arbeiðir tú við pivottabellum, diagrammum o.a. í Excel uttan veruliga at hava lært tað? Kom og lær tað uppá rætta mátan. Bert 6 pláss eftir!

Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 26. november kl. 16.00, og verður tað Kári á Torkilsheyggi, sum kemur at halda taluna og tendra jólatrøini

Eisini verður ein stuttur filmur vístur, sum m.a. er um Maud Poulsen og sjúku hennara

Aftur í ár fara jólamenninir at tendra jólatræið á Vaglinum. Jólatræið kemur úr Reykjavík, og tað er sjálvur borgarstjórin, Dagur B. Eggertersson, sum hevur felt træið

Miðnám á Kambsdali bjóðar til heystkvøldsetu í kvøld kl. 19:00. Á skránni verður m.a. tónleikur, námsferðafilmar, leiklist, kórsangur og evnafrøðiframvísing

Nú hósdagin 17. november kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju fyri børnum og barnsligum sálum. Theodor E.D. Olsen prestur hevur guðstænastuna, og aftaná eru øll boðin til døgurða niðri í kirkjukjallaranum

Í annaðkvøld, mikukvøldið 16. november, kl. 19.30 er aftur ein áhugaverd Miðvika á skránni í Hoyvíkar kirkju. Evnið er "Tað lýsir tó fyri degi – Jákup Dahl próstur og lívsverk hansara"

- Kom og hoyr góða gamla evangeliið útlagt á ein nýggjan hátt. Evangelistur Torkild Terkelsen kemur til Føroyrar týsdagin 15. november

Næsta leygardag verður Punkt aftur í Reinsarínum, tiltakið har føroyskir tónleikarar hittast. Í ár hava fyriskipararnir valt at gera tað ókeypis at hava borð til framsýning ella sølu

Í annaðkvøld, sunnukvøldið 13. nov. kl. 19, verður aftur “syngið við” - kvøld í Siloa í Fuglafirði

Sunnudagin fáa sunnudagsskúlarnir í Skopun og á Sandi vitjan av kenda klovninum BUBU, sum við sínum sangum, søgum úr Bíbliuni og við sínum fjasandi lyndi, fer at hugna sær saman við børnum og barnsligum sálum

Komandi týskvøld 15. nov. verður hugnakvøld á Bátasavninum í Leirvík við heitinum “Skonnartin, sum gjørdist vrak á Kráartanga og hugleiðingar við minnum úr bygdini fyri 60-70 árum síðan”. Tiltakið byrjar kl. 19.30

Leygardagin 12. november er Landsskjalasavnið opið fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18

Í kvøld kl. 19.30 fer Else Djurhuus at greiða frá lívi sínum í Siloa í Fuglafirði

Leygardagin verður ”opið hús” á Landsskjalasavninum

- Arbeiðir tú við pivottabellum, diagrammum o.a. í Excel uttan veruliga at hava lært tað? Kom og lær tað uppá rætta mátan. Skeið 21. og 22. november.

- Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. So øll fáa gleði av myndunum. Í telduni eru tær bæði goymdar og gloymdar. Bert pláss fyri 12!

Sunnudagin 6. november kl. 14:00-17:00 verður eitt nýtt og spennandi tiltak fyri alla familjuna í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tiltakið verður nevnt ”Heystgleði” og er ein stórur sunnudagsskúli fyri alla familjuna, sum KFUM & K í Klaksvík skipa fyri