Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

- Hava tit viðskiftafólk, sum onkursvegna skulu skráseta seg hjá tykkum? Bíleggja, tekna seg til ella søkja um okkurt? Hetta kann gerast online, so tað t.d. lendir beint inn í eitt Excel ark, sum ger tað lætt at halda skil á

Kom og fá summarmyndirnar í eina lekra fotobók, so tær ikki bara verða gloymdar inni í telduni. Lær tað uppá eitt kvøld. Tekna teg á www.synergi.fo

Ætlanin er at hava kunnandi fund um Christmas Child tann 30. august 2016, kl. 19.30 í Kelduni, Skálafjørður

 

Skalt tú ofta ella av og á hava framløgur? Kundi tú hugsað tær at peppa tínar framløgur eitt sindur upp? Kom á skeið 16. september, so tú framyvir kanst fanga áhoyraran við góðum PowerPoint framløgum

Landsjúkrahúsið skipar fyri kunnandi fundi um svøvn-apnø týsdagin tann 30. august kl. 15.00. Aftur hesa ferð verður tað Hotel Hafnia, ið leggur karmar um tiltakið

Leygardagin 27.august 2016 fara Gjáarfólk at arbeiða víðari við ístandgerð av opnahjøllunum niðri í Geil við Gjógv

Pastor Stephen Moses úr India hevur vekingarmøti í missiónsshúsinum Libanon í Sørvági í kvøld kl. 19.30. Verið vælkomin

Hevur tú ábyrgd fyri fundum? Følir tú ofta at tíðin er burturspilt? Kom á skeið 12. september, so tit framyvir bara hava neyðugar, góðar og vælstýrdar fundir, so øll føla, at tíðin var væl givin út. Tilmelding nú www.synergi.fo

Kanadiski sangarin Reg Downey og danski klaverspælarin Andreas Flensted vitja í Føroyum frá 22. – 28. august. Teir hava sungið og spælt saman í mong ár, og hava vitjað onnur lond m.a. Kanada og Noregi

Eins og í 2015, verður aftur í ár skipað fyri bønartiltaki á Tinghúsvøllinum. Tiltakið verður komandi leygardag 27. august kl. 13, og varar ein góðan tíma

Hetta vikuskifti bjóðar Leirvíkar Missiónshús til vikuskiftismøtir í samband við at trúboðaraparið Wilson og Grace Goeda úr Suðurafrika eru á vitjan í Føroyum

Ipaddar, sjónvarp, fartelefonir, gávukekkar, uttanlandaferðir og mangt annað er at vinna á Føroya Sjómannadegi

Grundskeið í Revit verður 19.-21. september. Skeiðið er fyri teg, sum arbeiðir ella hevur royndir/útbúgving innan byggivinnuna. Tú nýtist ikki at kenna forritið áðrenn, men mást tó duga at nýta teldu á brúkarastøði

Leygarmorgunin kl. 10 verður stórt kaffiborð á bryggjuni úti í gomlu Klaksvíkini har borðreitt verður við einum serligum sjómannabolla og vinarbreyði. Kl. 12:30 verður stórt fiskaborð

Eins og undanfarin ár verður Skipalistakvissin aftur hesaferð ein hugnaligur partur av Sjómannadegnum

Kl. 18 í kvøld verður stór fiskikapping á Kósabrúnni. Kl. 19 koma bátar og skip at bryggjuni og síðani verður vatnkríggj á Vánni

Líka síðani Smokie fyrstu ferð vitjaði í Føroyum hava teir fylt hallir og festivaløki, og øll dansa og syngja við. Nú koma teir aftur

 

Fríggjadagin, 19. august, verður almenn móttøka í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði frá kl. 16.00 til kl. 18.00

Fimleikur, tøving, telduskeið og mangt annað. Nógv er á skránni í tilhaldunum í Tórshavnar kommunu seinna hálvár

Seinastu vikuna hava vanligir borgarar og listafólk lívgað um Vágsbotn við ull, árabátum, boyum og øðrum føroyskum mentanarlutum. Økið letur upp leygardagin og er liður í verkætlanini “Ein livandi mentanararvur”

23. august skipar Íverksetarahúsið fyri ókeypis tiltaki í Runavík, har ljós verður varpað á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg í Føroyum

Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard í hólmgongu í kvøld. Teir kjakast um fiskivinnupolitikkin í dag og fráboðaðu nýskipanina. Eisini viga teir royndaruppboðssøluna í summar

- Summi nýta høvið at knela við altarið í bøn, onnur tendra ljós í globuna fyri onkrum í huga teirra. Møguleiki verður at tosa við prest í einrúmi og at fáa forbøn

Týskvøldið 30. august og hóskvøldið 1. september ber til hjá fólki, sum varða av fólki við minnissvinni (dementia) at fáa vitan um, hvat minnissvinn er, og hvussu tú kanst stuðla einum í familjuni ella vini, sum fær sjúkuna

- Kom á skeið 28. oktober og lær teknikkir at menna eitt framúr minni og styrk um evnini at læra nýtt. Í eini verð, har krøvini til effektiva læring støðugt vaksa, røkka okkara evni at minnast ofta ikki til

Í morgin - sunnudagin hin 14. august – verður familjuguðstænasta í Viðareiðis kirkju kl. 11.00 við Jóannes Purkhús

Her er skráin til mótmælisfundin á Skansanum leygardagin 13, august klokkan 11 til 13.30

Eitt deiligt summar er farið at halla og nú stundar til skúlabyrjan. Fyri tey, ið skulu í skúla á fyrsta sinni, er skúlabyrjanin nakað heilt serstakt

- Gleð teg til nógv eftirspurda skeiðið við Connie Nissen um sansaintegratión, sansamotoriska menning og kensluligt órógv hjá børnum, sum verður í Føroyum 3. november. Tekna teg nú á www.synergi.fo

Frá sunnudegnum 14. august til leygardagin 20. august ber til hjá øllum borgarum at seta dám á økið rundan um Nólsoyar Páll í miðbýnum í Havn

Situr tú við fíggjarligari ábyrgd onkursvegna uttan at hava lært nakað serligt um økonomi og roknskap? Tú ert ikki einsamøll/mallur. Kom og fá betri skil á fíggjarligu hugtøkunum og roknskapum. Skeið 8. og 9. september, tilmelding nú

 

 

“Halt kipp Excel er smart, hetta burdu øll duga”. Nýtt skeið í Excel fyri byrjarar verður 5. og 6. september. Tekna teg nú og slepp undan at tasta alt inn av nýggjum hvørja ferð

- Konsert í Vesturkirkjuni í kvøld og í Christianskirkjuni annaðkvøld

- Ætlanin fyri havnarútbyggingina varð samtykt 4. august, men okkara rødd tagnar ikki her. Verið vælkomin á mótmælisfund á Skansanum 13. august kl. 11

Sunnudagin 14. august verður forkunnug konsert við øllum 8 horn- og harmoniorkestrunum í Føroyum

Sunda kommuna boðar frá, at í sambandi við gudstænastuna verða litaðu ljósini í Gjónni tendrað um vikuskiftið

Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard í hólmgongu á Sjómannadegnum. Teir kjakast um fiskivinnupolitikkin í dag og fráboðaðu nýskipanina. Eisini viga teir royndaruppboðssøluna í summar

Týsdagin 9. august kl.19.00 skipar Ó fyri tiltakinum "HJÁLP, EG SKAL UTTANLANDS AT LESA", ið verður í nýggja BankNordik bygninginum í Havn

Regatta verður fríggjadagin 12. august 2016. Siglt verður av Eiði til Hósvíkar kl. 17.00

Mikudagin 17. august verður skipað fyri áhugaverdurm Temadegi um trygd á sjónum í Sjónám í Klaksvík. Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur, hevur gjørt eina umfatandi kanning, sum verður løgd fram

Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær inn í Gamla Seglhúsið, leygardagin á Summarfestivalinum, har listamaðurin Eyðun av Reyni hevði fernisering kl. 14:00

Útimøti verður í Sørvági í dag kl. 16 við Frelsunarherinum. Um ikki viðrar verður møti somu tíð inni í Libanon ístaðin. Øll eru hjartaliga vælkomin

Teir ið klintraðu uppá Trøllkonufingur hava myndaframløgu í húsunum hjá Tórshavnar Bátafelag, Bryggjubakki 20 Í kvøld fríggjakvøldið 5/8 kl 19:00

Nú ber aftur til at læna eina elsúkklu frá Tórshavnar kommunu. Ein bingja stendur í gongugøtuni við súkklum í, og tað er bara at fara inn á Býarbókasavnið og skráseta seg

Í august mánað fáa borgarar møguleika at seta sín persónliga dám á miðbýin í Havn. Verkætlanin ‘Ein livandi mentanararvur’ bjóðar øllum borgarum at geva árabátum, boyum, seyðahornum, ullpløggum og øðrum eitt nýtt skap

Lega fyri familjur við børnum, ið bera brek. Legan byrjar hósdagin 25. august við nátturða kl 19

Undir heitinum, Sex krevur samtykki, fer eitt nýtt upplýsingar átak ígongd hesa vikuna

Grindahvalurin - eitt sera umrøtt djór, serliga seinastu árini. Filmurin, Grindahvalur, vísur fram hetta ímyndaliga djórið meira nágreiniliga og bjóðar til dialog og kjak

Týsdagin 6. september 2016 frá kl. 13.00-15.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri hugnaløtu fyri teg, sum ert sjúk/ur av krabbameini

Fólk úr øllum landinum ganga í havnargøtum í føroyskum klæðum á ólavsøku, hitta fólk og práta. Hópin av tiltøkum eru á skránni - bæði afturvendandi og nýggj