Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Mánakvøldið kl. 19.30 verður almennur fundur í Skúlahøllini í Vágs Skúla, har kunnað verður um verkætlan við multihøll í Vági

Eitt sum er heilt serligt á Djóradøgunum í ár er at tað hevur verið ein navnakapping um at finna navn til nýggja kálvin hjá fjallaneytinum Lúkku

Leygarmorgunin 28. mai kl 9:00 bjóðar Hvalbiar Kommuna øllum borgarum í kommununi til morgunmat í Roynhøllini, har Tummas Niclasen arkitektur greiðir frá um dagstovnin

Enn eitt útlendskt navn er komið á plakatina hjá Tórsfest. Tí í dag hava fyriskipararnir av Tórsfest kunngjørt, at vælumtókti danski bólkurin Carpark North fer á pall í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið 23. juli. Og hetta verður ein serlig konsert, tí hon verður tann einasta, sum bólkurin fer at hava í ár

Veðrið hevur verið av tí allar fagrasta í dag, og fólk hava leitað sær út í góða veðrið at njóta kærkomnu sólina. Eisini borgarstjórin í Havn hevði stundir til eitt prát á Trappuni

Mánadagin og týsdagin í næstu viku skipar Føroya Pedagogfelag fyri temadegi í Norðurlandahúsinum við gitna danska professaranum Stig Broström

Sunnudagin verður hátíðarguðstænasta í Havnar kirkju við dómprósti og biskupi

Kom á skeið 16. juni og lær nakrar góðar teknikkir, so tú fert at minnast betri. Krøvini til effektiva læring vaksa støðugt og ofta røkka okkara evni at minnast ikki til. Tilmeldingin er byrjað

Málið við Útoyggjastevnunum er at varpa ljós á útoyggjarnar, og geva høvi til, at útoyggjafólk og avbygdafólk kunnu hittast til gaman og álvara

Leygarkvøldið hevði Betesdakórið stóra sangløtu í Betesda, og má undirtøkan sigast at hava verið góð

Fuglafjarðar Sangkór hevur konsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld kl. 19.00

So verður aftur ein kveikjarafundur um fiskivinnu. Fundurin verður týsdagin 31. mai kl. 9.00 í Fabrikkini hjá Østrøm

Øll atgongumerkini til Oyggjadagin 2016 eru seld, og fólk standa á bíðilista at sleppa út í Hest, Koltur og til Nólsoyar

Hóskvøldið 26. mai kl. 20.00 verður øðrvísi kvøldseta á Reinsarínum, har høvuðsstaðarkommunan verður lýst fyrr og nú. Hendan dagin hevur Havnin havt býarstýri í 150 ár

Í morgin, týsdagin 24. mai, bjóðar Tórshavnar kommuna til almenna móttøku í sambandi við at nýggjur leiðari og nýtt starvsfólk eru sett í Tilhaldinum í Tórsgøtu

Ein samlaður flytipakki við bingju og ferðum heim íroknað. Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Setrið og Landssjúkrahúsið bjóða øllum útisetum til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn hóskvøldið 2. juni 2016

- har ljós verður varpað á demens sjúkurnar

Tann 23. maj í 2006 flutti fyrsta búfólki inn á Ellis- og Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi. Sostatt hevur heimið í hesum døgum 10 ár á baki

Leygardagin verður aktivitetsdagur á Torginum í SMS. Skipað verður millum annað fyri dartkapping og pokerkapping. SMS letur gávukort fyri 1500 kr. til bæði dart og poker

Bardagin stendur í løtuni millum ein pimpaðan koreanara, tveir týskarar, ein italienara og tveir amerikanarar

Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið "Etið saman"

Í heyst fyllir kórið 90 ár, og hevur tað verið virkið í øll hesi árini. Í hesum sambandi fer kórið við leiguflogfari hjá Atlantsflogi til Noregs í næstu viku, har steðgað verður í fimm dagar

- Kom á skeið 25. mai og lær alt um fyrningarfreistir, so tú ert klár at heinta peningin heim áðrenn summarið og sleppur undan at missa pening óneyðugt

23. mai skipar Íverksetarahúsið fyri ókeypis tiltaki í Reinsarínum í Tórshavn, har ljós verður varpað á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg í Føroyum

19. mai 2016 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið

Mánadagin 16. mai, 2. hvítusunnudag, verður afturvendandi útiguðstænastan í Gundadali

Stórt hátíðarhald verður dagarnar frá 26. til 29. mai, tá Tórshavnar kommuna fyllir 150 ár. Í hesum sambandi verða søgulig framsýning, gudstænasta, konsert og kvøldseta

- Endamálið við tilbúgvingardøgunum er at samansjóva og upplýsa sløkkiliðsfólk og leiðarar kring alt landið, sigur Sørin Djurhuus, brunaumsjónarmaður í Eysturkommunu, ið er ein av fyriskiparunum í ár

Komandi sunnudag, hvítusunnudag, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í kirkjunum kring oyggjarnar

Mikukvøldið 11. mai klokkan 19.00 verður áhugavert evniskvøld í Reinsarínum. Tiltakið er partur av Umhvørvisvikuni 2016, har í ár verður varpað ljós á veðurlagsbroytingar og grøna orku

Beint fyri jól 2016, meðan vit onnur stákaðust til jóla, settu nakrar ungar damur seg væl til rættis í flogfarinum. Tær vóru tá á veg út í stóru verð at fjakka

Mikukvøldið 11. mai klokkan 19.00 verður áhugavert evniskvøld í Reinsarínum. Tiltakið er partur av Umhvørvisvikuni 2016, har vit í ár varpa ljós á veðurlagsbroytingar og grøna orku

Tórshavnar kommuna bjóðar í morgin mikudagin vinnuni til workshop um grøna orka og eitt grønt Føroyar. Tiltakið, sum er á Hafnia, er frá kl. 10 til 15 og enn eru nøkur pláss eftir

Kanst tú krevja peningin inn um rokningin er 5 ára gomul? Er peningurin mistur? Kom á skeið 25. mai og lær alt um fyrningarfreistir. Luttakarar geva skeiðinum toppkarakter. Tekningarfreist 17. mai

Kom á skeið mikudagin 11. mai og lær at gera Google lýsingar, sum seta ferð á søluna. Tú kanst byrja uppá eina kampagnu sama dag. Nøkur pláss eru eftir

Urtagarðskvøldini eru sera væl umtókt og nú verða tvey kvøld afturat - eitt í Skálavík og eitt í Vestmanna

Tórshavnar kommuna bjóðar vinnuni til workshop um grøna orka og eitt grønt Føroyar. Í 2030 skulu Føroyar vera eitt 100% CO2 neutralt land

Í dag, leygardagin 7. mai, hevur Blái Krossur Føroya landsinnsavnan. Høvi er hjá fólki at stuðla tveimum verkætlanum, eini føroyskari og eini útlendskari

Leygardagin 7. mai verður MC-Boogie aftur á skránni. Hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugaði, ið Føroya-MC skipar fyri

Fríggjakvøldið 3. juni verður aftur Mentanarnátt í Havn

Í kvøld kl. 20.00 skipar Tofta/Rituvíkar blákrossfelag fyri sang- og hugnakvøldi í festivalteltinum, sum er sett upp á kajøkinum við Toftakaj í sambandi við bátafestivalin, sum verður í morgin. Tiltakið í kvøld er ókeypis

Teir leggja seinastu hond á fyrireikingarnar í Tórsgøtu. Kør við igulkerum og øðum verða borðin úr Vágsbotni niðan í Tórsgøtu. Í morgin bjóða fyriskipararnir Kári Sørensen, Birgir Enni og Bogi Andreasen øllum til Ein dag á grynnuni

Sigrún Mohr, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, setir Umhvørvisvikuna á Vaglinum í morgin, leygardagin 7. mai kl. 11.00

Tórshavnar kommuna hevur ognað sær 12 elsúkklur til almenningin at nýta. Súkklurnar verða fyrstu ferð bodnar fram til almenningin í Umhvørvisvikuni 2016

Sunnudagin tann 8. mai kl. 16 fer Vestmanna Sangkór at hava konsert í Vestmanna Kirkju. Tað er í samband við, at kórið fer til Edinburgh tann 13. mai

H-Dygd, EIK, Martin E. Leo, Reyni Service, Byggitrygd og Magn hava øll hvørt sítt upplegg um hvussu tey síggja Grønu Kósina. Okkurt verður upplýsandi, ímeðan annað er meira atfinningarsamt

Tórshavnar kommuna bjóðar vinnuni til workshop um grøna orka og eitt grønt Føroyar. Í 2030 skulu Føroyar vera eitt 100% CO2 neutralt land

Í sambandi við aðalfundin, fara umboð fyri Kringvarp Føroya at greiða frá arbeiðinum í kringvarpinum

Aftur í ár skipar Kongshavnar Frítíðarsiglarar fyri bátatreffi fríggjakvøldi 6. mai, upphiting til bátafestivalin á Toftum, leygardagin 7. mai

Ynskir tú at koma á skeið í retorikki við fremsta serfrøðinginum í Skandinavia innan retorikk, er seinasti møguleiki nú. Bert 9 pláss eru eftir. Tekning innan kl. 12 fríggjadagin 6. mai