Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Brúka ein dag uppá at læra ymiskar minnisteknikkir og at styrkja um innlæringina. Minnið er altumráðandi, tá tað kemur til okkara førleika at læra nýtt. Avmarkað pláss

Hóskvøldið 14. apríl, kl. 19.30, fara Jógvan Arge og Óli Jacobsen at hava tveir áhugaverdar fyrilestrar á bókasavninum í Gøtu

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag spennir seg í hesum døgum út at gera Djóradagar 2016 til teir bestu nakrantíð

Á evangeliska møtinum í Ebenezer sunnukvøldið tann 10. apríl kl. 18 luttaka Arne Simonsen og Poul Færø. Ebenezerkórið syngur

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sum kunnugt sett ein arbeiðsbólk at fyrireika eina framtíðarætlan um hølisviðurskiftini á Fróðskaparsetri Føroya

Spennandi tiltak fyri føroyingar í Danmark, sum kundu hugsað sær at fingið góð ráð, amboð og íblástur til at skapa sítt egna starv

Eiðis kommuna bjóðar nú øllum sínum borgarum ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp til hjartasteðg

Dagstovnaøkið “Hoyvík við meira” hjá Tórshavnar Kommunu hevur fingið danska sálarfrøðingurin Jens Andersen at halda fyrilestur um týdningin, ið foreldur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað

Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman

Týsdagin 5. apríl klokkan 15.00 vitjar Óluvá Skaale á bókasavninum við Løkin í Runavík. Hon fer at hugleiða og práta um broytingar í okkara tíð

Í samband við at landsdansistevna fyri børn verður í Vági 30. apríl verður nú fari at dansa við børnum í Tøkum Lætt

Tey sum vilja vita meira um gyltar dropar úr rommi hava nú møguleikan. Í morgin kemur ein serfrøðingur til Føroya at greiða frá

Týsdagin 5. apríl vitjar Óluvá Skaale á bókasavninum við Løkin í Runavík. Hon fer at hugleiða um broytingar í okkara tíð

Tey, sum fara at luttaka eru, Heine Lützen, Kvartettin í Betesda og Eyðun Jacobsen, eisini verður felagssangur sum Terje Vestergaard skipar fyri

Alment móðurmálstiltak verður í annaðkvøld kl. 19 í Nýggjustovu í Gongini í Havn

Fyritøkurnar á Vestaru Bryggju ynskja at varpa ljós á áhugamálini hjá fyritøkunum, sum hava virksemi á Vestaru Bryggju, og verður tíðindafundur í morgin á Reinsarínum

Arbeiðir tú á sjónum? Kundi tú hugsað tær ein góðan máta at halda skil á teimum ymisku tølunum? Tað er ikki so ringt at læra. Kom á skeið í Excel 4. og 5. apríl. Avmarkað pláss

Í sambandi við, at Starvsmannafelagið hevur fingið nýggjan formann verður almenn móttøka í hølunum hjá Starvsmannafelagnum seinnapartin hósdagin

Hóskvøldi 31. mars kl 19.30 skipar MFS fyri tiltaknum “Einar burðardyggar Føroyar” í Norðuratlansbryggjuni í Keypmannahavn

11.-16. apríl er Beatles-vika í SMS

Hetta er 10. árið á rað at samkomurnar í Havn skipa fyri felagsgudstænastu triðja páskadag

Í kvøld, 2. páskakvøld kl. 19, verður sangløta í Siloa. Nógvur felagssangur er á skránni, og Siloakórið fer at syngja nakrar sangir

Í dag bjóða sunnudagsskúlarnir hjá Heimamissiónini í Suðuroynni, øllum børnum sum vaksnum, til øðrvísi, stuttligt og gott rørslutiltak - undir heitinum Barna OL

2. páskakvøld verður góður almennur føroyskur dansur í Reinsarínum. Tað er dansifelagið Tøkum Lætt, ið skipar fyri ókeypis føroyskum dansi í Reinsarínum

Nú kallar Íverksetarahúsið aftur inn til árliga dagin, har vit fara at seta fokus á og heiðra føroyska íverksetan

Páskamøtir vera í Leirvíkar Missiónshúsi, skírisdag, langa fríggjadag, páskadag og 2. páskadag

4. apríl skipa Fróðskaparsetrið, Havstovan og Norðurlandahúsið fyri stórari ráðstevnu, har sjøtul verður settur á almenna orðaskiftið um, hvussu rættindini til fiskatilfeingi skulu skipast frá 1. januar 2018

Leygardagin 28. mai 2016 skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi

Aftur í ár verður boðið til páskastevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Tær tríggjar samkomurnar, Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum

Mikudagin 30. mars. kl. 19:00 skipar Íverksetarahúsið saman við Norðoya Kunningarstovu fyri spennandi tiltaki har vinnan, veitarar og annars øll ið hava áhuga fyri at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum koma saman

Í døgunum frá langa fríggjadegi til annan páskadag skipa tey fýra missiónsarbeiðini á Glyvrum, í Rituvík, í Søldarfirði og á Toftum fyri felags páskastevnu

Í heyst settu 30 sjálvboðin uml. 1000 trø og runnar niður í nýggju viðarlundini við Stórá, og hetta var fyrsta stig í eini ætlan, ið fevnir um 13.000 m2

Í morgin, leygardag 19. mars 2016, kl. 10, verður nýggja stórmasturin sett í Westward Ho. Westward Ho liggur við vestaru bryggju

- On Sunday 20th March at 18.00 there will be an International Meeting at Betesda Church in Klaksvík

Evangeliska Røddin (EvR), sum hevur regluligar sendingar á útvarpsstøðini R7 sunnukvøld og týskvøld, fer at senda nýtt hoyrispæl og ljóðmyndir um páskirnar

Earth Hour verður leygardagin 19. mars um allan heim. Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eru við og bjóða øllum oman á Vaglið kl. 20 at taka lut í átakinum, sum fer at varpa ljós á veðurlagsbroytingar

Nú um páskirnar verður ein felagskristilig ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Stevnan verður komandi mánadag og týsdag 21. og 22. mars 2016

Innkalling til fundar at mótmæla ætlanunum hjá Landsstýrinum at varðveita gjaldstøðirnar í undirsjóvartunlunum

Tú kennir hann sikkurt frá DR sendingini "Rebellen fra Langeland", tann langhærdi fýrurin við stórum gráum skeggi, sum er leiðari í sosialpsykiatriini í Langeland, men sum slett ikki líkist øðrum leiðarum á hesum økinum

Í ár verða Vestmannadagarnir 2016 hildnir í døgunum 20. - 25. juni 2016

Týskvøldið 15. mars kl. 19.00 verður stjórin á Meduza, Ivan Kolpakov, í Norðurlandahúsinum, har hann fer at greiða frá um gongdina í Russlandi undir Putin og um stríðið hjá Meduza

Maria Strømme verður ein av fyrilestrahaldarunum á Vinnudegnum 2016

Í morgin, leygardagin 12. mars, kl. 15:30 verður pallborðsfundur um ”Rúsdrekka og avmarkingar ella rúsdrekka og ongar avmarkingar” á Hotel Skálavík

Sunnudagin 13. mars kl. 16.30 verður fjølbroytt Grækarismessukonsert í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna

Evangelisk møtir verða í bygdarhúsinum í Hósvík leygarkvøldið 12. mars klokkan 19 og sunnukvøldið 13. mars klokkan 19

12. og 13. mars hevur Blái Krossur aðalfund og landsstevnu á Hotel Skálavík. Nógv ymiskt er á skránni, millum annað luttaka Bubu, landsstýrisfólkini Sirið Stenberg og Poul Michelsen, Jógvan Fríðriksson og nógv onnur

Kendi danski professarin og yvirlæknin í urologi Michael Borre, fer at halda fyrilestur um prostatakrabba tann 4. apríl 2016 kl. 19.00 á Hotel Føroyum

Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri Grærismessuhaldi í Havn leygardagin 12. mars, har skótarnir saman við borgarum í býnum heilsa várinum og flytifuglunum vælkomnum til landið

Hesa føstuna verður aftur farið undir tiltakið Kirkjubio í Hoyvíkar kirkju, har filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum verða vístir. Talan verður um tvey filmskvøld: Mánakvøldini 7. mars og 14. mars

Í dag er seinasti dagurin á árligi missiónsvikuni í Missiónshúsinum á Sandi. Kl. 15.00 í dag, verður øll familjan boðin til familjumøti við Finn Johannessen