Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Í annaðkvøld, týskvøldið kl. 20.00, verður vónargudstænasta í Vesturkirkjuni – annað árið á rað

Sunnukvøldið, 20. desember kl. 20, verður sangløta við felagssangi í Siloa í Fuglafirði

Í dag leygardagin 19. desember koma jólamennirnir á vitjan við brandbilinum. Og teir hava okkurt gott við til børnini

Innbjóðing til evnisdag, ella ein sokallaðan “Skiparafund” í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Dagurin verður skipaður soleiðis, at ymiskar fyritøkur og aktørar koma at greiða frá tí nýggjastu tøknini á teirra økjum innan fiskivinnu

Frá 18. desember til 4. januar eru upplatingartíðirnar í Snarskivuni frá kl. 9:00-13:00

Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu kirkju ungdómskór syngur jólini inn, nærkast. Konsertin verður sunnudagin 20. desember kl. 19.00

Í samband við tiltakið Norðurjól, sum Kunningarstovan skipar fyri, verður ikki koyrandi eftir einum parti av Biskupsstøðgøtu fríggjakvøldið og leygardagin

Kl. 21 komandi leygarkvøld 19. desember verður eins og í fjør ein jólasangløta við 17 sangarum. – Kórið hevur verið rættiliga virkið í ár

 

Mikukvøldið 16. desember kl. 20.00 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju

Um vikuskiftið vitjar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, saman við konu síni, Kristianna, á sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík

Á Skála verður skipað fyri jólasølum og framsýningum v.m. leygardagin 12. desember

3. sunnudag í advent verða jólini sungin inn í Fuglafjarðar kirkju kl. 16.30 og í Glyvra kirkju kl. 20

Fá pláss eftir til spennandi grundskeiðið í Revit 11.- 13. januar. Skeiðið er til tey, sum arbeiða ella hava royndir/útbúgving innan byggivinnuna

Eins og undanfarin ár fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at hava jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn. Konsertin verður leygarkvøldið 12. desember klokkan 19.30

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 12. desember klokkan 15

Leiðarar hava sera stóran áhuga í Leiðararáðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum 29. januar. Tað streymar inn við tilmeldingum til Leiðaradagin 2016. Serligt tilboð er til tey, ið tekna seg áðrenn kl. 12 í dag

Eg lovaði, at varð eg valdur, so vildi eg halda ein jólafrokost fyri veljarunum frá mær, skrivar løgtingslimurin fyri Javnaðarflokkin á Tvøroyri. Freistin at melda til er í kvøld

Fríggjadagin 11. desember kl. 16 verður alment tiltak í Skúlanum á Argjahamri, har úrslitið av projektkappingini um nýggja kirkju á Argjum verður almannakunngjørt

Leiðaradagurin 2016 verður á Hotel Føroyum 29. januar. Tey, sum tekna seg áðrenn nú hósdagin 10. desember kl. 12, fáa 1. floks pakka frá Norðfra á 500 kr. við ókeypis

Nú hóskvøldið, 10 desember, kl. 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju til frama fyri "Í menniskjum góður tokki"

Komandi vikuskifti vitjar Lyle Shelton, dagligur leiðari í Australian Christian Lobby, í Føroyum. Lyle Shelton ferðast nógv kring heimin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina

Sunnudagin 6. desember verður stórsligin konsert við Eystanljóð. Konsertin verður í Gøtu kirkju klokkan 17:00

Í morgin 5. desember verða jólatræið og jólabygdin á Ljósafløtti á Sandi tendrað

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at skoyta vetrarhálvuna 2015/16. Vælumtókta skoytubreytin er fyri aðru ferð í fyrrverandi kommunuskúlagarðinum í Tróndargøtu

Arbeiðir tú við pivottabellum, diagrammum o.a. í Excel uttan veruliga at hava lært tað? Kom og lætt tær um arbeiðsdagin, lær tað uppá rætta mátan. Skeið 7. og 8. desember

Leygardagin 5. des. kl. 17.30 verður jólakonsert í Vestmanna Kirkju við Vestmanna Sangkóri

Leygardagin 5. desember kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum Barnajól

Komandi vikuskifti verður møti og næsta vikuskifti verður familjumøti á Ørkini í Reykjavík

Føroysk jólaguðstænasta verður í Donsku kirkjuni í London sunnudagin tann 6. desember, 2. sunnudag í advent, klokkan 14. Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Vágum, prædikar

Áhugaverdur fyrilestur í Vesturkirkjuni um relatiónir, sum hava týdning fyri øll

Marin Elisabeth Poulsen hevur jólahugleiðingar. Marin Elisabeth dugir sera væl at siga frá og hevur ferðast víða, m.a. í Afriku

Stóra altjóða leiðsluráðstevnan GLS (The Global Leadership Summit) verður 15. og 16. januar hildin í Norðurlandahúsnium fyri áttindu ferð

Nú sunnudagin verður Guðstænasta á enskum máli í Christianskirkjuni

- Ert tú sum flestu aðrir leiðarar? So er skjótt at ivamálini stinga seg upp, tá starvsfólk gerast sjúk. Skeið í HR-løgfrøði: 4. desember 2015 | kl. 09.00-13.30

Aftur í ár ferð Føroya Klartinettorkestur at hava jólakonsert í Mariukirkjuni

Tann 3. desember kl. 09.00-13.30 verður skeið fyri leiðarar og HR-fólk um loyalitetsskyldu, Facebook, sosialir miðlar og whistleblowing

Aftur í ár verður skipað fyri føroyskari guðstænastu í Randers. Guðstænastan verður 6. dec. kl. 16.30 í Genesis, Eriksvej 13, 8960 Randers SØ

Komandi vikuskifti verður skipað fyri 11 jólahaldum í Tórshavnar kommunu, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður

Árliga jólasølan í Tilhaldinum byrjaði í gjár og heldur fram alla vikuna

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum ‘Ársins Fyrstahjálpara 2015’

Í dag, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður adventshugni í Vestmanna kirkju, har eitt nú Vestmanna Kirkjukór fer at syngja jólasálmar og jólasangir

Leygadagin skipar Frelsunarherurin í Havn fyri jólaverkstaði fyri alla familjuna

"Syngið við" kvøld, saman við Harmonikuvinum, verður í Missiónshúsinum í Leirvík leygarkvøldið 28. november

Um vikuskiftið verður stóra jólatræið í Vágstúni tendrað, og í døgunum eftir verða hini jólatrøini í kommununi somuleiðis tendraði

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki

Tema: Retorikkur & samskifti fyri leiðarar

Hóskvøldið 26. november kl. 19.30 verður Djúphugsni og kvirra í Christianskirkjuni. Kórið í Christianskirkjuni syngur

Hóskvøldið 25.nov kl. 19.00, verður íverksetarakafé’in, sum Nýskapanarhúsið Hugskotið skipar fyri í Posthúskjallaranum

Sunnudagin, frá klokkan 14 til 16.30, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga adventstiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer stuðulin til Sjúklingahotellið Tórshavn

Borgarafundur verður í kvøld, týskvøldið 24. november 2015 kl. 19 í bygdarhúsinum í Kollafirði