Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Hvat við at geva tínum bestu eina fotobók í jólagávu? Betri gávu kanst tú ikki geva. Kostnaður einans kr. 575 v/mvg, og tá er ein fotobók við í prísinum!

Bert 2 pláss eru eftir á skeiðinum at læra grundstingini í broderí til føroysk klæðir. Undirvísari er brodøsan Astrid Andreasen, sum hevur designað, teknað og broderað føroysku klæðini, sum krúnprinsaparið fekk í brúðargávu frá Føroyum

Solveig Hanusardóttir Olsen heldur fyrilestur um søguligu gongdina hjá føroyskum listakvinnum gjøgnum tíðina

Í kvøld 26. okt kl. 19.00, verður fyrsta íverksetarakaféin, sum Nýskapanarhúsið Hugskotið skipar fyri í Posthúskjallaranum

Nú mikukvøldið 28. oktober kl. 19.30 verður ein áhugaverdur fyrilestur í Hoyvíkar kirkju. Tá fer Bergur Djurhuus Hansen at halda fyrilestur um Kristian Osvald Viderø og ritverk hansara

Sum tað síðsta tiltakið á mentanarvikuni Skýming í Runavík í ár, verður hátíðarhald og minnisvarði reistur til heiðurs fyri Anton Olsen og tað bragdið, hann framdi í 1975

Fríggjakvøldið 30. og leygarkvøldið 31. oktober, syngur kendi Grammy virðislønti tenorurin Larry Ford í ávikavist Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Kom og lær teg bókhald frá grundini 9. -11. november. Bílegg nú, seinast var útselt. Tú lærir alt líka frá hvat debet og kredit er, til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m.

- og maður, hertikin av svølti í stórbýi - Orð og tónar í kvøld kl. 20:00

Felagsskapurin Hjálp til forfylgd kristin og onnur í Miðeystri er sprottin út frá teim ræðuleikum ið vit hvønn dag síggja og hoyra í fjølmiðlunum og á netinum í samband við kreppuna í Miðeystri

Kappingin, Føroya feitasta motorsúkkla, er nú skotin í gongd. So skunda tær í SMS at sleva eftir feitastu motorsúkklunum í landinum

Mikukvøldið 21. oktober kl. 20.00 verður ókeypis fyrilestur í Reinsarínum á Tórsgøtu við donsku Anju Ringgren Lovén

Sum handverkari ert tú serkønur innan títt øki, og vilt kanska helst sleppa undan at brúka tíð uppá skrivstovuarbeiði. MEN um tú hevur egið virki, er eingin vegur uttanum – tú noyðist at halda skil á pappírunum

Vit dansa og hava tað stuttligt. Í steðginum verður sagt frá søgum og kvæðum

Aftur í vetur fer Parkinsonfelagið at halda limafundir runt landið, fyri fólk við Parkinson, teirra avvarðandi og onnur áhugaði

- At vera í útlegd fær meg at kenna meg eyka polska, sjálvt um eg jú eri komin til Klaksvíkar fyri at verða, sigur Kinga Eysturland um, hvussu tað er at vera póllendingur í Føroyum

Mánadagin 19. oktober kl. 16.30 fer Kristian Nagel Delica at halda fyrilestur á Býarbókasavninum í Havn um týdningin av bókasavninum í nærsamfelagnum

Vanliga hevur Sundakórið einar 10 venjingar fram móti jólum, har jólasangir eru á skrá og vetrarhálvan endar við konsertum fyrst í desember mánaði

Tað skal fitt av pengum til at reka eitt bjargingarfelag og fyri at fáa pengar til rakstur, skipar Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, SNB, fyri seyðauppboðsølu í annaðkvøld

Í hesum sambandi verður skipað fyri almennum morgunkaffi og hátíðargudstænastu sunnudagin 18. oktober

Frelsunarherurin skipar fyri barnamøtum seinna partin av heystfrítíðini

Útbúgvingin er fyri allar leiðarar og onnur, sum hava við m.a. setanarsáttmálar, sjúkrafráveru, uppsagnir, lønir, setanarklausular, farloyvi, KT-reglur og onnur starvsfólkaviðurskfiti at gera. Bara 4 pláss eftir

Í ár er altjóða ár fyri ljósi, og hetta verður hátíðarhildið á Savnsfagnaðinum alla heystfrítíðini. Tey stóru søvnini, Tjóðsavnið, Listasavnið og Sjósavnið bjóða børnum og øllum áhugaðum á savnsfagnað

Umframt at vera vísusangari er kendi danin eisini gyklari og búktalari

12. oktober er altjóða dagurin hjá teimum, ið hava giktasjúkur. Klokkan 19.30 mánadagin hevur felagið tiltak í hølunum hjá MBF við Íslandsvegin í Havn

Eitt bíbliuvers gevur høvi til umhugsan og kann eggja til bíbliulesna. Bíbliufelagið hevur latið gjørt eskjur til bíbliuvers

Oktobermánaði er bróstkrabbamánaði kring allan heim. Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum selur í hesum sambandi armbond og oyraringar

Í samband við tiltakið Heystfagnaður á Eiði, verður skipað fyri dansi eftir góðum gomlum leisti

Norrønt Atlantssamstarv, NORA, skipar í vikuni fyri ráðstevnu undir heitinum Når nisje blir mega. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á lokal tiltøk við møguleika fyri at draga vitjandi at sær

Almennur fundur um tunlarnar á Borðoynni verður í Skúlanum á Fossánesi týsdagin 6. oktober kl. 17-19

Í hesum sambandi verður móttøka í Öström leygardagin 3. okt kl 15.00

- Arkitektafelagið heldur, at vit eiga at gera eina heildarætlan fyri alt landið, tá ræður um bygging av ídnaðar- og bústaðarøkjum, so atlit verða tikin til náttúruna, burðardyggleika, fornminni og trivnað

Fyrilestur við Vigdís Finnbogadóttir mikudagin 7. oktober kl. 15.30 í Læraraskúlahøllini

Nú verður eldradagurin aftur á skránni. Fríggjadagin 2. oktober 2015 skipar Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommuna fyri eldradegi í høvuðsstaðnum

Tað er Fólkaheilsuráðið, sum saman við Miklagarði skipar fyri matgerð á torginum. Uni Gullfoss kokkur fer at hjálpa kundanum at gera lættar og leskiligar skundverðir úr havinum

- Á Argjum hava vit nógv og væl skipað ítróttarvirksemi. Argja Bóltfelag frá 1973, Argja Róðrafelag frá 1982 og Ítróttarfelagið Argir frá 2011

Leygardagin 3. oktober bjóðar Tórshavnar kommuna øllum borgarum til orðaskifti og eitt øðrvísi tiltak í gongugøtuni. Endamálið er at hoyra og skifta orð við borgaran um miðbýin í framtíðini

Málfelagið – móðurmálinum at frama, sum André Niclasen, sáli legði lunnar undir, fer í kvøld, týskvøldið 29. sep., at hava framløgu av Móðurmálsalfabetinum í Miðlahúsinum kl. 20

Fríggjakvøldið ber til at fara í fyrsta føroyska útvarpsbiografin nakrantíð, tá ein heilt serlig søga verður at hoyra

Oktober er mánaðurin, sum leggur áherðslu á bróstkrabba. SMS hevur eisini valt at gera tað í samstarvi við bólkin Bót til bata

- Kundi tú hugsar tær at gjørt ein nethandil, eina heimasíðu ella ein blog á ókeypis forritinum WordPress ? Kom á skeið 7. og 8. oktober – bert 2 pláss eftir

Nú byrjar Miðvikan aftur í Hoyvíkar kirkju, og nú mikukvøldið 30. september kl. 19.30 fer Árni Dahl, rithøvundur og lærari, at greiða frá fyrsta lestrinum á føroyskum

Rimmar Oktoberfest við borðhaldi, serbryggi frá Føroya Bjór, týskum mati, undirhaldi og nógvum festligum tyrolaratónleiki og føroyskum sangi

Aftaná guðstænastu í Hans Egede kirkju sunnudagin 4. oktobur, kl. 14:00, fer Sverri Steinhólm prestur at greiða frá Emil Joensen og Kristiliga ungmannafelagnum

Kom við og lær enskt í avslappandi umhvørvi úti í Hesti, har tú fært møguleika at hugsavna og fordjúpa teg. Seinasta freist er í dag. Tó er møguleiki at goyma pláss til mikudagin

Í oktobermánað varpar Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandi verður møguleiki at ogna sær hesar vøkru smúkkur

Mikukvøldið 30. sept. kl. 19:30 heldur Nils Ohrt, savnsstjóri, fyrilestur á Listasavni Føroya um Ruth Smith og hennara list

- Kom á skeið hósdagin 5. november við “Kongen af salg”, har tú fært eina rúgvu av góðum hugskotum til, hvussu tú setir ferð á søluna. Max 14 luttakarar

Í kvøld kl. 19 heldur Jákup Reinert Hansen fyrilestur í Kollafjarðar Missiónshúsi undir heitinum: Hin kristiligi barnalærdómurin – Katekismus-undirvísing í Føroyum

Útbúgvingin er fyri allar leiðarar og onnur, sum hava við m.a. setanarsáttmálar, sjúkrafráveru, uppsagnir, lønir, setanarklausular, farloyvi, KT-reglur og onnur starvsfólkaviðurskfiti at gera. 3 dagar, 21. okt og 4. & 18. november