Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

- Tíðin stendur ikki í stað, hon kemur og fer. Við sær ber hon skiftandi rák og hugsan. Rákini eru myndandi eitt tíðarskeið, inntil onnur hugsan tekur pallin. Rákini mynda tilveruna hugsjónarliga og ítøkiliga

- Tað eru vit, ið prædika, sum skulu liva eitt heilagt lív, áðrenn vit seta krøv til onnur. Fallið í samfelagnum – verðsliggeringin – stendst av fallinum í okkara egna hjarta

- Tað ræður um at varnast tað góða, meðan tað er. Tað ræður um at vera hjástaddur í lívinum, meðan vit liva. Nógvar ríkar løtur hjálpa væl, tá ið sorgin vaknar við lívlát. Nærvera er altíð ein íløga í framtíðina

- Hvat er tað, ið vit velja at síggja? Hvat er tað, ið vit hoyra og velja at minnast? Hvørja søgu siga vit um hvør annan á skeivum stað til skeiva tíð?

- Tað andar av møku millum trøini, ið bera sjónligar reyðbrúnar blettir. Í 2017 hava vit havt eitt gott summar

- Tað er møguligt at missa seg sjálvan burtur. Tá ið vit loksins koma afturíaftur, verður mangan sagt: Eg havi funnið meg sjálvan

- Óttin fyri fylgjunum er órógvandi. Mistøkini níva, hóast tey ikki altíð vóru tilætlað. Tað er so skjótt at traðka við síðuna av. Sjálvt hin besti kann gera mistøk, og fáur kemur snikkaleysur gjøgnum lívið

Hann vitjaði kirkjugarðin og stóð við leiðið. Andakt, ró og friður. Einsamallur ein góðveðursdag millum søkurnar

- Biskupar eiga at tola meira enn onnur, tí teir (m/k) verða væl løntir fyri sítt kall. Einki knarr er sømiligt, – men tey, ið ongum hava gjørt ilt, hví skulu tey pínast við óhøviskari talu og ljótum málburði?

- Tað sømir seg ikki teimum kristnu at lúta við høvdinum. Í líknilsinum um liljurnar á markini og fuglin á heiði sigur Jesus, at stúranin eyðkennir heidna lívsáskoðan

- Hugtakandi er tað um várarnar at síggja náttúruna vakna. Eygleiða lívið í sínum margfaldi og ymiska skapi. Eygleiða og sjálvur vakna til lívs

- Orðafellið sigur, at ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð. Orðafellið sipar til ta sannroynd, at nakað, sum átti at verið eyðsýnt, ikki altíð sást í verki. Tað hendi, at maður royndist sum orðloysingur

- Vitjaðu Sólorku í Albir í Spania í tvær vikur. Ein frágera góð ferð, væl fyriskipað og gott ferðalag. At njóta tilveruna nakrar dagar og fáa orku til tær avbjóðingar, sum vit hvør í sínum lagi hava dagliga

- Páskamorgun kom broyting í, og alt gjørdist øðrvísi og jaligt. Deyðin var deyður, lívið livandi og menniskju endurfødd til livandi vónar

- Hon var gomul, og tíðin rann undan. Hon væntaði, at næstu ferð farið varð frá húsum, vildi hon verða borin. Ferðin um evstu sín, haðani eingin vendir aftur, var í nánd

- Rætturin at tala og siga sína hugsan er ein sjálvsagdur lutur í einum fólkaræði við skipaðum viðurskiftum og rættartrygd. Talufrælsið er ein týdningarmikil súla í samfelagnum saman við skrivifrælsi og trúarfrælsi

Nógv vatn er runnið í ánna, og stórar aldur eru skolaðar niðan á sandin, síðan hugsanin vitjaði á fyrsta sinni. Hesin stóri spurningurin: Hvussu kunnu vit liva eitt eydnusamt lív og spreiða gleði rundan um okkum?

- Millum øll tey mongu orðini er tað ein frægd at boða gleðiboðskapin um Jesus. Millum allar viðkomandi spurningar er tað ein gleði at boða svarið, ið birtir vón, gleði og trivnað

- Heimurin er vorðin myndigur. At fólksins hugsan er vorðin verðslig gevur møguleikar, ið eru gagnligir og avbjóðandi

“Í tí løtu varð Eva mamma mín.” Orðini eigur kenda danska skøkjan Jackie Siwens um mammu sína, ið eisini var skøkja. Jackie hevur skrivað bók um sítt yrki, lív og levnað

- Á arbeiðsmarknaðinum eru vit upptikin av trivnaðinum. Valla er nakar í iva um, at góður trivnaður gevur tær bestu umstøðurnar at mennast fakliga og menniskjansliga

- Stóð við ein pylsuvogn á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn og át. Eitt hugtakandi stað allar ársins tíðir, hóast økið ikki ber brá av grønum vøkstri. Alt var sum vanligt

- Tað var júst í Guðs útvalda fólki, at Guð lat Mariu moy, ið var gitin av heilagum anda, føða himinsins kongason. Jesus er Guðs sonur og jødi

At hyggja afturá og síggja farnar dagar í einum føgrum ljósi lívgar sinni. Góð eru gomul minni um farnar løtur í arbeiði og frítíð úti sum heima. At hyggja afturá og minnast svárar løtur eru hugmyndir, ið onkursvegna síggjast sum arr í lívi og lívsførslu

Meistarin Jesus talaði søk teirra, ið traðkaðu skeivt og beklaðu skógvarnar. Tað er gott og vælsignað! Tað gevur okkum, ið snáva á lívsleiðini, møguleikan at koma aftur á føtur

- Veðrið er illfýsið, og tað regnar av grimd. Morgunin er myrkur, og tað er óunniligt at hyggja út ígjøgnum gluggan. Hví skal tað altíð vera so, var fyrsta hugsanin

- Tað var heiður himin og kalt í veðrinum. Sólin stóð lágt á luftini, nú allahalgannadagur var í nánd

- Vit mega hava ráð at veita teim doyggjandi bestu umstøður. Vit mega hugsa um tey avvarðandi. Vit mega geva teimum bestu sømdir, ið hava avbjóðingar til likams og sálar

- Skiftið millum árstíðirnar er ein sigandi myndatala um mannalívið. Várið umboðar føðing og barnaár.

- Hin føroyska kvinnan úti á bygd hevði hollan lívsvísdóm. Í torførum avgerðum metti hon tað skilagott, at vit góvu okkum stundir, hugsaðu ár fram í tíðina og spurdu: “Hvat vildi eg ynskt sum átti ára gomul, at eg hevði havt gjørt í hesi somu støðuni, tá ið eg hyggi aftur í tíðina?”

- At lata seg kveikja av mennandi talu, stimbrandi tankum og væl úr hondum greiddum verki er vísdómur, ið føðir vísindi

Um trúgvin á Jesus verður rikin úr almenna rúminum, hvør ideologi verður so sett í staðin fyri ta kristnu hugsjónina, sum í øldir hevur myndað politisku hugsanina og tær sosialu skipanirnar í norðurlondum?

- At verða settur uttanfyri er ein svár líðing. At verða undirmettur økir ikki um lívsvirði ella lívsgleðina. Vit kunnu verða sett uttanfyri av øðrum, ið meta seg vera innanfyri

Hitin í tilveruni skapar saman við ljósi og vatni gróðrarlíkindi fyri menning og vøkstri. Sjálvt um hitin kann málast í stigum, nýta vit orðið í myndatalu, t.d. at tað er heitt teirra millum, ella at kærleikin kólnar

- Hvørt tíðarskeið hevur nýggjar avbjóðingar. Tað varð staðfest fyri tveimum árum síðan, tá ið ætlanin var at selja atgongumerki við dyrnar til eina konsert í Eiðis kirkju

- Sigldu við Norrønu fram við Hetlandsoyggjunum í fagrasta veðri ávegis til Danmarkar. Í hugtakandi kvirru ótu vit morgunmat. Tað rørdist ikki ein ond á sjónum, so tað var lagaligt at njóta matin, útsýnið og hvør annan

- At eitt menniskja, ið misnøgt fór heimanífrá, kemur aftur í øllum góðum skapar veitslulag við góðum mati, har fólk halda sær á gamni

- Kendi eitt brennandi ynski í barminum, at eg mátti mennast og búnast andaliga og fáa størri frímóð at vitna um Jesus í tí dagliga

- Virðingin fyri tí heilaga skapar eitt eyðmjúkt sinnalag, fær okkum at hyggja inneftir, úteftir og uppeftir

- Ein uppilagstur sjómaður var fyrimyndin, ið gav mær møguleikan at mennast í einfaldari barnatrúgv. Hann var ikki nakar prædikumaður

- Tað er ein andaligur veikleiki og avmarking av Guðs skynsomu kallan, um kristnin einans góðtekur tað, ið er mín egni stílur ella háttur. Okkara náðileysa døming og fordøming er eitt hent amboð hjá illamanni

- Tá vit fluttu út á Gjaranes, komu vit til ein urtagarð, ið trongdi til eina góða hond. Vit settu okkum fyri at rudda økið og hava ein grønan grasvøll. Vit valdu at vera ivaleys og tóku rívan til

- Visti um mannin, ið ikki fekk møguleikan at arbeiða sum trúboðari. Tað heimliga jørðildi var eirindaleyst. Unglingin varð mettur óegnaður og tess vegna ikki upptikin á bíbliuskúlan

- Í rúmligu forkirkjuni ávegis heim kom ein eldri maður ímóti mær. Hann tók í hondina og segði, at hann vildi siga mær ein vitnisburð um Guðs kraft og leiðslu. “Um biskupur hevur stundir at lýða á, eri eg takksamur”

- Var til føstugudstænastu úti á bygd. Eftir føstulesturin varð samtalað við ein fróðarmann, ið var kirkjutænari. Hugaligt prát og vit rókust á heimligum miðum

- Í Laplandi búði ein lítil genta saman við mammuni, ið var einkja. Móðir og dóttir vóru altíð saman og funnu frægd í samtaluni. Tær tosaðu javnan um andalig viðurskifti, um Guð og hansara umsorgan

- Tað fellir rímiliga lætt at skriva eina andakt. Avbjóðingin við skriviborðið og telduna kennist væl lættari enn tað veruliga lívið, tá ið trúgvin skal standa sína roynd í gerandisdegnum

- Millum manna og í almenna rúminum hava vit verið upptikin av stórum evnum, ið vit eru rættiliga ymisk á máli um - fátækt og tey fíggjarliga veiku í samfelagnum, støða teirra eldru og flóttafólk

- Vit vóru ávegis út á Kirkju við Másanum. Tað vóru vánalig líkindi, men vónin at koma í land á Fugloynni var rímilig. Hann var so mikið lágur í ættini, at í Hattarvík gjørdist einki

- Ein sermerktur friður hvílir yvir Jesu føðing. Hóast trongar ytri umstøður valdar ein fjálgur dámur, tá ið Guð í kærleika letur son sín føða til jarðar uttan skart og skreyt í einum fjósi