Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger

Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, heldur ikki at neyðugt er at gera ein tunnil sum kemur út í Vatnsoyrum. - Teir fimm minuttirnir sum spardir vera, eru dýrir, eisini fyri vinnuna í økinum

- Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast at grundarlagið verður tikið undan teimum fáu, sum rógva út vestanfyri, sigur Jørgen Niclasen

- Góði Henrik Old og politikarar allir: Farleiðin um Miðvág, Sandavág og Hálsin er ein stór skomm - latið nú P/F Vágatunnilin sleppa í gongd at gera tunnilin millum Vatnsoyrar og Fútaklett!

Seinnapartin kom bretski ráðharrin Michael Gove við Høgaberg á Miðvág, eftir at hava fundast umborð, fyrst við umboð fyri vinnuna og síðani við fiskiráðharran Høgna Hoydal

Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn í juli var yvir 50.000 juli 2017 fer í søguna sum tann einstaki mánaðin, sum hevur givið nógv flest ferðafólk til og frá Vága Floghavn. Í juli komu og fóru 51.765 umvegis flogvøllin

Soleiðis ber eisini til at halda frí

Um níggju tíðina í kvøld kom bretski ráðharrin Michael Gove til Sørvágs, og var millum annað føroyski fiskiráðharrin Høgni Hoydal og tók ímóti á flogvøllinum í Sørvági

Nýggja talgilda Súlubonusskipanin hjá Atlantic Airways er sera væl móttikin, og longu eru fleiri enn 14.000 limir í skipanini

OY-RCI, sum er Airbus A319 flogfarið, ið Atlantic Airways langtíðarleigar frá írsku fyritøkuni SMBC, verður verandi í flotanum hjá flogfelagnum

Umhvørvisstovan hevur matrikulerað grundstykkini við Stóraklett í Sandavági. Talan er um 11 grundstykkir, sum øll eru umbiðin

Síðstu vikurnar hevur grønlandska skipið Narluneq ligið á Miðvági. Smiðjan hjá J.K. Joensen í Miðvági hevur umbygt skipið til línu og garnaveiðu, samstundis sum nýggj fiskiútgerð er sett upp

Útimøti í Viðurbyrginum i Bø kl 16 sunnudagin. Vitjan úr KFUM & K úr Klaksvík, sum fara at syngja og tosa

Ungi sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen telvaði so væl í altjóða kappingini Faroes Open í Kollafirði, sum endaði nú um dagarnar, at hann ognaði sær ein sokallaðan IM-norm fyri avrikið

Tað er neyvan komið fyri fyrr, at átta fløgg hava bleiktrað í lotinum, tí fýra hús eru reist sama dag í Bø. Men í gjár hendi tað so

Flestu sperrurnar vóru komnar á summarhúsini í Bø seinnapartin í dag og á tí eina var flaggað. Tað hevur verið nakað nógvur vindur í dag og tað hevur møguliga darvað arbeiðinum

Nú er komið nakað áleiðis at summarhúsini í Bø, hjá smápartafelagnum Útsýnið, standa reist og innilokað. Her eru nakrar myndir frá í dag

Fýra tær fyrstu smátturnar hjá felagnum Útsýnið, verða reistar einarferð seinnapartin í morgin

Tað er bókin, Framtíðarvónir, sum David Johannesen, prestur, hevur skrivað

Leiðslan í Zarepta hevur gjørt av, at føroyafólk skal fáa høvið at uppliva Zarepta á 50 ára degnum, og síggja og hoyra hvussu arbeiði byrjaði í smáum við næstan ongum fíggjarligum midlum

Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar frá 1. august 2017

Teir seinastu róðrarnar var einki ljóð og eingin mynd frá bátinum, sum frásøgumaðurin Suni Merkistein var við, og tað tók nakað nógv av spenninginum sum annars plagar at vera, tá ið kappróðurin verður útvarpaður

Tað verður við einum øðrum skipara enn Brandur Joensen úr Miðvági, tá ið Gadus fer avstað aftur nýggjan túr. Eftir 37 ár á brúnni, fyrst sum avloysari, gevst Brandur Joensen, skipari

Leygardagin 15.juli fara 72 bátsmanningar at rógva 6. FM-róðurin í ár á Vestanstevnu í Miðvági

Bíggjarmaðurin og varapolitiiinspektørurin Jógvan Páll Joensen er frá 1. august 2017 sjefpolitiinspektørur í Føroyum

Aftur í ár skipar Ítróttarfelagið Frælsi fyri árligu renningini á Vestanstevnu, sum í ár verður hildin í Miðvági í døgunum 14. til 16. juli

VP skrivaði herfyri um stórfingna gávu sum Krígssavnið í Vágum hevði fingið úr Íslandi, og í kvøld var Kringvarpið á vitjan á Krígssavninum. Hoyr Karl Jóhan Nielsen greiða frá

Henda súkklan var stjolin í Vatnsoyrum fyri um 14 døgum síðani, og í dag fekk eigarin at vita, at sama súkkla var brúkt í sambandi við stuldur í FK-handli í Havn

Heimskenda stjørnuskotið MØ hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og hon ætlar sær ikki bara at flúgva skjótt inn og út úr landinum. Hon gleðir seg tvørturímóti til at uppliva føroysku oyggjarnar teir komandi dagarnar

Tað er av allar fagrasta veðri í Vágum aftur í dag - sólin bakar oman og niðan

Stórur áhugi er fyri Føroya vakrasta hálvmaratonni og longu nú er útselt hóast markið fyri luttakarum er flutt úr 300 luttakararum í fjør til 500 luttakarar í ár

Sverri Nielsen róði sína fyrstu World Cup kapping fyri løtu síðani. Hann gjørdist nummar fimm í kapingini. Kringvarpið hevur tosað við hann

Tann 15. juni 2017 fekk Krígssavnið eitt sera áhugavert kort yvir øll føroysk skip, sum eru farin við Íslands strendur í tíðarskeiðinum 1882 til 1993

Ongantíð áður hevur sólin skinið so nógv á Fútklett sum í fjør

Sjálvt um alifyritøkurnar hava gjørt stórar útbyggingar, og íløgur í tøkni, at berjast móti laksalúsini, so er hon enn ein hóttan. - Hon hevur tann forbistraða eginleika, at hon dugir so væl at tilpassa seg, sigur Atli

 

Í Miðstaðarøkinum við Kirkjar, er garður lagaður fram við ítróttarøkinum. Garðurin er lagaður dupultur, av einum av hegnigastu handverkarunum

Sunnudagin 30 juli er ætlanin at fara eina forkunnuga pílagrímsferð úr Bø til Gásadals

Á lítlari samkomu í dag handaði formaðurin í teknisku nevnd hjá Tvøroyrar kommunu, Alvi Mortensen, viðurkenningarskriv til Vága Floghavn, sum tøkk fyri hjálpina í samband við eldsbrunan á Varðin Pelagic

Í juli er tað 14 ára gamla Anny Sofía Poulsen ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági. Anny Sofía sýnir fram tekningar, tann elsta frá 2015 og tann seinasta er skapt í vikuskiftinum

 

Regulariteturin hjá SAS fyrstu tveir mánaðirnar, tað vil siga í mars og í apríl, var vánaligur, samanborið við regularitetin hjá Atlantsflog, skrivar heimasíðan check-in.dk, og tí umhugsar SAS at brúka A320neo-flogfør til Føroyaflúgvingina. Tey hava RNP AR 0,1-skipanina

Í juni var vøksturin heili 24,6 % í mun til juni í 2016. Hetta merkir at 36.657 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í juni í ár, í mun til 29.422 ferðafólk í juni í 2016

- Vit fara hampa um Ovaragøtu í Nipuhaga fríggjadagin kl 13.00 og tað er ikki ov seint at møta kl 18.00 tí vit arbeiða til seint út á kvøldi

Í fjør sá Anton Guttesen í Sørvági eina likku við litringi á beininum í túninum hjá sær. Likkan var ringmerkt á Pitsea ruskplássinum í Essex í Onglandi tann 16 Januar 2016 og var tá minst fimm ára gomul

Marita Nattestad sýnir fram málningar á Café Manna. Gerandisdagar frá kl. 12:00 til kl. 18:00

Í kvøld 22. juni kl. 20 fer Sámal Petersen at hava solokonsert í Sandavágs kirkju. Á skránni eru verk eftir J S Bach og eitt nýskrivað verk eftir unga amerikanska tónaskaldið Stephanie Ann Boyd

- Henrik Old sigur beinleiðis ósatt fyri føroya fólki og Løgtingi. Tað sæst m.a. greitt í lóg nr 14 frá 2002, har Henrik Old sjálvur hevur atkvøtt fyri at tunlarnir skulu gerast partur av vanliga vegakervinum hjá landinum, tá lánini eru útgoldin

Í dag tók Útistovuhandilin í Mykinesi ímóti fyrstu kundunum, og vóru teir bæði útlendskir og eisini føroyskir politikarar. Millum annað vitjaðu russiski varalandbúnaðarmálaráðharrin og ráðharri fyri fiskivinnu og alivinnu, Ilya Shestakov, og frú Regina G. Shestakova, handilin

7 ára gamli Alexandur á Stongunum gjørdist herfyri borgari nummar 2.000 í Vága Kommunu. Honum dámar væl í Sandavági, og tað gera foreldur hansara, Sigga á Stongunum og Magnus á Stongunum, eisini

Í morgin sunnudagin, verður guðstænasta og sunnudagsskúli sum vanligt kl. 11. Aftaná sunnudagsskúlan og guðstænastuna, verða øll boðin tiil góðan døgurða í meinigheitshúsinum

Torgerð Suðuroy letur upp handil við suvenirs í Mykinesi leygardagin, men har verða eisini onkrar neyðsynjarvørur at fáa

Tað bleiv sera undirhaldandi í Sørvági. ÍF hevði gyltan møguleika at vinna, men tað var 07 Vestur sum vann øll stigini í síðsta sekundi