Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

- Vit hava í dag eina loysn í Vágum. Vit hava ein góðkendan vælútbygdan heilsudepil og sjúkrabilatænastu í oynni við sera dugnaligum starvsfólkum

Nevndin hevur gjørt av at lata Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen Listaflog-stuðulin fyri 2017. Øll upphæddin á 100.000 krónur verður latin hesum báðum listafólkunum

Vága kommuna er um at koma í rasshaft av einum byggimáli, tí eini hús eru komin at standa 90 centimetrar hægri enn tey hava loyvi til

Í sambandi við altjóða poesidagin skipar bókasavnið í Sørvági fyri poesikvøldi mánakvøldið 27. mars, klokkan 19.30. Tveir yrkjarar koma á gátt

Føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, verður høvuðsstuðul hjá øllum teimum føroysku íðkarunum, sum luttaka á Oyggjaleikunum 2017, sum í summar verða í Gotlandi

Vága Floghavn fegnast um, at tað nú hevur eydnast at fáa kapping í lag aftur á Føroyaleiðini ímillum Keypmannahavn og Vágar, eftir at kapping ikki hevur verið síðan 2006

Hetta er 7 føroyameistaraheitið hjá SÍ í ár. Frammanundan eru G12, G14, Kvinnuunglingar, D14, D16 og mansunglingar føroyameistarar

Sunnudagin 26. mars verður familjumøti kl. 17 í Kedron í Sørvági. Svein í Prestgarði luttekur við sangi og vitnisburði

- Fyri Vága Floghavn er ongin ivi um, at føroyski marknaðurin væl tolir, at kapping er á marknaðinum, eins og kapping er á øðrum føroyskum marknaðum, segði stjórin á Vága Floghavn á SAS-fundi fyrrapartin

- Hetta er ein sterk og dygdargóð skipan til fyrimuns fyri okkara trúgvu viðskiftafólk. Vit fegnast um, at tað er eydnast at menna okkara egnu, talgildu bonusskipan uppá lutfalsliga stutta tíð, sum eisini er lagað til okkara tørv, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways

Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2016 gjørdist eitt avlop á 0,4 mió. kr., sum er 0,1 mió.kr. betur enn árið fyri, tá avlopið var 0,3 mió. kr. Umsetningurin var 15,1 mió. kr. í 2016 og 13,4 mió. kr. í 2015

Í nývaldu nevndini hjá Vága Tjóðveldisfelag sita Irena Nysted, Jóan Petur Joensen og Sølvi Simonarson. Sólva Jacobsen og Ingolf S. Olsen eru varafólk

Formaðurin í hjálparfelagsskapinum Kiwanis, vann høvuðsvinningin frá Giljanestiltakinum, sum Lions klub Vágar skipaði fyri

Einasti skaði á nakað livandi í eldinum í bilverkstaðnum Carro í Sandavági í gjáranáttina var tá ein ær rann beint inn í eldin

Tøl hjá tunnilsfelagnum vísa, at hóast samlaði byggikostnaðurin fyri Vágatunnilin var 280 mió. kr. hevur tunnilsfelagið pr. 31/12-2016 kravt inn 310,7 mió. kr. í bummgjaldi

Teir vóru fyrstir at framleiða stór smolt og hava víst øðrum á gongdu leiðina ímóti lúsabardaganum. Atli Gregersen fegnast um góðu úrslitini

Bilverkstaðið Carro í Sandavági er í nátt fullkomuliga oyðilagt av eldi

Pensjónistar í Vágum fara í dag at "Syngja og Dansa við" í Marghøll í Sørvági. Nógv og forkunnugt til gaman og álvara verður á skránni, siga fyrireikararnir

Á Giljanesi vann Dráttur 3-0 á ÍF í gjár. Settúrslit: 25-17, 25-8 og 25-11. Samstundis tryggjaði Dráttur sær annað plássið í FM-finaluni, ið verður spæld í tveimum umførum á páskum

Gamla træbryggjan frá 1966 er nú gjørd av nýggjum og var handað kommununi mikudagin 8. mars 2017. Arbeiðið er gjørt av Articon

Komandi týsdag 21. mars kl. 1900 verður forkunnug konsert í Sørvágs skúla. Konsertin er í samband við at klaversnillingurin og føroyavinurin Martin Pollard í løtuni vitjar í Føroyum

- Bummgjald má vera til tess at halda tunlarnar í góðum og tryggum standi, og ein undirsjóvartunnil kann sjálvandi ikki sammetast við tunlarnar upp á landi

Leiðarin, Jákup Olaf Johannesarson, hevur tikið avgerð um, at siga seg úr starvi sum leiðari í Ungdómshúsinum, frá 01. apríl 2017 at rokna.

- Er Henrik Old settur at útinna tað ið Løgtingið hevur samtykt. Ella er Henrik Old omanfyri lógina?

- Við framhaldandi at krevja tunnilsgjald, verður eyka vegskattur lagdur á bilar og vinnuna í Vágum

WWF "World Wildlife Fund" hevur boðið Vága kommunu at vera partur av veðurlagsátakinum “Earth Hour 2017"

- Vit hoyra aftur og aftur, at viðlíkahald og rakstur av undirsjóvartunlum, er so ógvuliga nógv dýrari enn av vanligu tunlunum - tí noyðast vit av hava bummgjald

- Arbeitt verður við at gera ein felagsskap fyri pápar. Felagsskapurin fer at seta ljós á rættindi hjá børnum til pápa sín. Møguliga verður seinni settur á stovn ein stuðulsbólkur fyri bæði kynini

- Mittasti ljóssteyrin við fótbóltsvøllin í Sørvági helt ikki til nógva vindin, sum hevur verið. Hann datt útí Stórá og tók nøkur av áskoðaraplássunum við sær í fallinum

Advokaturin, Jógvan Elias Winther Poulsen, hevur skrivað juridiskt responsum um Vágatunnilin og niðurstøðan er greið

Ein av orsøkunum til, at Flybe ikki fer at flúgva til Føroya í summar er, at so illa hevur gingist hjá bólkum og ferðafólkum at fáa gisting í serliga Tórshavn

FM fyri tey yngru er liðugt og av 8 møguligum vann SÍ 6 føroyameistaraheiti og 2 silvur

SÍ vann í dag FM-heitið fyri gentur 12 ár, tá tær í høllini í Trongisvági vunnu 2-1 á KÍF. Settini endaðu 25-6, 16-25 og 15-7

 

SÍ gjørdist føroyameistari í dreingjum14, tá teir vunnu ein tryggan 3-0 sigur á TB-flogbólti. Settini endaðu 25-15, 25-12, og 25-18

 

- Prís-elastisitetur er ein týðandi partur av at standa seg í kappingini móti SAS, sum byrjar at flúgva upp á Føroyar í hesum mánaðinum. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi

Hóast Vága Floghavn er nógv útbygd seinnu árini, og nógv er hent á loftferðsluøkinum, er framvegis tørvur á íløgum. Tað upplýsir stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, í einari framløgu fyri landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í dag á Hotel Vágum

 

- Tað hava ongantíð fyrr verið so nógvir pengar í fiskivinnuni sum seinnu árini, og vinnan hevur gjørt stórar íløgur bæði á sjógvi og landi, so hví leika so í og kollvelta allari fiskivinnuni, spyr Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip

SAS byrjar fasta rutuflúgving millum Keypmannahavnar og Vágar tann 26. mars, og sum VP hevur skilt, verður tað ein føroyingur, sum fer at flúgva fyrsta flogtúrin til Føroya

Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis H. Niclasen, mótmælir harðliga, at Vágatunnilin verður nýttur sum sponsorur hjá verkætlanini Talgildu Føroyar

Ert tú troytt/ur av nýmodernaðum møtistíli og evangelii? Kom á møti í Vakhús og hoyr: "Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!" Tá vaknaðu...

Jóhannus Egholm Hansen er á aðalfundi í felagnum Kalaallit Airports A/S valdur til nevndarformann

Kl 14 í dag bleiv tvíkiljan Slættanes handað alifelagnum Luna

Sum helst fyrsta felag nakrantíð, hevur SÍ tryggjað sær pláss í øllum 8 FM-finalunum í flogbólti fyri yngri deildir, sum verða í Trongisvági komandi vikuskifti

Jødin Shay Attias greiðir frá lívi sínum og hvussu tað er at liva sum jødi í einum heimi, sum gerst meiri og meiri jødahatandi

Jafet Thomassen hevur í mars málningaframsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági

Høgni Lydersen úr Miðvági hevur gjørt hesa video, tá ið hann sigldi við línuskipinum Skørin

Models.com hevur valt miðvingin Jegor Venned til Model of the week og hevur sett honum nakrar spurningar

Mikukvøldið 1. mars kl.19.30 samlast sjómanskvinnuringarnir í Vágum í missiónshúsinum í Miðvági. Sjómanstrúboðarin verður við

Sørvágs kommuna hevur umvælt og umbygt Verkhúsið, soleiðis at nú er pláss fyri fimm búfólkum, ið nú hava góðar karmar at húsast í

Árliga Lions tiltakið var í Høllini á Giljanesi í gjár. Vinningarnir eru nú trektir