Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Ert tú troytt/ur av nýmodernaðum møtistíli og evangelii? Kom á møti í Vakhús og hoyr: "Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!" Tá vaknaðu...

Jóhannus Egholm Hansen er á aðalfundi í felagnum Kalaallit Airports A/S valdur til nevndarformann

Kl 14 í dag bleiv tvíkiljan Slættanes handað alifelagnum Luna

Sum helst fyrsta felag nakrantíð, hevur SÍ tryggjað sær pláss í øllum 8 FM-finalunum í flogbólti fyri yngri deildir, sum verða í Trongisvági komandi vikuskifti

Jødin Shay Attias greiðir frá lívi sínum og hvussu tað er at liva sum jødi í einum heimi, sum gerst meiri og meiri jødahatandi

Jafet Thomassen hevur í mars málningaframsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági

Høgni Lydersen úr Miðvági hevur gjørt hesa video, tá ið hann sigldi við línuskipinum Skørin

Models.com hevur valt miðvingin Jegor Venned til Model of the week og hevur sett honum nakrar spurningar

Mikukvøldið 1. mars kl.19.30 samlast sjómanskvinnuringarnir í Vágum í missiónshúsinum í Miðvági. Sjómanstrúboðarin verður við

Sørvágs kommuna hevur umvælt og umbygt Verkhúsið, soleiðis at nú er pláss fyri fimm búfólkum, ið nú hava góðar karmar at húsast í

Árliga Lions tiltakið var í Høllini á Giljanesi í gjár. Vinningarnir eru nú trektir

Tað gjørdist SÍ, sum vann steypafinaluna hjá G16 við einum 2-0 sigri á Fleyr. Settini endaður 25-13 og 25-14

Tað gjørdist SÍ, sum vann streypafinaluna í D 12 í dag við einum 2-0 sigðri á Fleyr. Higartil ein tann mest spennandi finalan sum er leikt um vikuskiftið

 

Í dag eru hesir dystirnir í Høllini á Hálsi

Tað gjørdist SÍ sum vann streypafinaluna í D 14 í kvøld við einum 2-0 sigðri á Fleyr. Settini endaðu 25-14 og 25-16

 

Her er link til beinleiðis stroyming av steypafinalunum í flogbólti, sum byrjaði kl. 18,30

Í steypafinaluni hjá monnum hava Fleyr og SÍ vunnið hvør sítt sett, men eftir triðja sett er støðan at Fleyr liggur á odda 2-1

Fyrsta steypafinalan í flogbólti er farin av bakkastokki í morgun. Hetta var dysturin í Gentur 12, sum var ímillum KÍF og SÍ. Tað gjørdist SÍ sum vann gullið, meðan KÍF fór avstað við silvur. Dysturin endaði 2-0 við hesum settúrslitum: 9-25 og 15-25

 

Rajko Petrovic, venjari hjá SÍ, leggur einki í, at hann leggur trýst á sítt lið við at siga, at hann fegin vil hava bæði steypasigur og FM-sigur í ár. Hóast tað merkir, at hann skal vinna finaluna, vil hann kortini ikki siga, at hansara lið er favorittur til sigurin

Nú hava Systkini á Løgmansbø koyrt tríggjar sangir á Youtube

Tríggjar dugnaligar damur, sum eru starvslesandi hjá Atlantic gera stuttar filmar, har tann seinasti er um stórbýarupplivingar

Tunnilsbólkurin, sum virkar fyri at fáa bummgjaldið í Vágatunnlinum burtur, hevur nú ásett 1. mars sum freist fyri eini loysn. Um ikki landsstýrið tekur sær um reiggj og fylgir lógini, mugu onnur stig takast

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fram um at gera neyðugar ábøtur á lendingina í Mykinesi og bakkaverju fyri vegnum niðan í bygdina

Higartil hevur Luksusdjór.fo bert verið ein heimasíða sum selur ymiskt til djór, men tann 29. apríl verður ein handil latin upp í Sørvági. Luksusdjór.fo fer at halda til í Løðuhandlinum

Sunnudagin 19. februar kl. 10.00 bjóðar Miðvágs kirkja til morgunmatar í kirkjukjallaranum. Kl. 11.00 verður guðstænasta

Hósdagin í hesi vikuni skipar Sørvágs Bókasavn fyri fyrilestri um bókina 2000 - tá Føroyar skuldu loysa eftir Sjúrða Skaale. Erhard Jacobsen, bókavørður, fer at tosa um føroysku sjálvstýristilgongdina og ummæla bókina

Mikudagin komandi, 15. februar, eru liðin 75 ár, síðani Nýggjaberg stevndi út av Miðvági. Í hesum sambandi verður minningargudstænasta hildin í Miðvágs kirkju

Eitt ljóshav breyt gjøgnum skíggini í Skopunarfirði í morgun. Jørgen Niclasen var á Giljanesi og tók mynd og legði á facebook. Hann skemtaði við at skriva: Ufo?

Tað verður einki stríðsval í FSF, tí MB hevur tikið sítt uppskot, um at stilla Høgna í Stórustovu upp, aftur

Berlys Cañas Nordendal úr Venesuela trívist sera væl í Skúlanum á Giljanesi, har hon er lærari. Hon trívist millum annað so væl, tí hon "sleppur at blomstra" og blomstrar so væl, at næmingar siga, at "Berlys er kul"

Í samráð við Reyða Kross Føroya, fara kommunurnar í Vágum nú í holt við Sambinding/ Intertwining - In consultation with Red Cross, the local authorities of Vagar will start up intertwining

Sørvágs kommuna hevur avgjørt at skifta verandi graslíkisvøll í Sørvági út við ein nýggjan

Í gjár var farið undir at gera klárt til umbyggingina av niðaru lon í Sørvágs skúla. Arbeiðið verður gjørt av Sp/f Støðla á Argjum

 

Vinni H. Victorsdóttir hevur framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági í mars

Her er ein leinkja til elektroniska innsavning av undirskriftum, har allir føroyingar hava møguleika at luttaka í einum frambroti á landsvegakervinum í Føroyum. Tá bummurin er burtur, koma Vágar heilt og fult í vegakervið hjá landinum, júst sum ætlanin var

- Navnið á nýggju ferðaseðlunum er SVEIGGJ, og prísurin er úr 1.245 kr. t/r íroknað skattir og avgjøld. Hetta slagið av ferðaseðlum kann keypast til stutt undan fráferð, men útboðið av hesum slagnum av ferðaseðlum kann verða avmarkað á útvaldum fráferðum

Frá mánadegnum 6. februar verður Barnaverndartænastan í Vágum at hitta í gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági

Í meistaradeildini hjá monnum var dystur í Sørvági í kvøld. SÍ vann dystin 3-0. Settmunurin var 25-19, 25-15 og 25-15

- Sum nevnt á fundinum so fyrireika Vága, Sørvágs og Klaksvíkar kommuna at stevna landinum fyri at bróta avtaluna, ið gjørd er um Vágatunnilin/ seinni Norðoyatunnilin. Vit krevja at avtalan verður hildin, ið gjørd er við økini

Klokkan 19 í kvøld var bilurin funnin aftur, sum sóknast var eftir í gjár. Bilurin var koyrdur á sjógv av bryggjuni í Miðvági

Logan Air hevur nú fingið loyvi frá donsku myndugleikunum at flúgva millum Aberdeen og Sørvágs í summar. Herfyri viðmælti Poul Michelsen, landsstýrismaður, at loyva felagnum at flúgva summarhálvuna

SÍ-kvinnur í meistaradeildini vunnu í dag ein sera spennandi dyst á heimavølli ímóti Fleyr. Liðini skiftust um at vinna, men í 5. setti vunnu SÍ-kvinnurnar ein greiðan 15-4 sigur

Báðar dystirnar í 1. deild í flogbólti vann SÍ 3-2 á Fleyr

Hósdagin undirskrivaði Landsverk sáttmála um gólv til Glasir. Talan er um eina arbeiðstøku, ið fer at kosta slakar 8,3 milliónir krónur, og sum svarar til gólvvíddina í umleið 150 sethúsum ella trimum fótbóltsvøllum

Frá í gjár 26. januar, er samstarvið millum 07 Vestur og Thiago Pinto Borges endað. Leikarin er nú ikki longur partur av hópi felagsins, skrivar 07 Vestur á síni heimasíðu. Thiago ætlar sær at stevna 07Vestur

Sørvágs kommuna hevur á fundi 25. januar 2017 samtykt, at einki gjald verður tikið á ruskplássinum frá 1. februar 2017

Í meistaradeildini hjá monnum hevur Fleyr vunnið allar sínar dystir hagartil í vetur, men í kvøld gekk ikki longur. SÍ vann sannførandi 3-0

- Kravið frá fundarfólkunum til løgmans var, at hann beinanvegin tekur burtur bummgjaldið. Tað var undirstrikað, at tað er avgerandi at virða prinsippið, at avtalur skulu haldast

Fundur var í dag við løgmann um Vágatunnilin, sum valfeløg, vinna og borgarstjórar høvdu kallað inn til. - Vágatunnilin er komin hartil, at hann er útgoldin og skal tí bindast í landsvegakervið, og bummgjaldið avtakast

Fyri veður verður ikki flogið meira í kvøld, og tey bæði flogførini, sum eftir ætlan skuldu lenda í Vágum seinnapartin og seinni í kvøld, eru avlýst