Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

- Býráðssamtyktin um at broyta innsiglingina í uttara bátahyli gevur bátaeigarum eina tryggari havn. Broytingin sparir samstundis kommununi nógvan pening árliga í viðlíkahaldi av bátabrúgvum

- Á okkara lista er full semja um visiónirnar. Tí hevur tað alstóran týdning at okkara listi fær meirilutan og tekur við leiðsluni komandi fýra árini. Listi A í Sørvágs kommunu. Saman við tær, ein betri heimstað

- Eitt bygdaráð eigur altíð at skipa soleiðis fyri, at bestu treytir eru fyri fólkavøkstri, at vinnulívi fær bestu karmarnar, at borgarin – bæði vaksin og børn, hevur tað gott og kennir seg væl í einum reinum og tryggum umhvørvi

- Gevur tað meining at skilja okkara ungdóm at í Vágum, og tosa um ungdómsleiðara fyri báðar kommunurnar? Nei, men at lata tey verða saman, so tey fáa felags fatan, hvussu tey kunnu menna oynna, tað gevur meining

- Seinastu árini, hava vit í Vága Kommunu havt tekniskar trupuleikar á fleiri mótum, so sum, vatntrot, ólag á vatnleiðingum og kloakkum, lágt vatntrýst, bilar og maskinur niðurslitnar osv

- Síðan kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið, hava vit í Vágum gingið nýggjar leiðir. Men eru kommunurnar á rættari kós?

- Tað tykist vera ein tungur dansur hjá Vága Kommunu at arbeiða við mastodontinum Landsverk

Niðanfyri røktarheimið á Sýnini í Miðvági er eitt bussskýli, men við hetta busssteðgipláss hava bussar ikki loyvi at steðga, sambært løgregluni, og tí fekk ein bussførari bót frá løgregluni fríggjadagin

- Tað er so ongin ivi um, at eg, verði eg valdur aftur fari at berjast fyri áhugamálunum hjá okkara flogvølli her vestri og okkara Atlantic Airways. Vit mugu ikki taka nakað fyri givið. Vit eru uppi ímóti sterkum, eirindaleysum kreftum í Havn

Enn ein liður í langtíðarætlanini hjá 07 Vestur er komin uppá pláss, eftir at 07 Vestur hevur sett Jens Erik Rasmussen í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjari. Jens Erik byrjar í nýggja starvinum 1. januar

- Komandi bygdarráð eigur at seta ein trivnaðarsamskipara í starv, sum millum annað skal hava tilboð til børn og ung um hendi. Neyðugt er, at viðkomandi tekur tey við upp á ráð. Vit eiga at lurta eftir teimum ungu

Mánakvøldið, 7. november, kl. 19 fer Óli Jacobsen at greiða frá søguna um havnarmannin, Daniel J. Danielsen, trúboðara, sum í 1903 broytti søguna við sínum myndafyrilestrum í Bretlandi um ræðustýrið í Congo

- Vit kunnu øll vera samd um, at tað er ikki hugaligt at síggja oman yvir havnalagið í Miðvági

- Hvat gjørdu vit uttan eldsálir? Fólkini, sum virka í ítróttarfeløgum, í áhugafeløgum, í listalívinum, í trúarlívinum, í bygdarlívinum sum heild

- Í oktober hava tyrlurnar flogið 918 ferðafólk, ið er 91% fleiri enn í oktober í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 85 útkallingar higartil í ár, ið er 16 fleiri enn alt 2015 tilsamans

Mikudagin 2. november verður áhugaverdur fyrilestur í kirkjukjallaranum í Miðvágs kirkju. Kitty May Ellefsen kemur at røða um evni “ At bróta eina óhepna ringrás” – um góðar og minni góðar vanar

- Vit eiga at umhugsa ein meira fjøltáttaðan íbúðarmarknað til eldri, lesandi, fólk við serligum tørvi, einlig og familjur, sum heldur vilja leiga enn eiga. Og mánaðarleigan skal ikki gerast ov dýr!

Her er valskráin hjá Borgaralistanum í Vágum

Ferðaseðlar, sum eru keyptir síðani á vári 2016, koma 1. november undir broyttu viðføristreytirnar hjá Atlantic Airways. Nýggju reglurnar samsvara nú við reglurnar hjá flestu flogfeløgum á okkara leiðum

Minnisvarðin yvir sjólætnar sørvingar varð avdúkaður í dag, minningardag teirra sjólætnu

Miðalferðslan hevur verið 2.066 akfør pr. døgn frá januar til oktober 2016

23,654 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í oktobur í ár. Hetta er ein framgongd uppá 4,7%, í mun til oktobur 2015, tá ið 22,583 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin. Samlaða framgongdin higartil í ár er 5,9%

Í hesum døgum er fjórða og seinasta bókin um Sørvágs kommunu, sum Sonni Jacobsen hevur skrivað, komin til landið. Útgávudagurin er settur til at vera eftir kommunuvalið. Tað verður nærri lýst seinni

- Men tað ber til at gera ætlanir sum sameina tað farna í nútíðar brúk. Nógv dømir eru um tað

- Ein kendur miðvingur í Sandavági tók til um støðuna, at miðjan í Miðvági var blivin so smøl, at sjálvt Twiggy hevði verið errin av henni, nakað líknandi er galdandi her í Sandavági, við Kongsgil, í Ongjartoftum og niðan eftir Traðarvegnum

- Kommunan eigur at fremja tey mál, ið verða samtykt við virðing fyri borgaranum. Ein betur og hollari kunning um hvat Kommunan arbeiðir við, hevði skapað meira nøgdsemi

- Tað er av alstórum týdningi, at bygdaráðið tekur fólkið á staðnum við upp á ráð soleiðis, at ferðavinnan kann stýrast meira, og at fólk úti í Mykinesi trívast

Kommunuval verður 8. november, og ikki færri enn 50 fólk bjóða seg fram at stýra Vága kommunu næstu fýra árini. Av teimum 50 sleppa 11 í Vága býráð

Minningarhald verður við kirkjuhúsið í Sørvági Alla halganadag kl. 1600, har minnisvarðin verður avdúkaður

Býráðið í Vága kommunu samtykti á fundi herfyri at stovnseta ein viðtaluportal til kommunulæknarnar á Heilsudeplinum í Vágum

Ein áhugabólkur arbeiðir við at gera minnisvarða yvir fleiri mentafólk úr Miðvági. Ætlanin er, at minnisvarðin skal vera í viðarlundini í Miðvági

- Skattaprosentið í kommununi er í løtuni í hægra lagi í mun til kommunur annars. Meðan meðaltalið fyri landið er 20,67 %, er okkara 21,7 %

Kommunuval verður 8. november, og ikki færri enn 50 fólk bjóða seg fram at stýra Vága kommunu næstu fýra árini. Av teimum 50 valevnunum sleppa 11 í Vága býráð

- Vit á Nýgga Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu vilja við hesum avsannað, at nakrar samráðingar hava verið við Borgaralistan um borgarstjórasessin

- Tað kennist hugstoytt at síggja niður yvir gamla grótbrotið norðan fyri Sandavág. Dungarnir av óruddið bara vaksa og hetta tykist vera púra óskipað, alt í einum stórum hurlivasa

- Er tað undirtøka fyri at taka hetta húsið niður og byggja eitt gróthús við flagtekju til vatn pumpurnar?

- Sitandi bygdaráð kemur at samtykkja eina fíggjarætlan, sum í útgangsstøði kann tátta í 20 mió. kr. Hetta er nógvur peningur, men hesar íløgur eru skilagóðar og neyðugar. Tá hesar eru gjørdar, eru vit væl fyri

- Ongin sigur tað skal vera lætt og tað mesta verður gjørt í góðari meining. Men ein sum ber av øllum er nýggi terminalurin á flogvøllinum í Vágum. Her varð skilagóð planlegging kend, men ikki fylgd

- Sørvágs kommuna eigur at lata øllum tilflytarum ein bókling, sum greiðir frá hvørjar tænastur eru á staðnum. Allir borgarar eiga at fáa somu kunning í kommununi

- Komandi ár verður nýtt graslíki lagt á í Sørvági og næstu 10-15 árini verður felags fótbólturin her. Men! Sørvágur er ov lítil til 07-Vestur

Á leikarafundi fyri løtu síðan, avdúkaði formaðurin í 07 Vestur, Jim Sonni Guttesen, nýggja venjaran hjá EFFO-liðinum, Trygva Mortensen

Reyði Krossur Føroya, Vága kommuna og Sørvágs kommuna, eru farin inn í eitt konstruktivt samstarv, við at fáa sambinding í Vágum

- Størstu nýggju vinnumøguleikar í nýggjari tíð eru innan ferðavinnu, og vit eiga at verða í fremstu røð. Vit hava einastandandi vakra náttúru, lætt er at koma til og um oynna, og umvegis flogvøllin røkka vit stórum tali av ferðafólki

Reyði Krossur Føroya, Vága kommuna og Sørvágs kommuna eru í dag farin inn í eitt konstruktivt samstarv, um at seta á stovn vitjunartænastu í Vágum

- Eitt bygdaráð eigur at sýna fyrilit fyri umhvørvinum og tryggja borgarunum reinar bygdir og áir

- Vit eiga at kanna allar møguleikar at byggja út høllina við skúlan, soleiðis at tann høllin í øllum førum nøktar tørvin til venjingina hjá børnum og ungum til fimleik og hevur hæddina til flogbólt

- Byggisamtyktin fyri Sørvágs kommunu er frá 2002, og er sama byggisamtykt galdandi fyri allar bygdirnar í kommununi. Verandi byggisamtykt treingir til at verða dagførd, og er skjøtil settur á hetta arbeiðið

- Býráðið í Vága Kommunu, hevur í tólvta tíma í hesi setu, sett í skrá og samtykt at fara undur vetrarfriðing fyri bygdirnar Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág. Tað var eisini væntandi, tí valskráin hjá Nýgga Lista hevur hetta sum eitt hjartamál

- Tú hoyrir tað dag og dagliga. Fyri at trívast á einum arbeiðsplássi, so má leiðslan syrgja fyri starvsfólkarøkt. Soleiðis eigur eitt kommunustýri eisini at hugsa!

- Í hesum valtíðum hevur Tvørgarðsvegurin verið rættiliga nógv á breddanum. Fleiri eru komin við hugskotum um, hvat gerast skal. Tað, sum eg havi arbeitt fyri, er at binda Tvørgarðsveg saman við Ápramsvegi