Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby

Leygarkvøldið hevur Lea Kampmann konsert í Listastovuni í Miðvági

 

Kollfirðingar, miðvingar, kvívíkingar, eiðisfólk og fleiri onnur kunnu fegnast, tí nú hava tey eisini atgongd til 4G LTE og nýggja fartelefonnetið hjá Føroya Tele

Eitt Widerø-flogfar, sum skuldi fara klokkan 13.30 seinnapartin í dag, stendur enn á flogvøllinum í Sørvági. Flogfarið hevði tekniskar trupulleikar við eina motorinum

Hesi flogførini millumlendu í Føroyum ávegis til Kanada. Flogførini eru nýggj og gjørd í Eysturríki og løgdu leiðina til Íslands í gjár. Í dag koma nøkur flogfør afturat

Tað er ikki smávegis rós sum Atli Gregersen og Luna fáa frá dagliga leiðaranum í Salmon Group í Noregi. Nils Inge Hitland sigur, at Atli Gregersen er ein undangongumaður og alifyritøkan Luna ein fyrimynd

Anny Davidsen hevur framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági í apríl

Tað er væl hugsandi, at frystilínuskipini fara í Barentshavið at royna. Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip, við Útvarpið

Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2015 gjørdist eitt avlop á 0,3 mió. kr., sum er 3,4 mió. kr. verri enn árið fyri, tá avlopið var 3,7 mió. kr. Landsstýrismaðurin hevur boðað felagnum frá, at Vágatunnilin ikki skal latast landinum í ár

- Eftir fundin fyrrapartin við løgmann, kunnu vit staðfesta, at eingin broyting verður í tunnilsgjaldinum fram til føðingardagin í desember 2016, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Høvuðsvegurin gjøgnum Miðvág hevur verið sera vánaligur at koyra eftir nú í eina í tíð

Hansa Poulina Adriansdóttir er fyrsta føroyska kvinnan við stýripinnin á einum Airbus

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið ta seinnu av teimum báðum AW 139 tyrlunum, sum felagið hevur keypt

Fimleikaframsýning var í Sørvági 3. apríl. 120 fimleikarar sýndu fram og knapt 400 áskoðarar vóru

1. - 3. apríl hevur DM 2016 í klassiskari styrkilyfting verið í Keypmannahavn, har sørvingurin Klæmint B. Vágadal gjørdist nummar 2 í 83 kg klassanum

Eigil Rasmussen í Miðvági hevur í eina tíð savnað tilfar um Miðvágs bygdarsøgu

Frá januar til og við mars hava 56.821 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøksur uppá 5317 ferðafólk ella 10,5% í mun til somu tíð í 2015

Sørvágs kommuna vil vita frá sínum borgarum, hvar í kommununi tann nýggja standmyndin skal setast

Í juli mánaða koma serfrøðingar úr Bretlandi at taka kanónirnar á Skansanum í Havn niður og flyta tær vestur í Vágar

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar ikki at taka av bummgjaldið í Vágatunlinum. Í kvøld verður skipað fyri pallborðsfundi í skúlanum á Giljanesi, har millum annað spurningurin um tunnilsgjaldið verður á skránni

Á aðalfundinum hjá Vága Tjóðveldisfelag í kvøld varð nýggj nevnd vald, og skipaði hon seg beinanvegin við Tór Marna Weihe sum formanni

Skal bummgjaldið takast av nú, ella skulu tær 160 mió kr, sum landið upprunaliga setti í felagið, eisini gjaldast fyrst? Tað var spurningurin í kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld

Annan hvønn mikudag skipar Heimatænastan í Vágum fyri “Syngið og Dansið við”

Politisku valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum trumma nú til tunnilsfundar á Giljanesi í annaðkvøld kl. 19

Russar flúgva charter flúgving til og úr Vágum

Seks SÍ-leikarar eru úttiknir til unglingalandsliðini, sum skula royna seg í European Championsship í flogbólti. Kappingin hjá kvinnum verður í Edinborg, og kappingin hjá monnum verður á Kýpros, í tíðarskeiðinum 1. - 3. apríl 2016

Annan páskadag, í dag tann 28. mars 2016, kl.15.00, verður ein bringumynd í bronsu av Sandavágsmanninum og skaldinum Jens Paula Heinesen, avdúkað á miðstaðarøkinum í Sandavági

Av tekniskum trupulleikum verða seinkingar í flogferðsluni 28. mars 2016 úr og til Sørvágs

Vága Fólkafloksfelag fer hóskvøldið 31. mars at hava hugnakvøld á Café Fjørðoy í Sørvági

SÍ tryggjaði sær í dag FM-heitið í flogbólti við ein 3-0 sigri á Fleyr. Settini endaðu 25-21, 25-19 og 27- 25. Fyrru finaluna sum var Skírhósdag, vann SÍ 3-0

Fyrra finalan Skírhósdag endaði við einum sigri til SÍ upp á 3-1, og í dag minkaði SÍ um munin við at vinna 3-0

Tað gjørdist SÍ, menn, sum vunnu fyrstu finaluna í Høllini á Hálsi í dag. Dysturin endaði 3 – 1 SÍ, eftir at Fleyr var komið best frá byrjan, tá teir vunnu fyrsta settið 25 – 18

 

 

Annan páskadag, mánadagin 28. mars 2016, kl.15.00, verður ein bringumynd í bronsu av Sandavágsmanninum og skaldinum Jens Paula Heinesen, avdúkað á miðstaðarøkinum í Sandavági

Sjálvt um fleiri túsund hermenn komu í Vágar undir seinna heimsbardaga, so broytti hetta ikki mentanina í oynni. Tað heldur Mina Reinert

Í kvøld, 22 mars kl. 19 verður almennur fundur fyri vinnuna í Vágum og aðalfundur hjá Felagnum Vágar í Beitishúsinum í Miðvági

Vinnuháskúlin fær javnan vitjan av fólki sum arbeiðir úti í vinnuni og herfyri vóru Tummas Pauli Hansen, maskinmeistari og Finn Hansen, skipsførari á vitjan

Vága kommuna hevur skrivað undir sáttmála við Maskingrevstur sp/f v. Allan H. Hansen um eina útstykking fyri endan av Svabosvegi í Miðvági

Stórur spenningur var undan seinasta umfarinum í meistaradeildini hjá kvinnum, tí øll oddaliðini – Dráttur, SÍ og Fleyr – høvdu møguleika at vinna sær sæti í FM finalunum 24. og 26. mars í Høllini á Hálsi

Alifyritøkan Luna í Sørvági hevur sprongt vakstrarskalan, og hevur stytt um lúsakríggið við einum hálvum ári

Landsverk ger P-pláss til 10 bilar og 2 bussar við tunnilsmunnan streymoyarmegin

Tað gjørdist Dráttur, sum varð sigursharri í gjárkvøldið, tá liðini spældu á Giljanesi. Kravið hjá Drátti var at vinna dystin, um tær framvegis skuldu hava vónir um at røkka FM-finalunum hin 24. og 26.- mars

- At Marjus Dam svav í tímanum, tá lógin um fast samband um Vestmannasund varð samtykt, er eingin ivi um

Umsitingin av innkrevjingini fyri Vágatunnilin kostar árliga um 2,5 milliónir krónur, meðan raksturin av sjálvum tunlinum kostar um 2,1 milliónir krónur

- Tey sum koyra í Vágatunlinum, sleppa ikki undan at gjalda, hóast lánið er um at vera goldið. Tað sigur Henrik Old við Útvarpið

Tað gjørdist SÍ dreingir 16, sum blivu Føroyameistarar eftir ein sigur á Fleyr

Tað gjørdist SÍ gentur 12, sum varð Føroyameistari eftir ein tryggan sigur á TB

- Í hesum sokallaða kristna og hjálpsama landi, var eingin miskunsamur samaritanari, sum hjálpti honum, tá hann ikki visti, hvat hann gjørdi. Okkum so líkt, hyggja vit hinvegin, tá onkur treingir til hjálp

Tað gjørdist SÍ gentur 14, sum vunnu seinastu finaluna í Trongisvági í kvøld. Sí genturnar leiktu ein góðan dyst

Eftir at Fleyr hevði vunnið fyrstu finaluna (D 14), vóru Sørvingar klári til tað næstu - nú skuldi tað verða!

RC433 úr Bergen ið skuldi lenda í Sørvági kl.20:35 fær ikki sett seg í løtuni orsakað av ringum veðrið. Koma er fyribils útsett til kl.22:30

Maðurin, sum varð tikin í Mykinesi sunnudagin, er varðhaldsfongslaður í eina viku, meðan løgreglan kannar málið, skrivar Kringvarpið