Men tað er stórur munur á ferðamálum. Ímeðan vøksturin á Danmarkarleiðunum er 13% og Íslandsleiðini 16%, so var stór afturgongd á Noregsleiðini. Afturgongdin var heili 45%
Hjá dreingjum 17 var ongantíð ivi um, hvat var sterkara liðið. Fleiri leikarar hjá Fleyr vóru á námsferð, so Fleyr hevði trupult við at vinna seg inn í dystin, sum SÍ vann trygt 2-0
Enn eitt steyp til Sørvágs. KÍF genturnar fylgdu væl við í fyrsta setti og løgdu seg á odda stóran part av settinum, men móti endanum á settinum gjørdist feilirnir ov nógvir
SÍ hevur spælt seg í 10 steypafinalur í stóra flogbóltsvikuskiftinum í morgin og sunnudagin. Upphiting verður í marghøllini í Sørvágs Skúla kl. 10 í morgin
Tó at Krígssavnið er stongt fyri vitjandi í løtuni, tykist áhugin fyri savninum vera stórur. Tað sást á aðalfundinum, sum var hildin í Marghøllini í Sørvágs Skúla í gjárkvøldið
Í sambandi við, at Sarita Kristina Hansen í Miðvági gjørdist gullvinnari í HM kappingini í inniróðri í Long Beach California, skipar Vága kommuna fyri almennari móttøku
Í morgun varð arbeiðið at seta upp nýggj ljós í Vágatunlinum latið tunnilsfelagnum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, var til staðar
Sandavágs Talvfelag hevur beina kós móti FM-heitinum í talvi. Í dag øktu teir leiðsluna við einum stigi, og eru nú hálvtfjórða stig frammanfyri Havnar Telvingarfelag
- Havstovan kann, sum tann einasti stovnur her á landi, koma við øllum lorti. Eitt skeivt tilmæli fyri og annað eftir, og tað fær ongar avleiðingar fyri nakran
Ein av føroysku flogskiparunum hjá SAS, vestmenningurin Herálvur Nielsen, kunnaði ferdafólkini á SK1777 í dag um at SAS nú hevur tikið RNP AR 0.1 skipanina í brúk
- Vit halda at futsal kappingarnar, sum FSF hevur skipað fyri í nøkur ár fer at lyfta tað tekniska støðið í føroyskum fótbólti, siga ungdómsvenjararnir hjá 07 Vestur
Næstan 400.000 ferðafólk komu og fóru í 2018, og var tað ein øking hjá Vága Floghavn á 10,7 prosent í mun til árið fyri. Og vøksturin heldur helst fram í 2019, skrivar danska Check-in.dk
- Vit hava havt gestir úr 35 londum og um vikuskiftið vóru tvey hús útleigað, so tað hevur gingist væl higartil, sigur Tróndur Niclasen sum eigur snotiligu húsini í Bø