Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Flogbóltsfelagið SÍ í Sørvági hevur gjørt sáttmála við høvuðsvenjarar

Vágagonga hevur verið í Miðvági í gjárkvøldið við góðum nøvnum sum Sáma Ravnsfjall, Ghostriders, Hipsumhaps og Vágaverki

- Vit eru ovfarin av stóra áhuganum. Fyrstu ferð vóru um 80 fólk við og nú eru nærum 1.000 fólk, segði Sølvi Símunarson við Útvarpið fyrr í dag

Í dag, 1. september 2018, verður aftur lív í vaktstrarhúsinum, tá tað verður karmur um mótasýning, plantusølu, cafe og ymiskt annað í sambandi við mentanarvikuna Vesturskin

Krígssavnið hevur opið hús í S.O.R.-bygninginum (við flogvøllin) leygardagin 1. sep. og sunnudagin 2. sep. báðar dagar kl. 14 – 17

 

Við íblástri úr frálíka tónleikatiltakinum Húsagongd, er ætlanin at fylla Miðvág við fólki og tónleiki

Kunna teg um ferðsluna í sambandi við hálvmarathon í Vágum í morgin

Her eru nakrar myndir frá væleydnaðu barnkonsertini við Dánjal í Gamla skúla í Sørvági í gjár

Sandavágs Ítróttarfelag hevur skrivað undir avtalu við danan Tom Jensen um at vera venjari í hondbólti, frá U10 til og við U16

Í dag var fyrsta Mykineslonin reist úti í Mykinesi

Undir Mentanarvikuni Vesturskin í Vágum hava tey ungu, 13 ár og eldri, tikist við at mála Bilsmiðjugrundina í Sandavági

Baldoni-plakatirnar sleppa ikki at hanga uppi, men verða tiknar niður aftur av fólkum hjá Landsverki

Ovurstórur áhugi hevur verið fyri einrøðuleikinum Eg eri Beinta, allar 3 sýningarnar eru útseldar. Av tí at konsertin við Lenu er avlýst, er avgjørt at hava eina eykasýning í Listastovuni týkvøldið 28. august kl. 21.00

Í dag byrjaðu upptøkurnar til nýggja fløgu við Blátt Gras. Teir eru fyri aðru ferð farnir longu leiðina til USA at spæla inn í Crossroads Studios

 

Tilboðini upp á útstykkingina til 18 grundstykkir uppi á Middagsvarða í Sørvági vórðu latin upp í dag

Í sambandi við mentanarvikuna Vesturskin, sum er í Vágum í hesum døgum, var skipað fyri sólseturskaffi í Gásadali í gjárskvøldið

Veðrið var av tí fagrasta, tá ið Krúnprinsaparið vitjaði í Bø, har biskupur var vertur fyri miðmála í gamla pakkhúsinum í Bø

Her eru nakrar myndir frá tá ið vitjanin hjá Krúnprinsahúskinum byrjaði í Vágum í morgun

- Tá ið eg var barn fortaldi mamma um ljósið á hennara oyggj, Vágoynni. Eg skilti, at Vesturskin er eitt serligt ljós. Eitt ljós, sum er heitt og heimligt

Øll tiltøkini í dag eru í Sørvági. Í morgin verður Seinsummardagur í Sandavági, og frá mánadegnum fara tiltøkini víðari um oynna

Sunnudagin fekk Vága kommuna aftur ein føroyameistara. Hesaferð varð tað Tóri Nielsen í Sandavági sum gjørdist føroyameistari í spjótkasti

Grindin, sum hevur ligið út fyri Bø og var einar 5 hval, verður ikki hildin til, eru seinastu boðini frá sýslumanninum

Men hon er lítil og tað er ikki vist enn um hon verður hildin til

Einir 50 hvalir løgdu beinini í grindini í Sandavági í kvøld, og sýslumaðurin metir, at seðlarnir ikki koma út fyrr enn einaferð í morgin

Boðað verður frá grind í Vágum. Grindin er tríggjar fjórðingar úr landi millum Nípuna og Bøsdalafoss

Í juli komu og fóru heili 55.470 fólk umvegis Vága Floghavn. Samanborið við 2017, er talan um eina framgongd á 3.705 fólk, ið svarar til 7%

Millum tey fýra partafeløgini, ið stovnað vóru í farnu viku, var ÍVF Faroe Camper, hvørs endamál er at leiga út tjaldbilar (autocamparar) til ferðafólk og onnur áhugað

Í gjár var FM kapping í kappríðing á flúgvarbedingini í Vágum. Vága Ríðingarfelag skipaði fyri og luttóku 21 ross í kappingini

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum í løtuni søkir eftir fólki til HiddenFjord í Sørvági, sum hevur vaksandi virksemi. Fá eru arbeiðsleys

Higartil eru hagapengarnir í Mykinesi millum annað brúktir til eina nýggja altartalvu og walkie-talkie, sum verða brúkt í sambandi við súluveiðu

- Í tveimum av økjunum, sum hava fingið størstan lut í menningarkvotunum - Vágar og Vestmanna - er arbeiðsloysi so lágt, at tað helst verður neyðugt at finna starvsfólk uttanfyri bæði økini

Visit Vágar skipar í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu fyri mentanarvikuni Vesturskin í døgunum 24. august til 1. septembur

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær ph.d.-verkætlanir, 1 mió. kr. til hvørja. Onnur kallast “Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti í Vágum til smoltaling á landi”

Jógvan Pauli Haraldsen og Nely Romulu Balid Haraldsen, hava stovnað smápartafelagið Asian Food Restaurant, við heimstaði í Sandavági. Endamál felagsins er at reka matstovu, handil og annað starv í hesum sambandi

Rúni Olsen Ellefsen við bátinum Miu loysir frá landi í Klaksvík, og sigur, at hann fær viðstreym mest sum allan vegin, so um alt gongst væl, verður hann í Sandavági um einar fýra tímar

Av váta veðrinum og nógvu gongdini út í Mykineshólm í summar, hava hagastýrisformennirnir í Mykinesi valt at avmarka atgongdina oman í Lamba og út í hólm restina av mánaðinum

Í fagrasta veðrið í fyrramorgunin stevndi nýbygningur nummar 50 hjá KJ út av Fuglafirði. Tvíkiljan er handað alifelagnum Luna, og hevur fingið navnið Ritunøva

Í august er tað myndamaðurin Herfinn Thomassen úr Sørvági, frá HTfoto, sum sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági

Tað er spell, at stuðulin til kunningarstovurnar verður strikaður, tí kunningarstovurnar eru bæði týðandi og virknar, sigur borgarstjórin í Sørvági við Kringvarpið

Hóast innsavning av ull so eru ikki allir sum leggja í at selja ullina

Um ein mánaða er Snarfrost í Miðvági klárt at taka móti fiski, sigur Tummas Henriksen við Útvarpið. Felagið hevur eisini keypt norskan nótabát, treytað av, at reiðaríið fær lut í menningarkvotunum

Mikumorgunin endursendir Útvarpið Tónasláttur frá 2009, har brøðurnir Tummas Jákup og Valdemar á Løgmansbø greiða frá um tíðina í seksti- og sjeytiárunum, tá teir vóru partar av tónleikalívinum á Vágoynni

Her eru fleiri myndir frá grindini í Sandavági

Fyri løtu síðani var grind hildin til í Sandavági. Einir 100 hval verður mett. Her eru nakrar myndir

Kæran frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag um at økið Vesturi á Víkum í Vágum er umhvørvisgóðkent til aling, verður ikki gingin á møti, skrivar Kringvarpið

Í dag eru hesi húsini reist í Mykinesi. Tað er ikki oftari enn so, at hús verða reist í Mykinesi

Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar tyri túrahald frá 1. august

Ein asiatisk kvinna var dottin uppi á Egg í Mykinesi seinnapartin í dag. Fólk í feriu máttu hjálpa til fyri at fáa skaddu kvinnuna oman, so tyrlan kundi flyta hana á sjúkrahús

Bústaðir hevur ætlanir um at byggja 5 íbúðir í Sørvági. Økið ið ætlanin er at byggja á, er liðugt planerað

Í longri tíð hava fólk hjá Vága Ríðingarfelag, arbeitt á einum økið í Miðvági, har ætlanin er at tað skal koma bæði Ríðihøll og felagsfjós til vágafólk