Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Algan, sum higartil hevur dripið 7,5 milliónir alilaksar á Norðlandinum og í Troms í Noregi, kann gerast uppaftur meira eitrandi av veðurlagsbroytingunum

Føroyski arbeiðsmarknaðurin klárar ikki nóg væl at taka ímóti væl útbúnum tilflytarum og at gagnnýta teirra fakligu førleikar. Størsta forðingin er málið

Herfyri var eitt lesarabræv á VP, har spurt var í lesarabrævinum, um einki hámark er á fiskiskapinum hjá ferðamanninum sum at vísa seg ótarnaður fiskar av "fólksins ogn" og flytur út á útlendska marknaðin

Tað merkir at umleið 800.000 laksar eru deyðir í hesum eina brúkinum av herviligu alguni sum herjar í Noregi

Jarðfeingi hevði ein bás, har lýst varð við komandi 5. útbjóðingarumfari

Nógv minni varð útgoldið í lønum í fjør

Tvey ár eftir hall og negativa eginogn er raksturin hjá MT Højgaard komin fyri seg aftur

- Um hetta er ein skilagóð íløga, fer tíðin at vísa. Hetta lívið er spennandi og fiskiskapurin hevur verið góður, og tí eru vit bæði hugaligir og spentir

Hann avloysir Graeme Fawcett sum varð settur fyribilsstjóri tá Ben Arabo legði frá sær í desember 2017

Í samband við fyrireikingarnar til føroysku frálandakavara útbúgvingarnar hevur føroyski vinnukavaraskúlin keypt eitt trýst- og viðgerðarkamar

Higartil í ár er munandi meira avreitt av toski og hýsu um avreiðingarskipanina. 54,6 prosent meira er avreitt av toski og 47,4 prosent meira av hýsu

Á sølustevnuni Fish Fair 2019 í Klaksvík vóru upplýsandi fyrilestrar um stuðulsmøguleikar til eitt nú altjóða granskingarsamstarv

Skipaninar er framleiddar í Føroyum, men næstan øll vøran seinastu 3 árini er seld til skip uttan fyri Føroyar

Panasonic gevst at handla við kinesisku tøknifyritøkuna Huawei, av tí at USA hevur sett Huawei á ein svartalista

Higartil eru níggju alifeløg í Nordland og Troms í Noregi rakt av herviligari eituralgu

Týðandi óvissa er um felagið lýkur treytirnar fyri at vera skrásett, sigur Nasdaq Nordic sum rekur børsin í Keypmannahavn

Næst størsti stálframleiðarin í Stórabretlandi, British steel, skal setast undir administrasjón eftir at tingingarnar við stjórnina um ein bjargingarpakka ikki bóru á mál, skrivar BBC

- Vit á Norðlýsinum verða mangan skuldsettir fyri at vera alt ov lokalir, og tað skulu vit vera, men KVF er nógv lokalari enn vit

Tá ið Asta kom í bili til tiltakið í Miðbýnum í Tórshavn í dag, í sambandi við at Kioskin hjá Astu læt upp, var tað samfersðlumálaráðharrin sum tók ímóti Astu

Í samstarvi við føroysku fyritøkuna Polarfilms er ein nýggjur videofilmur gjørdur um virksemið hjá MEST

Tvey út av trimum vinnulívsfólkum bóka heldur flogferð og gisting via alnetið enn við at ringja til ferðamannastovu, vísur ein nýggj kanning hjá globala CWT

Ása Jacobsen, sum dagliga starvast sum granskari hjá Fiskaaling, hevur givið út nýggja grein í vísindaliga tíðarritinum PeerJ

Fyrst í Kina og nú eisini í Vietnam doyggja svín sum flugur av pestini

Íslendingar biðja turistarnar vísa fyrilit og gevast við at taka myndir inn gjøgnum vindeyguni

Umframt nøkur nýggj feløg sóust í vinnuskránni í farnu viku, skiftu tvey felag eigarar og nýggir persónar mynda nú feløgini

Samráðingarnar eru nú byrjaðar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, og KT o.l. fyritøkumum) um sáttmálan fyri Elektron

Noreg og Kina undirskriva í dag eina avtalu, sum skal geva betri møguleika at útflyta norskan alilaks til Kina. Talan er um endurnýggjan av avtalu, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2017

Thomas Cook hevði nærum 13 milliardir krónur í halli í fjør - kundarnir rýma og bankarnir stramma tumlaskrúvurnar

Handilskríggið ímillum USA og Kina versnar og rakar nú 2,5 milliardir vanlig fólk beinleiðis

Akraberg kom av rækjuveiðu mikudagin eftir middag, og í kvøld klokkan 19.30 fór hann avstað aftur í Barentshavið

- Eg haldi, at svartkjafturin blandar seg við gulllaksin og í og við, at so nógvur svartkjaftur kemur í senn, spjaðir hann óivað gulllaksin, sigur Sámal Debes Davidsen, skipari á Vesturbúgvanum

Og 643 ársverk eru í ferðavinnuni, men nýggjastu hagtølini eru sera varisliga mett, og enn vanta tøl, m.a. frá Airbnb

ICES meira enn tvífaldar tilmælið fyri makrel. Kvotan fyri 2019 verður økt úr 318 408 tonsum til 770 378 tons, eftir at ICES hevur kannað og reviderað sítt fyrra tilmæli

Fimm eigarar eru í Sp/f 01.05.2018, sum hevur keypt Búgvan og sum frammanundan eigur Dýrindal

Eftir at norska oljufelagið DNO í januar fekk hendur á felagnum hevur tað nú fingið nýtt navn

Kaðalbrekið hjá NET í Tórshavn ávirkar tænasturnar hjá føroysku peningastovnunum í dag

Í 2018 vórðu samanlagt 216 arbeiðsóhapp fráboðað myndugleikanum, samanborið við 178 í 2017. Talan er um eina øking á 21%

Ein vika í november verður sett av til dómsviðgerðina, men hvørja viku dómsviðgerðin verður, er ikki endaliga greitt enn, sigur Christian Andreasen, advokatur hjá partafelagnum Ennibergi, við Kringvarpið

Av hvørjari seldari fløsku fara 30 kr. til Felagið Føroysk Træseglskip

Ein vanlukka umborð á grønlendska trolaranum Markus, kostaði einum av manningini lívið

Ferðamannaskipið MS «Magellan», sum eisini vitjar í Føroyum, hevur fingið eina bót á 700.000 norskar krónur eftir at svávulútlátið var ov høgt undir vitjan á fleiri firðum á Vestlandinum í Noregi í apríl

Týsdagin kom Magnus Heinason aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningum norðanfyri. Heldur meira var skrásett av norðhavssild í ár enn í fjør

Eini seks samtøk bjóðaðu sær at standa fyri søluni av Pf Postverk Føroya, og Sókn advokatar saman við Hammer Consulting skulu standa fyri ráðgevingini og tilgongdarstýringini

- Ferðin á útlánum økist. Royndir frá seinastu fíggjarkreppu vísa, at útlánini kunnu tvífaldast í eitt stutt tíðarskeið, og tí er neyðugt at halda neyvt eyga við gongdini

Tað vóru 21.478 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum 1. ársfjórðing 2019. Tað eru 935 ella 4,6% fleiri enn sama tíðarskeið í 2018

Tann í Føroyum einaferð so illa lýddi bankin hevur verið í andróðri í fleiri ár av einum máli um hvíttvasking í Estlandi. Nú legst enn eitt mál afturat

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing frá granskingarstovninum Nordregio hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Í frágreiðingini verður sagt at norðurlond er eitt øki við framsøknum klimapolitikki

CommIT skipaði vegna kommunur í Suðuroynni fyri ferðaleiðaraskeiði í apríl og mai